mikudagur 16. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 198 - 16. oktober 2002
Nr. 198 - 16. oktober 2002
9
GSM-kervið hjá Kalli
er til reiðar. Í novem-
ber mánaði verður
farið undir at bjóða
føroyingum GSM-
hald hjá frá Kall, og
tað fer at merkja
kapping
GSM
Heri á Rógvi
Í næsta mánaði verður lagt
til brots við kappingini á
GSM-økinum í Føroyum.
Eftir nógv góð og fitandi ár
sum einaráðandi á markn-
aðinum fær Føroya Tele í
komandi mánaði kapping
frá Kalli.
Tað er nú long tíð liðin
síðani, at Kall av fyrstan tíð
byrjaði at tosa um at bjóða
GSM-tænastur í Føroyum.
Bjarni Askham Bjarnason,
stjóri fyri Kall, sigur, at teir
verða klárir í november, og
tá verður farið undir at
bjóða GSM-tænastur út til
føroyingar.
Kervið í høvuðsstaðnum
virkar í løtuni, og fólk hjá
Kalli royndarkoyra fyri tíð-
ina skipanina.
Hjalgrím Hentze, tekn-
iskur stjóri hjá Føroya, sig-
ur, at teir í løtuni hava
knapt 30.000 GSM-felagar.
Tað merkir, at omanfyri
60% av øllum føroyingum
eiga og nýta fartelefon.
Í prinsippinum stendur
tað øllum kundum hjá Før-
oya Tele frítt at siga sítt
hald upp og stovna eitt nýtt
hjá Kalli.
Bjarni Askham Bjarna-
son vil ikki siga nakað um,
hvørji tilboð teir fara at
koma við, tá teir koma á
marknaðin.
Higartil hevur Føroya
Tele svarað aftur við tí til-
boðinum, at GSM-felagar
kunnu fáa trý nummør
bíligari.
Roaming
Í fyrstu atløgu verður fer
GSM-kervið
hjá
Kalli
»bert« at røkka runt høv-
uðsstaðin. Ætlanin er so
hvørt at útbyggja kervið,
soleiðis at tað mesta av
Føroyum einaferð verður
umfata
av
kervinum.
Føroya Tele hevur longu
eitt kervi, sum 99% av
landsins íbúgvum kunnu
røkka við egnan bústað.
Ivasamt er, um hetta netið
verður víðkað til at umfata
allar Føroyar, tá talan er um
kostnaðarmiklar íløgur at
seta sokallaðar basustøðir
upp.
Kall hevur sjálvan sentr-
alin hjá teimum standandi í
gamla Idé Húsinum – í
Óðinshædd – sum Post-
verkið í dag eigur. Har er
eisini ein av teimum trim-
um basunum, sum umsita
samrøðurnar, SMS-boðini
v.m.
Føroya Tele og Kall hava
gjørt eina avtalu um natio-
nal roaming, t.e. innan-
landa reiking. Stutt sagt
merkir avtalan, at kundar
hjá Kalli kunnu tosa í sínari
fartelefon í øllum teimum
støðum, har kundar hjá
Føroya Tele. Avtalan snýr
seg um, at har kervið hjá
Kalli ikki røkkur, har
kunnu felagarnir knýta seg
upp í kervið hjá Føroya.
Royndir uttanlands vísa,
at tað kann vera ymiskt,
hvussu ein tílík avtala kann
ávirka prísirnar. Bjarni
Askham Bjarnason hevur
onga viðmerking til, hvørjir
teirra prísir verða, men
hann avvísir heldur ikki, at
tað kann hugsast, at kundar
hjá teimum uttanfyri fyri
Havnina koma at gjalda
meira fyri hvønn minutt
enn í høvuðsstaðnum og
teirra egna kervi.
Ein annar møguleiki er,
at prísirnir vera teir somu
allastaðni í landinum. Í løt-
uni kostar ein vanligur
GSM-minuttur 1,95 kr. Tað
kann hugsast, at hesin prís-
urin verður minni í eitt nú
høvuðsstaðnum og øðrum
størri økjum, og prísurin í
útjaðaranum verður tann
sami sum nú.
Jógvan Thomsen, stjóri
fyri Fjarskiftiseftirlitið, sig-
ur, at á GSM-økinum er
ongin veitingarskylda sum
við fastnetinum. Hóast
orðaljóðið í Løgtingslógini
um fjarskifti sigur, at útjað-
arin skal hava somu rætt-
indi á fjarskiftisøkinum, so
er tað einki juridiskt bind-
andi, sum tvingar veitarar
at hava somum prísir í
størru økjunum og minnu
økjunum.
Kemur hetta upp á tal
seinni, so er talan um eina
politiska avgerð.
Stjórin á Fjarskiftiseftir-
litinum sigur, at teir meta
tað vera møguligt at síggja
eina lækking í prísum mill-
um 30 og 50%. Tað er
sjálvandi
altavgerandi,
hvussu marknaðurin fer at
hátta seg, tá kappingin
byrjar.
Høvuðseigarar í Kalli
eru:
Framtaksgrunnur
Føroya 28,40%, NOTIO
18,52%,
Íslandssími
17,21%, Tallaton Holding
17,11%, og Teletænastan
12,49%.
– Í starvsvenjing á
Sosialinum
STARVSVENJING
Heri á Rógvi
Seinastu fjúrtan dagarnar
hevur Birita Poulsen verið á
starvsvenjing á Sosialinum.
15 ára gamla Birita gongur
til dagligt í Eysturskúlan-
um í Havn – í 9.d. Bústað
hevur hon í Hoyvík, men í
Hoyvíkar skúla er eingin
framhaldsdeild, so hon
mátti saman við sínum
floksfeløgum oman í Eyst-
urskúlan at ganga síðstu
árini av fólkaskúlanum.
– Eg havi arbeitt saman
við myndamonnunum, tá
teir hava tikið myndir og
gjørt tær klárar til blaðið.
Eisini havi eg roynt at
skriva nakrar greinir. Ann-
ars havi eg fylgt teimum
ymsu blaðfólkunum í teirri
arbeiðsdegi, sigur Birita, tá
hon greiðir frá sínari
starvsvenjing.
– Serliga stuttligt var at
sleppa at uppliva tilbúgv-
ingarvenjingina í Kolla-
fjarðatunnilinum. Har slap
eg at síggja, hvussu ein tílík
venjing og ein møgulig
vanlukka verður avgreidd
av bjargingarfólkunum. Vit
sluppu at ganga heilt tætt
við tey »skaddu« og sluppu
at flyta okkum runt, sum vit
vildu, sigur Birita.
Um orsøkirnar, til at hon
valdi Sosialin sum starvs-
venjingarstað, sigur Birita,
at hon ógvuliga fegin vildi
royna, hvussu hetta arbeiði
var. Hon vildi fyrst av øll-
um sleppa á Sosialin.
Birita hevur ætlanir um at
fara í tíggjunda flokk kom-
andi skúlaár. Har er møgu-
leiki at velja sær eina so-
kallaða breyt, og Birita sig-
ur tað vera væl møguligt, at
hon fer at velja miðlabreyt-
ina, tá hon einaferð skal
velja.
– Eg hevði væl kunnað
hugsað mær at verið í
starvsvenjing eitt sindur
longri, tí eg tími ikki so væl
í skúla aftur. Men nú er
heystfrítíð, so tað er ikki so
býtt, tí skúlin má bíða eina
viku, sigur Birita.
Hinar genturnar í flokk-
inum hava verið í starvs-
venjing í onkrum barna-
garði ella í hárfríðkanar-
stovum. Hetta var tó ikki
nakað fyri Biritu, sum hel-
dur vildi royna seg við
penninum á Sosialinum.
GSM:
Kappingin nærkast
Mynd: Torben Prior tøkningur hjá Kalli og ein av GSM-støðunum hjá Kalli. Eftir ætlan eru
Kall klárir at byrja kappingina á GSM-økinum í næsta mánaði
Mynd: Finnur Justinussen
Millum løgtingsmenn
og journalistar
Birita Poulsen hevur seinastu
tvær vikurnar verið í
starvsvenjing á Sosialinum.
Her er hon ein túr í
løgtinginum, tá
fíggjarlógaruppskotið fyri
2003 varð lagt fram
Mynd: Jens Kristian Vang
– Tað er sera um-
ráðandi, tá vit fáa
egna lóggávu, at hon
bæði er gjørd tíðar-
hóskandi og hóskar
til føroysk viðurskifti,
ikki minst út frá
einum umsitingar-
ligum sjónarmiði
sigur løgmaður í
viðmerking til kjakið
um tey samkyndu og
skrásett parlag sigur
løgmaður, sum er
ímóti skrásettum
parlagi fyri samkynd
kemur tað hartil, at
hetta verður javnsett
við hjúnabandið
LÓGGÁVA
Jan Müller
– Tað er at yvirreagera, tá
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður nú tosar um at fara í
tingið við eini føroyskari
familjulóggávu. Tað verður
eingin lóggáva á hesum
økinum í bræði. Fyri tað
fyrsta er málsøkið danskt,
og tí skulu samráðingar við
donsku stjórnina um at fáa
ræðið á økinum. Fyri tað
næsta skal føroysk lóggáva
smíðast á økinum, sum er
velduga stórt. Tað fer at
taka sína tíð at fáa ta lóg-
gávuna framda sigur An-
finn Kallsberg, løgmaður í
eini viðmerking til kjakið
um yvirtøkur av familju-
lóggávuni og spurninginum
um skrásett parlag.
Løgmaður sigur, at tey í
landsstýrinum enn ikki
hava sæð ein stav um hetta
málið.
Hann viðgongur, at tað í
samgonguskjalinum sten-
dur, at henda yvirtøkan skal
fremjast í hesum valskeiðn-
um. – Eg síggi fyri mær, at
tað er ein føroysk lóggáva,
sum skal setast í gildi í Før-
oyum. So tað er ikki bara at
yvirtaka eitt málsøki og
seta ta donsku lóggávuna í
gildi í Føroyum. Tann lóg-
gávan skal viðgerast væl og
virðiliga. Tað er sera um-
ráðandi at fáa eina lóggávu,
sum bæði er gjørd tíðar-
hóskandi og hóskar til før-
oysk viðurskifti, ikki minst
út frá einum umsitingarlig-
um sjónarmiði.
– Tekur tú undir við
Høgna Hoydal, at eisini
tann parturin av lógini,
sum snýr seg um skrásett
parlag og samkynd kemur
við niðan í tingið,
tá
lóggávan er klár?
– Tað eri eg als ikki
samdur við honum í. Hetta
er nakað, sum samgongan
skal viðgera áðrenn. So tað
er misskilt, tá Høgni Hoy-
dal sigur, at hann skal bera
tað niðan, fyri at tingið skal
taka støðu til tað, tí tað er
ikki ein einstakur lands-
stýrismaður ella løgmaður,
sum leggur nakað mál
fram. Tað er eitt landsstýri,
sum leggur mál fram. Tvs.
at fyrsta fortreyt fyri at
kunna leggja eitt mál fyri
tingið er tann, at tú hevur
undirtøku fyri tí í landsstýr-
inum. Teir einastu form-
ligu fundirnir vit skulu
hava í landsstýrinum yvir-
høvur er at samtykkja mál,
sum skulu niðan í tingið, og
tað hevur als ikki verið
roynt at vita, hvørja undir-
tøku alt hetta málið fær í
landsstýrinum. Fær slíkt
mál ikki undirtøku í lands-
stýrinum, so er ein lands-
stýrismaður heldur ikki før-
ur fyri at fara niðan í tingið
við tí.
Ímóti
Løgmaður heldur tað tí
vera eitt sindur burturvið at
tosa um eitt mál, sum man
enn einki hevur sæð til. Og
løgmaður heldur fram: – Eg
haldi ikki, at skrásett parlag
skal setast ájavnt við hjúna-
band. Tað eri eg ímóti. Eg
dugi ikki at síggja, at eitt
skrásett parlag skal fáa øll
tey rættindi og tær skyldur,
sum eitt hjúnalag hevur.
Eitt
hjúnaband
inniber
nakrar skyldur eisini fyri
tey komandi ættarliðini, og
eg dugi illa at fáa inn í mítt
høvd, hvussu tað ber til at
fáa nakað avkom frá einum
skrásettum parlag, kemur
tú ikki inn í adoptión og
annað. Og har meini eg, at
man skal hugsa seg ómeta-
liga væl um, hvussu langt
man fer.
Løgmaður endurtekur, at
lóggávan á hesum øki skal
fyrireikast væl. Hetta er eitt
sera stórt øki, og hann hev-
ur ongan hug til, at vit bara
skulu avskriva ella um-
skriva danskar lógir á tí
økinum.
– Men um hesar lógir
líkjast í øllum okkara
grannalondum,
sum vit
vanliga samanbera okkum
við, og her í nógvum førum
verður víst til grundleggj-
andi mannarættindi, sum
hava altjóða viðurkenning,
hví skal slík lóggáva so ikki
setast í gildi í Føroyum
eisini?
– Vit í Føroyum skulu
gera lógir, sum hóska til
okkara samfelag, sjálvt um
tey gera nakað heilt annað í
øðrum londum. Vit skulu
byggja okkara lóggávu á
okkara grundarlag og okk-
ara premissur. Eg havi ikki
hug at fara í tingið bara tí,
at øll hini Norðurlondini
gera tað. Vit mugu ikki lóg-
geva soleiðis, at ein bólkur
í
samfelagnum
gongur
omaná øðrum. Tú mást
tryggja, at øll hava rætt og
møguleika at liva í hesum
landinum. Har eri eg ikki
ósamdur.
Men
eg
eri
ósamdur, har tað verður
tosað um, at tú skal gera øll
líka, sum ikki eru líka. Tað
er ein trupulleiki. Tú mást
hava eina lóggávu, sum
byggir á nøkur grundvirði.
Og so kann man kjakast
um, hvat tað er og vera
ósamdur um tað. Men
hjúnabandið er fyri mær
kjarnan í demokratiinum,
og tað er eisini tann livi-
hátturin, sum skal vera
grundarlagið í tí samfelag-
inum, sum hyggur fram-
eftir. Men tað skal hinvegin
heldur ikki geva nøkrum
persóni ella bólki dura-
fjórðingin tvs. ikki geva
teimum rættindi í hesum
samfelagnum.
– Tú hevur helst hoyrt tey
samkyndu úttala seg um, at
tey eru óynskt í Føroyum!
– Tað skilji eg ikki rætti-
liga. Tey skulu avgjørt
verða vælkomin í okkara
samfelag.
– Men tað eru so tey, sum
í kjakinum hava víst á, at
tað er ímóti Guds vilja at
hava slík fólk í einum sam-
felag, og at geva teimum
eins rættindi sum onnur, og
at tey tí eru óynskt!
– Nú skal eg ikki leggja
meg út í tað tjakið. Eg havi
nokk við tey politisku ting-
ini í hesum. Tað átrúnaðar-
liga er sjálvandi sera sterkt
í slíkum máli, tí vit byggja
jú okkara samfelag á ta
kristnu siðalæruna. Hinveg-
in er tað neyvan nøkur lóg,
sum kemur at broyta, um
ávísir partar í samfelagnum
síggja niður á ella annað, tí
hesi hava ein annan livihátt
og hava frá skaparans hond
fingið nøkur avvik í mun til
tey, sum rópa seg at verða
tey rættvísu.
Løgmaður sigur, at hann
dugir als ikki síggja, at man
skal forfylgja hesum fólk-
um. Man skal tvørturímóti
hjálpa teimum og man skal
syrgja fyri, at tey kenna seg
væl í hesum samfelagnum.
Hann er bara ímóti, at tað
verða javnsett við hjúna-
bandið og harvið gevur
teimum nøkur rættindi til
abdoptión og øll tey tingini,
sum hann heldur eru ein
partur av hjúnalagnum.
Eg sigi ikki nei til at við-
gera eitt uppskot um skrá-
sett parlag kemur tað so
langt, men eg vil havda rætt
at hava eina meining um
hetta. Og samsvarar tað
ikki við mína egnu sannfør-
ing, so fari eg ikki at mæla
til, at tað fer í tingið.
– Vónandi taka all-
ir politisku flokk-
arnir í Føroyum av
tilboði mínum at
kunna teir um
støðuna hjá teim-
um samkyndu úti
sum heima sigur
Bogi Davidsen,
lækni
SAMKYND OG
MANNARÆTTINDI
Jan Müller
Í kjalarvørrinum á kjak-
inum um støðuna og
rættindini hjá teimum
samkyndu í Føroyum
hevur samkyndi før-
oyski
læknin
Bogi
Davidsen tikið stig til at
kunna føroyskar politik-
arar um tey samkyndu
og teirra støðu úti sum
heima. Í gjár skuldi hann
hitta umboð fyri fleiri av
flokkunum. Allir flokkar
høvdu játtað at hitta
Boga uttan Miðflokkur
in, sum ikki hevði tikið
støðu til hesa áheitan, tá
blaðið fór til prentingar.
Bogi Davidsen sigur við
Sosialin, at hann hevur
tikið hetta stigið fyri at
kunna føroyskar politik
arar um eitt mál, sum
teir kanska ikki vita so
nógv um. Hann viðgong
ur, at tað er eisini ringt at
lóggeva um nakað, sum
man ikki veit so nógv
um og tí heldur hann tað
eisini vera rættiliga um-
ráðandi at geva politik-
arunum innlit í hvørji
rættindi tey samkyndu
hava í øðrum londum og
í hvønn mun vanlig
mannarættindi tryggja
hesi fólk. Sjálvur vil
Bogi Davidsen fegin
vera talsmaður fyri tey
samkyndu, sum oftani
hava trupult við at orða
seg og tala sína egnu
søk. – Eg havi lætt við at
kunna greiða frá hesum,
og tí vóni eg eisini, at
politikarar, uttan mun til
hvørja
áskoðan
teir
hava, vilja lurta eftir
mær. (Sí eisini grein á
síðu 11)
Kunnar føroyskar
politikarar um samkynd
og mannarættindi
Løgmaður um skrásett parlag og yvirtøku av danskari lóggávu:
Lóggávan skal hóska til føroysk viðurskifti
Bogi Davidsen, lækni og samkyndur vónar, at føroyskir
politikarar taka av tilboði sínum um at kunna teir um
samkynd og teirra støðu
Mynd Jan Müller
Anfinn Kallsberg, løgmaður
sigur, at málið um skrásett
parlag als ikki er viðgjørt í
landsstýrinum, og tað fer
heldur einki uppskot í tingið,
uttan tað er full undirtøka
fyri tí í Tinganesi
C
M
Y
K
9
8