mikudagur 16. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 198 - 16. oktober 2002
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Hóast flestu ítróttaráhug-
aðu óivað fara at sita
framman fyri sjónvarpið
ella lurta eftir útvarpinum,
meðan føroyska landsliðið
á útivølli roynir seg móti
Týsklandi, gera ikki øll tað.
Í Hoyvíkshøllini spæla
bestu mansliðini hjá KÍF og
Kyndli dyst klokkan 20, og
hóast tað hevur verið um-
hugsað at flutt hann, verður
dysturin kortini spældur.
– Vit hava fyrst og fremst
áhuga fyri hondbólti, og tá
dysurin hartil eisini er
lagdur frammanundan, má
fótbóltur koma í aðru røð,
sigur Kári Durhuus, sum er
venjari hjá kollfirðingum.
– Tað kann væl vera, at
tað verður eitt sindur tóm-
ligari við áskoðarum, enn
tað onkuntíð hevur verið,
men vit kunnu ikki flyta
okkum, hvørja ferð okkurt
á skránni í fótbóltinum, tí
hjá okkum ræður fyrst og
fremst
um
at
spæla
hondbólt.
Hann sigur kortini, at teir
hava umhugsað at flutt
dystin, men at tað fór at
verða ov nógv stríð av tí, til
at tað loysti seg. Og tá
menn eru sinnaðir at spæla,
heldur Kári Durhuus heldur
onga orsøk vera til at flyta
dystin.
– Fólk kunnu taka hann
upp á sjónband, og onkur
kanska eisini fer at lurta,
samstundis sum hann hygg-
ur at okkara dysti, heldur
hann.
KÍF og Kyndil spæla eisini
Stóru tjóðirnar vinna sjáldan stórt
Burtursæð frá 7–0
tapinum í Jugoslavia,
tá føroyingar fram-
vegis grulvaðu í und-
ankapping, so hava
úrslitini ímóti teim-
um størstu á útivølli
verið betri enn á
heimavølli
TÝSKLAND–FØROYAR
Jóannes Hansen
Í kvøld fara Føroyar undir
størsta setningin nakrantíð í
altjóða fótbólti. At Føroyar
skulu spæla ímóti fleirfaldu
heimsmeistarunum og eur-
opameistarunum úr Týska-
landi hevði bara fyri tólv
árum síðani verið full-
komuliga óhugsandi. Men
nú er tað veruleiki, og spæl-
ararnir skulu vita, at allir
føroyingar – heima og ikki
minst burturi – standa aft-
anfyri og lyfta, nú lítli
David er á veg ímóti størsta
Goliat í Europa.
At spæla ímóti einum av
teimum stóru er ikki ókent
fyri føroyska landsliðið og
tíbetur ikki fyri teir flestu,
sum í kvøld fara á vøllin í
Hannover. Føroyar hava
spælt ímóti nógvum tjóð-
um, sum eru góðar og
sterkar. Tá tað snýr seg um
tær størstu, sterkastu og
bestu, so hava Føroyar
spælt ímóti Spania, Russ-
landi og Jugoslavia. Í kvøld
er Týskland á skránni og so
er at vóna, at lutakastið
eina ferð í næstu framtíð fer
at laga seg soleiðis, at
Føroyar verða flokkaðar
saman við onkrum av hin-
um størstu – Onglandi,
Fraklandi, Italia og Hol-
landi.
Stórtapini á heima-
vølli
Hóast jugoslavar eru bólt-
snillingar, so verður Jugo-
slavia ikki í dag roknað
ímillum størstu fótbólts-
tjóðirnar. Men tað varð
sambandsríkið Jugoslavia,
tá Føroyar í mai í 1991
vóru har niðri. Føroyar
løgdu rygg til eyðmýkjandi
7–0
tap.
Síðani
hava
Føroyar tapt fimm ferðir
ímóti Jugoslavia: 2–0 í
Landskrona, 3–1 og 2–0 í
Beograd og 6–0 og 8–1 í
Føroyum.
Burtursæð frá stórkiksar-
anum, tá føroyingarnir vóru
óroyndir og lótu seg lokka
fram á vøllin í Beograd, so
vísa tølini, at tað hevur
roynst betri á útivølli ímóti
Jugoslavia, enn tað hevur
gjørt á heimavølli. Og hetta
er eisini galdandi fyri
dystirnar ímóti Russlandi
og Spania.
Føroyingar hava tvær
ferðir verið í Moskva.
Fyrru ferðina, í 1995, end-
aði tað 3–0, og seinnu ferð-
ina, í 2001, endaði tað 1–0.
Í Føroyum vunnu russarar-
nir í 1995 5–2, og í fjør
vunnu teir 3–0.
Tá Spania í 1996 vitjaði á
Svangaskarði var úrslitið
6–2. Árið eftir vunnu
spaniólar á heimavølli 3–1.
Minnir um Spania
Dysturin í Hannover í
kvøld minnir nógv um setn-
ingin, sum føroyska liðið
hevði fyri sær í Gijón í
Spania leygardagin 11.
oktober í 1997.
Tá vóru nakrir dagar
síðani, at landskappingin
var lokin, og tá varð mett,
at talan var um størstu av-
bjóðingin nakrantíð. Spania
var á odda 2–0, tá 27
minuttir vóru farnir, og tað
var vandi fyri stórskrædli í
2. hálvleiki.
Men dygst undan hvíld-
ini minkaði Jens Kristian
Hansen um munin (føroy-
ingar skoraðu trý av teim-
um seks málunum, sum íalt
fóru ígjøgnum hjá Zubi-
zaretta í allari kappingini).
Føroyingar fingu nýggja
orku, og heimaáskoðararnir
vóru avgjørt ikki nøgdir við
heimaavrikið í 2. hálvleiki,
tá teir bara fingu málið,
sum Enrique skoraði átta
minuttir undan leikloki.
Teir tredivu túsund áskoð-
ararnir góvu alt meiri til
kennar, at teir tóku á við
føroyingunum, sum vórðu
klappaðir av vøllinum.
Átta av spælarunum, sum
vóru við í Spania fyri fimm
árum síðani, eru eisini við í
Hannover. At
tað
eru
nógvir, sum hava nógvar
royndir, eigur at hjálpa væl,
og so er tað ikki so galið í
kvøld at vita, at hagtølini
siga, at tað ofta roynist betri
á útivølli ímóti teimum
størstu, enn tað ger á
heimavølli.
Millum stóru landsliðini, Føroyar hava spælt ímóti, er Jugoslavia. Her eru tað Óli Johannesen og Jens Kristian Hansen, ið tykjast
hava tamarhald á støðuni
Savnsmynd
C
M
Y
K
26
Nr. 198 - 16. oktober 2002
27
27