mikudagur 16. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 198 - 16. oktober 2002
Nr. 198 - 16. oktober 2002
13
UMHVØRVI
Vilmund Jacobsen
Norsk bløð skriva, at kann-
ingar, sum gjørdar eru av
smábátahavnum ella báta-
hyljum í Noregi, vísa, at
hesir eru "reinar" umhvørv-
isbumbur, sum bløðini rópa
tað.
Serkøn á økinum hava
ávarað fólk ímóti at skola
fisk í bátahyljunum, tí
vandi er fyri, at fiskurin
verður dálkaður.
Ávaringarnar í Noregi
koma eftir, at kanningar eru
gjørdar av seks tilvildarliga
útvaldum bátahavnum og
bátahyljum.
Úrslitið er sannførandi.
Verkfrøðingurin, Grete
Haugan, sigur við Bergens
Tidende, at allar bátahavn-
irnar, sum vóru við í kann-
ingini, vóru munandi dálk-
aðar.
– Eitt nú er stórar nøgdir
av eituri funnar, sum stava
frá botnmálingini á bátum,
evnir úr tjøru og ymisk
tungmetall, sigur verkfrøð-
ingurin.
Í Noregi rokna tey við, at
dálkingin í tilvildarliga út-
valdu bátahyljunum ikki er
eindømi, men sæst aftur um
alt landið.
Frammanundan
hava
tvær kanningar aðrastaðni í
landinum víst somu úrslit.
Hjá okkum?
Nú eru vit føroyingar
kanska ikki so óførir at
kanna leyst og fast, og
neyvan eru vit enn so bevíst
umhvørvisliga, sum ynski-
ligt hevði verið.
Tað eru jú hini, sum
dálka – og ikki vit, hava vit
kanska lyndi at halda.
Áhugavert hevði tó verið
at kannað bátahyljar í Før-
oyum fyri dálkingarvandar,
sum møguliga kunnu vera
til bága fyri fólk og fæ,
hóast Noreg hevur djúpri
firðir enn vit.
Í greinini um bátahavnir
sum umhvørvisbumbur í
Noregi, stendur einki um,
hvussu hesar havnir liggja -
um tær liggja inni á firðun-
um ella við streymasjógv.
Bátahyljar eru umhvørvisbumbur
Rúna Sivertsen, sum
er á tingi fyri Jógvan
við Keldu, vil hava
reglur settar í gildi
fyri flutningi av fesk-
um fiski millum
oyggjarnar, soleiðis at
frárensluvatn ikki
rennur úr bilunum og
niður á dekkið – til
ampa fyri ferðafólk
og manning.
FISKAFLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
Rúna Sivertsen, løgtings-
kvinna, fer at seta Eyðuni
Eltør, landsstýrismanni, ein
munnligan fyrispurning um
flutning av feskum fiski.
Løgtingskvinnan
spyr,
nær tað verður eitt krav, at
frárensluvatn frá flutnings-
akførum, sum flyta feskan
fisk millum oyggjarnar,
ikki longur má leka úr hes-
um akførunum?
Í viðmerkingum sínum,
vísir Rúna á, at reglurnar
fyri flutningi av alifiski eru
strangari enn fyri flutning
av fiski annars.
– Í reglunum um alifisk,
verður kravt, at alt frá-
rensluvatn verður uppsaml-
að í tangar og seinni sótt-
reinsað vegna smittuvanda.
Løgtingskvinnan sigur, at
í kunngerð um flutning av
fiski annars er bert gald-
andi, at "flutningsbilar til
flutning av fiski, fiskavøru,
ísi ella salti skulu vera lok-
aðir".
Kravið um lokan forðar
tó ikki fyri, at frárensluvatn
kann renna frá bilunum.
Á hinari síðuni er tað út
frá einum heilsufrøðiligum
sjónarmiði eitt krav, at
bræðingarvatn og onnur
væta frítt kann renna frá.
– Tað er tó ógvuliga
óheppið, tá ið frárenslu-
vatnið rennur niður á dekk-
ið á ferjunum, har ferðafólk
eisini eru, tí hetta er til
stóran ampa fyri bæði
ferðafólk og manning.
Rúna vísir á, at fiskavatn-
ið dálkar illa, og tá ið tað
javnan kemur fyri, at nær-
um alt dekkið flýtur í hes-
um vatni frá fiskabilum, er
roykurin ramur um skipið.
– Tá ið vit sum føroying-
ar mangan halda støðuna
vera ótespiliga, er ikki ilt at
gita sær, hvat útlendingar,
sum ferðast millum oyggj-
arnar við strandfaraskipun-
um, munnu hugsa um
skilið, sigur hon.
Lóg ella kunngerð
Í viðmerkingum sínum
minnir
løgtingskvinnan
eisini á lýsing frá lands-
læknanum, har hesin sigur,
at fiskur og slakt frá seyði
mugu haldast atskild, tí
fiskur kann bera botul-
ismubakteriuna við sær.
– Tí er neyðugt, at tiltøk
verða sett í verk sum kunnu
forða fyri, at ótespiliga og
ikki smittuleysa fiskavætan
verður borin í land.
Hon vísir á, at Strand-
faraskip Landsins hava
flutningsakfør til fiska-
flutning, har frárensluvatn
verður uppsamlað, men
meginparturin av fiskinum
verður ikki fluttur við hes-
um bilum.
Rúna heldur, at tá ið ali-
vinnan megnar at lúka
ásettu krøvini um vatn-
tættar bilar, hevði óivað
verið møguligt hjá fiski-
vinnuni at lokið somu krøv.
– Men so leingi, hetta
ikki er eitt krav, verður
støðan neyvan broytt.
Hon heldur, tað hevði
verið ynskiligt at fingið
reglar um uppsamling av
frárensluvatni frá fiskabil-
um, antin við lóg, kunngerð
ella sum eitt krav frá Strand-
faraskipum Landsins.
– Strandferðslan hevur
reglar umborð á skipunum,
sum ferðafólk og bilførarar
mugu lúka. Tí mátti tað ikki
verið ómøguligt at sett krøv
til flutningsakfør um, at
frárensluvatn ikki má renna
niður á dekkið.
At enda vónar Rúna Siv-
ertsen, at landsstýrismaður-
in skilir trupulleikan og ger
nakað við málið sum
skjótast.
Ferðafólk vaða í ótespiligum fiskavatni
Í Noregi vísa kanningar, at
bátahavnir og bátahyljar
kring landið eru "reinar"
umhvørvisbumbur, tí
dálkingin er so stór. Veit
nakar, hvussu vorðið er við
bátahyljunum hjá okkum?
Mynd (tilvildarlig):
Vilmund Jacobsen
- Frárensluvatn frá fiskabilum dálkar illa, og tá ið tað javnan kemur fyri, at nærum alt dekkið flýtur í hesum ótespiliga vatni, er
roykurin ramur um skipið. Hetta er til ampa fyri bæði ferðafólk og manning, sigur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, sum vil hava
landsstýrismannin at gera nakað við málið sum skjótast.
Á Tavuni í Leirvík ,
sum fekk 1200 tons
minni av gullaksi í ár
enn í fjør, virka tey nú
upsa til portiónir
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tey fýra skipini, sum hava
fiskað gullaks í ár, Stjørnan
og Polarhav og Eystur-
búgvin og Vesturbúgvin,
eru givin við fiskiskapinum
á hesum sinni.
Sum skilst, hevur fiski-
skapurin hjá bátunum verið
á leið tann sami, sum und-
anfarin ár.
Tað var áTavuni í Leir-
vík, at gullaksaævintýrið
veruliga byrjaði, men í ár
hava trý virki keypt gullaks
frá skipunum. Umframt
Tavuna, eru tey Fiskavirk-
ing í Miðvági og Kollafjord
Pelagic. Í Miðvági hevur
framleiðslan verið hin sama
sum á Tavuni, nevniliga
fars, men í Kollafirði er
fiskurin vorðin heilfrystur.
Færri tons
Kári Egholm Jacobsen,
virkisleiðari
á
Tavuni,
sigur, at virkið hevur keypt
6.000 tons av gullaksi í ár.
Tað eru góð 1200 tons færri
enn seinasta ár.
- Eg trúgvi, at skipini
hava fiskað nøkulunda tað
sama í ár sum í fjør, men
tey góvust nakað fyrr.
Hann sigur, at tey byrj-
aðu at arbeiða gullaks á
Tavuni, 30. apríl í ár, og 25.
september hevði virkið
seinastu landingina.
- Í fjør arbeiddu vit
gullaks út um hálvan
oktober, sigur Kári.
Polarhav og Stjørnan,
sum burtur av hava landað
til Tavuna,
byrjaðu
á
gullaksinum einar tveir
túrar fyrr enn Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin.
Kári sigur, at meðan fisk-
urin hjá leirvíksbátunum
verður ísaður í kørum,
verða hann køldur í tangum
umborð á hinum báðum
bátunum.
"Køkan" minni
Spurdur, hvat hann heldur
um kappingina um gull-
laksin, nú tríggir keyparar
hava verið í vertíðini , sigur
virkisleiðarin, at hetta hev-
ur verið ein avbjóðing fyri
Tavuna.
- Her ræður um at vera
við í kappingini um fiskin,
men tað er greitt, at tá ið
bátatalið er avmarkað til
fýra, verður "køkan" at býta
minni, hóast samlaða veiði-
nøgdin er hin sama, sigur
hann.
Sum skilst, er nøgdirnar,
sum lagdar eru upp í
Kollafirði, ikki tær heilt
stóru, men í Miðvági hevur
virkið keypt góð 2.000
tons.
Kári sigur, at marknaðar-
londini til gullaksafars í
fyrsta lagi eru Noreg,
Svøríki og Ongland. Ein
lítil partur av framleiðsluni
fer til Danmarkar.
Meirvirka upsa
Nú gullaksavertíðin er av á
hesum sinni, eru tey eins og
undanfarin ár farin at keypa
og arbeiða upsa áTavuni.
- Vit gera bara lidnar
upsaportiónir. Tað einasta,
sum fer til fars, er tað, sum
verður skorið burtur av
fiskinum. Á Tavuni er eing-
in linja til blokkfram-
leiðslu.
Kári sigur, at nú tey ar-
beiða upsa, verður arbeitt
við tveimum vaktum. Tann
fyrra er til arbeiðis frá kl. 8-
16 og tann seinna frá kl. 16
til midnátt. 30-35 fólk eru á
hvørji vaktini. Á gullaksin-
um vóru 17 fólk á hvørjari
vakt, men her arbeiða tey
vanliga við trimum vaktum,
tá ið nógv er at gera.
Í Sosialinum í gjár, segði
virkisleiðarin, at Tavuni
vantar 16 góðar reinsker-
arar. So, er onkur, sum
dugir at arbeiða fisk og
einki hevur at takast við, er
bara at venda sær til virkið
í Leirvík.
Kári Egholm Jacobsen
segði eisini, at fær virkið
ikki
fleiri
reinskerarar,
kann tað gerast neyðugt at
gevast við tí eini vaktini.
Gullaksa-
vertíðin er av
á hesum sinni
- FA sær ongan vanda
við útlendsku ar-
beiðsmegini í Føroy-
um beint nú, men
verður talan um eina
"invasjón" av fremm-
andari arbeiðsmegi,
fara vit sjálvandi at
taka spurningin upp,
sigur Georg F. Han-
sen, næstformaður í
Føroya Arbeiðara-
felag
ARBEIÐS-
MARKNAÐURIN
Vilmund Jacobsen
Føroya Arbeiðarafelag letur
seg ikki órógva av, at ein
lítil partur av teimum, sum
starvast innan føroysku
fiskaframleiðsluna, eru út-
lendingar, sum hava fingið
arbeiðsloyvi í Føroyum.
- Vit halda ikki, at hetta
er nakar trupulleiki í løtuni
og hava tí heldur ikki
viðgjørt henda spurningin
sum ein møguligan trupul-
leika.
Hetta sigur næstformað-
urin í Føroya Arbeiðara-
felag, Georg F. Hansen, nú
Ingeborg Vinther er burt-
urstødd.
Hann sigur, at nøkur av
teimum, sum arbeiða í
fiskaframleiðsluni
kring
landið, eru útlendingar,
sum eru í Føroyum ein part
av árinum í samband við
ítrótt.
- Tá ið so ítrótturin er
liðugur, fara flestu heim-
aftur.
Georg veit eisini um, at
aðrar útlendingar eru her
heima og arbeiða, men
hann heldur ikki, at hetta er
nakar trupulleiki í løtuni.
Fylgja gongdini
- Vit eru fegin um, at nógv
arbeiði er í landinum, og vit
hava ongan áhuga í at gera
tað trupult hjá arbeiðsgev-
arunum við at sýta teimum
útlendska arbeiðsmegi, um
tað er neyðugt fyri at hava
arbeiði
gangandi.
Vit
krevja, at sáttmálaviður-
skiftini eru í lagi, og hesin
parturin verður fylgdur upp
við tí samstarvi, vit hava
við limafeløgini hjá FA.
Næstformaðurin sigur, at
honum kunnugt, eru eingin
slíkir trupulleikar í løtuni.
Spurdur, um hann heldur,
at útlendska arbeiðsmegin
kann gerast ein hóttan, um
nógv fleiri fólk koma higar
at arbeiða, sigur hann.
- Tað er trupult hjá mær
at siga nakað um beint nú,
tí vit hava ikki viðgjørt
handa spurningin sum ein
trupulleika. Men tað er
greitt, at verður talan um
eina "invasjón" av út-
lendskari arbeiðsmegi, fara
vit sjálvandi at taka málið
upp í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur Georg F. Han-
sen.
Polarhav og Stjørnan hava lagt meginpartin av gullaksaveiðini upp til Tavuna í Leirvík í vertíðini, sum byrjaði síðst í apríl og
endaði síðst í september. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava eisini verið á gullaksaveiði seinastu mánaðirnar
Útlendska arbeiðsmegin eingin trupulleiki
C
M
Y
K
13
12