Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 198 - 16. oktober 2002 Nr. 198 - 16. oktober 2002 17 samanhaldinum hjá teim- um báðum, og skjótt er at síggja, at Kúlla Knút als ikki er so kúllaligur, meðan Lisa harafturímóti kann vera eitt sindur kúllalig til tíðir. Hetta verður alt kryddað við tónleiki og sangi, sum leikararnir sjálvir framføra á pallinum. Væl frágingin leikur Leikurin um Kúlla Knút er ein væl kendur leikur, sum Gunnar Geertsen í síni tíð ritaði. Men hetta er fyrstu ferð, at hann verður fram- førdur í Føroyum. Elin á Rógvu hevur leikstjórnað, meðan Herleif Hammer er framleiðslustjóri. Tey bæði eru sloppin framúr væl frá uppgávum teirra, tí leikurin fangar longu fyrstu ferð, teppið verður drigið frá.. Leikararnir í leikinum kenna allir sítt pláss, og børnini tosa hart og týði- liga, soleiðis at eisini aft- asta røðin kann fylgja við. Serliga sangframførslur- nar gera sítt til, at leikurin allan vegin ígjøgnum er undirhaldandi, og av tí sama keðir ein seg ongan- tíð. Stuttligt er eisini at síggja so nógvar evnaríkar ungar spælarar í einum leiki. Hetta skuldi avgjørt verið gjørt oftari her á landi. Hetta merkist eisini á lógvabrestunum, tá leikurin er komin at enda. Vit hava nú flent, stúrt og fegnast saman við leikarun- um í góðan hálvan annan tíma, men onkur kundi uttan iva hugsað sær at sitið enn longri. Sjálvt tey smæstu børnini vóru sitandi gjøgnum allan leikin, og tað má uttan iva teljast sum eitt pluss hjá fyrireikarunum. Vit reisast aftur, og seta kós móti úthurðini. Men hóast vitjanin í Sjónleikara- húsinum er liðug fyri hesi ferð, so er Kúlla Knút ikki gloymdur. Leikurin um Kúlla Knút er spennandi, víttfevnandi og ikki minst stuttligur. Við frálíkum sjónleikara- evnum, góðum røddum og svingandi rútmum verður tú leiddur á eina ferð í eini lítlari bygd, har alt kann henda SJÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Klokkan nærkast tíðini, tá leikurin skal byrja. Uttan fyri Sjónleikarahúsið í Havn er fult av fólki, nøkur stenda uttanfyri og royna at fáa enda á síðstu sigarettini, áðrenn sessast skal inni í salinum. Men meginpart- urin av fólkinum eru børn, sum renna aftur og fram millum góðgætisbúðina og foreldrini. Onkur vil hava ein posa av lakres, meðan onkur annar heldur vil hava eina sodavatn. Tá síðstu sigarettirnar hjá teim vaksnu eru slóktar, og lummarnir hjá børnunum fyltir við góðgæti av yms- um slag, verður farið innar í salin. Ljósið er kámt, og spentu eyguni hjá børnunum skyggja sum smáar stjørnur í stólarøðunum. Spakuliga verður teppið drigið frá, og á pallinum situr ein ungur maður á einum urtagarðsstóli. Vit, áskoðararnir, eru nú á ferð. Ikki í Havnini, men í eini lítlari bygd, sum eingin kennur. Okkum nýtist held- ur ikki at kenna navnið á bygdini, tí í veruleikanum er navnið líkamikið. Hetta kundi verið hvar sum helst - tín ella mín ella tykkara ella okkara bygd ella býur. Ein fittur kúllur Í hesum lítla býi finnast eisini nakrir íbúgvar. Vit hitta millum annað Frú Skund, sum altíð hevur skund, vit hitta handils- mannin Blom, blaðmannin Ívarson og eisini allar floksfelagarnar hjá Kúlla Knúti. Kúlla Knút hitta vit sjálvandi eisini fleiri ferðir. So við og við gerast vit kend við øll hesi fólkini á pallinum, og á ein ella annan hátt gerast vit so spakuliga vinir. Og hóast Kúlla Knút til tíðir kann vera ein ordans kúllur, so gerast vit skjótt samd í, at hetta er ein fittur og sjeikaligur kúllur. Í stuttum snýr leikurin seg um íbúgvarnir í hesum lítla býi, sum einki navn hevur. Saman koma tey út fyri alskyns avbjóðingum, onk- rar stuttligari enn aðrar. Og hóast leikurin serliga er ætlaður børnum, so eru sanniliga eisini evni at finna, sum fáa tey vaksnu at hugsa eitt sindur. Evni sum kærleiki, vinar- lag, øvundssjúka og ikki minst hetta at gerast vaksin eru at finna í leikinum, og hvør leikari megnar á sín serstaka hátt at vísa ymsar síður av lívinum, sum vit øll kenna til. Flokkurin hjá Kúlla Knúti er settur saman av ungfólki, sum øll eru ymisk. Men samstundis umboða tey eisini eitt býti, sum er at finna í nærum hvørjum flokki í skúlum runt umkring. Vit hitta tilflytarin Leslie, sum ikki hóskar rættiliga inn í floksmyndina, men sum hóast alt verður góð- tikin, áðrenn leikurin er komin at enda. Ikki minst takkað verið Kúlla Knúti. Eisini hitta vit Penu Lenu, hvørs yndisregla er: "Assj, tit eru barnslig!" Men sum leikurin gongur, noyðist eisini hon at viður- kenna, at vit øll hava brúk fyri hvør øðrum. Kúlla Knút er drongurin, sum onkursvegna altíð fær skyldina fyri allar tær óargagerðir, sum framdar verða í býnum, meðan fitta Lisa altíð fær æruna fyri tær góðu gerðirnar, sum finnast í leikinum. Stuttligt er at fylgja Kúlla Knút í Sjónleikarahúsinum: Ikki ordiliga vaksin - ikki ordiliga barn Kúlla Knút og fitta Lisa, alias Philip Reinert Ovenberg og Konni Kass Jacobsen, leiktu avbera væl saman Tilsamans 20 leikarar, 15 børn og 5 vaksin, eru við í sangleik- inum um Kúlla Knút Eisini tey vaknsu hava sítt at hugsa um. Her standa Frú Skund og HarraBlom við handilsdiskin, har mangt og hvat fer fram Við góðum røddum og svingandi rútmum verður áskoðarin leiddur gjøgnum hálvan annan tíma við fullari ferð á pallinum, har einki høvi er til at keða seg Kúlla Knút er og verður ein lítil kúllur. Men hann er so sanniliga eisini fittur og sjarmerandi C M Y K 17 16