Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sóknir um triggjar aðrar hellir til ídnað og handil. M.a. skal timburhandilin byggja eina hell og nú skal so fyllast út til enn eina. Jógvn lsaksen sigur víðari, at teir hava um- sóknir um triggjar aðrar hellir til ídnað og handil. M.a. skal timburhandilin byggja eina hell og har- umframt eru tvær um- sóknir um idnadarvirki. So samanumtikid verð- ur stór útbygging at fara fram her Inni á Fjerð. Her er grunt, og tað er bert at fylla út við gróti og plan era til idnadarbygningar hava teir Eisini andi Alingin Enn er eingin fiskaaling á sjónum í Vestmanna. Jógvan Isaksen sigur, at tað annars er stórur áhugi fyri at byrja aling har. Kommunan er í ferð við at kanna, um meguleikar eru at hava aliringar longur inni á fjørdinum. Her skal so vatnútskiftingin kann- ast fyrst. P/F Fiskaaling brúkar annars byrgingar- nar hjá SEV til aling. Fiskiskipini Tað var tann tíð, tá tað vóru heili 14 størri fiski- skip í Vestmanna. Í dag er talið 5. Tey eru Fram, Vesturbúgvin, Gullberg, Heygadrangur og Tjald- hamar. Hesi skipini trola. Harumframt eru rættiliga nógvir opnir bátar, ið allir avreiða til Vestmanna Fiskavirki. Jógvan Isaksen sigur, at nógv av skipunum eru seld. ti at menn vilja hava onnur og betri skip ístað- in. Í letuni verður ein trol- ari bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. Haraftrat eru gjerdir tveir aðrir sáttmálar um nýggj skip, ein í Havn og ein á Skála. Annars verður arbeitt við ætlanum at keypa onnur skip til bygdina. Jógvan Ísaksen heldur tí ikki, at steðan við skipum og rá- veru til flakavirkið verður í framtíðini so ring Eingin landbúnaður Tað er so gott sum eingin landbúnaður i Vest- manna. Tað eru tveir bendur, sum hava nakað av seyði. men mjólkineyt eru eingi. Tað hevur ong- antíð verið nekur sterri innmark til festini har í kommununi Tað eru heldur eingir meguleikar at dyrka nak- að serligt úr nýggjum, tí tað er so bratt og so grunt. SEV — stórt arbeiðspláss SEV í Vestmanna er eisini eitt rættiliga stórt ar- beiðspláss. Her verður eisini arbeitt við ætlanum um útbygging. men stendur hon ikki fyrst í raðfylgjuni, tá talan er um at útbyggja vatnorkuna. Annars verður útbygging- in í Vestmanna tann bilig- asta uppá Kwt. Jógvan Isaksen sigur, at teir eru fegnir um at hava SEV í Vestmanna. Stór havna- útbygging Stór havnaútbygging er farin fram í Vestmanna hesi seinastu árini. — Vit eru væl negdir við hesa havnina og vísir tað seg. at hetta er ein sera góð havn sigur Jógvan lsak- sen. Nakað lítið er av kei- síðu enn, men teir vóna at fáa meira av atløguplåssi við á næstu havnaætlan. Havnin hevur longu staðið sína roynd. Tað var í illveðrinum seinast vet- ur. Tá var tað lítið meir, at tað stóð á henni. Eingin hevur ampa av skipunum longur, nú tey kunnu liggja í havnini. ' Ætlanin er annars í komandi havnaætlan at byggja havnina enn meira út. Eingin bátahylur er í bygdini annað enn eitt skapilsi í nýggju havnini, men ætlanin er so seinni at gera ein bátahyl Inni á Fjorð. Við tí nýggju havnini hava teir so eisini fingið eitt stórt arbeidski, har skipini kunnu umvæla trol og aðra útgerð. Hetta er so eisini goymsluplåss. Fyrispurningar hava verid um at brúka part av øk- inum til okkurt virksemi i samband við fiskivinn- una. Grótbrotið til ídnað og havn Tá vestmenningar gjørdu stóru havnina, fingu teir eitt stórt grótbrot nakað uttanfyri bygdina. Her erunú eitt stórt eki, ið kann brúkast til eitthvert. Jógvan Isaksen sigur, at byggimeistarar og aðrir í løtuni brúka part av øk- vm til goymslu o.1. Ætl- nin er annars at hava 125 har. Eisini verður atløgusida gjørd her einaferð i framtidini. So her eru fleiri møguleikar. Nýggjur skúli og itrottarhøll Nógv byggivirksemi er i Vestmanna i løtuni. Bygdur verður nýggjur skúli og ítróttarhell. Tørvur er á fleiri fakhølum og eðrum skúlastovum í verandi skúla. Uppá fyrispurning um tíðindablaðið Flakavirkið er stersta arbeiðsplássið í Vestmanna tørvur er á eini itrottarhøll har í bygdini sigur Jógvan Ísaksen, at hetta er nak- að. sum hevur manglað í Vestmanna, ið altid hevur havt sera virknan itrottar- ungdóm, serstakliga inn- an hondbólt. Hesi sein- astu árini hevur ungdóm- urin verið noyddur at fara av bygdini og inn á Skála ella til Havnar at iðka hondbólt í hellunum har. So at skula ferðast burt hverja ferð, tey skulu venja, er eitt sindur tverligt, heldur Jógvan Isaksen, sum sjálvur er sera fegin um, at vest- menningar nú fáa sína egnu itrottarhøll. Skúlin og nýggja ítrott- arhellin fara helst at toga ímóti teimum 40 mill. kr., tá alt arbeiðið er liðugt. Jógvan Isaksen sigur, at kommunan fer at hava eina sera stóra rentu- og avdráttarbyrðu komandi árini, nú so nógv verður bygt í Vestmanna. M.a. hava teir júst bygt út havnina fyri góðar 30 mill. kr. Sostatt kemur komm- unan hetta fyrsta árið at rinda einar 9 mill. kr. í rentum og avdráttum. Avmarkað við nýggjum arbeiðum Tað er ti rættiliga av- markað, hvat kommunan kann átaka sær av nýggj um arbeiðum tey næstu árini. Sjálvsagt eru vegir, sum skulu gerast og um- vælast. Bæði í samband við nýggju útstykkingar- nar og eisini inni í sjálvari bygdini, har tað liggja hús, sum ikki hava veg. Vatnveitingin útbygd Tann nógva sethúsaút- byggingin og tað nógva virksemið í bygdini ann- Nr. 4 — 10. januar 1985 Vatnorka og SEV geva nakað av arbeiði í bygdini. Her síggja vit eitt av Vafnrerunum og Fossáverkið. Frammanfyri verður arbeitt við at gera nýggja ferjulegu Vestmanna Skipasmiðja. Teir gera ymsar umvælingar í løtuni. Men ætlanin er at gera skip eisini einaferð í framtíðini ars ger, at tervurin á vatnveiting er stórur. Her eru teir so væl fyri, sigur Jógvan Isaksen. Vatn- veitingin er nógv útbygd tey seinastu árini. Ein høvudsvatnleiding er løgd norð á Fossá, vestanfyri tær fyrstu byrgingarnar í Vestmanna. Bygdir eru tríggir nyggjir vatn- brunnar, so bygdin er hampiliga væl fyri við vatni. Ferjulegan Nýggj ferjulega fyri einar 2. 5 mill. kr. verður eisini bygd í Vestmanna. Hon kemur at liggja Inni á Fjorð, sunnanfyri elverk- ið. Jógvan Isaksen sigur, at tað er sera tiltrongt at fáa eina nýggja ferjulegu, tí tann verandi liggur ikki væl fyri. Fyri tað fyrsta