leygardagur 26. januar 1985síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IW. 11 — £0. Jartuar 1900
Álendskt sjálvstýri
Tær stóru, bæði politisku og sosialu,
rembingar, sum fyrra verðinskriggj
hevði vid sær, gjørdu, at russiska
keisaraveldið for at ridla, og tå ið tað
frættist, at Nicolaj II, keisari, hevdi
lagt frå sær, 15. mars 1917, vistu
fólk, at endi var á ti gamla stjórnar-
lagnum í Ruslandi.
Í november 1917 boðaðu teir
nýggju menninir í Kreml við Vladi-
mir Lenin á odda frælsi fyri allar
fólkaminnilutar, ið hevdu verið
innan fyri tað russiska keisara-
veldið. Hesir minnilutar skuldu
sjálvir gera av, hverja stjórnar-
skipan teir skuldi hava, og hverjum
teir vildu vera saman við. Hetta var
fyrstu ferð, at grundreglurnar um
sjálvsavgerðarrætt hjá fólkaminni-
lutum vórðu orðaðar so týðiliga. Nú.
meir enn sekstisjey ár aftan á fræls
isboðskapin hjá Lenin, kunnu vit
ætla um, antin russar hava gjert
eftir yvirlysing hansara.
Tá ið boðskapurin úr Kreml frætt
ist til Ålands, fóru ungir álending:
il rKa r lóru ur oygg) 1 oyggj
ðar i i K
t HH segdu y
ftur ið Svoriki
lu sær til ski
Ju um hjálp, og sviar
pa Alandi. Men Fin
land, ið 6. desember sama ár (1917)
heyði fingið sjålvstyri við at visa til
sjálvsavgerðarrættin hjá ellum
minnilutum, var ímóti ynskinum hjá
álendingum, og álendingar máttu so
stríðast enn í 4 ár inntil ein endalig
avgerð fekst
Í januar 1919 var ein sendinevnd
úr Álandi í París, har
ráðing var aftan á fyrra verðins-
kriggj, fyri at fáa friðarsamráðing-
ina at taka sær av Álands sak, men
har spurdist einki burtur úr. Seinni,
tá tað frættist, at franski forsætis-
ráðhrrin George Clemenceau hevði
hildið eina talu, sum kundi skiljast
soleiðis, at friðarráðstevnan fór at
taka undir við krøvunum hjá álend-
ingum, skundaði stjórnin í Finlandi
sær til at gera uppskot til eina sjálv-
stýrislóg fyri Áland. Hetta lógar-
uppskot varð viðtikið í finska ríkis-
degnum 30. april 1920.
Men álendingar vildu ikki ganga
frá kravinum um at koma saman
aftur við Sveríki, og 1. mai 1920 var
ein álendsk sendinevnd í Sveríki og
hitti svenska kongin á slottinum í
Stockholm. Har søgdu álendsku
sendimenninir, sum teir so ofta
høvdu sagt fyrr, at teir einki logdu í
tað sjálvstýri, sum Finland bjóðaði
teimum.
Stutt aftan á, at álendska sendi-
nevndin var komin heim aftur úr
Stockholm, komu finski forsætisráð-
harrin og tveir aðrir ráðharrar til
Mariehamn og boð vórðu send eftir
kommunu- og statsfulltrúum
friðarsam-
UIUNIUAUIHOIO !
at koma til fundar. Fundurin varð
hildin á ráðhúsinum í Mariehamn og
til
samkomuna og segði m.a., at Fin-
land altíð við vælvilja vil ganga
krevum frá álendingum á meti, og
um álendingar vildu broyta sjálv-
stýrislógina, so vildi finski ríkisdag-
Hann bað
samkomuna taka við hesi lóg og
byrja at brúka hana. Hann segði
eisini, at finska stjórnin hevði frætt.
at ábyrgdarleysir persónar arbeiddu
finski forsætisráðharrin talaði
urin taka undir við ti.
fyri at skilja Áland frá Finlandi.
Hann vildi ávara allar og siga, at
finska stjórnin fór at fara harðliga
móti slíkum royndum.
Aftan á finska forsætisráðharran
fekk Julius Sundblom, blaðstjóri,
orðið, hann var ein av hovuðsmonn-
unum fyri, at Áland skuldi sam
einast við Sveríki. Julius Sundblom
talaði vegna allar ålendingar, sum
vildu sleppa aftur til Sveríki. Hann
segði stutt, at álendingar einans
høvdu kravt s ma rætt um aðrir
] I l I gåamia russara-
IF ið folkaatl vødu at
1 3 d
í i ' P
ra x Í
i x H h x % x
im tt Sjá ; sum lt KK
høvdu bíðið ur Soleiðis endað
voru Julius Sundblom og varaher
aðshevdingi Carl Bjørkmann tikni:
og fluttir úr Ålandi. Carl Bjørkmann
var saman við Julius Sundblon
annar av hevuðsmonnunum fyri, at
Aland skuldi koma saman aftur við
Svøriki
Aftan á hvassa skriving millun
Finland og Sveríki, fekk Ongland
beint trætuna um Áland til Fólka-
sambandið (Folkenes Forbund). Teir
fongslaðu lendingarnir vórðu
demdir fyri at birta uppundir landa-
svik, men teir vórðu náðaðir, sjálvt
um teir ikki hovdu biðið um náði
Fólkasambandið skipaði
nevnd av løgfrødingum til at
Alandsspurningin frá einum fólka
rættsligum sjónarmiði Henda
nevnd kom til tað úrslit, at Áland
var tikið av russum aftan á, at Fin-
land varð tikið, og at álendingar á
einum interkommunalum fundi i
Finstrøm 20. august 1917. áðrenn
Finland var skipað sum sjálvstað-
ugur statur, hevdu gjert vart við. at
teir vildu sameinast aftur við Sve-
ríki, ið teir hevdu verið saman við
líka síðani steineldina, men sum
teir, vegna valdsgerðir, høvdu verið
skildir frá í hundrað ár.
Spurningurin um, hvat land
Áland skuldi vera saman við. var
ikki ein innanhýsis finskur spurn-
ingur men ein alheims spurningur,
sum Fólkasambandið átti at við-
gera. Lógfreðisliga nevndin gav so
statt álendingum viðhald.
eina
kanna
Framhald
Síða 13
=
Í 1876 áttu álendingar 230 skip, og teir bygdu skipini sjálvir, stór skip, sum teir sigldu
við á ellum heimsins høvum. Her álendska skipið Sylfid við Cap Horn í 1912
Hevuðsstaðurin á Ålandi, Mariehamn, varð helst grundaður av russiskum ávum., og
ætlanin var, at býurin skuldi verða ein stuttleikabýur. Hagar komu rikfólk ur eilum
Ruslandi at stuttleika sær. Myndirnar eru frá teirri tíðini