hósdagur 31. januar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Vindmyllur
— ein nýggjur
vinnuvegur
EIN nýggjur tåttur í føroyskum vinnu-
lívi — framleiðsla av vindmyllum — er
nú um at gerast veruleiki og við at fáa
fótafesti í einum av heimsins ríkastu
statum — California í USA. Stutt fyri
jól fóru tær fyrstu Riisager vindmyll-
urnar, sum eru gjørdar vesturi í
Vágum við farmaskipi til amerikanska
meginlandið. Síðani eru hesar vind-
myllur uppsettar uttan trupulleikar av
nekrum slag. Nú verður so bíðað
eftir, at einetið skal kunna verða klárt
at taka ímóti streyminum frá hesum
føroysku vindmyllunum.
TAD er at fegnast um, at føroyingar
koma burtur frå einans at hugsa um
fisk og aftur fisk. Tí vit eiga fólk, id
hevur bæði áræði og kunnleika til at
fáast við aðrar framleiðslur eisini.
VINDMYLLU-framleiðsla er heilt
nýggj her á landi. Umframt tær 13,
sum eru settar upp í USA, er ein
royndarmylla sett upp í Vágum. Tað
er m.a. tí danska vindmylnubyggj-
aranum Christian Riisager fyri at
takka, at henda nýggja vinna nú helst
kemur í gongd av álvara. Riisager er
heimskent navn og hevur hann í dag
bústað í Sandavági. Hann hevur
saman við Bjarna Joensen og Birgir
Enni stovnað partafelagið Riisager
Elvindmyllur.
VIT hava eisini ødrum nógv fyri at
takka, kemur gongd á framleiðslu av
vindmyllum. Her skulu nevnast teir
dugnaligu smiðirnir á verkstaðnum
hjá J. K. Joensen í Miðvági.
TAÐ er tó altíð so, tá nakað nýtt
verður roynt, at ikki øll taka undir við
tí frá byrjan, men eru meira trek at
trúgva uppá henda nýggja møgu-
leikan.
Í hesum viðfangi má sigast, at SEV
hevur verið heldur afturhaldandi.
Hevði hetta stóra felag beinanvegin
lagt eitt sindur av orku síni í at royna
nakrar vindmyllur, so hevði kanska
longu nú verið komin verulig gongd á
vindmylnuframleiðsluna.
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgevari:
P/t Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Mútler
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
Pif Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
oddagrein
TAD er spell, at teir ymsu stovnarnir,
felagsskapirnir og vinnurnar í hesum
landi ikki kunnu samstarva betur. Vit
mugu tí enn einaferð ásanna, hvussu
stóran týdning ein landsplanlegging
hevur fyri land og fólk. At høgra
hond vert, nvat vinstra ger, og at
høgra kann stuðla vinstru og øvugt,
at tær kunnu samvirka. Ti samvirka
ikki tær fáu hendur, sum byggja
hetta land, tá er vónelyst at tosa
um menning.
DØMINI um óhepna útbygging eru
mong og eiga vit nú at læra av
teimum. Tað er tí at vóna, at Menn-
ingarstovan, sum nú gerst veruleiki,
betur kann samskipa og vera við til at
stýra útbyggingini av vinnuni. At hon
alla tíðina hevur tætt samband við
aðrar samfelagstýðandi stovnar so
sum SEV, Orkuráð, åhugafeløg o.a.
TAÐ er greitt, at vit altíð eiga at vera
varnir, tá vit byrja upp á nakað nýtt.
Men fyri tað mugu vit hava álit hver á
ødrum, eisini tá tað eru hini, sum
hava fingið hugskotini til nakað nýtt
og óroynt. Vit mugu stuðla hver
annan heldur enn at mótarbeiða av
berari øvund.
VIT vita framvegis ikki, um vind-
mylnuframleidsla fer at vera ein
vinnugrein í Føroyum. Enn er bert
talan um eina byrjan og um stutta tíð
eru vit á vegamótinum, har vit skulu
gera av, um vit skulu gera sterri
fløgur í hesa vinnuna. Tað fara m.a.
úrslitini í USA at siga okkum nakað
um.
VIT mugu so heldur ikki gloyma, at
ein slík framleiðsla fer eisini at fáa
týdning fyri aðrar vinnuvegir í hesum
lítla landi. Her verður hugsað um tær
mongu smærri smidjurnar kring
oyggjarnar og so tær mongu skipa-
smiðjurnar. Tí stórur partur av vind-
myllunum skal gerast á hesum ar-
beiðsplássum.
SO tað er ikki bert av forvitni, at
mong av okkum í spenningi bíða eftir
at frætta fleiri tíðindi frå vindmylnu-
royndunum í Vágum. Tað er eisini ein
spurningur um framhaldandi arbeiði
til tað fólk, sum á hesum klettum býr.
jamú
Nr. 13 — 31. januar 1985
Vandavegur
Veturin er í hæddini og út
it eru fyri varandi kava-
veðri
Vit í Fámjin hava eisini
fylgt við í tí, sum bæði út-
varp og blød hava víst á í
sambandi við trygga
ferðslu.
Gott er, at evnið verður
vidgjørt í ti álvara, sum
flest oll nú tykjast at
leggja í hetta samfelags-
mál.
Nógva talanin fyri ella
ímóti ymsu uppskotnu
fyriskipanunum hjálpir
okkum tó ikki so beinan-
vegin.
Her suðuri vil eg halda,
at eitthvert átti at kunnað
verið gjert uttan stórvegis
tingingar afturat. Krevini
til ábetur á ferðsluviður-
skiftini eitt nú millum
bygd okkara og Tveroyri
eru so sjálvsegd, at farið
skuldi verið undir at beta
um hetta í stundini
Hesin vegur
summa staðni verið rætt-
aður upp umframt breið-
kaður — um ikki alla-
staðni beinanvegin — so í
stoðum.
Størsti bági er tó tørv-
andi bilverja tað nógva av
vegnum. Serligan neyðugt
er at fáa hetta gjørt oman
ímóti Øravik.
skuldi
Okkurt er tó gjørt
ymsastaðni til tess at
tryggja ferðsluna, men
her má nakað gerast bein
anvegin. Tað kann valla
vera rætt, at okkara
skúlabern, sum hvenn
morgun skulu av bygdini
ikki hætta sær avstad, ti
farleiðin er so sum hon er.
Bilstjórin, sum man
hava koyrt eini triati ár, er
av teimum bestu og laga-
ligastu, men hóast tað
fara tey bert treyðugt í
henda góða skúlabuss.
Bygdarfólkið skilir
ampa teirra, hóast mynd-
ugleikarnir higartil ikki
hava gjørt tað. Gott í
tykkum, fáið arbeiðið
byrjað beinanvegin.
Fámjiningur
Sjónvarp Føroya
Nú hava vit havt alment
sjónvarp í eina tíð, men
ikki kunnu vit rósa ferðini
nakað serligt. Hvat er
meiningin við at vit her í
Feroyum skulu síggja
USA í dag, USA her og
der. Hvat hevur tað við
okkum at gera. Og so allir
hasir am. filmir, sum
verða vistir. Tad skal vera
eitt mark.
So vitt eg veit, veråa
filmir, ja góðir filmir,
gjørdir í eðrum londum.
Bæði týskir, enskir,
franskir, danskir og nógv-
ir aðrir. Men vit her skulu
fyllast við amerikanskum
tvætli.
Man tað er kanska fyri
at ríka video-handlarnar
upp. fáa tit prosentir av
hverjum leigaðum filmi
ella hvat!
Tað virkar næstan so.
Eg haldi, at vit sum
gjalda 600 kr. í sjónvarps-
gjaldi, hava krav uppá at
vera so nekunlunda negd
við sendingarnar.
P.S.
Deyðskoyring á Oyggjar-
vegnum
Nógv hevur seinastu dag-
arnar verið skrivað um
ferðslu. Eisini hava sjón-
varp og útvarp gjert
nakað burturúr.
Øll eru á einum máli um,
at okkurt munagott má
gerast, men lítið verður
gjert.
Hugsað verður kanska
sum so, at hetta er vaksið
fólk, ein hevur við at gera
og at avgerðin, um hvussu
fólk hóttar sær í ferðsluni,
má latast hverjum
einstøkum koyrandi.
Hetta skuldi verið so
líkatil, men er tað kortini
ikki. Vanlukkurnar allar
prógva, at ófantalig koyr-
ing ikki kann metast sum
einkarmál hjá teimum ein-
støku koyrandi, men
heldur sum samfelags-
sjúka, ið má basast ella
haldast niðri við felags
tiltøkum.
Litid tykist at rina vid
folk øll tey vælmeintu råd
um skilagóða ferðslu. Hvi
so, er ilt at siga. Kanska
eru fólk tornom, ti óvanda-
koyring av berum treiskni
er tað neyvan. Ella kanska
er tað so galið, at drepandi
líkasælan í veruleikanum
hevur tamarhald á okkum.
Um so er býðst ikki í
betur í bræði. Tá mugu
onnur og strangari tiltøk
setast í verk strax, líka-
mikið hvussu »populer«
tey eru.
Tað, ið fekk meg at revs-
ast var óhugnalig hending
á Oynni seinasta sunnu-
dag.
Suðurímóti = Norðadali
koyrdu fimm bilar, hver
aftaná eðrum. Ferðin var
eftir umsteðunum — einar
40-50 km/t og eingin teirra
royndi yvirháling. Men
áðrenn nakran vardi, kom
sum eitt skot norðaneftir/
aftanífrá ein av bussunum
og yvirhálaði teir allar
samlar við tí »brølandi«
ferð.
Tað sigur seg sjálvt, at
eingin hevði havt ein
kjans um okkurt hevði
borist á hjá nekrum teirra
— fyri ikki at tala um, um
ferðsla var ímóti.
Henda koyring var so
skilaleys, at myndugleik-
in, um hann var á staðn-
um, skuldi kunnað tikið
kortið har og tá.
Øll havast vit at onkr-
um, sum ikki bara er rætt,
tå koyrt verdur, men tad
ber av vid lastbilunum,
sum tíðum eru so skitnir
og tvitnir, at hverki
spjøldur ella ljós av
nekrum slagi síggjast.
Hetta skuldi ikki verið
neyðugt — men aftur er
tað helst líkasælan, sum
ger um seg.
Sum frá er liðið er ávísur
trailaravognur, sum ofta
er á oynni, so mikið
kendur millum tey, ið
ferðast henda vegin dag-
liga, at tá er bara at halda
seg fast og otað seg sum
longst út á jaðaran. Ljós
hevur hann einki aftan og
spjeldur kanska heldur
ikki.
Øll skulu vit byrja við
okkum sjálvum. Tó vil eg
heita á almennu stovn-
arnar — um ikki at ganga
undan — so at hava í huga
standin á bilunum, teir
eitt nú senda á Oynna.
Tínæst mugu Bygda-
leiðir spyrjast, um ferða-
ætlanin er so trong, at slík
koyring er neyðug og um
hverji frávik, teir kunnu
ganga við til, tå førid er so
vånaligt, sum eitt nú
henda minniliga sunnu-
dagin á Oynni.
Volvo