leygardagur 2. februar 1985síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Við Karl í Afrika
Karl Nolsøe
heldur fram
við frásagnum
sínum úr neyðstoddu londunum Ethiopiu og
Chad. sum hann hevur vitjað
— Hatta er ein hermanna-
venjingarlega, sigur hin
statsligi ferðaleiðarin.
Hann er ikki skósveinur
mín, men hann, ið skal
ansa eftir mær tíðinda-
manni og greiða mær frá
tí, eg kann koma í iva um á
ferðini.
Vit eru beint nú komin
út um hevuðsstaðin í
Ethiopiu, Addis Abbeba,
og koma framvið stórum
hermannabólki.
Men eg eri ikki í stórum
iva kortini.
Hetta er eitt av teimum
eftiransingarsteðunum,
hvar syrgt verður fyri, at
býurin, ið enn virkar at
siga normalt, ikki verður
kevdur av teimum mongu,
sum hava frætt, at matur
er í Addis.
Tað er ringt hjá einum
føroyingi at skilja, at hesi
neyðars fólk, sum hava
mist alt og hava gingið
langt og leingi verða
burturvíst, tá ið tey koma
til eftiransingarsteðini
Men ikki so
vildi einans
neyðina enn sterri, um tey
um var
tað gjørt
øll sluppu inn i høvuds-
har vildi tad,
r har, fingið skjótan
enda, og umsitingin havt
torført við at hildið fram
Ti steingir stjórnin
vin
Stásiligt morgun-
matarborð
Tad er eisini ringt at liva
við, at
tú sum gestur kann
sita við stásiligt morgun-
matarborð á hotellinum,
meðan tey svelta aðra
staðni
Har er alt: roykt skinka
melónir, papaya fruktir,
heil = ananas ymiskar
posteiir, ostar, fleiri sløg
av juice, bacon og egg
Hálvan tíma seinni
beint uttanfyri býin koma
vit framvið fólkum, sum
koma skinklandi í ytstu
neyð, rekandi útmergjaði
neyt til næsta selustað,
har tey fáa alt ov lítið fyri
tey, tí alt ov nógvar rak
kýr eru til selu.
Tá eingin matur er til
fólk, er heldur einki til
djórini, og gras er einki,
alt er brúnt, gult og sviðið,
tað er ófatiligt, at kríatúr-
ini hava ant so leingi.
Tað eru stolt djór, sum
hetta stolta fólkið, kríatúr
við longum hornum, sum
hava verið prúð og vekur í
góðum degum, tey mugu
drpast, og sjálvt um eg
ikki eri bóndi, skilji eg, at
tað fer at taka nógv ár at
fáa neytatalið fult aftur.
Treini verða høgd umkoll
fyri at skaffa brenni og at
hita tær keldu fjallanæt-
urnar.
Tað flovar stutta tíð,
men tá skógurin er horvin,
vinnur oyðimerkin fram,
og so kemur als einki regn.
Tá einki gras er til neytini,
verða tey dripin, og tað fer
at taka nógv ár, áðrenn
landið verður sjálvbjargið
við kjeti aftur.
Aftur til luksuslívið, so
sum tað kann livast av
teim vælbjargaðu ethi-
oparum, teimum sum eru
nakað, av turistum og
teim vitjandi, hvar tað so
enn er, ovast uppi á Hilt-
on, har stjórnarembætis-
menn eta morgunmat, og
har nógvir turistar búgva
ella á Ghion ella á tí meira
ethiopiska Harambee.
Mong útlendsk hjálpar-
fólk búgva á Ghion
Neyðugt at fara
heim
Tað skilst at fólk,
fara út og hjálpa
líkasum at
attur til
sum
hava
fyri neyðini
kunna venda
teirra gomlu verð, fyri at
kunna tola neyðina og fyri
at hava styrki likamliga
halda
fram við hjálparvirksem
kunna
burturi
og sálarliga til at
num og fyri at
halda sjúkum
Men kortini hugsi eg, at
vit kundu við
okkum sjálvum, og einans
tikið tvær breyðflísar og
onga skinku, melon og alt
tað, sum er á tí fulla borð-
inum
Hetta hevur nakað at
gera bæði við okkara sam-
kenslu við ethioparum og
eðrum
byrjað
Neyðin kom áðrenn
marxistiska stjórnin
Hjálparstovnar royndu í
fleiri ár at gera vart við, at
hungursódnin var kom-
andi, áðrenn marxistiska
stjórnin vid »chairman
commander in chief, com-
rade chairman Mengistu
Haile Miriam« å odda læt
vid seg koma.
Men langt er uppå meira
enn ein måta ur ytstu jad-
arum landsins til Addis
Abeba.
Eg må viðganga, at
sjålvt um eg åt eitt sindur
minni næstu ferð, so vardi
Nr. 14 — 2. februar 1985
At síggja mikla neyð
og búgva á luksushotelli
Summir partar av Ethiopiu eru verri fyri enn aðrir.
Nekur fáa nokk at eta, meðan onnur svelta. Neyðugt er tí
at flyta fólk hagar, tey hava meguleikar fyri at liva
ikki leingi fyrr enn tað var
tað sama sum framman-
undan, kanska eisini fyri,
at eg skuldi kunna klára
tað. Eg veit ikki.
Men legið er tað og upp-
aftur legnari verður ta, at
meðan tey liva av neyð-
ransónum eina staðni og
svelta aðra staðni, har tað
ikki eydnadist at fáa
hjálpina fram eftir vána-
ligum vegum, so kunna vit
velja og vraka í teimum
býum, har alt gongur sum
vanligt.
Men mong av teimum
fólkum, sum arbeiða við
neyðini dagliga siga, at
tað kunna liva næstan
normalt, tá ið tey koma
aftur frá dagsins strevi,
beinleiðis er neyðugt
sálarliga.
A vegnum millum
Dessai og Addis Abeba
hitti eg tvær írskar
sjúkrasystrar, sum hava
virkað har eina tíð.
Tær hevdu beint tá
byrjað eina mathjálpara-
stød í nekrum tómum
húsum framvið vegnum
Alt var dust og flugur
og hópur av sveltandi,
sum hevdu gingið í dagar
fyri at koma fram
At fáa heitt
brúsubað fyri okkum, tá
tú kemur aftur til Addis,
tær írsku
tað er
sær eitt
segdu
urnar
stersta eydnan
So eg fái mær brúsubað
gent-
beinleiðis
teirra vegna, longu sama
kveld eg standi undir
bråsu, sum tó einans
dryppar
Tað er í einum av
teimum bygdunum, sum
enn livir á ieið normalt,
Cambolcha millum Addis
Abeba og fjallabyin
Dessai og ikki serstakliga
langt frå t.d. leguni Bati,
har nøkur av teim verst
raktu eru
Hvi flyta teir ikki
nøkur av fólkunum úr leg-
uni út í hesar bygdirnar, ið
enn trívast, spurdi eg
nekur hjálparfólk?
— Hvat hevði tú í Vági
sagt, um tit hevdu
akkurát nokk at eta, og so
helvtin av Tveroyri flutti
til tykkara? var svarið ell
líknandi.
Nei tað er ikki so lætt
kortini.
Teppi er neyð-
synjarvera
Teppi verða seld á svarta
marknaðinum í Addis til
okursprís
Tað er neyðsynjarvera,
tí næturnar eru so kaldar.
Kanska 1000 fólk
standa frammanfyri mat-
hjálparstaðið og bíða. Vit
parkera bil okkara og fara
inn at hyggja.
Eina letu seinni komi eg
at hugsa um kuffert mítt
og soviposa, sum liggja í tí
opna bilinum.
Hevdi eg gjørt tað sama
i einum byi har heima,
trúgvi eg ikki, at nógv
hevði verið eftir, tá eg
tveir tímar seinni kom
aftur. Men á vegnum í
Ethiopiu er eingin av
teim 1000 sveltandi fryst-
andi menniskjunum sum
tóku mína ogn.
Um eg hevði havt 100
soviposar, hevði eg
beinanvegin givið teir frá
mær, men hvat munar ein,
so vit koyrdu av stað
aftur.
Men eg kenni teir stoltu
ethiopar munandi betri.
Vegirnir til Epheson,
fyrsta legan vit vitjaðu,
sum er 260 km. frá Addis,
til Cambolcha og til
sum er 600 km
burturi hegt uppi í fjøll-
unum, eru reiðiliga góðir,
Dessai,
men tað er fjallakoyring
og gott tol skal til at koyra
bil har
Enn er vegurin toliligur,
men jú meir vit nærkast
Bati í Vollo landspart-
inum, trupult
verður tað
Kortini koma lastbilar
við neyðhjálparferningi
fram. Tað verður fyrst
heilt ringt longri burturi,
meira
har neyðhjálparstovnar,
umframt at stríða seg
frameftir illa framkomi-
ligum vegum, eisini noyð-
ast at berjast móti
teimum, teir koma við
hjálp til
Sniðálop
Lastbilar Luthersku sam-
einingar (Folkekirkens
Nedhjælp) hava verið fyri
fleiri hendingum, har
flutningur er álopin av frí-
gerðingarfólkum í Eritrea.
Hetta eru hendingar, ið
hoyra til dagliga arbeiðið.
Tað er tað eisini, tá mín
statsmaður í eini lítlari
bygd, har vit steðga fyri
at lappa dekk, sigur, at
her er ikki neyðugt at foto-
grafera. Hví? tí at hýrurin
er ikki til tess. Seinni fái
eg at vita, at her er um at
tendra, ikki skal nógv til
fyri at tað logar, so foto-
tólið blívir verðandi í task-
uni.
Í byrjanini er okkara
statsmaður nakað tverur
og vil einans vera við mær
í 2 dagar men vit nýta 3
dagar fyri at rekka Bati.
Hann vil ikki gevast, tí
hann skal vera aftur til
týdningarmiklan fund í
Addis.
Við visum í hondini
kanst tú ikki bara fara út
um landið sum turistur og
als ikki sum blaðmaður.
Tú skal hava farloyvi og
viðurkendan ferðaleiðara
við.
So við og við blotnar
okkara maður, og at enda
vil hann verða við okkum
allan vegin.
Á vegnum meta vit
endaleysum mannaflutn-
ingum, sum vit hava frætt
um heimanífrá. Tað hevur
verið funnist at hesum.
Mong av teimum, ið hava
verið flutt til betri partar
av landinum, eru rýmd og
setiarbeiði.
Setiarbeidi
Kunnu nú átaka okkum nakað av
Tíðindablaðið SOSIALURIN
farin aftur til heimbygd-
irnar.
Bussar og lastbilar fullir
av folki koyra framvið —
500.000 flytast og stats-
lastbilar við korni fylgja
teimum.
Men hevur tú sæð
hvussu gult, brúnt og
sviðið alt er soskilst, at
tað er neyðugt at flyta tey
mongu fólk til steð, har
tey hava meguleikar at
liva.
Tað fara kanska at
ganga 10 ár, til tey aftur
kunna dyrka sítt gamla
land.
Allan vegin síggja vit fá
grøn eki, tað eru tey hervi-
ligu malariasump-ekini,
sum fyrr ikki kundu dyrk-
ast tí fólk doyðu har.
Nú eru hesar somu stór-
áirnar útturkaði, sjálvt
tann stóráin sum ongantíð
tornaði, har eru einans
nakrir fáir hyljar.