mikudagur 16. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 16. oktober 2002
21
Formaðurin í FSF er
sera fegin um, at
fótbóltslandsliðið
kann umboða
Føroyar so væl, sum
tað ger, og hann
roknar eisini við
einum góðum úrsliti
á vøllinum
mikudagin
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
HANNOVER: Tá fótbólts-
landsliðið ferðast runt í
europa til ymsu altjóða
avbjóðingarnar, er tað al-
oftast so, at eini tvey um-
boð úr landsliðsnevndini
hjá FSF hava verið við á
ferðini.
Í so máta er ferðin hesa
ferð eitt undantak, tí øll
nevndin hjá FSF er nevn-
liga stødd í Hannover.
Formaðurin í FSF, Dánjal
Andreasen, sigur eisini
sjálvur um hetta, at hetta er
púrasta óvanligt, men at
hetta samstundis eisini
vísir, hvussu stóra æru FSF
setir í júst hendan dystin,
sum er tann størsta avbjóð-
ingin, sum føroyska lands-
liðið nakran tíð hevur
fingið.
Spurdur,
um
teir
í
nevndini hava gjørt nakað
burturúr at seta seg í sam-
band við týsku starvsfelag-
arnar, sigur Dánjal, at tað
høvdu teir sum so ikki.
Hinvegin hava teir havt úr
at gjørt, tí seinastu tíðina
hevur neyvan verið dagur,
har ikki okkurt fjølmiðla-
umboð hevur spurt seg fyri
hjá FSF.
– Her hava verið fólk úr
øllum miðlum. Bløð og
útvarps- og sjónvarpsstøðir
hava stútt og støðugt sett
seg í samband við okkum,
og fylgt við, hvussu fyri-
reikingarnar ganga, og tað
er púrasta óvanligt hjá
okkum. Gaman í hava vit
fingið nakað av umrøðu
fyrr, men ikki í nær námind
tí, sum vit fáa her niðri. Tað
hongur so nokk eisini
saman við, at vit fingu eitt
somikið gott úrslit ímóti
Skotlandi.
Errin av umboðanini
Tað er helst eingin loyna, at
fremsta føroyska umboðið,
tá landið skal umboðast út-
eftir, er júst fótbóltslands-
liðið, og Dánjal dylur held-
ur ikki yvir, at hann er errin
um, at landsliðið á hendan
hátt kann skapa nakað fyri
Føroyar.
– Tað er so heilt víst. Sum
sagt, so hava mest sum allir
miðlar verið í sambandi við
okkum og gjørt antin grein-
ar ella innsløg um Føroyar,
og sum heild er spenning-
urin um dystin sera stórur.
Og hóast fólk eru ymisk
á málið um, hvussu vónir-
nar fyri einum góðum úr-
sliti eru móti Týsklandi, so
tykist Dánjal ikki vera ser-
liga smæðin, tá vit at enda
spyrja hann, um hann hevur
nakað boð uppá, hvat
dysturin mikudagin fer at
enda.
– Tað verður 3-2 til Týsk-
land. Tað er so mítt boð, og
so fáa vit at síggja, hvussu
rætt tað er.
Ein stórur heiður
Í FSF er spenningurin undan stóru uppgávuni stórur, og hetta
sæst eitt nú aftur í, at VIP’arnir eru heldur fleiri í tali, enn teir
plaga at vera
Formaðurin í FSF, Dánj-
al Andreasen, helt sín 49
ára
føðingardag
á
landsliðsferðini. Dánjal
hevði nevnliga føðingar-
dag
sunnudagin,
ta´føroyska
landsliðið
ferðast úr Litava til
Týsklands, og so er
spurningurin bert, um
f ø ð i n ga r d a g s g á va n
verður betri í Týsklandi,
enn hon var í Litava.
Fylti í bæði Litava og
Týsklandi
Dánjal Andreasen
21
20
Nr. 198 - 16. oktober 2002
– Hesin dysturin
gevur bara trý stig
eins og allir aðrir, og
tí eru vit í útgangs-
støðnum í somu
støðu sum vant,
heldur Henrik Lar-
sen, sum tó sjálvandi
ásannar, at talan er
um eina sera stóra
avbjóðing hjá før-
oyska liðnum
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
HANNOVER: Spenning-
urin er sjálvsagt stórur í
føroysku landsliðsleguni,
nú liðið skal fyrireika seg
størstu avbjóðinga í 12 ára
longu søguni hjá føroysk-
um fótbólti í altjóða høpi.
Týskland er við sínum
trimum heimsmeistaraheit-
um eitt av veruligu stór-
veldunum í altjóða fótbólti,
og fyri bara fýra mánaðum
síðani staðfestu teir hesa
støðu, tá teir vunnu silvur í
HM-kappingini.
Tí er tað sjálvsagt ein
sera stór avbjóðing hjá
Henrik Larsen og hansara
monnum, men sjálvur royn-
ir landsliðsvenjarin tó at
taka hesa uppgávu, sum ein
og hvønn annan landsdyst.
– Í útgangsstøðinum er
talan jú um ein vanligan
dyst. Vit fáa framvegis bara
trý stig, um vit vinna, og
tað er so tað, sum vit mugu
fyrihalda okkum til.
– Men sjálvsagt er hetta
ein stór avbjóðing. Týsk-
land telist jú millum sterk-
astu tjóðirnar í heiminum,
og vit skulu veruliga spíla
okkum út, um vit skulu
gera nakað sum helst við
teir, og tað mugu vit so
royna.
Spurdur, um tað á nakran
hátt hevur órógva føroysku
fyrireikingarnar, at áhugin
um dystin tykist vera so-
mikið stórur, sigur venjar-
in, at tað heldur hann ikki.
– Sjálvandi eru fjølmiðl-
arnir kanska fleiri í tali,
men fyri tað mesta er áhug-
in hjá teimum savnaður
kring týska liðið, og hvussu
teir fara at gera, so vónandi
er tað nakað, sum vit kunnu
gera okkum dælt av.
Vil tað siga, at tú roknar
við, at týskarar undirmeta
Føroyar, og at hetta kann
gerast ein fyrimunur?
– Nei. Eg rokni ikki við
tí, men tað vil eg vóna, at
teir gera, er svarið við ein-
um av skeivu smílunum hjá
Henrik Larsen.
Var ikki so galið
Um sjálvar fyrireikingar,
nú úrslitið í Litava ikki var
heilt eftir vild, sigur Henrik
Larsen, at tað hóast alt vóru
nakrir lutir frá tí dystinum,
sum leikararnir skulu taka
við mikudagin.
– Vit spældu sjálvandi
ikki so væl í fyrra hálvleiki,
men eftir at hava sæð dystin
umaftur á sjónbandi, so var
tað kanska ikki heilt so
galið kortini. Her hugsi eg
serliga um verjupartin, tí
hóast vit als ikki fingu
okkara spæl at koyra, so
halda vit litavum frá at
skapa so øgiliga nógv. Teir
fáa eitt láturliga bíligt
brotsspark og so eitt mál,
sum er tjúkt off-side. Um-
framt tað, so høvdu teir ikki
so nógvar møguleikar, tí vit
fingu hildið teimum frá
teimum heilt stóru møgu-
leikunum. Teir brúktu eina
øgiliga orku fyri at halda
trýstið á okkum, og at enda
sást eisini, at teir vóru
møddir av hesum, og tað
sigur í øllum førum, at
kropsliga eru vit nóg væl
fyri.
– Setningurin hesa ferð
verður sostatt at halda fast
við tann partin av spælin-
um, sum riggaði seinast, og
fáa vit so eisini spælið hjá
okkum at hanga saman
frameftir vøllinum, so kann
tað væl vera, at vit koma at
geva týskarunum mótstøðu.
Útgangsstøðið er hitt sama
– Hóast vit als ikki fingu
okkara spæl at koyra, so
halda vit litavum frá at
skapa so øgiliga nógv, og
tann partin av spælinum
eiga vit at halda fast í
mikudagin, sigur Henrik
Larsen
ÍSLAND-LITAVA
Hilmar Jan Hansen
Hin dysturin í bólki 5 í
kvøld verður spældur á
Laugardalsvöllinum
í
Reykjavík, har íslendingar
taka móti litavum.
Íslendska landsliðið er tó
ikki heilt so væl mannað,
sum annars var væntandi, tí
mánadagin gav ein av
royndastu
spælarunum,
Lárus Orri Sigurðsson, av-
boð til dystin.
Hann sendi út eitt tíð-
indaskriv, har hann gevur
avboð, tí hann hevur brotið
reglurnar, sum allir lands-
liðsspælarar hava at halda
seg til. Sum skilst, endaði
hann á vertshúsið leygar-
kvøldið, eftir at Ísland á
heimavølli hevði tapt 0-2
móti Skotlandi.
Lárus Orri Sigurðsson,
sum í enskum fótbólti hev-
ur spælt við bæði Stoke og
West Bromwich Albion,
telist við sínum næst 40
landsdystum millum teir
royndastu, íslendski lands-
liðsvenjarin Atli Eðvalds-
son hevur at taka av.
Men gjørd gerð fær onga
vend. - Nú vóni eg bara, at
landsliðið fær frið og
stundir at fyrireika seg til
dystin móti Litava, segði
Lárus Orri Sigurðsson í
tíðindaskrivinum,
hann
sendi út mánadagin.
Í hansara stað er Ólaf
Örn Bjarnason úr Grinda-
vík úttikin til liðið, sum í
kvøld skal royna at útvega
íslendingum teirra fyrstu
stig í hesi EM-undankapp-
ingini.
Fimta liðið í okkara
bólki, Skotland, skuldi í
gjárkvøldið í Edinburgh
spæla venjingardyst móti
Kanada. Har var væntandi,
at landsliðsvenjarin Berti
Vogts fór at gera onkrar
broytingar í mun til Ís-
landsdystin,
ið
fyribils
hevur vent skotsku lagnuni.
Onkrir
spælarar
eru
skaddir, aðrir móðir, og so
verður annars hildið, at
Vogts í hesum venjingar-
dystinum vildi sleppa at
royna aðrar, ið ikki hava
verið so nógv á skotska
landsliðnum fyrr. Millum
annað skuldi málmaðurin
hjá Dundee United, Paul
Gallagher, spæla sín fyrsta
landsdyst fyri Skotland í
gjárkvøldið.
Íslendska landsliðið skert
Henrik Larsen heldur ikki,
at tað á nakran hátt hevur
órógva føroysku fyrireiking-
arnar, at áhugin um dystin
tykist vera somikið stórur.
C
M
Y
K
20