mikudagur 16. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 198 - 16. oktober 2002
Nr. 198 - 16. oktober 2002
11
Einaferð afturat verður staðfest, at læknatrot er í
Føroyum. Hetta ger seg galdandi bæði á sjúkrahús-
unum og á summum plássum, serliga í útjaðaranum.
Tað merkir, at føroyska vælferðarsamfelagnum
vantar bæði sjúkrahúslæknar og kommunulæknar í
tí harrans ári 2002!
Á Landssjúkrahúsinum eru bara lesandi - tað merkir
ikki liðugt útbúnir læknar - á flest øllum forvaktum
á medisinsku deildini, frættist í síðstu viku. Men
útbúnir læknar eru tó á millumvaktum og á bak-
vaktum. Men er hetta nøgtandi? Eitt stórt NEI!
Hvør er so orsøkin til støðuna? Jú, nøkur grund-
leggjandi viðurskifti í nærsamfelagnum mangla, so
tað bæði brakar og buldrar. Fyri 10. ferð verður
sligið fast, at yngri læknar koma ikki henda vegin, tí
familjan fær ikki børnini ansað. Harafturat er trupult
at fáa bústað. ( Men á hesum øki kann so Lands-
sjúkrahúsið tíbetur útvega læknum íbúðir í íbúða-
blokkunum í Hornabøi, tíbetur).
Tórshavnar kommuna roynir nú - men hon lá
ólukksáliga leingi í dvala - at byggja dagstovnar
bæði her og har, men hetta nøgtar ikki tørvin. Tí
kom tað í seinasta sáttmálan millum felagið hjá
yngri læknum og Almanna- og Heilsumálastýrið, at
ein dagstovnur skuldi útvegast til Landssjúkrahúsið.
Hóast sáttmálin helst er eini tvey ár, er einki hent
enn. Tos og tulkingar henda og handa vegin. Orð og
aftur orð, men einki røkist fyri eini loysn. Vit kunnu
bara aftur staðfesta, at politiska tilgongdin í
Føroyum arbeiðir seint. Ólukksáliga seint. Long tíð
gongur frá samtykt til nakað hendir. Hetta kann ikki
góðtakast við tí stóru og vælútbúnu manning, sum
nú er í miðfyrisitingini, og tí bráfeingistørvi, vit
hava á læknum.
Ein av grundstólpunum í tí sosialdemokratiska
vælferðarsamfelagnum eru góð heilsu- og sjúkra-
húsviðurskifti. Øll - ung og gomul, konservativ og
sosialistar, bygdafólk og havnarfólk - vilja hava, at
umstøðurnar hjá heilsuverkinum eru so góðar, at vit
øll kenna okkum trygg, líkamikið hvar vit búgva.
Men soleiðis er tað ikki í dag. Tí hevur
Trivnaðarmálaráðið, sum tað vist eitur í dag, og
leiðslan innan Heilsuverk Føroya roynt at bera so í
bandi, at nakað munagott hendir, so vit sleppa undan
læknatrotunum. Eitt er at yngri læknar kanska ikki
koma hendan vegin, tí arbeiðsumhvørvi er kanska
ikki nóg lærandi og spennandi. Men at læknar ikki
koma henda vegin, tí nakrar grundleggjandi
samfelagsligar tænastuveitingar vanta, kunnu vit
ikki góðtaka.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Læknatrot sum ikki kann
góðtakast
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Herfyri vóru sekstan
føroyingar við í
Berlin Marathon-
kappingini, og um
vikuskiftið stóðu
beiggjarnir Cecil og
Hans Petur Weihe seg
væl í H.C. Andersen
Marathon-kappingini
í Odense
KAPPRENNING
Hilmar Jan Hansen
Javnan frættist um før-
oyskar rennarar, ið fara
uttanlands at royna seg í
ymsum kappingum. Og eitt
nú er tað næstan blivin móti
millum føroyingar at vera
við í marathon-kappingum,
sum eru ymsastaðni.
Sunnudagin vóru beiggj-
arnir Cecil og Hans Petur
Weihe við í einari stórari
kapping í Odense, H.C.
Andersen Marathon, har
samanlagt 2.500 rennarar
vóru við.
Og ikki kann sigast ann-
að, enn at Cecil og Hans
Petur stóðu seg væl, tí teir
blivu ávikavist nummar 85
og 344 av øllum hesum
rennarunum.
Cecil hevði tíðina tveir
tímar 52 minuttir og 42
sekund, og Hans Petur
brúkti tríggjar tímar, 16
minuttir og 55 sekund um
at renna teir umleið 42
kilometrarnar, sum mara-
thon-teinurin er.
Cecil var í mei mánaði
við í einari marathon-
kapping í Keypmannahavn,
og tá hevði hann umleið
tveir tímar og 50 minuttir
um teinin.
16 við í Berlin
Størsti føroyski marathon-
hópurin, sum í ár er farin av
landinum til eina kapping,
mundu vera teir 16 føroy-
ingarnir, sum síðst í farna
mánaði vóru við í stóru
Berlin
Marathon-kapp-
ingini.
Umleið
41.000
fólk
høvdu teknað seg til renn-
ingina sunnudagin 29. sep-
tember, og av teimum
komu 25.278 á mál - teirra
millum allir føroyingarnir!
Bestu føroysku tíðina átti
Jonhard Larsen úr Klaksvík
við trimum tímum, tveim-
um
minuttum
og
30
sekundum, og hann gjørdist
samanlagt nummar 1.539.
64 ára gamli Harry Han-
sen av Toftum mundi
kortini
fremja
størsta
bragdið á ferðini, tí í sínum
aldursbólki - menn millum
60 og 64 ár - gjørdist hann
nummar 90 við tíðini
tríggir tímar, 37 minuttir og
50 sekund.
Og so iðraði hann seg á
málstrikuni enntá um, at
hann ikki hevði lagt meira
fyri, tí hann helt seg orka
betur enn so, hóast hetta
var hansara fyrsta mara-
thon-renning nakrantíð…
Harry er annars pápi
Absalon Hansen, sum eigur
føroyska metið í marathon-
renning, sum hann setti í
Berlin fyri fjúrtan árum
síðani við tíðini tveir tímar
og 26 minuttir.
Føroyskt marathon
Sum skilst, er áhugin fyri
marathon-renning
stórur
millum føroyingar, og ætl-
anin er aftur at fáa í lag
slíka renning í Føroyum, tí
eingin hevur verið síðani á
Oyggjaleikunum í 1989.
Næsta ár er ætlanin at
skipa fyri býar-marathon í
Havn, sum ætlandi skal
vera
ein
afturvendandi
táttur. Bæði íslendingar og
danskarar hava sýnt hesi
kapping áhuga, so helst
verður eitt sindur gjørt við
at
marknaðarføra
hana
uttanlands.
Eisini er ætlanin at halda
fram við regluligum hóp-
ferðum til útlendskar kapp-
ingar, tí hetta tykist vera ein
ítróttargrein, nógvir føroy-
ingar hava hug at royna.
Umframt
sjálva
renningina, eru ferðirnar í
sjálvum sær ógloymandi
upplivingar fyri tey, ið eru
við. At vera ein av 41.000 á
startlinjuni er jú eisini
nakað, tú ikki dagliga kanst
vænta tær at uppliva í
Føroyum.
Føroyingar
bitnir av
marathon
64 ára gamli Harry Hansen, sum í Berlin rann marathon fyri
fyrstu ferð í lívinum, gjørdist nummar 90 í sínum aldursbólki
Tveir av føroysku rennarunum, Birgir Sondum og Viljálmur
Gregoriussen, beint eftir at teir eru komnir á mál í Berlin
Til
Nevndina fyri føroyskari
Grundlóg
Jóan Pauli Joensen
Føroya Landsstýri
FR 100 Tórshavn
Føroyar
Í sambandi við at Føroya
Landsstýri hevur sett nevnd
at gera eina føroyska
grundlóg, sum eisini skal
fevna um mannarættindi,
vil eg gera vart við, at før-
oysk
samkynd
eisini
finnast í tí føroyska sam-
felagnum í Føroyum, eins
og vit finnast uttanlands.
Vit ynskja at fáa somu
rættindi og skyldur sum
hinkynd í tí føroyska sam-
felagnum.
Í sambandi við lóggáv-
una um mannarættindi og
aðrar lógir ynskja vit tí, at
har ið skilt verður ímillum
ymisk fólk vegna kyn, rasu
ella
etniskan
uppruna,
trúgv, evni og aldur, at tað
eisini verður nevnt kynslig
ábending (sexuel orien-
tering, sexual orientation).
Soleiðis verður tað víst á í
grundlógini alment polit-
iskt, at vit samkyndu eru
góðtikin eins og hinkynd.
Tað er ikki oftani, at
grundlógir verða skrivaðar
ella verða endurkannaðar
og broyttar. At taka manna-
rættindi við í ta føroysku
grundlógina vísir, at tað er
eitt nýtímans samfelag,
sum vit liva í.
Í fylgjandi teksti vil eg
vísa á fleiri dømi, har lond
og altjóða stovnar hava
tikið okkum við í teirra
grundlógir, lógir, direktiv
og á annan hátt.
Í Norðanlondum eru vit
ikki nevnd í grundlógini,
men tað finst heldur ongin
lóg í grundlógini fyri
mannarættindum og móti
mismuni. So tað er ikki
løgið, at vit ikki eru nevnd.
Hetta skyldast, at lógin er
so gomul, at mannarættindi
tá ikki vórðu viðgjørd
serskilt í grundlógunum. Tí
hevur Fólkatingið í staðin
gjørt
serliga
antidis-
kriminasjónslóg og lóg um
paralag.
Danmark hevur verið
slóðbrótari fyri viðurskift-
um hjá samkyndum, helst tí
at Forbundet for bøsser og
lesbiske (fyrr Forbundet af
1948) varð stovnað sum ein
landsfelgsskapur í 1948 og
síðani hevur arbeitt nógv
fyri samkyndum.
Í 1976 var tann kynsligi
lágaldurin settur til 15 ár í
Danmark fyri øll, t. v. s.
hinkynd, samkynd og tví-
kynd, men lógin er ikki
góðtikin í Føroyum (lóg
248, t. 9. 5. 1967). Her er
enn munur millum hin-
kynd, sum hava 15 ár sum
lágaldur, og samkynd, sum
hava 18 ár sum lágaldur.
Í 1981 varð revsilógin
broytt soleiðis, at sama
revsing verður givin fyri
kynsligar brotsgerðir uttan
mun til, um tær viðvíkja
hin- ella samkynd (lóg 256,
t. 27. 5. 1981).
Í 1981 varð eisini avgjørt
í Sundhedsstyrelsen, at tað
ikki longur skuldi vera eina
sjúka, tað at vera sam-
kyndur (fólkatingsavgerð,
t. 24. 5. 1984).
Í 1987 varð ein anti-
diskriminasjónslóg
(lóg
móti mismuni) (lóg 357, 3.
5. 1987) góðtikin í Dan-
mark. Í Føroyum fall eitt
Landsstýri, tá hon varð
framløgd. Bert ein løg-
tingslimur (Karin Kjølbro)
atkvøddi fyri lógini. Síðani
er hon ongantíð løgd fyri
Løgtingið aftur.
Tann danska lógin sigur:
Tann, sum alment ella
við vilja sendir frásøgnir
út, har ein bólkur av per-
sónum verður hóttur,
háðaður ella vanvirdur
vegna rasu, húðarlit, tjóð-
skaparligan ella etniskan
uppruna, trúgv ella kyns-
liga ábending, verður
dømdur við bót, varð-
haldi ella fongsul upp til
tvey ár (Revsilógin grein
266b).
Á donskum:
Den, der offentligt eller
med forsæt til udbredelse
i en videre kreds frem-
sætter udtalelse eller
anden meddelelse, ved
hvilken en gruppe af per-
soner trues, forhånes
eller nedværdiges på
grund af sin race, hud-
farve, nationale eller
etniske oprindelse, tro
eller seksuelle orienter-
ing, straffes med bøde,
hæfte eller fængsel indtil
2 år. (Straffelovens §
266b)
Samstundis varð lógin, sum
bannar mismun á arbeiðs-
marknaðinum (lóg 357, t.
3. 6. 1987) broytt, soleiðis
at hon eisini tekur kynsliga
ábending við, og hon ljóðar
nú:
Tann, sum innan ídnaðar
samband ella í sambandi
við alment virki vegna
rasu, húðarlit, tjóðskap-
arligan ella etniskan upp-
runa, trúgv ella kynsliga
ábending noktar at av-
greiða viðkomandi sum
onnur, verður dømdur við
bót, varðhaldi ella fongs-
ul upp til seks mánaðir.
Stk. 2. Somuleidis verður
tann dømdur, sum av
teimum í stk. 1 nevndu
orsøkum noktar at geva
einum persóni atgongd
undir somu treytum sum
øðrum til stað, fram-
førslu, sýning, samkomu
ella líknandi, sum er opin
fyri almenninginum.
Á donskum:
Den, som inden for er-
hvervsmæssig eller al-
mennyttig virksomhed på
grund af en persons race,
hudfarve, nationale eller
etniske oprindelse, tro
eller seksuelle orienter-
ing nægter at betjene den
pågældende på samme
vilkår som andre, straffes
med bøde, hæfte eller
fængsel indtil 6 måneder.
Stk. 2. På samme måde
straffes den, som af
nogen af de i stk. 1
nævnte grunde nægter at
give en person adgang på
samme vilkår som andre
til sted, forestilling, ud-
stilling, sammenkomst
eller lignende, der er
åben for almenheden
Í 1989 varð í Danmark lóg
um paralag fyri tvey av
sama kyni góðtikin. Hon er
seinri eisini góðtikin í
Grønlandi, men ikki í Før-
oyum.
Lógin ger tað møguligt
fyri tveir persónar av sama
kyni at skráseta teirra para-
lag sum hinkynd gift pør
undantikið:
1.At eitt skrásett par av
samkyndum ikki kann
ætleiða fremmand børn
(men tann eini partnarin
kan ætleiða børn hjá
hinum partnaranum),
2. At tað ikki er møguligt
at fáa eina kirkjuliga
vígslu,
3. At ein av partnarunum
í tí skrásetta partnarskap-
inum skal vera danskur
statsborgari ella stats-
borgari í einum landi við
líknandi lóggávu og liva í
Danmark. Tveir útlend-
ingar, sum hava búð í
Danmark í minst tvey ár,
kunna eisini verða skrá-
settir..
4. Eitt lesbiskt skrásett
par kann ikki fáa loyvi til
kunstiga inseminasjón í tí
almenna heilsuverkinum.
Noreg, Sviaríki, Finland og
Ísland hava øll antidis-
kriminasjónslógir, sum eis-
ini fevna um samkynd, men
sum vit í Føroyum sum
nevnt ikki hava.
Noreg, Sviaríki og Ísland
hava nú eisini lóg um
paralag.
Í tí svensku lógini verður
tilskilað, at paralag millum
samkynd skrásett í øðrum
londum automatiskt verða
góðtikin í Sviaríki.
Í tí íslendsku lógini er tað
lógligt hjá skrásettum sam-
kyndum at fáa felags for-
eldra-mynduleika yvir
børnum hjá tí eina partn-
aranum, men ikki ætleiða
fremmand børn.
Í Evropa hava Holland í
1997 góðtikið lóg um
skrásett paralag. Í Frak-
landi er í 1999 er ein lóg-
gáva góðtikin, sum minnir
um lóg um skrásett paralag,
men sum ikki gevur øll tey
rættindi, sum tær norður-
lendsku
lógirnar
geva.
Samstundis verður nú ar-
beitt í fleiri øðrum londum
í ES og Evropa við at fáa
hesa lóg góðtiknað: Ong-
landi, Týskalandi, Finlandi,
Ungarn, Kekkia og Spania.
Av stórum týdningi fyri
okkara framtíðarviðurskifti
er, at Evropa Sambandið
(ES) í Ráðnum, Kommis-
sjónini og Parlamentinum
arbeiða fyri okkara viður-
skiftum.
Í Amsterdamsáttmálan-
um stendur í grein 13 (S.2,
t. 25. 11. 1999 565 final,
1999/0225 CUS), at tað er
bannað at gera mismun.
Teksturin í greinini er:
Við fyrivarni fyri hvat
Sáttmálin annars sigur og
innan karmin av rættind-
um, sum Ráðið hevur
yvir fyri samfelaginum,
kann Ráðið, sum arbeiðir
í samsvari við og í felag
við
fyriskipanir
frá
Kommisjónini og eftir
ráðføring
við
Parla-
mentið, gera fyriskipanir
fyri at fyribyrgja mismun
vegna kyn, rasu ella etn-
iskan uppruna, religión
ella trúgv, tørvandi evni
(disability), aldur ella
kynsliga
ábending
(sexual orientation).
Á donskum:
"Med forbehold af denne
traktats øvrige bestem-
melser og inden for ram-
merne af de beføjelser,
som traktaten tillægger
Fællesskabet, kan Rådet
med enstemmighed på
forslag af Kommissionen
og
efter
høring
af
Europa-Parlamentet
træffe hensigtsmæssige
foranstaltninger til at
bekæmpe
forskelsbe-
handling på grund af
køn, race eller etnisk
oprindelse, religion eller
tro, handicap, alder eller
seksuel orientering."
Síðani hevur Kommissión-
in t. 25. 11. 1999 framlagt
eitt direktiv (council direc-
tive) "At seta í verk eina al-
mennan karm fyri javn-
rættindi viðvíkjandi arbeiði
og vinnu" COM (1999) 565
final, 1999/0225 (CNS).
Direktivið skal vera gald-
andi í hvørjum einstøkum
landi í ES í seinasta lagi t.
31. 12. 2002.
Tað verður eisini nevnt,
at teksturin í direktivinum
eisini skal nýtast mótvegis
ikki-ES londum í tí Ev-
ropeiska
Fíggjarliga
Umráðnum svarandi til
samtykt í EEA Joint Com-
mittee.
Hetta merkir, at fyri at
gerast limur í ES ella um
serligar avtalur ynskjast við
ES, skula mannarættindini
(grein 13) góðtakast. Hetta
er sjálvandi eisini galdandi
fyri Føroyar, innan ella
uttan fyri ES, í Ríkisfe-
lagskapi við Danmark ella
sum serstøk tjóð.
Suðurafrika og Ecuador
hava í teirra grundlógum
frá ávikavist 1996 og 1998
tikið samkynd við, har tey
vísa á, at tað er bannað at
gera mismun m.a. vegna
kynsliga ábending. Somu-
leiðis arbeiðir Írland við at
endurskoða teirra grund-
lóg, og har er ætlanin at
gera tað ólógligt at gera
mismun vegna kynsliga
ábending.
Í
tí
suðurafrikansku
grundlógini í grein 9 (3)
stendur:
Staturin má ikki órætt-
víst gera mismun (dis-
kriminera),
beinleiðis
ella óbeinleiðis, mótvegis
nøkrum á einum ella
fleiri av fylgjandi økjum:
rasu, kyni, graviditeti,
hjúnaðarbandsstøðu, etn-
iskum ella socialum upp-
runa,
liti,
kynsligari
ábending (sexual orienta-
tion),
aldri,
tørvandi
evnum (disability), trúgv,
vitan, áskoðan, mentan,
máli ella burði.
Vit føroyingar eru eitt ser-
stakt fólk og siga, at vit eru
serstøk tjóð (uttan at vera
tað, men kanska verður tað
skjótt). Vit eiga tí eisini at
hugsa alment og við størri
hugflogi, enn tað oftani
verður gjørt á smáum økj-
um.
Fyri at gera tað gott at
liva í Føroyum fyri flest
møguligt, ynskja vit sam-
kyndu tí eisini at verða
nevnd í einari føroyskari
grundlóg við einari serlig-
ari grein, sum viðvíkur
mannarættindi. Tí er hetta
brævið skrivað fyrst til
nevndina, og um hon ynskir
tað, so kann nevndin (ella
vil eg sjálvur gjarna) senda
brævið víðari til Løgtingið,
Landsstýrið og eisini al-
menningin í fjølmiðlunum í
Føroyum og uttanlands.
Eg havi fyrr í 1995 bæði
heima í Føroyum, m. a. í
Dimmalætting og Sosialin-
um (nr. 223, t. 21. 11.
1995) og í Danmark skriv-
að longri grein um okkara
viðurskifti og mannarætt-
indini. Eg sendi spurninigin
víðari til Landsstýrið, Løg-
tingið, teir politisku flokk-
arnar og fjøldina. Eg var
eisini í longri kjaki við
táverandi landsstýrismann-
in Sámal Petur í Grund í
Føroya
Sjónvarpi
við
Høgna Hoydal, núverandi
landstýrismanni,
sum
tíðindamanni. Eitt sindur av
kjaki var tá. Men ongin
reaksjón kom frá politiskari
síðu.
Eitt fólk, sum skal gerast
sjálvstøðug tjóð, og sum
ynskir millumlanda sam-
starv, serliga við Norðan-
lond og ES, má kunna tora
tosa um alt, og eisini um
viðurskifti hjá samkyndum
og teirra mannarættindi.
Tað er ikki neyðugt við
fleiri nevndum, og slettis
ikki við sokallaðum ser-
kønum.
Vit ynskja sum hinkynd
eitt samfelag gott fyri flest
øll.
Í desember 1999 vóru 19
føroyingar búsitandi í Før-
oyum (1), Danmark (16) og
í øðrum londum (2) saman
á fyrsta sinni sum føroysk
samkynd. Síðani hevur ver-
ið arbeitt fyri at stovna eitt
felag fyri føroysk samkynd:
"Felag fyri føroyskar geik-
arar og lesbisk".
Í sambandi við arbeiðið
við einari føroyskari grund-
lóg er tað tí alneyðugt, at
vit sjálvi - vit samkyndu -
gera vart við okkum, so-
leiðis at vit eisini verða
nevnd í sambandi vid
mannarættindini og ikki
verða gloymd og serliga
ikki goymd burtur.
Í vón um gott samstarv
nú og seinri.
Bogi Davidsen
Estagel, Frakland, mai
2000
Yvirlækni, dr. med.
Fredriksbergvej 53
4180 Sorø,Danmark
Tlf.: (0045) 57 82 09 07
E-mail: bogi@post9.tele.dk
VIÐMERKINGAR
Mannarættindi og føroysk lóggáva
Í sambandi við at landsstýrið nøkur ár herfyri setti eina
nevnd at arbeiða við føroyskari grundlóg tók Bogi
Davidsen, lækni av sínum eintingum stig til at lata hesi
nevnd tilfar um mannarættindi, serstakliga við atliti til
tey samkyndu. Nú kjak hevur tikið seg upp um hesi
mál prenta við frágreiðing hansara
C
M
Y
K
11
10