týsdagur 29. januar 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 29. januar 1985
Riisager
Tað eru nú nekur ár síð
ani, at danski vindmyllu-
byggjarin Christian Riis
ager kom til Feroya at
tekna vindmyllur. Hann
hevur samstarvað við
Birgir Enni og Bjarna
Joensen og hava teir
felagið Riisager El-vind-
myllur í Vágum
Fyrst varð ein royndar-
mylla gjørd og sett upp í
Vágum. Útlendingar
hoyrdu um hesar royndir-
nar at gera vindmyllur í
Føroyum og gjørdust sera
áhugaðir. Onkur amerik-
anari hevur verið í Vágum
fyri at gera sáttmála um
myllur.
Annars hava teir fingið
fyrispurningar um fleiri
túsund myllur til USA.
Men vindmylnufram-
leiðsla er nýggj i Før-
oyum, so tað er at ansa
sær, at ein ikki fer longur
enn ein grynnir í byrj-
anini.
Í fjør heyst fingu teir so
ein sáttmála um fleiri
Mads kann vera fegin. Allar vindmyllurnar eru settar upp og restar nú bert í at seta
tær til elnetið
vindmyllur og vóru hesar
avskipaðar til USA sein-
ast í árinum. Tað eru hes-
ar myllur, sum nú eru
settar upp í California
Fyri at klára hesar fyrstu
myllurnar hevur verið
neyðugt at fáa hjálp frá
donskum skipasmiðjum,
ið hava gjørt partar av
myllunum.
Men ætlanin er at gera
sum mest í Feroyum. Tað
er so heldur einki loyndar-
mál, at verður henda
framleiðsla til nakað, so
kann hon koma at geva
smiðjum og skipasmiðjum
arbeiði í framtíðini. So út-
litið er sera gott. Nú um-
ræður so at fáa tær fyrstu
vindmyllurnar at koyra.
Sjálvur heldur Birgir
Enni, at amerikanarum
dámdu væl føroysku vind-
myllurnar og teir eru hug-
aðir at útbyggja vind-
mylnuparkirnar munandi.
Teir eru sera illa royndir
av kjarnorku og vilja tí
gera alt tað teir kunnu at
útbyggja orkuskipanina
við vindmyllur
Birgir Enni sigur víðari,
at tað hesa tíðina er ikki
tann mesti vindurin í Cali
fornia. Vindtíðin er um
summarið Men teir
vænta so at koyra myllur-
nar í hesum ella næsta
mánað
jan
FERÐSLUTRYGD
er altíð at vera
blanka edrúur
L
088. 000
ég
=
#
+
Renten aged
UA WA VAR SME SE ODN 55 EN SI me
De
8
Vesturtugvu i nøkur år
Lønutgjaldarar
Eftir 118. gr. i løgtingslåg nr. 86 frå 1. september 1983 um landsskatt og
kommunuskatt skulu øll, sum í 1984 hava útgoldið A-inntøku, t.v.s. løn,
fritidarpening, samsyningar v.m., i seinasta lagi 31. januar 1985 lata
kommunala likningarvaldinum i heimakommununi fullfiggjad yvirlit yvir
hesar útreiðslur.
Yvirlitið skal sýna ta upphædd, sum samanløgd er åvist í 1984 sum A
inntøka í tíðarskeiðnum 1.4.—31.12. og útgoldin sum løn v.m. í tíðar
skeiðnum 1.1.—31.3. til tann einstaka løntakaran.
Navn, persóntal, bústaður og bústaðarkommuna løntakarans skal til-
skilast saman við møguligum ødrum upplýsingum, ið kunnu sanna hver
hanner.
Harafturat skal tilskilast tað tíðarskeið, sum inntøkan er vunnin i.
Afturat teimum longu nevndu upplýsingunum um útgoldna A-
inntøku, skal upplýsast um møguligar fríar ágóðar, t.v.s. frían bil, frí hus,
fría telefon, sum latnir eru av upplýsingarskylduga.
Upplýsingarskyldan fevnir eisini um útgoldna ella góðskrivaða
samsýning til rithøvund ella tónaskald, eins og samsýningar til utiinn-
andi listafólk av einum og hverjum slag, í tann mun henda inntøka er at
rokna sum A-inntøka.
Løn, sum endaligur rættur er vunnin til i 1983 ella fyrr, og sum ikki er
uppgivin å lønarsedli fyri 1983 ella fyrr og sum ikki er utgoldin løntakara
vid års enda 1984, skal takast vid å lønarsedilin fyri 1984. Upplysingarnir
skulu, har ikki annað er avtalað vid líkningarráðið, latast á teimum oyði-
blødum, sum kommunala líkningarvaldið hevur sent út fyri líkningarráð-
ið, og skal, sum frásagt, latast kommunala líkningarvaldinum í heima-
kommununi.
Leggjast skal til merkis, at upplýsingarskyldugu samstundis skulu
leggja við undirritaða váttan um, hvussu nógvir lønarsedlar eru við-
lagdir, og hvussu stór peningaupphæddin er samanløgd.
Har id lønin er goldin við millummanni, og arbeiðsgevarin er ikki førur
fyri at geva hesar upplýsingar, hvílir skyldan á millummanninum.
Sum nevnt fevnir upplýsingarskyldan um øll, sum hava útgoldið A-
inntøku, t.v.s. eisini stovnar og feløg, sum ikki sjálv eru undir skatt-
skyldu, eins og almennar stovnar og yvirhøvur allar persónar ella feløg,
sum rinda fólki løn fyri avrikað arbeiði, so sum samsyning, provisión
o.ti. í samband við virkið teirra.
Legg eisini til merkis, at løntakarin skal hava eintak av lønarsedlinum.
Víst verður annars til vegleiðingina, sum er send út saman við oyðu-
bløðunum og til 118. gr. í log um samtíðarskatt, sum er at finna endur-
prentað í bóklinginum »Vegleiding til ávísingarskyldugar arbeidsgev
arar«.
Persónar, ella tå id talan er um feløg — nevndarlimir, — sum vanrøkja
hesa skyldu, kann likningarrådid åleggja eina sekt upp i 5.000 kr.
Somuleiðis hevur Føroya Landsstyri sambært 126 gr. i samtíðar
skattalógini heimild at áleggja dagliga sekt.
Í ivamálum í samband við upplýsingarskylduna ber til at fáa nærri
upplýsingar frá líkningarráðnum á telefon 14511.
Tórshavn, 28. januar 1985
Líkningarráð Føroya
Fyrsta føroyska vindmyllan, sum nú hevur staðið á