Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 16. oktober 2002 23 Gongdin í okkara bólki Føroyar-Skotland 2-2 (2-0) 1-0: John Petersen, 7. 2-0: John Petersen, 13. 2-1: Paul Lambert, 62. 2.2: Barry Ferguson, 83. Litava-Týskland 0-2 (0-1) 0-1: Michael Ballack, 27. 0-2: Marius Stankevicius, 59. (sjálvmál) Litava-Føroyar 2-0 (2-0) 1-0: Tomas Razanauskas, 23. 2-0: Robertas Poskus, 37. Ísland-Skotland 0-2 (0-1) 0-1: Christian Dailly, 7. 0-2: Gary Naysmith, 63. Skotland2 1-1-0 4-2 4 Týskland 1 1-0-0 2-0 3 Litava 2 1-0-1 2-2 3 Føroyar 2 0-1-1 2-4 1 Ísland 1 0-0-1 0-2 0 Men hann spældi í Litava eftir at hava fingið pínu- doyvandi, og tað gekk so hampuligt, hóast hann framvegis var nakað eymur mánadagin, og tískil bara rann einsamallur mána- dagin. Pól Thorsteinsson hevði nakað av krími undir dyst- inum í Litava, og í dystin- um varð hann skiftur út við einum smávegis skaða, men alt hetta tykist nú vera komið í rættlag. Mána- dagin tók hann fyri ein part lut í venjingunum, men hann gavst nakað fyrr enn hinir, men sjálvur helt vágbingurin ikki, at talan var um nakran stórvegis bága, og hann roknaði við at vera tøkur mikudagin. Møguliga ein broyting Hetta gevur so í øllum før- um Henrik Larsen ein posi- tivan trupulleika, tá hann skal seta liðið mikudagin, tí eingin spælari hevur so meldað frá frammanundan. Men hóast tað ikki gekst heilt eftir vild í Litava, so er ikki serliga sannlíkt, at talan verður um tær stóru broytingarnar. Heldur ikki hóast allir tríggir skiftis- leikararnir, sum komu inn á vøllin í Kaunas gjørdu tað heilt gott, og so avgjørt vístu seg sum góð alterna- tiv til ideal-uppstillingina. Skal nøkur broyting fremjast, so er kanska hugsandi, at talan tá verður um, at Christian Høgni Jacobsen ikki byrjar inni hesaferð. Avloysarin kundi verið Andrew av Fløtum, sum gjørdi tað gott, tá hann kom inn leygardagin, men umframt hann eru bæði Helgi L. Petersen og Hjal- grím Elttør kanska evni til plássið á toppinum. Her talar tað kanska til fyri- muns fyri Christian Høgna, at kappingin hjá Vejle framvegis er í gongd, men hinvegin er Andrew jú toppkjúttin í føroyski landskappingini, meðan Christian Høgni fyri tað mesta er bakkur, tá hann er í byrjunaruppstillingini hjá Vejle. Helst lítið øðrvísi Annars vóru bæði Julian Johnsson og Pól Thor- steinsson skiftir út leygar- dagin, og í báðum førum tóktust hesar útskiftingar at vera gagnligar fyri før- oyska spælið, men tað er neyvan hugsandi, at Henrik fer at kvetta hesar av lið- num eftir ein dyst. Serstak- liga á miðvøllinum kunnu broytingar vera tungar at fremja, og á høgra bakki var Pól Thorsteinsson slúk- aðður beinleiðis inn á plássið, eftir at júst Jó- hannis Joensen hevði spælt ein góðan dyst móti Likt- enstein í fyrsta landsdyst- inum hjá Henrik Larsen. Seinasta lítla ivamálið kundi verið málverjasess- urin, men tá grundgevingin fyri at taka Jákup Mikkel- sen framum Jens Martin Knudsen var, at Jákup fær sparkað longur undir trýsti, er illa hugsandi at støðan er broytt. Í øllum førum man landsliðsvenjarin rokna við, at týskarar fara at legja trýst á. So alt í alt bendir tað tann vegin, at talan verður um somu byrjunarupp- stilling sum leygardagin. Men tó møguliga við teirri lítlu broyting, at Andrew av Fløtum byrjar inni í álop- inum saman við John Petersen. ∆ Framhald av síðu 22 23 22 Nr. 198 - 16. oktober 2002 NSÍ verjuspælarin er 20. spælarin, sum hevur rokkið fjórð- ings hundrað lands- dystum síðani altjóða limaskapin í 1988 TýSKLAND-FØROYAR Jóannes Hansen Hóast hann eftir Litava uppgerðina leygardagin hevur havt smávegis trupulleikar at dragast við, so man lítil ivi vera um, at Pól Thorsteinsson verður ímillum teir fyrstu ellivu, sum fara at ganga inn á vøllin í kvøld, tá Føroyar fara at standa fyri størstu altjóða avbjóðingini nakr- antíð. Uttan mun til hvussu tað fer at tørna út, so fara allir spælararnir ivaleyst altíð at minnast til ta ferðina, tá teir stríddust ímóti varaheims- meistarunum á útivølli. Og fyri Pól Thorsteinsson er dysturin eisini minnisríkur á tann hátt, at hetta verður 25. ferðin, at hann fer at umboða føðilandið. Síðani fyrsta altjóða skrásetta landsdystin ímóti Íslandi 24. august í 1988 á Akranesi hava Føroyar spælt 83 landsdystir, og í teimum hava 79 spælarar verið við. Pól er tann 20., sum røkkur 25 landsdyst- um. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í HM undan- kappingardystinum á Malta 30. apríl í 1997. Tá kom Pól so at siga sum eitt skot á landsliðið, har hann ongan- tíð áður hevði verið. Merkisvert var tað, at Pól Thorsteinsson spældi fimt- an dystir á tamb, áðrenn hann fyrstu ferð varð út- skiftur. Pól hevur verið vongverji og miðverji, men tá Estland í 1999 vann 2-0 á Tórsvølli, setti Allan Sim- onsen hann á vongplássið í vinstru. Tað var ikki rætta plássið hjá Póli, og hann varð útskiftur, tá eitt stórt korter restaði. Kostaði tólv dystir Um alt hevði lagað seg væl, so hevði Pól Thorsteinsson havt spælt 25 landsdystir í 5-1 tapinum í Sveis í fyrra- árið. Men eftir samanbrest við Patrick Berger í Prag leygardagin 9. oktober í 1999 varð Pól rikin av vøllinum, og í kjalarvørrin- um á útvísingini misti Pól tólv landsdystir. Hann var leikbannaður í trimum undankappingar- dystum. Í hesum tíðar- skeiðnum spældu Føroyar fýra venjingardystir, sum Allan Simonsen og Pól Thorsteinsson vóru samdir í, at Pól ikki skuldi luttaka í. Leikbannið var av, tá Før- oyar høvdu spælt í Luks- emborg 24. mars í fjør. Pól var aftur á liðnum í Moskva 28. mars, men so gav hann avboð. Hann var ikki samdur við FSF í, at hann ikki skuldi eiga part í bonusupphæddini fyri at vinna í Luksemborg. Tá Henrik Larsen var vorðin venjari, kom Pól aftur á landsliðið. Tað hevði kanska serligan týdning fyri avgerðina, at hjálpar- venjarin á landsliðnum, Jógvan Martin Olsen, var venjari í NSÍ, har Pól Thorsteinsson var fastur maður á liðnum. Royndasta liðið Óli Johannesen fór leygar- dagin ein dyst frá Jens Martini Knudsen í kapp- ingini um at vera fyrsti føroyingurin at røkka 60 landsdystum. Í kvøld verð- ur Óli fyri 59. ferð á landsliðnum. Um Jákup Mikkelsen verður málverji, og Jens Martin Knudsen verður á beinkinum alla tíðina, so verður Jens Mart- in standandi á 56 lands- dystum. Hjá summum er tað hugaligt at spæla við hag- tøl. Ein hugsan, sum ong- antíð kann gerast til veru- leika, er at seta eitt landslið, sum er mannað við teimum ellivu, sum hava verið oftast á landsliðnum. Í 3-4- 3 uppstilling kundu teir ellivu mest royndu mannað hetta liðið: Jens Martin Knudsen (56) - Jan C. Dam (39), Óli Johannesen (58), Jens Kristian Hansen (43) - Allan Mørkøre (54), John Petersen (42), Julian Johns- son (46), Øssur Hansen (50) - Uni Arge (37), Kurt Mørkøre (37), Todi Jónsson (43). Tað verður ein løta, áðrenn nakar annar hevur møguleika at sleppa upp í part á hesum liðnum. Av teimum, sum eru við í Týsklandi, er Jákup Mikk- elsen við 27 landsdystum næstur. Men trupulleikin hjá honum hevði verið, at hann skal yvirtrumfa Jens Martin Knudsen við 56 dystum, áðrenn tað hevði komið upp á tal at komið á royndasta liðið! Av spælarunum úti á vøllinum hevði Pól Thor- steinsson verið næstur plássið á tankaliðnum. Og um leikbannið í Kekkia ikki hevði havt kostað honum tólv dystir, so hevði hann longu eftir dystin í kvøld havt sama rætt at verið á hesum upphugsaða liðnum, sum Kurt Mørkøre og Uni Arge nú eiga. Í føroysku 1. deildini hevði omanfyri standandi liðið ivaleyst framvegis staðið seg hampuliga væl, men teir høvdu gjørt lítið við Týskland! Pól nýggjur í 25-felagnum Føroyska landsliðið er farið í holt við fyrireikingarnar til stóru uppgávuna mikudagin. Eingir skaðar hótta, og størsti spurningurin er helst, hvør verður álopsmakkarin hjá John Petersen hesaferð TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk Álvur Haraldsen HANNOVER: Føroyska fótbóltslandsliðið fór mánadagin av álvara undir fyrireikingarnar til stór- dystin mikudagin. Sunnu- dagin varð fyri tað mesta nýttur til at lekja sálarligu sárini eftir Litava-dystin, og so sjálvandi eisini til at ferðast í, og mánadagin byrjaðu venjingarnar so aftur. Landsliðið heldur í hes- um døgum til á Hotel Fürst- enhof í Zelle, sum er ein býur einar 50 kilometrar uttan fyri sjálvt Hannover, og staðið, har venjingarnar ganga fyri seg, eitur der Walter Bismarck Stadion. Til stuttleikar kann nevnast, at tey við leikvøllin tóktust vera eitt sindur errin av, at eitt landslið hevði valt at leggja venjingarnar her. Einasta landsliðið, sum áður hevði nýtt vøllin, var kinverska kvinnulandsliðið, sum var her fyri nøkrum árum síðani. Fá ivamál Onkur nevndi sunnudagin, at tað skuldi vera gott at koma úr litaviska heystar- kuldanum, men væntaðu tey, at veðrið skuldi verða betri í Hannover, so fóru tey í øllum førum skeiv. Mánamorgunin var bít- andi kalt á annars framúr góða Bismarck-vøllinum, og til at verja seg ímóti hesum vóru flestu av leik- arunum ílætnir húgvu og handskar, til tess at verja seg ímóti nógva kuldanum. Sum so góvu venjingar- nar onga ábending á, hvussu liðið leygardagin fer at síggja. Tað gera tær vanliga ikki, nú Henrik Larsen er venjari, og higar til hevur tað í hvussu so er verið so, at teir fyrstu ellivu ikki eru avdúkaðir fyrr enn undir seinastu venjingini, sum er eftir evstamark okk- ara. Í hópinum eru annars ikki tey stóru ivamálini. Jákup á Borg hevur havt ein skaða í lærkrikanum at dragast við seinastu tíðina. Spurningurin snýr seg um álopið Pól Thorsteinsson fekk ein lítlan skað í dystinum leygardagin, men hann var partur av venjingini longu mánadagin, og hann roknaði við at vera tøkur hjá Henrik Larsen til dystin mikudagin Framhald á síðu 23 C M Y K 22 Stóru boðini í týsku bløðunum tykjast vera, at Michael Ballack er komin seg eftir krímið, men nakað er framvegis at hoyra um Føroyar og føroyskan fótbólt TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen HANNOVER: Tað tykist, sum um týsku fjølmiðlarnir royndu at spara eitt sindur upp á krútið fyrrapartin av vikuni, nú landsliðið skal royna seg móti Føroyum. Í øllum førum hevur um- røðan av komandi dystin- um fingið nógv minni pláss í mánadagsútgávunum, enn hon hevði í eitt nú viku- skiftisútgávunum. Allar- helst er eisini bert talan um eina løtu, har miðlarnir skulu hvíla seg, fyri síðani at seta meira ferð á bæði týs- og mikudagin. Í mun til vikuskiftisút- gávurnar, so var umrøðan av Føroyum millum lítil og eingin í mánadagsútgávun- um. Talan var eisini bert um nøkur heilt fá fjøl- miðlafólk til føroysku venj- ingarnar mánamorgunin, og tann umrøðan, sum var í miðlunum, snúi seg eisini at kalla bert um týska liðið. Her var størsti boðskap- urin, at stóra stjørnan á liðnum, Michael Ballack, er tøkur aftur, eftir at hann lá sjúkur við krími, tá týsk- arar spældu vinardyst móti Bosnia-Hersegovina. Hevur gjørt heima- arbeiðið Einasta blaðið, sum tóktist fara eitt sindur djúpari í sínari viðgerð av dystinum, var Bild, sum longu nú hev- ur gitt, hvussu týska liðið fer at síggja út. Og tað er ikki hissini fólk, sum Rudi Völler sambært blaðnum ætlar at senda á vøllin. Í eini 4-4-2 uppstilling fer liðið at síggja soleiðis út: Oliver Kahn - Marco Rehmer, Christian Wörns, Carsten Ramelow, Torsten Frings - Bernd Schneider, Michael Ballack, Dieter Hamann, Jens Jeremies - Miroslav Klose, Carsten Jancker. Tað er í hesum sambandi vert at bíta merki í, at Rudi Völler eftir øllum at døma hevur hugt eftir, hvørjar trupulleikar føroyingar høvdu av dystinum í Litava. Har var tað serliga krops- liga styrkin hjá álopinum, sum órógvaði okkara verju, og ivaleyst er hetta orsøkin til, at venjarin tykist rokna meira við stóra og sterka Carsten Jancker, heldur enn at nýta lítla og kvika Oliver Neuville við síðuna av Miroslav Klose. Og at Völler hevur gjørt heimaarbeiðið kom eisini til sjóndar, tá hann á fyrsta tíðindafundinum mánadag- in varð spurdur, hvørt hann hevði biðið um nøkur ráð frá fyrrverandi landsliðs- venjara sínum. Hesin er nevnliga Berti Vogts, sum nú hevur ábyrgdina av skotska liðnum. – Nei, eg havi ikki tørv á nøkrum ráðum frá Vogts. Vit vita alt tað, sum vit skulu vita um føroyska lið- ið, og tað er nóg mikið hjá mær. Øll skriva um føroyska liðið Var lítið gjørt burturúr í mánadagsútgávunum, so var støðan eitt sindur øðr- vísi um vikuskiftið. Mest- sum øll tey týsku bløðini høvdu tá greinar um før- oyska liðið, og serliga var áhugin fyri John Petersen stórur, eftir at hann hálvg- um søkti skotsku skútuna. Sostatt helt John fyri, tá Bild umvegis Sosialin undir einum av venjingun- um í Litava vildi frætta, hvat hann helt um Týsk- lands-dystin, at hóast hann hevði verið nógv frammi, so hevði Bild enn ikki verið við, so tað mátti hann held- ur geva sær stundir til. At svørini hjá John til spurningarnar ikki vóru heilt í samsvari við tað, sum stóð at lesa í blaðnum, er so ein onnur søga, men hetta sigur kanska eisini nakað um, hvussu høgt bløðini vilja spenna bogan í royndunum at fáa bestu yvirskriftirnar. Millum fleiri aðrar áhugaverdar greinar um Føroyar, føroyskan fótbólt og føroyskar fótbóltsleikar- ar, var eisini ein heil síða í stóra ítróttarblaðnum, Bild Sport. Her høvdu útsend- ingar hjá blaðnum hitt Henrik Larsen, John Peter- sen, Jens Martin Knudsen og Jákup á Borg sum um- boð fyri føroyska liðið, og so eisini Tønnis Wardum, sum føroyskan fótbólts- áskoðara. Henrik hevur vunnið Flestu spurningarnir, sum settir vórðu, vóru av slíkum slag, sum eru meira upp- lýsandi fyri týska lesaran, enn teir eru fyri føroyingin, men mitt í øllum hesum var tó ein lítil viðmerking, sum enn ikki hevur verið frammi. Henrik Larsen hevur meira enn eina ferð vunnið á Rudi Völler, tá teir báðir hava dystast. Í EM-finaluni í 1992 var Larsen sjálvandi á danska liðnum, sum basti Týsklandi, og tá teir báðir núverandi landsliðsvenjar- arnir spældu fótbólt í Italia, eydnaðist eisini okkara manni at basa teirra. Henrik Larsen spældi tá við Pisa, men hóast hetta var at meta sum eitt av veikaru liðunum í seriu A, so eydnaðist teimum at vinna 2-0 á útivølli móti stórfelagnum, Roma, har Völler var partur av einum stjørnusettum liðið. So Henrik hóast hann í báðum førum varð mettur at vera við undirlutan, so hevur tað altso eydnast Henrik Larsen at basa týska stórveldisharranum, og so er spurningurin, hvørt hetta letur seg gera aftur miku- dagin. Týskarar hugsa um Ballack Eftir at týsku miðlarnir í vikuskiftisútgávunum gjørdu nógv burturúr føroyska liðnum og leikarunum, tóktist hetta at vera heldur friðarligari mánadagin