mikudagur 16. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 198 - 16. oktober 2002
Nr. 198 - 16. oktober 2002
7
ES-londini eru samd
um, at persónar, sum
fáast við barnaporno,
skulu revsast harðari
enn higartil
BARNAPORNO
Árni Joensen:
Løgmálaráðharrarnir í ES-
londunum samdust fyrra-
dagin um at herða revs-
ingina hjá teimum, sum
gera, selja ella hava barna-
pornografiskt tilfar.
Tær nýggju lógirnar hava
til endamáls at verja børn
og ung ímóti at verða mis-
nýtt í tí umfatandi porno-
grafiska ídnaðinum. Sam-
stundis verður tað forboðið
at gera, selja ella at hava
sokallað eftirgjørt porno-
grafiskt tilfar, sum er gjørt
við teldu, og alt barna-
pornografiskt tilfar á al-
nótini verður bannað.
Danski løgmálaráðharr-
in, Lene Espersen, sigur, at
í Danmark verður revsingin
fyri at breiða út ella selja
barnapornografiskt tilfar
herd úr tveimum í fimm ára
fongsul.
24 ár eftir, at tey
vórðu burturflutt til
Norðurkorea, vórðu
tey móttikin sum
hetjur í Japan
Fimm japanar, sum vórðu
burturfluttir til Norður-
korea í 1978, komu í gjár
við flogfari til Tokyo, har
tey skulu steðga fjúrtan
dagar.
Tey fimm vórðu rænd har
norðuri í Japan, tí tey
skuldu læra norðurkore-
anskar njósnarar japanska
málið og japanskar siðir.
Norðurkoreanar hava við-
gingið, at teir rændu 13 jap-
anar, og í Japan verður
hildið, at tey fimm eru tey
einastu, sum eru eftir á lívi.
Líka síðani 1978 hava
norðurkoreansku myndug-
leikarnir tvíhildið um, at
teir vistu einki um teir
horvnu japanarnar, men í
síðsta mánað viðgekk norð-
urkoreanski leiðarin, Kim
Jong-il, at Norðurkorea
hevði burturflutt tey 13
fólkini. Avdúkingin kom, tá
japanski forsætisráðharrin,
Junichiro Koizumi, var í
Norðurkorea.
Norðurkoreansku mynd-
ugleikarnir hava sagt, at
átta av teimum burturfluttu
eru deyð av sjúku ella
vanlukku, og at onkur tók
lívið av sær. Men í Japan
halda fleiri, at summi av
teimum átta eru framvegis
á lívi.
Tað verður ikki hildið, at
tey fimm, sum nú eru kom-
in til Japan, fara at siga
stórvegis um viðurskiftini
hjá teimum burturfluttu, tí
tey hava øll skyldfólk eftir í
Norðurkorea.
Fyrst festi ein bumba
eld í eitt franskt olju-
tangaskip, síðani varð
ein amerikanskur
hermaður skotin í
Kuwait, og nú doyðu
189 fólk í bumbu-
spreingingum á Bali.
Serfrøðingar vænta,
at hetta er bara byrj-
anin til eina røð av
yvirgangsatsóknum
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Yvirgangsserfrøðingar
í
amerikansku stjórnarumsit-
ingini siga, at enn er ov
tíðliga at siga, um tær
tríggjar atsóknirnar í Je-
men, Kuwait og Indonesia
hava nakað samband hvør
við aðra, men felags fyri
tær er, at felagsskapurin al-
Qaeda er settur í samband
við allar tríggjar atsóknirn-
ar.
– Atsóknirnar eru í
hvussu er eitt tekin um, at
viðhaldsmenn hjá Osama
bin Laden eru framvegis
førir fyri at søkja at amerik-
anskum og vesturlendskum
áhugamálum, segði ein av
teimum amerikansku ser-
frøðingunum í gjár.
Enn hevur eingin átakið
sær ábyrgdina av teirri
blóðugu atsóknini á Bali,
men
indonesiskir
og
avstralskir myndugleikar
hava illgruna til felagsskap-
in Jemaah Islamiyah, sum
hevur samband við al-
Qaeda.
Summir
serfrøðingar
halda, at teir seinastu band-
upptøkurnar við Osama bin
Laden og næstovasta hans-
ara Ayman al-Zawahiri
kunnu tulkast sum ein
áheitan um at seta fleiri
yvirgangsatsóknir í verk.
Upptøkurnar, sum vórðu
almannakunngjørdar
í
arabiska sjónvarpinum al-
Jazeera
herfyri,
fingu
amerikansku myndugleik-
arnar at herða tilbúgvingina
bæði í sjálvum USA og á
amerikansku sendistovun-
um kring heimin.
Umboð fyri 120 lond
sita í hesum døgum á
fundi í Sveits og umrøða
eitt uppskot, sum skal
fáa fólk at leggja av at
roykja, og sum skal
forða fyri, at onnur yvir-
høvur fara at festa sær í.
Ætlanin er, at tey 120
londini skulu semjast
um ein felags sáttmála,
sum skal binda tey til at
seta prísin á sigarettum
minst fimm prosent upp.
Heimsbankin
hevur
roknað út, at verða sig-
arettirnar fimm prosent
dýrari, fara umleið 40
milliónir roykjarar at
leggja av, og onnur fara
at hveppa seg við at
byrja.
Tað veruliga endamál-
ið við uppskotinum er at
avmarka sjúkur, sum
standast av tubbaki.
Norskir lastbilar, sum
fara til Italia við fiski,
fáa nú løgregluverju.
Orsøkin til hetta sjáld-
sama tiltakið er, at sein-
asta summar rændu búr-
kroppar fleiri lastbilar
við norskum fiski. Tað
hevði við sær, at norsku
tryggingarfeløgini sýttu
fyri at tryggja fiskin,
sum skuldi til Italia, og
vandi var fyri, at norska
fiskivinnan fór at missa
umleið eina milliard
krónur í útflutnings-
virði.
Eftir trýsti frá uttan-
ríkisráðnum í Oslo hava
italsku myndugleikarnir
játtað at verja lastbilarn-
ar. Tjóvarnir gjørdu ser-
liga um seg á leiðini
millum Rom og Napoli,
og tí standa løgreglu-
menn í búna fram við
vegnum nú fyri at verja
norsku lastbilarnar. Úr
Noregi verður sagt, at
eingin lastbilur er rænd-
ur, síðani løgregluvakt-
arhaldið varð skipað.
Seinastu dagarnar hava
øll flogfør hjá ST, sum
eru komin til Afghan-
istan, fingið boð um at
nýta floghavnina í Bag-
ram, har altjóða friðar-
herdeildin hevur høv-
uðsstøð.
Vanliga plaga flogfør-
ini hjá ST og øðrum fel-
agsskapum at nýta flog-
havnina í høvuðsstaðn-
um Kabul, men ein tals-
maður hjá ST segði í
gjár, at viðurskiftini har
hava ikki verið nóg
trygg seinastu dagarnar.
Tí hava flogførini sett
seg í Bagram, sum er
nakað
norðan
fyri
Kabul.
Hvørki ST ella aðrir
myndugleikar hava kor-
tini sagt nakað um, at
nakar hevur hótt við til-
tøkum í floghavnini í
Kabul.
Ein norskur trolari, sum
var á veg inn til Mur-
mansk at landa upsa,
noyddist at venda aftur.
Trolarin »Øyaskjær«
hevði fingið boð frá
russisku myndugleikun-
um um at steðga á ein-
um ávísum staði, tí russ-
iski flotin hevði venjing
har á leiðini. Men beint
áðrenn norska skipið
kom á tað avtalaða stað-
ið, skjeyt eitt russiskt
herskip
ávaringarskot
eftir norska trolaranum.
Norski skiparin royndi
at greiða frá, at teir
høvdu fingið loyvi at
fara til Murmansk, men
einki hjálpti. Frá her-
skipinum fekk hann boð
um at venda aftur í
norskan sjógv.
Tað var norska rá-
fiskakeyparafelagið,
sum hevði givið »Øya-
skjær« boð um at landa í
Murmansk, og pappírini
vóru í lagi. Nú verður
kannað,
hví
trolarin
kortini fekk boð um at
venda aftur.
Dýrari at roykja
Løgreglan verjir fiskin
ST kennir seg hótt
Skutu eftir trolara
Grátandi heimaftur
– av gleði
Vænta eina røð av
yvirgangsatsóknum
Harðari revsing fyri barnaporno
Fukie Hamamoto (vm.) undir liðini á manni sínum Yasushi Chimura og Kaoru Hasuike vóru
millum teir tríggjar burturflutu japanararnar, sum í gjár komu til Tokyo at vitja – fyri fyrstu
ferð í 24 ár
Fólk ov sein til bussarnar
Broytingar hjá
Standferðsluni hava
havt við sær, at upp-
givnu fráfaringartíð-
irnar í Ferðaætlanini
hjá bussum úr Havn
og Kollafirði eru
skeivar. Allar fráfar-
ingartíðir hjá bussum
úr hesum báðum
støðum eru nevniliga
fluttar fimm minuttir
fram
BUSSRUTUR
Heini í Skorini
Mong ferðandi úr Havnini
hava seinastu tíðina upp-
livað og gjørt vart við, at
hóast tey eru møtt til tíðina
á Farstøðini ella á buss-
steðgistøðum, eru bussarnir
longu farnir undan teimum.
Og fylgjurnar av hesum
kunnu saktans vera álvar-
samar og óhepnar fyri ferð-
andi í týdningarmiklum og
tíðarbundnum ørindum.
Orsøkin til hetta er, at
Strandferðslan hevur flutt
allar bussrutur úr Havn og
Kollafirði fimm minuttir
fyri áður uppgivnu tíðir,
samstundis sum Ferðaætl-
anin í heimum kring Før-
oyar vísir gomlu fráfaring-
artíðirnar hjá bussunum.
– Hava upplýst væl og
virðiliga
Regin Vágadal á Strand-
ferðsluni vísir á, at hesar
broytingar eru upplýstar
væl og virðiliga, og at teir á
Strandferðsluni hava gjørt
sína skyldu.
– Av tí at bussførararnir
høvdu ov stutt skotbrá at
halda tíðirnar og harvið
máttu koyra ov skjótt, valdu
vit av trygdaráðum at flyta
fráfaringartíðirnar til fimm
minuttir fyrr, so bussførar-
arnir bæði kunnu yvirhalda
tíðirnar og koyra lógliga,
sigur Regin Vágadal.
Hann vísir víðari á, at
hetta hava teir lýst væl og
virðiliga, tí umframt at
hava verið í ávísum fjøl-
miðlum, hava teir eisini
gjørt 6000 faldarar, har
upplýst verður um nýggju
tíðirnar.
Undir
varandi
broytingum á heimasíðuni
hjá Standferðsluni er eisini
upplýst, at bussarnir nú fara
fimm minuttir fyrr, og tískil
heldur Regin Vágadal, at
parturin hjá Strandferðsluni
ikki liggur eftir.
Nýggj ferðaætlan ov
dýr
15. juli gjørdi Strand-
ferðslan hesa broyting, men
trupulleikin er, at nýggjasta
Ferðaætlanin kom út 8.
apríl, og tískil er núverandi
Ferðaætlan, sum fólk flest
nýta og sum eftir røttum
skuldi víst røttu fráfaring-
artíðirnar, ikki í samsvar
við nær bussarnir fara av
Farstøðini í Havn við
ferðafólki.
Av tí at broytingin er
framd, eftir at nýggjasta
ferðaætlanin er útgivin,
liggja
faldararnir
um
nýggju busstíðirnar væl at
merkja bert í Ferðaætlan-
unum, sum enn ikki vórðu
keyptar,
tá
faldararnir
vórðu útgivnir, og er hetta
sjálvsagt óheppið.
Spurningurin
er,
um
nýggj
Ferðaætlan
ikki
hevði verið ein betri loysn,
so íbúgvar ikki koma illa
fyri, tá týdningarmikil ør-
indi skulu fullførast gjøgn-
um Strandferðsluna, tí tað
er avmarkað, hvussu nógv
keypa Ferðaætlanina mán-
aðir eftir, at hon er útgivin.
Regin Vágadal vísir í
hesum sambandi á, at ein
Ferðaætlan er ógvuliga dýr,
við tað at 20-25.000 eintøk
verða prentað, og at ein
Ferðaætlan ikki bara kann
verða givin út í bræði.
Hann leggur eisini afturat,
at tá undirsjóvartunnilin
opnar, verða stórar rutu-
broytingar eisini gjørdar, og
tískil vildi Strandferðslan
bíða nakað við útgeving av
nýggjari Ferðaætlan.
Trupulleikin er før-
oyskur mentalitetur
Regin Vágadal sigur, at tað
sjálvsagt er sera óheppið, at
Strandferðslan miðskeiðis í
einum tíðarskeiði noyðist at
broyta fráfaringartíðirnar,
men at trupulleikin eins
nógv er føroyski mental-
iteturin við uppmøting.
– Hví ikki bara møta 10
minuttir fyrr sum aðra-
staðni? Tað er eins nógv
føroyski mentaliteturin al-
tíð at vera í seinastu løtu,
sum er orsøk til henda trup-
ulleika, sigur Regin Vága-
dal at enda við Sosialin.
Tað hevur vakt ans millum
ferðandi úr Havnini og
Kollafirði, at bussarnir eftir
broytingum frá Strandferðsl-
uni fara fimm minuttir fyri
uppgivnu tíðir í Ferðaætlan-
ini, og hóast Strandferðslan
hevur upplýst um hetta,
hevur ørkymling verið
millum kundar hjá bygda-
leiðum
Fríggjadagin 11.
oktober helt Eimskip
reisigildi í sambandi
við, at nýggi goymslu-
og skrivstovubygn-
ingur teirra varð
reistur mikudagin 9.
oktober á Skansa-
bryggjuni í Havn
REISIGILDI
Heini í Skorini
6. juni í summar varð hol
sett á arbeiðið at gera
nýggjan
bygning
hjá
Eimskip á Skansabryggjuni
í Havn, og mikudagin 9.
oktober varð bygningurin
reistur. Ætlanin er, at nýggi
bygningurin verður tikin í
nýtslu í desember mánaði,
og fer bygningurin bæði at
hýsa
skrivstovum
og
goymslu.
Framkomin og stórur
bygningur
Talan er um ein stóran og
framkomnan bygning, sum
fer at hava nýggjastu
amboð og hentleikar á
goymsluøkinum.
Tilsamans verður húsið
15000 fermetrar til støddar,
og 26 fólk fara at starvast í
nýggja bygninginum, so tey
á Eimskip høvdu avgjørt
nakað at hátíðarhalda niðri
á Skansabryggjuni fríggja-
dagin.
Linda Bjørk Gunnlaugs-
dóttir, stjóri á Eimskip í
Føroyum, sigur, at sum tað
gongur nú, fer tíðarætlanin
væntandi at halda, so nýggi
bygningurin kann verða
tikin í nýtslu beint fyri jól.
Hátíðarhald í
tveimum bingjum
Veðrið var sera vánaligt
fríggjadagin,
og
hetta
órógvaði væl at merkja
reisigildið.
Tískil
varð
heldur øðrvísi avgjørt at
fara inn í tvær bingjur at
hátíðarhalda dagin.
Orkestur varð eisini til
staðar fríggjadagin, og vóru
tað
teir
báðir
Edvard
Nyholm Debes og Finnur
Hansen, sum syrgdu fyri, at
tað var "liv og glade dage"
inni í rennvátu bingjunum
niðri á Skansabryggjuni.
Tónleikararnir siga, at
hetta var fyrstu ferð teir
høvdu spælt inni í eini
bingju, og at tað altíð er
skemtingarsamt at spæla í
nýggjum umstøðum.
Hóast veðrið ikki var til
vildar, vóru tað sostatt tvær
bingjur,
sum
bjargaðu
reisigildinum
og
hátíðarhaldingum av einum
søguligum framstigi hjá
Eimskip í Føroyum.
Eimskip reisigildi í bingjum
Av tí at veðrið var so vánaligt
undir Eimskip reisigildinum
fríggjadagin, varð avgjørt at
fara inn í bingjur, har
tónleikarar fløvaðu vátu
gestunum
C
M
Y
K
7
6