hósdagur 24. januar 1985síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÉN
Nr. 10 — 24. januar 1985
Fólkatalið
vaks
dupult so
skjótt
Fólkatalið í Føroyum vaks meira enn dupult so nógv í
1984 samanborið við 1983
Í 1984 vaks talið við 659 og í 1983 við 319
Fólkatalið í Feroyum var tann 31
desember 1984
45.464, vísir eitt yvirlit yvir manntalið í kommununum,
sum Landsfólkayvirlitið hevur gjørt
Eitt ár framman
undan búðu 44.805 fólk í Føroyum
Í 1983 fluttu 1064 fólk til landið og 1076 av landinum
Sum tað sæst av yvirlitinum, vóru hesi
sterri í 1984
Í 1983 skiftu 11
343 fólk doyðu
1
tølini munandi
15 kommunu, 674 børn blivu fødd og
Fyri at lesararnir kunna siggja, hvussu gongdin er i
teirra kommunu og eðrum, prenta vit her yvirlitid
hd
Jazzkvøldini
byrja aftur
— Jazzfelagid fingid avtalu vid Dallas
og Klubban um innivist
Nu kunna limirnir i Havn-
ar Jazzfelag finna fram
aftur limakortini, ti nu
byrja jazzkvøldini aftur
Tað fyrsta verður í kveld í
Dallas við rokktónleiki,
sum Jørgen Dahl (key-
boards), Petur Mohr Rein-
ert (bass), Arnbjern Siv-
ertsen (guitar) og Ronnie
Nielsen (trummur) spæla.
Næsta hóskveld spælir
Brongl, tann 7. februar er
jazzorkestrið hjá Hans
Jensen á skránni og tann
14. Snjóuglan
Jazzfelagið fer eisini at
vera í Klubbanum annað-
hvert leygarkveld, fyrstu
ferð 2. februar
A tidindafundi i Dallas
týsdagin varð greitt frå
hesum nýggja tiltaki.
Martin Mouritsen, sum
eigur Dallas, segåi, at
hann hevur roynt alt
meguligt fyri at fáa fólk at
koma hóskveld, bæði
nýggjan og gamlan dans.
Men illa bar til. Tí av-
gjørdi hann at royna jazz
og bjóðaði Jazzfelagnum
helið hóskveld. Felagið
tók av. Martin segði, at
fólki dámar væl tann tón-
leik, Jazzfelagið plagdi at
bjóða. Men felagið hevur
onki heli og tí var upplagt
at bjóða tí Dallas.
Avtalan millum Dallas og
Havnar Jazzfelag er tann,
at fyrsti atgongupen-
ingurin fer til at lena
starvsfólkunum hjá
Dallas. Síðani fær orkestr-
ið. Verður nakað eftir,
verður tað býtt millum
Dallas og Jazzfelagið eftir
einum ávísum prosent-
satsi. Tað er ikki vist,
orkestrini fáa fulla sam-
sýning fyri at spæla. |
versta falli fáa tey ikki eitt
oyra. Orkestrini góðtaka
hesa skipan, varð upplýst
á tíðindafundinum.
Martin Mouritsen segði,
at minst 30 atgongumerki
skulu seljast fyri at gjalda
starvsfólkalenirnar. Men
báðir partar vóna og
vænta, at so tómligt
verður ikki. Dallas tekur
annars 300 fólk
Jazzfelagið upplýsti, at
avtalan vid Klubban
byggir å somu prinsipp
sum avtalan vid Dallas.
Jazzfelagið hevur ligið
stilt eina tíð. Limatalið er
komið heilt niður á
hundrað. Av tí limagjaldið
fyri 1985 er ikki kravt enn,
eru limakortini fyri 1984
framvegis galdandi.
Kostnaður og treytir fyri
atgongd eru annars tey
somu sum fyrr, varð upp-
lýst á tíðindafundinum
týsdagin.
|
Stendur á sama stað
— Góður mánaður síðani Greenland Star strandaði
Tann 1857 tons stóri trol-
arin Star
stendur enn á sama stað
Trolarin fór á land í inn-
siglingini til Paamiut
beint fyri jól. Hann var á
veg út úr havnini í óveðri,
tá teir fingu trupulleikar
av akkerinum og róku á
eitt sker.
»Grønlandsposten« skri-
Greenland
var í síðstu viku, at í
vikuni fyri lak olja úr
maskinrúminum og vandi
ri
er framvegis fyri oljuleka
Greenland Star
130 tons av olju i
hevði
tang-
unum, tá hann fór á land
Stersti = parturin
pumpaður yvir í ein tanga-
bát, enn er
eftir. Ur maskinrúminum
eru pumpað millum 20 og
30 tons, skrivar
landsposten«.
Blaðið skrivar eisini, at
tað mesta av lastini er
bjargað. Talan er um flak
varð
men nakað
»Grøn-
av steinbíti, toski og
kongafiski. Flakið varð
lagt upp í Paamiut,
pakkað og sent hadani,
helst til Noregs
Eitt reidari í Maniitsoq
(sukurtoppinum) eigur
Greenland Star, sum er
bygdur fyri 20 árum síð-
ani. Reiðaríið er dóttur-
felag hjá einum norskum
havfiskifelag
hd
Tað er óvist, hvat verður
av trolaranum. Sum hann
liggur, forðar hann ikki
skipaferðsluni. Men glíður
hann av aftur, so endar
hann í siglingarrennuni.
Nógv varð stolið av
skipinum, eftir at
manningin var farin í land