leygardagur 26. januar 1985síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HVAT ÆTLAR SEV.?
“
}
HVORJAR ERU GRUNDIRNAR
Tryggleiki.
Skyldan hjá S.E.V. er altíð at veita brúkar unum
nóg nógvan streym, bæði yvir stytri tíð (mið-
dagsmáttin) og yvir longri tíð. Fyri at veita
tryggan streym yvir longri tíð krevst stór olju-
goymsla ella stór vatngoymsla. Um nú trupult
verður at fáa olju til landið, so er ein stór hjálp í
um vit hava stórar vatngoymslur. Hettar er ein
av grundunum til at S.E.V. hevur gjørt av at
byggja vatnorkuna út.
Ein annar stórur fyrimunur við vatnorkuverkum
er at tey í rakstri eru nógv meira álítandi enn t.d.
dieselmotorverk ella kolorkuverk.
Búskapur:
Ílegurnar í vatnorkuverk eru sterri enn í diesel-
motor- ella kolorkuverk. Men lutfalsliga fer ikki
so nógvur peningur av landinum tá vatnorkuverk
verða bygd sum tá dieselmotor- ella kolorkuverk
verða bygd. Mett verður, at tá vatnorkuverk
verða bygd verða 50% av fløgunum útgoldið til
fyritøkur og einstaklingar her å landi, medan hin
50% fara av landinum fyri keyp av turbinum
generatorum, transformarum, eðrum maskin- og
tilfarsveitingum
Tá dieselmotor- ella kolorkuverk verða bygd,
verður mett at 30% av ílegunum verður útgoldið
her á landi meðan 70% fara av landinum
Sjálvt um hesin munur er ímillum býti av fløg-
unum so verður peninganegdin, ið fer av land-
inum, eitt sindur sterri tá vatnorkuverk verða
bygd enn tá dieselmotorverk verða bygd.
Men í rakstrarútreiðslum er stórur munur á hes-
um verkum, og kemst tað av at dieselmotorverk-
ið skal hava olju. Útreiðslurnar til olju eru ímill-
um 40-65 oyru pr. kWh. Rakstrarútreiðslurnar av
vatnorkuverkunum í Vestmanna eru 7 oyru pr.
kWh.
Eisini er livitíðin á einum vatnorkuverki nógv
longri (40-60 ár) enn á einum dieselmotorverki
(15-20 ár).
Umhvervi
Tað er ilt at meta um hvat hevur sterst ávirkan á
umhvervið — útbygging av vatnorkuni ella
dieselmotor- og kolorkuverk. Hetta kemst av at
tey hava ymist árin á nátúruna. Vatnorkuverk
breyta umhvervið har vatngoymslurnar verða,
men hava avgjert onga dálking við sær. Motor-
ella kolorkuverk broyta umhvervið í minni mun,
men hava luftdálking við sær, og vandi er eisini
fyri aðrari dálking um óhapp eru á verkinum.
Broytingin av umhvervinum er einasti vansin við
vatnorkuverkum, og í eðrum londum verður
ymist gjert fyri at minka um árinini.
Við at ganga væl um tá bygt verður og fjala
óneyðug spor og gera ávísar ábetur tá arbeiðið er
liðugt, kann vatnorkuverk gerast soleiðis at
byrgingar, vegir og ánnað fellur væl inn í lands-
lagið, og árinini í aðrar mátar verða lítil.
Samandráttur:
Út frá omanfyri nevndu grundum og fleiri ymisk-
um tekniskum upplýsingum um hesi verk og ver-
andi elskipan hjá S.E.V. er avgjert at byrja við at
byggja vatnorkuna út við tveimum turbinum, ið
tilsamans hava sama mátt sum tann stóri diesel-
motorurin á Sundi, t.e. 12 MW. Ætlanin er at
byggja vatnorkuna út við eini turbinu afturat,
men hvussu stór hon skal verða, og hvar hon skal
standa er ikki avgjert enn.
NÆSTA STIGIÐ: VATNORKUÚTBYGGING
Í NORÐUREYSTUROY
Raðfylgjan í málviðgerðini
ll] *
CF]
C=1 ;
Sum myndin omanfyri vísir er byggimálið býtt í
tríggjar partar: leiðsla, projektering og bygging.
Leiðsluna hevur S.E.V, meðan projekteringin er í
tveimum pertum. Ein viðvíkjandi byggiarbeið-
um, ið Landsbyggifelagið og Hejgaard á Schultz
hava um hendi, og ein viðvíkjandi maskin- og el-
tekniskari útgerð, ið danska fyritøkan P. A.
Petersen tekur sær av.
Byggiarbeidi verða býtt í sjálvsteðugar partar.
T.d. vegir, bygningar, tunlar, byrgingar o.a.
Hver partur skal so gerast av einum ella tveim-
um byggifelegum í felag. Vegurin til kraftsteðina
er byrjaður og er tað Guttesen á Staksberg og G.
Waagstein ið gera arbeiðið. Samráðingar eru við
trý onnur feroysk byggifeleg um at fremja aðrar
partar av arbeiðinum. Tað er Højgaard á Schultz
sum skal samskipa hesi arbeiðir og verða hevuðs-
arbeiðstakari.
Maskin- og eltekniska útgerðin verður veitt av
útlendskum fyritøkum og uppsetingin verður
gjørd av hesum fyritøkum og S.E.V. í felag.
. > }
ml]
(' ra ] Syggerde
—
rr.
I
Tidarætlan fyri Eidi 1.
Meting um prisgongdina
Vid ílegunum i vatnorkuútbyggingina og nýgg
um el-linjum sum grundarlag hevur S.E.V. gjørt
utrokningar av hvat streymprisurin kemur at
verða framyvir.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í streymprís-
inum til nú og framyvir. Á somu mynd er eisini
víst ein inflatión ið er sett til + 8% pr. år.
Myndin vísir at streymprísurin fer ikki at hækk.
so skjótt sum aðrir prísir í samfelagnum.
Oyru pr. kWh
004
Umhvervisárin.
Yvirfriðingarnevndin hevur í sínum áliti viðgjert
tey árin á umhvervið, sum vatnorkuútbyggingin
í Norðureysturoy verður mett at elva til. Álitið
byggir á tær metingar, sum serkønir stovnar
hava gjert um umhvervisárinið.
Í álitinum hevur yvirfriðingarnevndin ásett
hvørji tiltøk S.E.V. skal seta í verk sum treyt fyri
at loyvi verður givið til vatnorkuútbyggingina. Í
hevuðsheitum snúgva treytirnar seg um, at øll
bygging skal laga seg til landslagið, at vatnsteð-
an í Eiðisvatni aftaná útbyggingina broytist
minst meguligt, at neyðugar fornfreðiligar rann-
sóknir skulu gerast, at bett verður um teir gýt-
ingarmeguleikar, ið fara fyri skeyti, at Stórá í
Funningi framyvir fær eina hóskandi vatnfering,
og at S.E.V. skal gjalda framhaldandi lívfreðilig-
ar kanningar av Funningsfirði.
Hetta tilfar er gjørt av SEV og sent øllum blødunum.