Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 198 - 16. oktober 2002 Nr. 198 - 16. oktober 2002 5 Landsverkfrøðinguri n umhugsar nú at bjóða út koyringina av serliga grótinum í grótbrotinum í Porkeri, sum fyri tað mesta verður flutt norður til verkið í Hundsarabotni. Tað hendir eftir at landsverkfrøðingurin kann staðfesta sparingar uppá 30 prosent, síðan koyringin av grót- inum av bryggjuni í Kollafirði niðan í Hundsarabotn varð boðin út í summar LANDSVERK- FRØÐINGURIN Jón Brian Hvidtfeldt Koyringin við serliga grót- inum úr grótbrotinum í Por- keri verður møguliga boðin út í næstum. Tilfarið úr grótbrotinum í Porkeri verður fyri tað mesta flutt til verkið í Hundsarabotni, har tað verður knúst til skerv. Fyrst verður grótið koyrt úr grótbrotinum við lastbilum, síðan verður tað flutt við skipi til Kollafjarð- ar, har tað verður koyrt við lastbilum niðan í Hunds- arabotn. Sjóvegis flutningurin av grótinum hevur í fleiri ár verið boðin út, og í summar varð eisini koyringin av havnaøkinum í Kollafirði niðan á verkið við Oyggjar- vegin boðin út. Oyvindur Brimnes sigur, at lands- verkfrøðingurin við sein- astu útbjóðingini spardi 30 prosent, sammett við tað, ið stovnurin áður mátti rinda fyri koyringina áðrenn. Hann leggur tó afturat, at hørð kapping var um koyr- ingina í Kollafirði, og tí bar til at fáa prísin so langt nið- ur. Nú er so bara koyringin úr grótbrotinum í Porkeri eftir at bjóða út. Hesa koyr- ingina hava tríggir lastbila- førarar úr Porkeri røkt sein- astu mongu árini. Oyvindur Brimnes, landsverkførðingur, sigur, at í løtuni verður arbeitt við, hvat skal vera av koyr- ingini úr grótbrotinum í Porkeri. Hann vísir á, at stovnurin hevur sett sær fyri, at øll koyring sum frálíður skal bjóðast út, so ella so. Í samband við út- bjóðing hevur landsverk- frøðingurin tríggjar møgu- leikar. Eina almenna út- bjóðing, har øll áhuga sleppa at bjóða, eina inn- bodna útbjóðing, har lands- verkfrøðingurin velur nøk- ur burturút, og harumframt kann verða biðið um framí- hjáboð (eisini nevnt undir- hondsboð, blm.), har stovn- urin bjóðar arbeiðið kann samráðast við í mesta lagi tveir útbjóðarar. Oyvindur Brimnes sigur, at enn hava tey ikki tikið støðu til, hvør loysn verður vald, men ar- beitt verður við málinum í løtuni. Landsverkfrøðingurin sigur, at tað áður hevur ver- ið vanlig mannagongd at biðja fólk á staðnum gera ymsu arbeiðini fyri stovnin, og síðan hava partarnir av- talað ein fastan prís. Men hann vísir á, at landsverk- frøðingurin millum ár og dag hevur fingið nógvan kritik av hesi mannagongd, og við hesi mannagongd kann tað tíðum vera trupult hjá stovninum at grundgeva fyri, hví ávísir fáa arbeiðini hjá landsverkfrøðinginum. Hann sigur, at kostnaðurin er fremsta grundgeving fyri at velja ein útbjóðara fram um ein annan, og tí er tað gongdin innan stovnin at fáa øll arbeiði boðin út, og leggur afturat, at í fleiri førum kann ein útbjóðing eisini spara stovninum nógvar pengar. Oyvindur Brimnes veit ikki um ónøgd frá øðrum lastbilaførarum í samband við at teir tríggir lastbila- førarnir úr Porkeri hava røkt koyringina úr grótbrot- inum seinastu mongu árini. Hann vísir á, at stovnurin nú fyrst má fara at kanna, hvør háttur er rættastur at nýta í samband við at bjóða úr koyringina í Porkeri. Tað vil siga, um koyringin skal bjóðast út alment, ella at rættast er at royna aðrar møguleikar, sum stovnurin hevur í samband við út- bjóðing. Kemur illa við Tíðindini um at arbeitt verður við at bjóða út koyr- ingina úr grótbrotinum í Porkeri kemur illa við hjá teimum trimum lastbilafør- arunum, sum hava røkt koyringina síðstu mongu árini. – Tað kemur stak illa við, tí hjá tveimum av okkum er hetta einasta koyring, vit hava, sigur Poli Sørensen, sum hevur koyrt grót úr grótbrotinum síðan tíðliga í áttatiárunum. Sjálvur hevur hann krana á sínum bili, og tí hevur hann møguleika til at fáa okkurt smávegis av øðrum arbeiði. Poli Sørensen vísir á, at tað frammanundan er lítið at koyra í Suðuroynni, og at bilarnir úr Porkeri fáa eingi arbeiði aðrastaðni í oynni. – Eg veit ikki hvat tað er, men støðan er tann, at vit úr Porkeri sleppa ikki at koyra aðrastaðni í oynni, og tí hava vit bara koyringina úr grótbrotinum at dúva uppá, sigur Poli Sørensen. Hann leggur afturat, at missa teir koyringina, so er bara eitt at gera, og tað er at selja bilarnar. Teir tríggir lastbilafør- arnir í Porkeri hava sum er eina fasta avtalu við Lands- verkfrøðingin, har teir fáa tíggju krónur fyri hvørt tonsið, sum teir koyra úr grótbrotinum oman til grót- bátin, sum flytir tilfarið norður á Kollafjørð. Poli Sørensen vísir á, at teirra bilar eru ikki so stórir og lasta ikki so nógv, og tí kann tað vera trupult at kappast við aðrar størri bil- ar, um arbeiðið verður boð- ið út. Bilarnir, sum koyra grót úr grótbrotinum, lasta upp í 12 tons, og við tí koyring, sum er í dag, røkk- ur tilboðið til eina vanliga tímaløn, sigur Poli Søren- sen. Tíðindini um útbjóðing- ina av koyringini fella hel- dur ikki í góða jørð í bygdaráðnum í Porkeri. Eli Petersen, borgarstjóri sigur, at kommunan av fullum huga stuðlar teimum trim- um monnunum, sum í dag hava koyringina um hendi. Eli Petersen vísir á, at flutingurin av grótinum gongur gjøgnum bygdina, og vegurin er als ikki gjør- dur til tílíka tunga ferðslu – heldur ikki til lastbilarnar sum í dag koyra grótið oman á havnaøkið. – Bygdarráðið hevur frætt, at tað er í umbúna at bjóða koyringina út, og tí hava vit boðað lastbilafør- arunum úr bygdini frá, at vit stuðla teimum, sigur Eli Petersen, sum kennir seg sannførdan um, at missa teir tríggir lastbilaførarnir koyringina úr grótbrotin- um, so missa teir sítt livi- breyð, tí annað arbeiði fáa teir ikki í oynni. Helst ikki í ár Oyvindur Brimnes, lands- verkfrøðingur, sigur, at í løtuni verður kannað, hvør møguleiki er bestur at royna í samband við eina komandi útbjóðing av koyr- ingini úr grótbrotinum í Porkeri. Men enn væntar tó nakað í, og tí roknar Oyvin- dur Brimnes neyvan við, at arbeiðið verður boðið út í ár. Koyringin av gróti úr Porkeri bjóðast út Seinastu mongu árini hava tríggir lastbilaførarar úr Porkeri havt um hendi koyringina við serliga grótinum úr grótbrotinum í bygdini til havnaøkið, har grótið síðan er flutt norður á Kollafjørð, og síðan niðan í verkið í Hundsarabotni. Nú koyringin í Porkeri væntandi verður boðin út, stúra lastbilaførarnir fyri at missa koyringina - Landsverkfrøðingurin hevur sett sær fyri, at øll koyring fyri stovnin sumfrálíður skal bjóðast út, eisini koyringin úr grót- brotinum í Porkeri, sigur Oyvindur Brimnes, landsverk- frøðingur Hósdagin fyllir vestmenningurin Jógvan A. Hansen 104 ár. Ikki eru nógv, sum kunnu, eins og Jógvan, reypa av, at tey hava livað í heili trimum øldum FØÐINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein Nógv varð gjørt burturúr tá Jógvan A. Hansen fyri fýra árum síðani fylti 100 ár. Tann dagurin varð hildin í bygdarhúsinum í Vest- manna, har fólk fingu høvi at heilsa upp á heiðursgest- in. Í morgin, hósdagin, eru liðin fýra ár síðani Jógvan A. Hansen fylti 100 ár, og tí verður hann sostatt 104 ára gamal henda dagin. Jógvan A. Hansen hevur trý børn, tvær døtur og ein son. Og hevur hann eisini bæði abba- og langabba- børn. Tann eina dóttirin, Jona Jacobsen, fortelur, at hann hevur verið væl fyri síðani hann fylti 100, men nú er hann troyttur og seingjar- liggjandi. Hesuferð verður ikki gjørt so nógv burturúr føð- ingardegnum. Hann verður hildin fyri familjuni. Dóttirin, Jona, sigur, at nú tosar hann ikki so nógv longur, men hon minnist, tá hann fortaldi frá tíðini hann sigldi undir krígnum. Tá sigldi hann við føroyskum bátum til Onglands. Jógvan Hansen hevur livað ung- dómin millum fólk, sum livdu áðrenn og samstundis sum einahandilin varð av- tikin, og hann hevur verið ein partur av risastóru broytingini, tá føroyska samfelagið fór frá at vera bóndasamfelag til fiski- vinnusamfelag. Sosialurin ynskir Jógvani A. Hansen og familjuni hjartaliga tillukku við føð- ingardegnum. Tvey tey størstu ferju- reiðaríini í Noregi hótta við at flyta flotan hjá sær úr Noregi til onnur lond. Føroyar hava eisini verið upp á tal í hes- um samanhanginum FERJUFLOTI Ingrid Bjarnastein Color Line og Fjord Line, sum eru tvey tey størstu ferjureiðaríini í Noregi, hótta við at flyta flotanar hjá sær til onnur lond. Hetta kemst av, at norska stjórnin hevur hert lóginia viðvíkjandi lønunum hjá sjómonnum. Sjómenn í Noregi skulu nú skattast sum allir aðrir norðmenn og lønast við eini bruttoløn, sum teir skulu gjalda skatt av. Áðr- enn hevði stjórnin góðkent, at tey, ið arbeiddu umborð á ferjunum, skuldu fáa eina nettoløn, men í tí førinum hevur stjórnin skift mein- ing. Trupulleikin hjá teimum norsku reiðaríunum er, at lógirnar eru øðrvísi í hinum Norðanlondunum, t.d. Svø- ríki og Danmark. Her skulu reiðaríini bara gjalda eina nettoløn og kunnu tí spara fleiri milliónir krónur á løn- kontoini. Jyllandsposturin skrivar, at norska reiðaríið Fjord Line umhugsar av álvara, at flyta flotan til Føroya. Men hetta vilja tey hvørki játta ella vátta á Fjord Line. – Vit hava hugt eftir nógvum ymiskum londum, og har eru Føroyar ein møguleiki, sigur Atle Kvamme, kunningarstjóri á Fjord Line við Sosialin. – Men vit vóna sjálvandi fyrst og fremst, at norska stjórnin broytir hesar lóg- irnar, soleiðis, at vit fram- haldandi kunnu vera undir norskum flaggi. Men fíggj- arlógin verður helst ikki klár fyrr enn í desember, so vit vita onki fyrr enn um hálvan desember. Enn er so eingin avgerð tikin um, hvagar flotin hjá okkum skal flytast. Fingið fyrispurningar Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður í fiskimálum, sig- ur, at fleiri fyrispurningar hava verið frá norskum reiðaríum. Nøvn vil hann tó helst ikki koma inn á. Men hann vil tó siga so mikið sum, at um ein so stórt norskt reiðarí, sum Fjord Line, sum er næst størsta ferjureiðaríið í Noregi, vil lata seg skráseta hjá FAS – Føroysku Altjóða Skipa- skrásetingini – merkir tað inntøkur til samfelagið. – Um eitt so stórt og við- urkent reiðarí hevði flutt sín flota til Føroya, hevði tað verið tað stóra gjøgn- umbrotið fyri FAS, tí so høvdu eisini fleiri fylgt aft- aná. Men eg haldi vit skulu vera varin við at vera ov optimistisk, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á, at eitt norskt skip, Bergina, longu hevur latið seg skrásett í Føroyum. Bergina er 70.000 bruttotons, og til samanberingar kann sigast, at Norröna er 8000 brutto- tons. Jørgen Niclasen sigur annars, at nógv hevur verið arbeitt við FAS skipanini, og ætlanin er at marknaðar- føra hana uttanlands kom- andi ár. – Arbeitt verður við at gera skipanina betri, so tað ber til hjá okkum at vera við í kappingini um at fáa skip skrásett her í Føroyum. Men tað er langt eftir á mál, men arbeitt verður enn við tí. Skipanin er 10 ára gom- ul, men hon kann saktans gerast til eina góða inn- tøkukeldu fyri landið, eins og hon er tað á Isle of Man, sigur Jørgen Niclasen, sum tó slær fast, at hann vil ikki siga ov nógv viðvíkjandi nøkrum norskum reiðaríið. Jógvan A. Hansen fyllir 104: Hevur livað í trimum øldum Møguligur vinningur fyri FAS: Norsk reiðarí hótta við at flyta flotan Henda myndin varð tikin til 100 ára føðingardagin hjá Jógvan A. Hansen. Í morgin, hósdagin fyllir hann 104 ár Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskimálum sigur, at um eitt so stórt og viðurkent reiðarí sum Fjord Line, flytir flotan til Føroyar, verðu tað eitt stórt gjøgnum brot fyri FAS Savnsmynd C M Y K 5 4