Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 1985síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 10. januar 1985 Kann ikki sammetast Tað ber illa til at gera nakrar sammetingar mill- um hesi londini og tey londini, ið vit kenna meira til. Veðurlagið er ødrvisi, djórini nekur onnur, og menniskjuni hava aðrar vanar. Og, sum Tróndur sigur, tann, ið væntar, at alt er sum heima, skal lata vera við at fara. Tað ræð- ur um at fara út við opnum eygum. Í Vanuatu ferðaðist Tróndur eitt sindur runt í landinum, men var annars mest í býunum. — Har sæst týðiliga, at Frakland hevur verið har. Frakland hevur ikki eitt hjáland í langa tíð, uttan at tað sæst á húsum, bil- um og mentan. Tá er tað nógv meira fremmant at ferðast í Asia. Tjóðskaparfólk — Tað hjálpti mær at blíva væl móttikin av t.d. politikarum har yviri, at eg kom úr einum lítlum landi sum Feroyum. Men eg má siga, at melanes- arar eru nógv meira tjóð- skaparliga medvitandi enn feroyingar. Meira á- hugaðir fyri at skifta orð um slíkar spurningar. Tey hava sterri áhuga fyri at fáa eitt kjarnorkufritt Kyrrahav, enn hvat fólk vanliga hava í Feroyum um tað sama her. Tey tos- aðu eisini nógv um, hvussu grannatjóðir teirra kunnu fáa frælsi. — Stýrisskipanin í Vanutu líkist nógv teim- um 'norðurlendsku. Tey hava forseta og ting, sum "verður valt fjórða hvert ár. Tingið velur stjórn, sum hevur ábyrgd fyri tinginum. Einasti munur er, at tey flestu embætis- fólkini eru útlendsk, av tí at landið enn ikki hevur syrgt fyri at upplæra síni egnu, men tað gongur rætta vegin. Annars fekk landið ikki sjálvstýri fyrr enn í 1980, so tað hevur ikki rættiliga fingið hevi til at royna seg. — Tað skilst at tú ert ógvuliga hugtikin. — Tað slepst ikki und- an. Eg haldi, at ein av or- sekunum til, at fólk kring heimin eru so óvirkin, er at tey, sum hava trupul- leikarnar, hava ongar meguleikar fyri at upplýsa um viðurskiftini ella gera nakað við teir. Og tey, sum hava meguleikarnar, hava sjáldan upplivað trupulleikarnar sjálv. Mær fellur tað tí natúrligt at upplýsa um tað, ið eg havi sæð. Nú eri eg eisini í tí hepnu stødu, at eg bæði lesi um slík evni og arbeiði við at gera sendingar í út- varpinum. Sjálvsagt verða tað ikki mínar mein- ingar, ið flyta fjøllini, men eg haldi, at ell upplýsing er gagnlig, sigur Tróndur Djurhuus. ; fr) Ummæli av »Lokkaloga« Marianna Debes Dahl hevur nú skrivað eina skaldsøgu fyri vaksin. Hetta er ein rættiliga iva- som bók. Mær dámar væl, at hon hevur lagt seg eftir at lýsa órættin í samfelagnum, at hon er ímóti hjálandasteð- uni, hervaldinum, vápna- dubbingini, avskrivingar- reglunum, náttúruoyðing- ini, íbúðarneyðini og eðr- um ólukkum. Men tó: sum heild dámar mær bókina illa, og fari eg at grunda tað við hesum at- finningum: Fyri tað fyrsta eru alt ov nógvar sokallaðar óektaðar situatiónir, sum ein og hver rithevundur má ansa eftir, tí hetta stingur beinanvegin í eyg- uni á ti gløgga lesaranum Eitt nú henda, har Mari- anna lýsir avvápnaðar- tingingarnar: >... Teir reyðu rætta stútt hondina fram, bjóða sær til bæði eitt og annað. Kapitalist- arnir sita við hegum blonkum hattum og snerkja og rista við hevd- inum<. Sjálvandi sita eingir kapitalistar har við avoldaðum sylindarahatt- um, sum vit hava sæð á gomlum fólkalivsmynd- um. Tann vitandi lesarin veit, at har sita hampa- klæddir einsílatnir diplo- matar og serfroðingar úr báðum stórveldum. Ser- liga tey seinastu árini hava teir reyðu verið firtn- ir og ikki viljað hitt amer- ikumenn, og tað av røtt- um ella órettum, tað kemur ikki hesum við. Rithevundurin hevur lyndi til at vera ov rom- antiskur, tá talan er um tey sosialistisku londini, sum hon í bókini tvær reisur kallar »kommunist- isku londini«. Hon átti at vita so frægt, at hesi lond hverki eru ella vilja kalla seg kommunistisk enn á sinni. Heldur ikki Arni Dahl, sum kallar seg kommunist, hevur havt so mikið skil á marxistisku teoriini, at hann hevur rættað upp á konuna undir rættlestrinum. Harafturímóti kann hansara ávirkan hava gjørt seg galdandi í teim- um nógvu, ofta óhepnu orðasmíðunum, sum t.d.: »bønarvognur« (taxabil- ur!) og »turkarar« (visk- arar å bili!). Ta fyrra minnir um likvognin ella okkurt spildurnytt missi- ónsfar, meðan tað seinna minnir um hárturkarar ella annað, tí valla hevur nakar bilsmiður ætlað at ein viskari eisini skal klára at turka ein rút upp í oys- regni. Skaldsøgan endar við, at ein kommunistur verð- ur heiðraður við »Inter- nationala« i kirkjuni. Hetta er bædi ein skemd i- moti kirkjuni eins og imoti »Internationala«. Fyri ein sannan kommunist (og so- statt ateist) måtti hetta verið ein piniligur endi: at lúta undir presti og krossi og gudsdyrkandi sálma- songi. Viðhvert ivast tú um skaldskapsvirðið í hesi skrivingini, sum minnir so nógv um skriving rithøv- undans i »FRIU FØR- OYUM«. Ofta er eingin munur å. Sama kann sig- ast um tað politiska orða- skiftið í >FRÆNIR EIT- UR ORMURIN« hjá Jens Paula: Tað er mangan sum óskaldslig politisk propaganda. Skaldskap- ur? Persónslýsingarnar eru so hampiligar, men lítil og eingin spenningur, og nærum eingin nýtsla av teknikki (t.d. til drama- tisering). Ov nógv smá kapittul, ið erkymla. Kenslulýsingarnar eru ti- verri flest allar miseydn- aðar, sum henda, ið skal eitast at vera romantisk og ástarkend: > Tá ið hann leggur báðar hend- urnar um andlit hennara, er tað sum sandur kitlar undir húðini á kjálkum hennara«. Tá ið tú lesur eina skaldsegu, fært tú ofta eina kenslu av arbeiðslagi rithevundans, t.d. um hann ger sær ómak at finna tey best hóskandi ella »mest« feroysku orð- Síða 13 ini. So statt hugsi eg mær eitt nú Jens Pauli Heine sen sitandi við skrivi maskinuna og skriva púra mekaniskt fram eftir fummum, eins og ein kona situr við stokkunum og bindur. Hetta verður rúgvismikið, men kenslu- leyst og illa fráfarið. Tað sama kendi eg á mær, tå ið eg las > LOKKA LOG A« hjá Marionnu Debes Dahl Tiverri. Tiverri A. Joensen Framhald av baksiduni Alt er tilrættislagt å tann hått, at folk koma innar i venjingarhøllina, fara gjøgnum 12 ymisk tól, sum venja vøddarnar, — frá tærnum o.s.fr. til at likamid er mýkt. Tað er C. C. Johansen, saman við Petur Nolsee og Johan Dahl, ið hava tikið seg saman um at stovna Nautilus venjing- armiðsteðina. Echardt Persson, er dagligur leið- ari á Nautilus og er Jó- annes Jacobsen hjálpar- maður. Hesir báðir hava verið í Danmark á Naut- ilus venjingarsteð og lært, hvussu tólini skulu nýt- ast. Uppgáva teirra er at geva fólki leiðbeining og annars at ganga til handa á venjingarsteðini. Venjing og hvíld Tað kann sigast, at Naut- ilus steðin ikki bert er strævin venjing, men eis- ini eitt hvíldarstað, har tú kanst fáa sól, fara í sauna ella hyggja sjónvarp í stovu, sum er hugnaliga innrættað. Einki er gjørt av tilvild, og hevur tu bruk fyri at snøgga tær hårid aftanå venjing, so er bædi hår- turkari og purlujarn til at taka. Petur Nolsøe, sigur vid Sosialin, at øll fólk kunnu nýta venjingartólini í Nautilus, — frá 15 ára aldri og uppeftir. Tólini kunnu eisini nýtast til venjing, eitt nú hjá eldri fólki, sum hava eitthvert brek. Í Danmark hevur Ríkishospitalið samstarv við Nautilus, og nýtir venjingarsteð har sum lið í viðgerð av sjúklingum. Tað frættist, at eftir- spurningurin at gerast limur í Nautilus, hevur eisini verið stórur. Tá venjingarsteðin læt upp mánadagin, hevdu longu 200 limir teknað seg fyri árið. Tá 600 limir hava teknað seg, verður ikki rúm fyri fleiri, sigur Petur Nolsee. Annars kunnu eini 25 fólk venja í hellini í senn. Bert nýtir tú ein ella tveir minuttir í hverjum tóli, — tilsamans eini 25 minuttir. Petur Nolsee sigur eis- ini, at fólk kunnu vitja inn á gólvið, fáa viðtal við starvsfólkið og sleppa at royna tólini, at vita um tað hevur áhuga. Henda fyrsta vitjanin er ókeypis. Velur tú at royna t.d. eitt tríggjar mánaða skeið, so ber til at gjalda 925 krónur kontant. Eisini ber til at gjalda yvir triggjar mánaðar. Tá kostar tað 350 krónur um mánaðin. Somuleiðis eru gjaldsskipanir fyri hálvt ár ella eitt ár. Viðvíkjandi sólviðgerð, so ber til at keypa 10 við- gerðir fyri 200 krónur. Ein viðgerð kostar 25 krónur. I faldarum, sum Nautil- us hevur at bjóða vid- skiftafólki, stendur, at tað er best at venja annan hvenn dag. Viðvíkjandi teimum, sum keypa at- gongumerki fyri ávísa tíð, loyvir hetta vitjan hvenn dag, sigur Petur Nolsee at enda við Sosialin. Dagny Vit hava leikarar — D-markar sekjast ! Tey stóru vestur- týsku fótbóltsfelegini kunnu nú av álvara merkja ta fíggjarligu kreppu, sum fyri langari tíð síðani hevur rakt onnur vestureuropeisk lond. Teir týsku fótbólts- leiðararnir hava verið noyddir til at leita út á marknaðin fyri at finna sponsorar, sum vilja punga ut« við nógvum D-mark fyri at fáa tær vestur- týsku »stjørnurnar« at verða verandi á vesturtýskum liðum. M.a. er 1. FC Køln í ferð við at finna onkr- an, sum vil sleppa av við 350.000 DM í 1985 fyri at felaigð kann varðveita lands- liðsmálmannin Har- ald Schumacher, sum m.a. gjørdi seg kendan undir enda- umfarinum av heims- meistarakappingini i 1982. Nei til kvinnur Kvinnuligir judo- idkarar koma ikki at luttaka i Olympisku leikunum i Seul i 1988! Hesi tidindi hevur altjóða judosam- bandið fingið frá for- setanum í IOC (Inter- national Olympic Comite), Juan Antonio Samaranch. Og hetta hevur sjálvandi vakt vreiði. Ikki færri enn 30 lond í heimssambandinum hava sent eitt hvass- orðað mótmæli til IOC um hesa avgerð. Til heimsmeistara- kappingina í judo í Wien í november 1984 luttóku kvinnur úr ikki færri enn 32 londum, so ikki er undur í hesar — og fleiri aðrar — mótmæla, at tær ikki fáa hevi at luttaka á næstu olympiadu.