mikudagur 16. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 16. oktober 2002
19
Føroysk innrás í Hannover
Mánakvøldið byrjaði
føroyska innrásin í
Hannover av álvara,
tá tveir bussar við í
alt 140 fólkum komu
á staðið, og roknast
kann við nógv fleiri
vitjanum komandi
dagarnar
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
HANNOVER: Hvítu og
bláu litirnir hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum fara
eftir øllum at døma at síggj-
ast aftur í gøtunum í Hann-
over, nú landsdysturin móti
Týsklandi av álvara er farin
at nærkast.
Sum vit nevndu í blaðn-
um í gjár, so hevur Atlantic
longu sent ein flúgvara við
áskoðarum afturat teimum,
sum eisini vóru við í
Litava, og nú er av álvara
farið at leggjast afturat
hesum bólki.
Mánakvøldið komu tveir
bussar við áskoðarum hjá
12. manni til Pelikan Vier-
tal, sum er bústaðurin kom-
andi dagarnar, og so er
væntandi, at aðrir bussar
koma so við og við.
Í hesum fyrsta ferðalagn-
um vóru eini 140 fólk, og
harumframt hevur 12. mað-
ur ein buss við 70 fólkum
afturat, sum leggjast afturat
mikudagin. Hartil skulu so
leggjast bussar, sum koma
ymsa aðra staðni úr Dan-
mark, so lítið er at ivast í, at
hetta er nakað, sum fer at
seta dám á býarmyndina
komandi dagarnar.
Skjótt rundan túr
Sjey tíma langi busstúrurin
úr Keypmannahavn tóktist
ikki at bila stórvegis, tá
mongu áskoðararnir komu
til bussin. Lagið var av tí
allarbesta, og longu eftir at
gestirnir
høvdu
fingið
leitað sær ymsu kømrini
fram, var móttøkuhøllin á
gistingarhúsinum um at
vera á tremur við føroysk-
um áskoðarum.
Ein teirra var sjávlandi
formaðurin í 12. manni,
Regin Egholm, og hann má
eftir hondini sigast at vera
ein royndur harri í so máta.
– Eg veit ikki akkurát,
hvussu ofta eg havi verið
við. Eg haldi hetta er 17.
ella 18. ferðin, men eg eri
ikki heilt vísur, sigur hann,
tá vit spyrja, hvussu ofta
hann nú hevur verið partur
av landsliðsferðini hjá Før-
oyum.
Spurdur, um hetta kanska
er tann dysturin, sum hann
fer til við størsta spenning-
inum, sigur hann, at tað
kanska er bæði og.
– Eg eri sjálvandi ræðu-
liga spentur, men nú vit
sjálvir hava skipað fyri
ferðunum seinnu árini, er
alt vorðið eitt sindur meira
øðrvísi hjá mær. Tað er jú
so nógv annað, sum hugs-
ast skal um, og tí eri eg enn
ikki av álvara farin at hugsa
um dystin. Sum dømi um
munin millum túrarnar nú,
og so teir fyrstu, sum eg var
við, kann sigast, at enn havi
eg ikki fingið fyrstu ølina
niðurum.
Væl fyrireikaðir
Og at nógv er væl og virð-
iliga fyrireika, tykist lítil ivi
at vera um. Eitt nú er tað
umráðandi hjá áskoðarum,
at tey búgva nær saman, og
í Pelikan Viertel eru so øll
savnaði á einum stað.
Okkurt
skulu
fólkini
eisini gera í Hannover, og
týsdagin varð skipað fyri
einum túri í eitt stórt tivoli
nærhendis, umframt at ein
bowlinghøll - við ikki færri
enn 20 banum - varð bíløgd
øll sum hon var.
Á sjálvum dystardegnum
fer fyrireikingin fram í
Brauhaus, sum er ein stór
barr her í Hannover. Her er
rúm fyri einum 1.000 fólk-
um, og 12. maður hevur
gjørt avtalu um at leiga
einir 300-400 av hesum, so
at allir føroysku fótbólts-
áskoðararnir kunnu savnast
her, áðrenn farið verður til
dystin.
Her verður so andlits-
máling, søla av skreytlut-
um, syngjan av slagsangum
og alt tað, sum hoyrir einari
veruligari upphiting til, so
lagið á áskoðarunum skuldi
í øllum førum verið í topp,
tá tey seinni á kvøldi fara til
dystin.
Hósdagin um middags-
leitið verður so farið aftur
til Keypmannahavnar, har
Jackways hevur játtað at
hava opið um kvøldið, so
alt í alt má sigast, at áskoð-
ararnir hava nóg mikið at
taka sær til á drúgvu ferð-
ini. So er bara at vóna, at
úrslitið í dystinum eisini
verður nøktandi.
Hvussu var og ikki, so
var lagið óført, tá tykkara
útsendu
vitjaðu
mána-
kvøldið, og longu eftir
einum knøppum tíma vóru
trummurnar fingnar til
vega. Føroysku slagsangir-
nir rungaðu í stóra bygn-
inginum, so fyri gestirnar á
staðnum, mundi tað verða
so sum so við náttarfrið-
inum, men tað tóktist okk-
ara 12. maður ikki at geva
sær stórvegis far um.
Kom bara an Týskland.
Føroyski 12. maðurin er
klárur at gera innrás í
Hannover, og lítið er at ivast
í, at einir hálvt túsund
føroyskir fótbóltsáskoðarar
ætla sær at seta dám á býin
hesar dagarnar
Fólkini í Pelikan Viertel høvdu úr at gera mánakvøldið, tá tveir bussar við 140 føroyskum
viðhaldsfólkum komu á staðið, men skjótt varð borið at, tá kømurini vóru komin í rættlag, varð
alt fyri eitt farið undir upphitingina til dystin
19
Nr. 198 • mikudagur • 16. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Pengar skuldu
leggjast á borðið, tá
fløgg, turrikløð og
annað hjá føroyska
12. manni skuldi fáast
ígjøgnum tollin í
Kastrup
TýSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
HANNOVER:
Føroysku
fótbóltsáskoðararnir, tann
sonevndi 12. maður, fingu
óvæntaðar trupulleikar, tá
teir
mánadagin
skuldu
ígjøgnum tollin í Kastrup.
Vanliga hava hesir hópin av
ymsum skreytlutum við til
áskoðararnar, tá farið verð-
ur til landsdyst, og hendan
ferðin var einki undantak í
so máta.
Regin Egholm, sum er
formaður hjá áskoðarum,
hevði saman við øðrum
fingið hendur á einum við-
førisvogni, tá allur førning-
urin skuldi førast til bussin,
og sum vant, so varð gingið
ígjøgnum grønu sonuna á
flogvøllinum, men hetta
skuldu tey kanska ikki havt
gjørt.
– Ein tollari kom til mín
og spurdi, hvat hetta var,
sum vit høvdu við. Eg svar-
aði, at hetta vóru lutir, sum
skuldu seljast til áskoðar-
arnar á ferðini, men tá fall
hamarin, byrjar Regin Eg-
holm, tá hann skal greiða
frá, hvat hendi.
– Tollarin segði tá við
meg, at um talan var sølu-
lutir, so skuldi tollur rind-
ast, og hann kravdi at vita,
akkurát, hvussu nógv vit
høvdu av hvørjum, og hvat
hetta skuldi seljast fyri. Vit
royndu
at
greiða
frá,
hvussu stóð til við hesum,
og at hetta ikki hevði verið
nakar trupulleiki fyrr, men
har var eingin bøn.
– Endin var so, at vit
máttu gera eina uppteljing,
og hóast vit royndu at
undirdríva virðið á viðfør-
inum heilt nógv, so endaði
samanteljingin hjá tollvald-
inum við, at vit skuldu
rinda 11.000 kr., um viðfør-
ið skuldi við.
Fingu bótina niður
– Vit søgdu, at hetta kom
ikki upp á tal. At so fór alt
retur til Føroyar, men hetta
vildu teir ikki hoyra talan
um. At teir bjóðaðu okkum
at gjalda toll, var ein lin
revsing sambært teimum, tí
vit høvdu gjørt okkum
beinleiðis sekar í smugling
við at nýta grønu sonuna.
– Tíbetur vistu tey ikki so
nógv um Føroyar, og vit
søgdu við tey, at vit mest
sum ongan danskan pening
høvdu. Onkur kom við ein-
um einstøkum føroyskum
hundrað-krónu seðli, men
hetta munaði sjálvandi
lítið, og endin av øllum var
so, at vit fingu tingað prísin
niður á 5.000 krónur. Partur
av hesum varð skaffaður á
tann hátt, at ein, sum skuldi
taka ímóti okkum á flog-
vøllinum, tók 2.000 kr. úr
eini sjálvtøku, og so mátti
hesin koma inn um tollin
við pengunum.
– Til stuttleikar kann
nevnast, at endaligi prísurin
kom niður á 4.300, tí eftir
at vit høvdu tingað prísin
niður, vísti tað seg, at toll-
ararnir ikki kundi taka
ímóti 100 evrum, sum var
ein partur av puljuni hjá
okkum, og tí fingu vit hesar
aftur, sigur Regin Egholm,
sum leggur dent á, at hetta
hevði hann ongan tíð verið
úti fyri áður.
Hann vildi tó ikki fara so
langt sum at siga, at hetta
kom at merkja øktar prísir á
turrikløðum og øðrum,
men tað kendist í øllum
førum heldur hugstoytt, at
fyrstu
túsundkrónuseðl-
arnir skuldu fara somikið
illa á ferðini.
12. maður bót fyri smugling
Formaðurin í 12. manni varð ákærdur fyri smugling á flogvøllinum, tá føroysku viðhaldsfólkini byrjaðu týsku innrásina í
Keypmannahavn
Mugu vinna
nærdystirnar
Julian Johnsson var
ikki nøgdur um
føroyska miðvallar-
spælið í Litava, og
hann ásannar, at
teir mugu arbeiða
harðari mikudagin,
tá týskararnir eru á
skránni
TýSKLAND-
FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
HANNOVER: Tað er
einki at ivast í, at ein av
orsøkunum til, at Føroy-
ar komu undir so stórt
trýst í Kaunas, var, at
spælið á føroyska mið-
vøllinum hekk alt ov illa
saman.
Sum vant var sentrali
miðvøllurin mannaður
av Fróða Benjaminsen
og Julian Johnsson. Eftir
mánadagsvenjingina hjá
landsliðnum fingu vit
orð á Julian, og hann
ásannaði alt fyri eitt, at
hesin parturin av spælin-
um skuldi betrast, um
eitt gott úrslit skal spyrj-
ast burturúr í seinna
dystinum.
– Stóri trupulleikin
hjá okkum leygardagin
var, at vit als ikki fingu
fatur á mótstøðumonn-
unum. Vit nýttu tíðina til
at renna aftan á teimum,
heldur enn at møta teim-
um, og tá so er, so fáa vit
trupulleikar. Hjá okkum
ræður altíð um at vinna
nakrar nærdystir á mið-
vøllinum, soleiðis at vit
koma inn í dystin, og so
kunnu vit hugsa um at
spæla bóltin.
Meira arbeiði
Spurdur, um ein orsøk
kundi vera, at føroysku
leikararnir
ótilvitað
hugsaðu meira um Týsk-
lands-dystin enn dystin
móti Litava, sigur Julian
avgjørdur, at tað var tað
ikki.
– Tað kunnu vit als
ikki loyva okkum. Vit
eru somikið lítlir, at vit
skulu vera 100% til
hvørja einastu uppgávu,
og tað vóru vit eisini til
dystin móti Litava, men
vit bara ásanna, at tað
ikki gekk so væl, sum
vit ætlaðu, og hetta má
so broytast til miku-
dagin. Og uppskriftin til
hetta er heilt einfalt, at
vit mugu arbeiða harð-
ari, helt Julian Johnsson
at enda.
Hjá okkum ræður altíð um at vinna nakrar nærdystir á
miðvøllinum, soleiðis at vit koma inn í dystin, og so
kunnu vit hugsa um at spæla bóltin, sigur Julian
Johnsson, nú landsliðið fyrireikar seg til Týsklands-dystin
C
M
Y
K
18