mikudagur 16. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 198 - 16. oktober 2002
Nr. 198 - 16. oktober 2002
3
TÍÐINDASKRIV
Nú eru jólini skjótt í
hondum, og tá er eisini
lívligt í vikuskiftinum.
Nógv jólaborðhald eru;
nógvir útisetar koma heim
at vitja.
Alt hetta ger, at sera nógv
fólk leita sær í býin at
dansa og hugna sær hesi
kvøldini.
Hetta ger eisini at ringt er
at sleppa inn í tey føstu
dansistøðini og nærum
ógjørligt at fáa pláss at
dansa.
Tí fer dansifelagið „Kom
og dansa“ at skipa fyri
einum jóladansi, so at fólk,
sum hava hug at fara í býin
fyri at dansa og hugna sær
annars, kunnu gera tað
uttan at standa sum sild í
tunnu.
Tiltakið verður í Ítróttar-
høllini á Hálsi leygarkvøld-
ið 7. december, og vera tað
teir vælumtóktu Twiligth
sum fara at spæla til dansin.
Høllin á Hálsi er stór og
og rúmlig, har gott pláss er
at dansa.Borð og stólar
verða sett upp, og høllin
verður pyntað, eisini verður
møguleiki at keypa okkurt
leskandi eins og okkurt
verður at fáa til matna.
Twiligth hava spælt til
dans í mong ár og spæla
teir sera góðan og fjøl-
broyttan dansitónleik.
Tiltakið var eisini í fjør
og var tað sera væleydnað
siga stigtakararnir, sum
vóna at hetta verður eitt aft-
urvendandi tiltak til gleði
fyri bæði ung og eldri.
Aldursmarkið er sett til
20 ár.
Gott at dansa á Jólum
Tá vit fingu boðini um at Snæbjørg ikki longur var
okkara millum, kom hetta øllum dátt við, sjálvt um
hon í fleiri ár var merkt av sjúku, gramdi hon seg
ongantíð, var altíð lívsglað og var aldrin mótfallin.
Hon hevði tað styrki at lata sinni vinna á kroppi og
sjúku.
Tað er stórur saknur hjá okkum í Astma/Allergife-
lagnum at hava mist ein so góðan stuðul, hon var sera
virkin og gekk høgt upp í arbeiði hjá felagnum.
Góðu tit øll í stóðu henni nær, má Harrin styrkja
tykk0um í sorg tykkara.
Ærað verður minnið um Snæbjørg Ørvarodd.
Føroya Astma/Allergifelag
Sigrun Rubeksen, form.
Snæbjørg
Ørvarodd
til minnis
Hósdagin og fríggja-
dagin í hesi vikuni fer
kendi danski glímarin
Asbjørn Riis at hava
framførslur í SMS.
TÍÐINDASKRIV
Í hesi vikuni er forkunnug
vitjan í SMS. Gesturin er
danin og glímarin, Asbjørn
Riis. Ella sum hann eisini
er kendur, The Great Dane.
Eyknevnið kemur ikki av
ongum. Maðurin vigar 140
kilo, og hesi kilo eru ikki
fiti, men 100% vøddar.
Harafturat brúkar hann 49 í
skóm!
Fólk kenna hann kanska
sum hjálparmannin í sjón-
varpssendingini, Fangerne
paa Fortet, ið varð send á
TV3 fyri nøkrum árum
síðan. Men eisini er hann
kendur, tí hann minnir um
amerikonsku
glímara-
stjørnuna, Hulk Hogan.
Harumframt er Asbjørn
Riis sæddur í mongum hjá-
leikluti í amerikonskum
filmum.
Asbjørn hevur verið víða.
Eitt tíðarskeið búði hann í
Amerika. Samanborið við
Norðurlond, er USA ikki
friðarligt stað at vaksa upp
í, og tá ið Asbjørn varð
vorðin pápi fyri 4. ferð
(hann eigur fýra dreingir)
kom hann til ta niðurstøðu,
at ferðasambondini millum
londini
gera
heimin
somikið minni, at óneyðugt
var at búgva í USA. Hetta
hóast meginparturin av
arbeiði hansara
varð gjørt har.
Asbjørn sigur, at skuldi
hann valt eitt annað land at
búð í, hevði tað verið
Kanada.
Men, leggur hann við
einum brosi afturat, -eg
havi jú ikki verið í Før-
oyum enn. Eg havi bara
hoyrt gott um landið og
føroyingar, og eri sjálvandi
sera spentur at koma á
vitjan, sigur hann.
Við sær á ferðini, hevur
Asbjørn konuna og ein av
synunum.
Asbjørn hevur seinastu
árini arbeitt nógv við børn-
um.
Hann hevur m.a. verið
vertur í danskari barna-
sending á TV2, ið nevndist,
Børnebussen. Eisini eru
framsýningar hansara fyri
børn. Í donsku miðlunum
eru øll at kalla samd um, at
Asbjørn dugir væl at vekja
áhugan hjá børnum.
Børnini sleppa at royna
seg sum glímarar, og sam-
stundis greiðir Asbjørn frá,
hvussu umráðandi tað er at
eta heilsugóðan mat og
gera likamligar venjingar.
Lívsáskoðanin hjá As-
birni er, at tá ið tú kennir
teg væl, batnar trivnaðurin
eisini. Og betur tú trívist,
betri verður lívið. Byrjanin
er at venja. Tá ið tú venur,
fært tú eisini hug at eta
heilsugott.
Tað er hetta við at venja
og eta góðan mat, ið As-
bjørn ger nógv burturúr, tá
ið hann framførir. Hann
prátar óført alla tíðina, og
dugir væl at bera
álvarsama
boðskap
sín
fram í skemtiligum hami.
Asbjørn er fimleikari, og
hesi evnini nýtir hann eis-
ini, tá ið hann glímist sam-
an við børnum. Hann dugir
at tveita seg soleiðis, at tað
tykist sum tað veruliga er
tað 5 ára gamla barnið, ið
er við yvirlutan. Undan-
farnar framførslur hava
víst, at tá ið børnini hava
upplivað slíkt, vilja tey
eisini sleppa at royna seg..
Fyrireikararnir siga í tíð-
indaskrivinum, at vónandi
fara nógv ung at leita sær
niðan á Torgið at royna seg
sum glímarar. Framførslur-
nar hjá Asbirni verða á
Torginum hósdagin 17.
oktober
kl.
16.00
og
fríggjadagin 18. oktober kl.
13.00 og 17.30. Aftaná
skrivar hann autografar.
Í hesi vikuni verður eisini
seinna umfarið í spurna-
kappingini um Asbjørn á
heimasíðuni
hjá
SMS,
www.sms.fo Íalt fýra vinn-
arar verða funnir, og teir
sleppa allir út at eta saman
við Asbirni í nýggja mat-
arstaðnum í SMS fríggja-
dagin 18. oktober, umframt
teir vinna vinningar frá
Jolly, sum er høvuðsstuðul í
sambandi við vitjanina hjá
Asbirni í Føroyum. Lesið
meir á www.sms.fo.
Nú kemur Asbjørn til Føroya
Til minnis um
Tove S. Tausen
Ein rósa vaks upp
hon var mær so kær.
Hon er ikki meira,
nú følnað hon er.
Tú segði so ofta:
»Eg elski teg omma«
Á, hvat er tað svárt,
aldrin hoyra teg meira.
Ja, elskaða Tove, vit sakna teg sáran,
men heima hjá Jesusi
síggjast vit aftur.
Har verður ei saknur, ei sorg
ella pína. Har verða vit saman
í gleði og gaman.
Tí sum tú segði:
»Jesus, hann veit altíð best«.
Omma
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá góða mamma, vermamma og omma okkara
Martha Holm
Tvøroyri
andaðist og varð jarðað.
Hjartans takk til tykkum hjá heimahjálpini
og personalið á Suðuroyar sjúkrahúsi
fyri tað umsorgan, ið varð sýnd mammu.
Takk til berarar, sangarar, gravara, prest
og tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og gávur.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Birger, Marni, Helle, Maria, Anita og Jacob
C
M
Y
K
3
2