Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= = I | | | | orð jan myndir kalmar Nr. 4 10. januar 1985 Vestmanna Kommuna Vestmanna — ein bygd í menning! Jógvan Isaksen, bygdarráðsformaður, hevur verið í bygdarráðnum seinastu 14 árini. Frá 1977 til 81 var hann formaður. Allir hinir nýggju bygdarradslimirnir Bygdarmyndin. Vestmanna í dag. Omanfyri bygdina vatnbrunnarnir, tær nýggju útstykkingarnar og í bygdini sæst nýggi skúlin og ítróttarhellin Stórar útbyggingar eru farnar fram og fara framvegis fram í Vestmanna komm- unu. Stór og rúmlig havn er tikin í brúk, stórar útstykkingar eru framdar, nýggjur skúli og ítróttarhell verða bygd, og skjótt verður farið undir at byggja fleiri ídnaðar- virki Inni á Fjørd. Her verður eisini nýggj ferjulega gjørd. Vestmenningar lata eisini byggja nýggjan trolara í Havn, og fleiri sáttmálar eru um onnur skip. Samanumtikið kann sigast, at Vest- manna i dag er ein bygd í stødugari menn- ing. Fólkið steðist og eingin vandi er fyri, at íbúgvaratalið fer at minka næstu árini. Sosialurin hevur tosað við nýggja bygdarráðsformannin, Jógvan Isaksen, sum hevur sitið í kommunalinum í heili 14 ár. Hann er fegin um gongdina í bygdini og sigur, at so leingi tað eru arbeiðspláss og byggiøki, er hann ikki bangin fyri, at fólk skulu flyta burt. Vit tosaðu fyrst við hann um tað nógvu sethúsabyggingina Nógv hevur verið bygt í Vestmanna tey seinastu árini, og so við og við seta fleiri og fleiri búgv í bygd- ini. Jógvan Ísaksen sigur, at teir í 1977 keyptu eitt rættiliga stórt eki frá einum hagaparti í bygd- ini. — Tað var alt ov lítið av grundstykkjum, og eg mælti til, at vit keyptu nakað av haganum oman- fyri bygdina, soleiðis at vit ikki mistu ungdómin av bygdini. Hetta eydnað- ist væl. Fyrst vóru 37 grundstykki útstykkjað og seinni enn fleiri. Til- samans verða íalt 113 grundstykki her omanfyri bygdina. Í dag eru umleið 57 stykki eftir, ið ikki er bygt á ella ikki liðugt út- stykkjað. Jógvan Isaksen sigur, at hetta fer at nekta grundstykkjatervin nógv ár fram í tíðina. Øll tey, sum hava biðið um stykki, hava fingið tað. Tey, sum í løtuni bíða eftir stykki, eru tey, sum heldur vilja hava stykki á einum eki, har tað enn ikki er liðugt útstykkjað. Nógv arbeiði Jógvan lsaksen heldur ikki, at tað hevur verið nakað av arbeiðsloysi í bygdini seinnu árini, tí har er rættiliga nógv virk- semi. Kortini má tað sig- ast, at tað hesar seinastu mánaðirnar hevur ikki verið so nógv arbeiði á flakavirkinum. Tað hevur verið nakað lítið av rá- veru. Bygdin hevur mist nakað væl av skipum, men teir hava so vónir um at fáa tey aftur í nýggjari líki. So Jógvan Isaksen vónar, at teir í framtíðini fara at fáa nokk av råvøru til flakavirkið, ið vanliga hevur millum 70 og 100 fólk í arbeiði. Skipasmiðjan Eisini skipasmiðjan í Vestmanna gevur arbeiði til nekur fólk. Her er í let- uni bert talan um umvæl- ingar, meðan skipasmiðj- an fyrr eisini bygdi skip. Jógvan Isaksen sigur, at lagnan hjá skipasmiðjuni er óviss. Hann vónar tó, at teir fara at varðveita og helst økja talið á arbeiðs- plássum á skipasmiðjuni. Arbeitt hevur verið við ymsum ætlanum til tess at ekja um virksemið. M.a. at fara undir eina samarbeiðsætlan, har eru nývaldir Vestmanna Skipasmiðja skal gera partar av nýggj- um skipum, og har onnur pláss í landinum gera aðr- ar partar. Skipasmiðjan er annars nakað útbygd seinastu árini, eitt nú við nýggjum vogni. Jógvan Isaksen sigur víðari, at tað hevur verið mett, at skal skipasmiðjan rekast rætt í framtíðini, so mugu fleiri = arbeiðspláss til, kanska eini 35 íalt. Í dag man talið liggja millum 15 og 20. — Vit vóna so, at okkurt fer at spyrjast burtur úr hesum arbeiðs- plássinum, leggur bygd- arráðsformaðurin aftrat. Vestmanna kommuna er partaeigari í skipasmiðj- uni. Plastídnaður Men Vestmanna er ikki bert fiskur og skip. Menn hava nevniliga tikið seg saman og sett gongd idnað. Tór Plast, sum framleiðir hópin av yms um plastverum, hevur i dag eini 15-20 fólk í ar beiði. Virkið byrjaði í smáum inni í bygdini, men eftirspurningurin vaks skjótt og bygdu teir síðani ein stóran idnadar- bygning á idnadarøkinum Inni á Fjerð. Men ikki nokk við tí. Eftirspurn- ingurin er vaksin nógv, og teir eru farnir at gera fleiri verusleg. Eisini hevur ein útflutningur tikið seg upp. Nú verður so farið undir útbyggingar. Kommunan hevur fingið umsóknir um bygging av tveimum stórum hellum aftrat Inni á Fjerð. Hesar skulu báðar brúkast til plastídnað. Pláss er longu til eina hell og nú skal so fyllast út til enn eina. Jógvan Isaksen sigur víðari, at teri hava um- Fiskifloti vestmenninga er nógv minkaður seinastu árini. Men ætlanir eru um at fáa fleiri nýggj skip til bygdina. Her trý av vestmannaskipunum inni í nýggju havnini