Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HVOR EIGUR S.EN.? S.E.V. er ein interkommunalur felagsskapur. Hettar merkir, at limakommunurnar eiga felagið. Allar kommunur í Føroyum eru limir í S.E.V., ið er skipað sum eitt lutafelag. Kommunurnar velja umboð í umboðsráðið, eitt umboð fyri hvert byrjað 1.000 íbúgvaratal. Valt verður eftir hvert kommunuval. HVOR STÝRIR S.EV.? Umboðsráðið, sum telur eini 75 fólk, velur stýrið fyri S.E.V. Stýrið er sett saman av sjey limum, hver umboðandi sítt meginøki. Økini eru Vágoy, Norðurstreymoy, Tórshavn, Eysturoy, Norður- oyggjar, Sandoy og Suðuroy. Kommunurnar i hvørjum einstøkum øki seta fram uppskot til teirra umboð, meðan umboðsráðið velur stýrið. Umboðsráðið setur stjóran í felagnum. Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum. HVAT GER S.E.V.? Í viðtekunum fyri elfelagid S.E.V. stendur í 1. grein, 4. petti: „Endamál felagsins er at fáa til vega elmegi og býta hana millum íbúgvar limakommunanna«. Í kunngerð frá 5. oktober 1963 hevur Feroya Landsstýri givið S.E.V. einkarrætt til at nýta vatnorkuna í Streymoy, Eysturoy, Vágoy og Suðuroy. Í somu kunngerð áleggur Landsstýrið S.E.V. at tryggja limakommununum streym. Loyvið er galdandi í 50 ár. Fyri at rekja hesar skyldur hevur S.E.V. bygt upp eina skipan av framleiðsluverkum, býtis- verkum, rakstri og fyrisiting. Samlaða framleiðslan fyri árið 1983/84: 170 mill. kWh Fíggjarliga býtið fyri árið 1983/84: Inntekur kr. 156 mill. Útreiðslur til olju kr. 63 mill. Aðrar útreiðslur kr. 33 mill Rentur og avdråttir kr. 60 mill. Manningin at taka sær av dagliga arbeidinum: Framleiðsluvirkir Býtisvirkir og linjur 76 Fyrisiting 23 FØROYSKI ORKUTØRVURIN Mill. KWh 250 Ovara myndin sýnir, hvussu stóra orku S.E.V. hevur framleitt um árið til dagin í dag, og hvussu stóra orku S.E.V. metir tað verður neyðugt at framleiða í komandi árum. S.E.V. roknar við ein- um vekstri uppá 5% árliga. MW Á Niðara myndin vísir, hvussu nýtslan skiftir eitt vanligt samdegur. Í letuni verður tervurin á elorku nektaður við vatn- og dieselorku. Sum er, hava S.E.V.-verkini tilsamans nærum 50 MW til at framleiða hesa orku við. Við hesum mátti ber til at tryggja nóg nógvan streym tær tíðir á degnum, tá nýtslan er sterst, hóast stersta yamleiðslueindin stendur still (dieselmotorurin á Sundi sum gevur góð 11 MW). Av trygdarorsekum er tað framhaldandi neyðugt í minsta lagi at hava ein yvirkapacitet uppá góð 11 MW, tá nýtslan er sterst. Um ikki stig verða tikin til at útbyggja fram- leiðsluorkuna, verður steðan tann, at S.E.V. á heysti 1986 ikki kann veita brúkarunum trygd fyri nóg góðum streymi. vw 84 ss 996 Sum tað sæst á myndini, væntar Orkuráðið, at streymnýtslan veksur meira enn S.E.V. metir. Verður hetta so, kunnu trupulleikarnir koma fyrr. MOGULEIKAR Í FRAMTÍÐIN! Sum myndirnar frammanfyri vísa, verður neyð- ugt at hava meira mátt tekan í framleiðslu- skipanini á heysti 1986. Tað eru ymsir megu- leikar at nøkta hendan tørv, men teir ið kunnu koma uppá tal eru vatnorkuverk, dieselmotor- verk og kolorkuverk. Dieselmotorverk. Í einum dieselmotorverki er tað ein dieselmotor- ur, sum drívur generatorin, ið framleiðir elork- una. Meginlutirnir í einum slíkum verki eru dieselmotorurin, generatorurin, transformarar og oljugoymslan. Úr einum tonsi av olju fæst ímillum 4400 og 5000 kWh. Hettar er umleið 40% av orkuni, ið er í olj- uni. Restin verður til hita, sum fer út í gjøgnum útstoytið og við kølivatninum. Kolorkuverk. Í hesum verkum verður kol nýtt sum brennievni. Kolið verður fyrt i ovnar, sum framleida damp. Hesin dampur drívur dampturbinur, sum dríva generatorar, ið framleiða elorkuna. Úr einum tonsi av koli fæst ímillum 2000 og 2200 kWh. Hettar er umleið 30% av orkuni, ið er í kol- inum. Restin verður til hita, ið fer upp igjøgnum skorsteinin og við kølivatninum. dl Vatnorkuverk. Vatnorkan verður útvunnin við at tunlar og byrgingar verða gjørdar í erva, soleiðis at vatn kann verða savnað og goymt. Frá vatngoymsluni verður vatnið ført gjøgnum tunnil ella rør til orkusteðina, har vatnið drívur turbinur, ið dríva generatorar, sum framleiða elorku. Størri hæddarmunur ímillum vatngoymslu og orkusteð gevur meira elorku. Minni vatnnegd gevur eisini minni elorku. Aðrar orkukeldur. Aðrar orkukeldur finnast eisini. Nevnast kunnu vindorka og alduorka. Men sum greitt frá frammanundan, skal S.E.V. til eina og hverja tíð nekta máttartervin, sum er sterst um middags- leitið ein gerandisdag. Hetta ferir við sær, at S.E.V. ikki í nakran ser- ligan mun kann rokna við hesum orkukeldum, tí tær eru ikki altíð tøkar, — men skifta eins og veðrið. Hetta er eisini galdandi fyri vatnorkuverk við ongari vatngoymslu.