Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2002 19 18 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Nú mutaði føroyska liðið tó nakað ímóti, men Mikalju- nas gav tó enn eina ábending um, hvat hann kann við einum bólti, tá hann fór slalom ígjøgnum verjuna, men skotið sjálvt var óneyvt, og tí spurdist ikki meira burturúr. Føroyska spælið fram eftir vøllinum var nú batn- að nakað, og spakuliga fingu vit otað okkum long- ur niðan á vøllin. Serstak- liga var tað týdningarmikið at kantarnir komu niðan, og brádliga vórðu nøkur lík- inda innlegg send niðan í brotsteigin. Og tað var nokk eisini so, at litavar ikki høvdu orku til at dríva á við somu ferð, sum teir høvdu gjørt í fyrra hálvleiki. Møðin gjørdist meira sjónlig, og ístaðin fyri at leggja trýst á, royndu teir seg nú fyri tað mesta við longum bóltum niðan, sum føroyska verjan sjáld- an hevði trupulleikar av. Skotbardagi Seinastu tjúgu minuttirnir av dystinum í Kaunas fara helst at standa í minninum sum løtan, har bara svart- asta óhepni forðaði føroy- ingunum í at skora bæði eina og tvær ferðir. Startskotið var kanska í hinum endanum, tá Jákup hevði eina ótrúliga refleks- bjarging eftir ein heilflukt- ara frá Poskus, men annars stóðu føroyar fyri tað mesta á øllum. Litvaviski brotsteigurin var í longum løtum kring- settur av føroyingum, og innlegg oman á innlegg skolaðu oman í brotsteigin. Ofta við tilvildarligum kjansum sum úrslitið, tá menn høvdu ilt við at hava tamarhald í vælmannað brotsteiginum. Størsta kjansin fekk Rógvi Jacobsen uttan iva, tá hann á fimm-metra markinum stóð púrastas leysur, men onkursvegna rakti hann beint í krovið á málverjanum, og eina aðru ferðina var tað bert ein eymur likamspartur hjá málverjanum, sum forðaði John Petersen í at skora. Um hesa seinastu løtuna er annars at siga, at tað var fløvandi í heystarkuldan- um, og føroyska liðið hóast alt reisti seg somikið væl. Leikararnir sýndu snøgt sagt karakter við at nokta at geva seg. At tað ikki eydnaðist okkara at skora, skulu litavar bara prísa frúnni Fortunu fyri, men sálarligi týdningurin av hesari løtuni kann neyvan undirmetast. Í øllum førum vildi tað verið alt annað enn hugaligt at fari til Týsk- lands, um liðið var farið niður við nakkanum í Kaunas, men tað gjørdu leikararnir ikki, og tað var nokk tann týdningarmesta staðfestingin, sum Henrik Larsen fekk hetta kvøldið. Føroyska landsliðið varð niðurspælt í litaviska heystarkuld- anum fyrstu trý kor- terini, og hetta kostaði teimum dystin. Men treystið, sum leikararnir sýndu í seinna hálv- leiki, var tó fløvandi, og gevur kanska vón fyri einum líkinda avrikið í Hannover LITAVA-FØROYAR Álvur Haraldsen Jákup Mørk KAUNAS: »Kalt í Kaun- as« var ein av yvirskriftum okkara í fríggjadagsblað- num, og kalt er kanska mest beinrakna orðið at lýsa fyrstu trý korterini av dyst- inum leygardagin. Veðrið var í øllum førum kalt, og móttøkan frá litav- isku áskoðarunum var eisini kaldlig, tá liðini komu á vøllin. Og mest av øllum, so sýndu litavisku landsliðsleikararnir als ikki nakað sum helst gesta- blídni. Snøgt sagt, so var før- oyska liðið undir einum øgiligum trýsti frá fyrsta bríksli. Skjóti og kropps- sterku mótstøðumenninir løgdu ferðina í eina legu, har okkara als ikki fingu fylgt við, og tað var skjótt greitt, at tað allar helst bert var ein spurningur um tíð, fyrr enn føroyska ballónin skrædnaði. Og tað gjørdi hon tá einir 25 minuttir vóru farnir av dystinum. Beint undan høvdu litavarnir gramt seg um, at teir ikki fingu brots- spark, tá lítli og fótfimi Saulius Mikaljunas skræddi føroysku verjuna við einum rykki, og mest sum hevði kós móti málinum, tá Óli kantaði hann. Dómarin valdi tó at tiga ta ferðina, soleiðis at talan ístaín gjørdist um hornaspark, men hetta var bert ein stokkut gleði hjá okkara. Í trunkanum inni undir málinum, tá horna- sparkið varð sent inn, helt dómarin eftir øllum at døma, at John Petersen hevði forbrotið seg, og uttan at nakar reiðiliga visti hví, peikaði dómarin ellivu metrar úr málinum á hvíta blettin. Føroysku mótmælini um brotssparksdómin hjálptu eitt stað millum lítið og einki, og tá so Tomas Rasanauskas slapp framat, var hann eirindaleysur, og sendi lágt til vinstru, meðan Jákup Mikkelsen gitti øvugt. Arbeiddu ov lítið Tað tóktist allan fyrra hálv- leik, sum um okkurt bilti føroyska spælinum. Eitt var at mótstøðumenninir vóru sera ágandandi, men tað er sjáldan, at eitt føroyskt lið hevur verið somikið passivt á vøllinum, sum leikararnir vóru fyrstu trý korterini. Kanska var broddurin um at fara av litaviska spælin- um seinasta partin av hálv- leikinum, men hetta merkti á ongan hátt, at okkara menn fingu sítt at hanga saman. Størsti trupulleikin tókt- ist eisini at vera, at leikar- arnir hesi trý korterini als ikki vóru gearaðir til at spæla í 4-4-2 spælskipan- ini. Ikki soleiðis at skilja, at tað er nakað galið við skipanini, men við djúpd- ini, sum ein 3-5-2 skipan gevur, er ofta lættari at standa væl á vøllinum. Í 4-4-2 eru leikararnir noyddir at hugsa nakað meira. Skjótingar skulu vera millum keturnar, so- leiðis at djúpd eisini kemur, men hendan var als ikki til staðar. At kalla hvør tann einasti returbóltur í bæði miðju og verju endaði hjá einum gulum leikara, og tá litavar í fleiri førum skiftu spælið úr borð í borð var verjan oftani um ein háls. Ikki minst tí teir báðir litavisku framherjarnir vóru somikið kropsliga sterkir. Fleiri ferðir vóru eisini av álvara boð eftir føroysku verjuni, og var tað ikki fyri Jón Róa Jacobsen hevði talan helst eisini verið um fleiri enn tað eina málið, sum kom afturat, tá ein bóltur heldur tilvildarliga endaði fyri føturnar á Robertas Poskus, sum ikki gav Jákupi Mikkelsen nakran livandi kjans, tá hann úr stuttari fjarstøðu høgdi bóltin móti nærmasta málhorni. Frameftir vøllinum skaptu føroyingar at kalla einki. Kantarnir komu ongan tíð ígongd, og fyri tað mesta vóru álopsspæl- ararnir púrasta einsamallir ímóti einum fýra verjuleik- arum, og tað førdi so ongan tíð til nakað. Reistust Sum fyrri hálvleikur gekk, so lúrdi ein veruligur vandi fyri einum skrædli í steðg- inum. Tankarnir sveimaðu aftur til Estland, har so nógv varð væntað av før- oyska liðinum, men har talan gjørdist um stórtap, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var eisini líkt til, at litavarnir bara ætlaðu sær at halda fram í sama lag. Dysturin í tølum Litava-Føroyar 2-0 (2-0) Leygardagin 12. oktober 2002 kl. 18.00 á S. Darius & S. Gireno stadion í Kaunas 1-0: Tomas Rasanauskas (br.), 25 2-0: Robertas Poskus, 38 Dómari úr Jugoslavia: Dejan Delevic UEFA umboðsmaður úr Ísrael: Arie Wolf Dómaraeygleiðari úr Wales: Rodger Gifford 3000 áskoðarar Litava: 1. Gintaras Stauce — 3. Rolandas Darias, 2, Andrius Skerla, 4. Dainius Gleveckas, 5. Aurelijus Skarbalius (Liðformaður) — 6. Deividas Ces- nauskis (16. Giedrius Slavickas, 77 (18. Arius Stankevicius, 85)), 7. Raimondas Zutautas (13. Nerijus Barasa, 75), 10. Tomas Razanauskas, 8. Saulius Mikaljunas — 11. Robertas Poskus, 9. Arturas Fomenko Á beikinum uttan at verða skiftir inn: 12. Zydrunas Karcenarskas, Mindaugas Gardzijauskas, 15. Ignas Dedura, 17. Tomas Radzinevicius Gult kort: Arturas Fomenko, 60, Dainius Gleveckas 77 Venjari: Benjaminas Zelkevicius Hjálparvenjarar: Gintas Buzas og Virginijus Liubsys Lækni: Aleksejus Kornejevas Vøddamýkjari: Valerijus Gromenkovas Manager: Aleksandras Fondis Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 27/-50, Molde — 4. Pól Thorsteinsson, 24/0, NSÍ (13. Jóhannis Joensen, 13/0, HB, 75), 5. Jón Rói Jacobsen, 7/0, HB, 2. Óli Johannesen, 58/1, liðformaður, TB, 3. Jens Kristian Hansen, 43/3, B36 — 9. Jákup á Borg, 23/0, B36, 7. Fróði Benjaminsen, 17/1, B68, 8. Julian Johnsson, 46/2, B36 (17. Rógvi Jacobsen, 18/1, 70), 6. Øssur Hansen, 50/2, B68 — 10. John Petersen, 42/3, B36 11. Christian Høgni Jacobsen, 13/2, Vejle BK (15. Andrew av Fløtum, 6/0, HB, 61) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jens Martin Knudsen, 56/-143, NSÍ, 12. Hans Fróði Hansen, 23/1, B68, 14. Helgi L. Petersen, 3/0, NSÍ og 18. Hjalgrím Elttør, 2/0, KÍ Gult kort: Fróði Benjaminsen, 15, Óli Johannesen, 47, Pól Thorsteinsson, 49, Andrew av Fløtum, 89 Venjari: Henrik Larsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm Liðleiðarar: Birgir Hansen og Heðin Askham Litava-Føroyar 2-0 (2-0): Fløvin kom ov seint Sum myndirnar siga, so var tað meira enn heilt nær við, at føroysku landsliðsleikararnir fingu spenning í aftur dystin. Einar tvær ferðir var støðan mest sum margháttlig, tá litaviski málverjin grulvaði runt í brotsteiginum, meðan føroysku leikararnir høvdu skotvenjing inni í málteiginum, men inn vildi bólturin undir ongum umstøðum C M Y K 18