mikudagur 16. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 16. oktober 2002
15
Toyota Corolla 2.0D
til sølu, árg. 6/96, koyrt 119.000 km, í sera góðum
standi, fyri 85.000 kr.
Nýggj summardekk og góð píkadekk á felgum.
Tlf. 22 54 34 ella 44 92 94
Vaskikona
Søkt verður eftir fólki at vaska í Klaksvíkar Klubba
og at byrja beinanveg.
Umsóknin skal verða stíla til:
Klaksvíkar Klubbi
Postrúm 182
700 Klaksvík
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2581,
Sp/f Fram, 700 Klaksvík.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Hildur
Josva Thomsen, Uppsalagøta
7, 700 Klaksvík.
Innkomin sum stjóri: Ann
Thomsen, Uppsalagøta 7,
700 Klaksvík.
Skráseting Føroya tann 14.
oktober 2002
Kristin Balle
________________________
Fólk søkist til
goymsluna m/k
at byrja 1. november ella skjótast tilber. Koyrikort
til persónbil krevst.
Tlf. 313666
Att.: Jógvan
Plátusmiður
P/F Wenzel søkir eftir dugnaligum plátusmiðji til
plátuverkstað okkara at byrja skjótast gjørligt.
Viðkomandi hevur møguleika at leiga sær eina íbúð
við úýni yvir alla havnina frá okkum.
P/F Wenzel
Akranesgøta 5 · 100 Tórshavn
Tlf. 354500
Att.: Antonius Dalsgaard
Bakarasveinur
Søkt verður eftir røskum bakarasveini, at byrja sum
skjótast.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Tlf. 22 88 38 ella 31 21 61
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2664,
Sp/f Lido Seafood, 220
Skálavík.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Linjohn Christiansen, 220
Skálavík.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Linjohn Christiansen, 220
Skálavík.
Innkomin sum stjóri:
Sólrun Kristensen,
Reynsgøta 31, 160 Argir
Skráseting Føroya tann 15.
september 2002
Kristin Balle
_______________________
veitst tú ikki tað?
15
14
Nr. 198 - 16. oktober 2002
Hesi orðini úr sangin-
um hjá Hans J. Gler-
foss runnu mær í hug,
tá eg mándagin vitj-
aði málningafram-
sýningina hjá 39 ára
gamla, Høgna
Thomsen í Klaksvík.
Framsýningin, sum er
í hølunum hjá Føroya
Banka við Klaksvíks-
vegin, er avgjørt verd
eina vitjan
LISTAFRAMSýNING
Rúna Sivertsen
Málningarnir hjá Høgna
eru so naturalistiskir, at tú
kennir tað nærum, sum
kanst tú ganga inn í teir. Tá
tú hyggur at myndunum,
kennir tú veruliga angan av
grasi og tara.
Myndirnar eru rættiliga
hugtakandi, og hann hevur
sín serstaka stíl, sum neyv-
an er sæddur í Føroyum
áður.
Tað,
sum
eyðkennir
málningarnar hjá Høgna, er
mjørki og tám, og mynda-
evnini eru úr føroysku
náttúruni, við ikki heilt sørt
av útlendskum dámi.
Høgni sigur, at hann altíð
hevur havt hug at mála.
Helst síðani áðrenn eg var
føddur, leggur hann skemt-
andi aftrat.
- Mær hevur altíð dámt
naturalistiskar myndir; tað
geri eg enn, sigur hann.
Høgni sigur, at tá ið tú
byrjar at mála, skulu máln-
ingarnir helst verða foto-
realistiskir.
- Soleiðis var eisini hjá
mær; men tað arbeiðir tú
teg seg so við og við burtur
úr.
Teir 25 oljumálningarnir,
sum eru við á framsýn-
ingini hesaferð, eru allir
málaðir í ár.
Høgni hevur nýtt ein
málihátt, sum minnir um
tann, ið verður nýttur til
vatnlitsmyndir.
Litirnir
verða lagdir á tað, sum
listamenn kalla "vátt í
vátt".
Høgni nýtir penslar og
máliknívar til málningar
sínar. Onkur málningur er
so at siga bert málaður við
knívi. Hesin háttur krevur
gott eyga og handalag, siga
teir, ið skil hava fyri slík-
um.
Farloyvi frá Com Data
Høgni er farin í farloyvi frá
arbeiði sínum á Com Data;
hann ætlar at royna, um til
ber at liva av at selja máln-
ingar.
Spurdur, um hann hevur
nakað listafólk sum fyri-
mynd, svarar hann: - ---
Nei, tað havi eg ikki, men
mær dámar væl verkini hjá
Rembrandt.
Millum málningarnar er
ein av Múla. Ein einastand-
andi vakur málningur, sum
eyguni aftur og aftur fella á.
- Hatta er mín nýggjasti
málnigur, sigur Høgni.
Hann sigur, at tað vísir
seg, sum tú altíð er best
nøgdur við sítt seinasta
verk.
- Tað er undarligt at
síggja málningar aftur, eg
málaði fyri nøkrum árum
síðani, og ofta verði eg
skuffaður av mær sjálvum
og haldi, at málningarnir
síggja barnsligir út, sigur
hann.
- Men hetta kemst sjálv-
sagt av, at tú mennist so
hvørt, sum árini ganga og
førleikin at mála gerst betur
og betur, leggur hann aftrat.
Høgni sigur at enda, at
framsýningin er sera væl
vitjað, og fólk eru hugtikin
av málningunum.
Framsýningin, sum læt
upp seinasta hósdag, heldur
fram til fríggjadagin 18.
oktobur. Opið er allar dagar
frá 14-16. Hósdagin er opið
til klokkan 18.
Myndirnar
eru
allar
innrammaðar í støddunum,
80x100 , 60x80 og 40x50
cm.
Eisini ber til at síggja
myndirnar á heimasíðuni
hjá Høgna Thomsen;
heima.olivant.fo/~hthomsen
Kámt ígjøgnum sirmatám
vit sóu hús og veg
Hósdagin í seinastu viku læt 39 ára gamli, Høgni Thomsen í Klaksvík, málningaframsýning
upp í hølunum hjá Føroya Banka við Klaksvíksvegin. Høgni er í løtuni í farloyvi frá arbeiði
sínum á Com Data fyri at royna seg sum listamaður burturav
Tað, sum eyðkennir málningarnar hjá Høgna, er mjørki og tám, og myndaevnini eru úr føroysku náttúruni, við ikki heilt sørt av
útlendskum dámi
Málningarnir hjá Høgna eru rættiliga hugtakandi, og hann
hevur sín serstaka stíl, sum neyvan er sæddur í Føroyum áður.
Tá tú hyggur at málningunum hjá Høgna, kennir tú veruliga
angan av grasi og tara
C
M
Y
K
14