hósdagur 24. januar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Búskaparliga
omanlopið
HAR ein skriða er lopin, er onnur
væntandi. Hetta so rámandi orða-
takið mugu føroyskir veljarar og
politikarar enn einaferð ásanna, nú
nýggjasta frágreiðingin frá Ráðgev
andi Nevndini viðvíkjandi Føroyum
er almannakunngjørd.
TAÐ hevur leingi ridla á borgarliga
leikpallinum. Kortini hevur nú fyrr-
verandi løgmadur, Pauli Ellefsen,
barst sum úlvur á skóg fyri at forða tí
stóra omanlopinum — tí búskaparliga
endabrestinum, ið hann helst hevði
ætlað onkrum øðrum
TAÐ hevur á einhvønn undrunnarver
dugan hátt eydnast fyrrverandi løg-
manni at káva út yvir veruligu stød-
una, sum føroyski samfelagsbuskap-
urin hevur verið í. Hann royndi m.a. at
framskunda løgtingsvalid áðrenn tað
kom í ljósmála, at kreppa var við at
snikja seg inn í øll lið í samfelagshús
arhaldinum.
KREPPAN varð m.a. avdúkað av
samstarvsfelaga táverandi løg-
manns, Anfinni Kallsberg, lands-
styrismanni i samrødu í útvarpinum.
Um fiskimálaráðharrin tá »fortaladi«
seg. ella um hann ikki hevði sam
vitsku at goyma hesa kreppustødu
innan í sær longur, má lesarin sjálvur
meta um. Men út kom tað so, og var
tað júst hetta, sum fleiri andstøðu
politikarar m.a. formaður javnaðar
floksins, Atli Dam, høvdu sagt frá
ferð eftir ferð. Nú kom tað so eisini
frá munni landsstýrismansins
HÓAST hesar mongu sannroyndir, so
loyvdi táverandi løgmadur, Pauli
Ellefsen sær til at bagatellisera
kreppustøduna i sini nyggjårsrødu og
helt fyri, at tað nú als ikki stóð so
galið til. Hann segði m.a. í hesi fyrstu
valtalu síni til komandi løgtingsval
um fýra ár, at nýggja landsstýrið
kundi vera errið av at hava fingið litið
upp í hendi at stýra einum so trygg
um og búskaparliga vælfyriskipaðum
samfelag
Útgevari:
P/F Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
oddagrein
OG nú kom so endaliga omanlopid, ið
bert staðfestir tað, sum m.a. and-
stødan frammanundan hevur sagt.
Nevniliga at tað stendur alt annað
enn væl til, og at eitt landsstýrið, ið
skal taka upp eftir teir borgarligu,
verður meira at virka sum ein kata-
strofunevnd enn sum eitt livandi og
virkið stýri, ið bert nýtist at smyrja
eitt sindur, fyri at alt samfelags-
maskinaríið kann mæla víðari.
RÁÐGEVANDI nevndin, sum danska
forsætismálaráðið hevur sett til at
koma við úttaliisum um føroyska bú-
skapin, sigur m.a. at tað er ógvuliga
torført hjá føroysku myndugleik-
unum at fáa tamarhald á tí álvarsligu
gongdini í búskapinum tí neyvan ber
til at økja um útflutningin hvorki av
fiski ella ødrum vørum.
NEVNDIN sigur vidari, at seinastu
nógvu árini er einki stig tikið til at fáa
javnvág millum ødrumegin fram-
leiðslu og hinumegin nýtslu og iløgur.
Heldur eingi stig eru tíkin til at loysa
vinnulívið frá landskassaveðhaldum
og studningum.
ER nakar logikkur til í politikki, so
hevur alt Føroya fólk nú fingið eyguni
upp fyri, hvussu villleiðandi fyrrver
andi løgmaður hevur verið. At hann
skuldi brúka sjålva nyggjårsrøduna,
ið átti at verið ein saklig og uttanvelt
að frágreiðing um stóðu samfelags
ins, til at greiða fólki frá, hvussu væl
er stýrt við sambandsflokkinum á
odda hesi fýra árini, má verða mong-
um ovboðið.
MEN man ikki júst henda dáragerð
Paula Ellefsens fara at raka hann og
flokk hansara nakað so meint aftur,
tá val verður aftur um fýra ár. Tá fara
veljararnir helst ikki at hava gloymt
gitnu verjurødu hansara við árslok í
1984. Tann rødan kann fara at vera
honum ein beiskur biti í framtíðini
Men »som man reder, sá ligger man«
og tad fer undanfarni løgmadur at
sanna
jamii
Nr. 10 — 24. januar 1985
Til Tórshavnar byråd og Tórshavnar Uttanbiggja kommunu
Viðvíkjandi Sanda
Hver ikki sum
smábarn tá tú spældi
framvið í áum bæði á bygd
og í bý? Tutlandi áir, ið á
summardegi vístu sítt
vakra umhvervi, men sum
nú innan nekur fá ár eru
vorðnar stinkandi sevja,
ið renna í dølum og haga
har bygt er og verður. Hví
er so stór broyting farin
fram, kundi tú spurt.
minnist
Tað sum fær meg at
taka til pennin er, at
Sandá verður dálkað
meira og meira. Verður
talan um tað sama viðvíkj-
andi Sandá sum Havnará,
verður henda áin eisini
legd undir betong.
Eri vitandi um at
hevuðskloakk er ella
verður gjørd framvið
Norðara Horni í Havnar-
dali. Kunnu vit verða
trygg í, at henda kloakk
verður 100% trygg so tey
ið flyta út hagar fram-
vegis kunnu njóta vakra
umhvervið, t.d. um 20-25
ár
Millum manna hevur
verið tosað um at fingið
ein part av Havnará
undan kavi aftur, men um
má áin fyrst
reinsast, so hon verður
eitt príði eins og hon var
so verður
fyri mongum mongum
árum síðani
Var grundin til at
Havnará varð legd undir
betong tann, at hon var so
skitin, so er at vóna at ikki
sami feilur verður gjørdur
viðvíkjandi Sandá. Tórs-
havnar byråd og Tórs-
havnar Uttanbiggja-
kommuna tit hava møgu-
leika at seta tiltøk i verk,
so henda åin kann mynda
landslag okkara komandi
ættarlidum til gledi.
Vid hesum ætladi eg
mær eisini at seta áður
nevndu myndugleikum
nakrar spurningar, sum
vónandi fáa svar í bleð-
unum:
1. Hver er ætlanin við
Sandá framyvir nú tað
hoyrist at talan er um at
byggja framvið nærum
allari ánni?
2. Hvussu langt verður
bygt frá ánni?
3. Er nekur meting
gjørd viðvíkjandi hvat tað
kostar at fyribyrgja eini
og hverjari dálking av
ánni?
4. Ella verður tað so
leiðis um fá ár at lok má
leggjast á?
Eitt er heilt givið at við
tí bygging av bæði sethús-
um og ídnaðarvirkjum
framvið Sandá í dag, so m
má verða farið til verka
beinanvegin, soleiðis at
hetta vakra umhvervið
ikki eins og mong onnur
verður fjalt innan fá ár
Hans Joensen
Argir 22.1.85
Glogt er gestsins eyga!
Tá eg var uppi í Feroyum í
jólaferiu, var tað sreliga
tað nýggja almenna sjón-
varpið, ið setti seg fast í
hug amínum.
Tað at sjónvarpið sendir
filmir við útlendskum
teksti (donskum) hoyrir
ongastaðni heima. Tú
sært ikki útlendskan tekst
undir filmunum her í Dan-
mark, og tað gert tú
heldur ikki í eðrum
londum.
Góði Jógvan Asbjørg
um tað ikki er ráð til at
teksta útlendskar filmar,
so slekk sendaran til tit
fáa ráð. Tað kann ikki
verða meiningin, at ein al-
mennur stovnur ikki skal
hava meira virðing fyri
okkara móðurmáli, enn 30
minuttir 2-3 ferðir um vik-
una.
Eg vóni, at tú tekur
hettar so álvarsliga at
hetta verður broytt.
Tey, ið geva slíkum ans,
vilja óiva verða samd við
mær í, at hetta eigur at
verða broytt beinanvegin
R. Hansen
Munur á fastari senditið
og at vera útihýstur
Feroya Handverkarafelag
er fegið um, at sjónvarps-
stjórin í Sosialinum nr. 6,
gjørdi viðmerkingar til
opna brævið frá felagnum
Í hesum svari staðfestir
skeiv
hava
hann júst tann
leikan, vit vilja
Pad, at
einsamallur
hvat skal
broyttan sjón
varpsstjorin
kann avgera,
|
Í
|
setiarbeidi.
Tíðindablaðið SOSIALURIN
| Setiarbeiði
| Kunnu nú átaka okkum nakað av |
sendast, og hver skal úti-
hýsast
Um so er er ongantíð ov
skjótt at fáa samtyktina
broytta
Tá tað snýr seg um al-
mennar lógir,
arbeiðaravernd
sosum
sum er
galdandi fyri allar borg-
ber
rar
samfelagnum
illa til, at tosa um åhuga-
——
bólkar.
Tað er munur á at hava
fasta senditíð og at vera
útihýstur.
Við heilsu
Feroya Handverkarafelag
Hegni Hejgaard
6
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur
A