Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 16. oktober 2002 25 Tá dómarin í kvøld klokkan hálvgum átta setir dystin millum Týskland og Føroyar í gongd, eru útvarps- menninir Jógvan Arge og Suni Merkistein á staðnum. Og tað er útvarpið hvørja ferð TÝSKLAND-FØROYAR Hilmar Jan Hansen Síðani Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt og í 1990 upp í sína fyrstu und- ankapping, hevur Jógvan Arge verið oftari við enn nakar av spælarunum. – Eg haldi, at eg havi verið við til at útvarpað allar dystirnar uttan ein ella tveir, so teir munnu vera einir 70 í tali. Og við tí, sum var áðrenn altjóða við- urkenningina hjá føroysk- um fótbólti, man eg skjótt fara at nærkast teimum hundrað dystunum, sigur hann. Tey fyrstu altjóða árini hjá landsliðnum varpaði Jógvan út saman við beiggjanum Magna Arge, men tá Magni bleiv stjóri í Atlantsflog fyri einum fimm árum síðani og gavst við útvarpingini, tók Suni Merkistein við og hevur verið við síðani. Sostatt eru tað Jógvan og Suni, sum í kvøld fara at siga frá dystinum, og sam- an við sær hava teir eisini teknikaran Hjalmar Hvít- klett, sum eisini hevur verið við nógvar ferðir. Men hvørki Hjalmar ella nakar av hinum teknikarun- um hava møguleika at taka metið hjá Jógvani, tí meðan útvarpararnir aloftast eru teir somu á landsliðsferð- unum, gongur kjansurin upp á skift millum teknik- ararnar. Umframt at senda frá sjálvum dystinum, hevur útvarpsmanningin eisini latið tilfar til tíðindasend- ingarnar og soleiðis latið frætta frá føroyska liðnum fleiri ferðir á hesi ferðini, ið byrjaði í Litava og nú endar í Týsklandi. Tiknir í álvara Hóast dysturin í kvøld kanska er nummar hundrað ella har á leið hjá Jógvani, so er øll upplivingin rundan um júst henda dystin nakað heilt serligt - eisini fyri vet- eranin: – Fyri tað fyrsta kann eg siga tað, at hesin dysturin móti Týsklandi uttan iva er størsta avbjóðingin nakran- tíð hjá einum føroyskum landsliði, sigur Jógvan Arge. – Men so vil eg eisini leggja tað aftrat, at tað allarstuttligasta kanska er tað, at mótstøðuliðið – so øgiligt tað enn kann tykjast – tekur Føroyar í fullum álvara. Og tað sigur nakað um stóru menningina í føroyskum fótbólti hesi síðstu árini. Jógvan sigur, at ein slíkur hugburður vildi verið óhugsandi fyri bara fimtan árum síðani, tá Føroyar í allar mátar ikki blivu rokn- aðar fyri annað enn ein pinkutjóð, ið lítið ella einki formáddi sær á einum fót- bóltsvølli móti størri tjóð- um. Hann sigur tað heldur vera heilt øvugt í dag, tí eingin av týsku spælarun- um hevur sagt seg taka tað sum givið, at dysturin verð- ur vunnin lættliga, hóast favorittleikluturin hjá Týsk- landi sjálvandi er greiður. At hetta so eisini er fyrsti heimadysturin hjá týska landsliðnum, eftir at tað í summar gjørdist nummar tvey í kappingini um heimsmeistaraheitið, gevur ein náttúrligan áhuga fyri dystinum móti føroyingum. – Eg kann í hesum sam- bandi nevna, at týskarar eru so spentir, at borgarstjórin her í Hannover nú ein av døgunum uppi á einum palli á torginum tosaði um dystin, greiðir Jógvan frá. – Tá helt hann fyri, at eingin ivi átti at verið um, hvør fer at vinna dystin. Við tí sipaði hann til, at fólkatalið í Føroyum ikki er meira ein tíggjundapartur av tí, sum býr í bara Hann- over. Landskrona-hýrur Tá vit biðja Jógvan Arge seta orð á hýrin og lagið, ið er undan hesum dystinum, hevur hann bestan hugin at samanbera upplivingina í Hannover higartil við ta ferðina, tá Føroyar fyri tólv árum síðani bíðaðu eftir at møta Eysturríki í suður- svenska býnum Lands- krona. – Men hóast tað í nógvar mátar minnir um, so er hetta jú nógv størri, tí tað er nummar tvey í verðini, sum hesa ferð stendur yvir av okkum, tá dysturin fer í gongd, sigur hann. – Tá eg nevni, at hetta er tað størsta síðani dystin móti Eysturríki, so skuldi eg kanska eisini nevnt tann næsta dystin tá, sum var í gomlu Ítróttarparkini móti Danmark. Men aftur er hetta øðrvísi, nú vit verða mettir sum javnbjóðis mót- støðulið hjá sjálvt Týsklandi. Jógvan Arge heldur lítlan iva vera um, at tað var góði 2-2 javnleikurin móti Skot- landi á Svangaskarði fyri einum góðum mánaði síðani, ið hevur gjørt sítt til, at virðingin fyri Føroyum er at finna allastaðni undan hesum dystinum. – Tað úrslitið setti prikkin yvir i’ið, tá vit hugsa um marknaðarføring frá okkara síðu í sambandi við henda landsdystin. Skotlands- dysturin varð vístur bein- leiðis í týskum sjónvarpi, og her í Hannover veit hvørt mansbarn, hvat Før- oyar eru og hvat vit hava avrikað í fótbólti, sigur útvarpsmaðurin. – At hetta eisini er nakað stórt, merkja vit alla tíðina, og sjálvur skal eg ikki dylja fyri, at eg eri spentur til dystin. Avbjóðingin hevur ið hvussu er ongantíð verið størri enn nú. Jógvan Arge hevur útvarpað teir flestu Útvarpið er altíð við, tá Føroyar spæla landsdyst í fótbólti, og eins og í Kaunas leygardagin, verða tað Jógvan Arge og Suni Merkistein, sum í kvøld fara at siga frá dystinum millum Týskland og Føroyar á Niedersachsen Stadion í Hannover Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 198 - 16. oktober 2002 Sjónvarpið við í evstu løtu Tveir mans frá Sjónvarpi Føroya eru til staðar í Hannover í kvøld, eftir at sjón- varpið í evstu løtu tryggjaði sær rætt- indini at senda dystin beinleiðis TÝSKLAND-FØROYAR Hilmar Jan Hansen Tað var ikki fyrr enn fríggjakvøldið, beint áðr- enn »Dag og viku«, at Sjónvarp Føroya langt um leingi kom ásamt við týska felagið Sport-A um, at sjónvarpið kann sleppa at senda beinleiðis frá dystin- um á Niedersachsen Stadi- on í Hannover í kvøld. Tá dysturin í Kaunas millum Litava og Føroyar varð sendur leygardagin, fekk Sjónvarp Føroya myndirnar úr Litava, men hevði so Tórð Mikkelsen og Jóannes Jakobsen sitandi í sjónvarpsstovuni í Vørðsl- uni, har teir í grundini ikki sóu annað enn tað, øll onn- ur eisini kundu síggja heima í sínari egnu stovu. Í kvøld verður øðrvísi, tí bæði Tórður Mikkelsen og myndamaðurin Ragnar A. Jacobsen eru longu farnir til Hannover. Tórður fer at siga frá dystinum á stadion, og møguliga fær hann onkran aftrat sær sum við- merkjara, men tað var ikki greitt í skrivandi løtu. Annars fara teir báðir at tryggja sær orð og myndir til okkurt, ið kann sendast aftaná. Møguliga verður tað til eina størri sending um hesa størstu landsdyst- aravbjóðingina hjá Før- oyum nakrantíð, ella verður tilfarið brúkt í tíðindasend- ingum ella aðrastaðni, har tað hóskar í skránni hjá sjónvarpinum. Prísurin fall Bara tað at fáa rættindini til landsdystin í kvøld hevur tikið sína tíð, og í Sjónvarpi Føroya hava tey lagt nógva orku í at sannføra týskarar um, at rættindini áttu at vera latin fyri ein sámu- ligan prís. Og tá avtornaði, gjørdist talan eisini um ein prís, ið Sjónvarp Føroya sá seg ført fyri at gjalda fyri dystin, ið sjálvandi hevur alstóran áhuga í Føroyum. – Fyrsta kravið hjá teim- um upp á 120.000 krónur var ikki nakað, vit kundu brúka, tí vit áttu snøgt sagt ikki teir pengarnar, sigur Øssur Winthereig, tíðinda- leiðari í Sjónvarpi Føroya. – Men at enda fingu vit sannført teir um, at tað var best fyri báðar partar, at prísurin fór nakað væl nið- ur um tað. So sluppu vit at senda dystin, og so fingu teir hóast alt tær krónurnar meira burtur úr dystinum. Sosialurin skilir, at prísurin endaði á umleið 40.000 krónum, og Øssur avvísir ikki, at upphæddin liggur har á leið. Allar uttan ein Við øðrum orðum hevur Sjónvarp Føroya nú fingið rættindi til sjey av teimum átta dystunum, sum Føroy- ar spæla í hesari EM-und- ankappingini. Dystirnir móti Skotlandi heima og Litava úti eru longu vístir, og í kvøld verður so úti- dysturin móti Týsklandi á skíggjanum. Einasti dysturin, ið enn ikki er komin upp á pláss, er útidysturin móti skotum, sum verður spældur 6. sep- tember næsta ár. So enn er góð tíð at fáa fatur á teimum rættindunum, ið skotska felagið IMG umsitur. – Eitt annað, vit helst mugu finna útav, er um nakar annar møguliga hev- ur áhuga fyri útidystinum hjá okkum móti Íslandi, tí tað hevði gjørt tað nógv lættari hjá okkum, sigur Øssur Winthereig. – Nú tá vit sendi Litava- dystin, var tað EBU, ið syrgdi fyri at fáa signalið upp í luftina, so vit kundu taka tað niður her í Føroy- um. Men hava hvørki teir ella aðrir enn vit uttan fyri Ísland áhuga fyri at senda tann dystin, kann tað gerast ein størri uppgáva hjá okk- um at fáa fatur á útgerð, sum letur okkum senda signalið millum londini. Hvussu verður við tí, er eisini nakað, ið kann bíða, tí tað er ikki fyrr enn næsta ár, at tann dysturin spældur. So fyribils kunnu hyggjar- arnir gleða seg, til Týsk- landsdysturin í kvøld kemur á skíggjan… Hóast skotbráið ikki var tað stóra, sendi Sjónvarp Føroya bæði Tórð Mikkelsen (myndin) og myndamannin Ragnar A. Jacobsen avstað til Týsklands, tá rættindini at senda dystin beinleiðis vóru komin upp á pláss Savnsmynd EM-bólkur 1 19.45: Malta-Frakland (Ta' Qali) EM-bólkur 2 19.00: Norra-Bosnia/Herzegovina (Oslo) 19.00: Luksemburg-Rumenia (Luxembourg) EM-bólkur 3 15.30: Tjekkia-Hvítarussland (Teplice) 19.30: Eysturríki-Holland (Wien) EM-bólkur 4 19.30: Ungarn-San Marino (Budapest) EM-bólkur 5 19.10: Ísland-Litava (Reykjavík) 19.30: Týskland-Føroyar (Hannover) EM-bólkur 6 18.00: Grikkaland-Armenia (Athen) 20.00: Norðurírland-Ukraina (Belfast) EM-bólkur 7 18.30: Turkaland-Liktinstein (Istanbul) 20.00: Ongland-Makedonia (Southampton) EM-bólkur 8 16.00: Bulgaria-Andorra (Sofia) 19.30: Estland-Belgia (Tallinn) EM-bólkur 9 18.00: Jugoslavia-Finland (Beograd) 19.45: Wales-Italia (Cardiff) EM-bólkur 10 16.00: Russland-Albania (Volgograd) 19.30: Írland-Sveits (Dublin) Venjingardystir 18.15: Poland-New Zealand (Ostrowiec) 19.00: Svøríki-Portugal (Göteborg) 20.00: Skotland-Kanada (Edinburgh) 20.45: Spania-Paraguay (Logrono) Landsdystir í dag C M Y K 24