Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 199 - 17. oktober 2002 Nr. 199 - 17. oktober 2002 3 Komandi fríggjakvøld skipar Sandavágs Ítróttarfelag fyi hugnakvøldi í bygdini. Evnið á kvøldinum ber heitið "Lívsvirðir" TILTØK Ragnhild Ellingsgaard Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 skipar Sandavágs ítróttarfelag fyri hugnakvøldi í bygdini, har evnið verður "Lívsvirðir". Jógvan Fríðriksson, prestur, kemur at hava ein fyrilestur um sama evnið, umframt at felagssangur eisini verður á skránni. Tikið verður fyri tað mesta í sangir, sum á ein ella annan hátt hava eitthvørt við evnið at gera. Harafturat fáa luttakar- arnir eisini høvi til at seta seg afturá og njóta løtuna, tá onkur kendur, men frá- fluttur, bygdarmaður fer at hava onkra sangfram- førsluna. Ein mótasýning verður eisini á skránni, har tríggir stuttligir menn úr bygdini fara at geva teirra boð uppá, hvussu ein slík átti at verið. Afturat øllum hesum verður eisini burturluting av seyði, so karmarnir eru avgjørt lagdir til rættis fyri, at bygdarfólkið kann fáa eitt hugnaligt kvøld saman. Hetta er triðju ferð, at Sandavágs ítróttarfelag skipar fyri slíkum hugna- kvøldi í bygdini. Fyrstu ferð var evnið "Bygdin Sandavágur", har bæði myndir og frásagnir um bygdina vóru á skránni. Næstu ferð var evnið "Mikkjal á Ryggi og hansara verk", og varð hetta evnið lýst gjøgnum ein fyrilestur. Frá fyrireikarunum frætta vit, at kvøldini hava verið stak væl vitjaði, og tí hava tey eisini góðar vónir til komandi fríggjakvøld. Eis- ini nógv fólk, sum vanliga ikki hava tilknýti til felagið, hava vitjað kvøldini, og tað eru fyrireikararnir serliga fegnir um. Atgongumerki áljóðandi 50 krónur fáast við dyrnar. Komandi vikuskiftið skipa skótar fyri til- takinum JOTA/JOTI í Klaksvík. Talan er um eitt afturvendandi altjóða tiltak, har skótar kring allan heim samskifta gjøgnum amatør- radio og alnótina SKÓTAVIRKSEMI Ragnhild Ellingsgaard Komandi vikuskiftið hittast skótar úr Føroyum í Klaks- vík, har teir gjøgnum radio- tól og alnótina fara at samskifta við aðrar skótar kring allan heimin. Talan er um altjóða og afturvendandi tiltakið JOTA/JOTI, har skótar kring allan heimin setast niður við radiotólum og teldum. Einans við tí enda- máli at samskifta við aðrar skótar um alt millum himmal og jørð. Í Klaksvík verður lagt til brots fríggjakvøldið, tá skótar úr Havn og Klaksvík hittast úti í Grøv. Væntandi verða eini 25 skótar til- staðar, og alt vikuskiftið fara teir at rokast og baks- ast við lurtitólum, fre- kvensum og antennum. Fyrsta stigið verður at seta antennur upp uttanfyri, og síðani skal øll onnur útgerð eisini riggast til. - Ein av størstu avbjóð- ingunum er avgjørt at rigga antennurnar til. Nógvar skulu brúkast, og vit plaga so at royna ymisk sløg og eisini ymsar hættir, fyri at finna út av, hvat er best at brúka, greiðir ein av fyri- reikarunum frá. Tá alt er klárt setast teir niður framman tólini, og so verður farið í gongd. Sum oftast skiftast teir at senda og móttaka boð kring tólini, og víða verðir farið kring heimin. Enskir skótar á vitjan JOTA/JOTI er eitt aftur- vendandi tiltak, sum byrj- aði fyrst í 50-unum. Í 1972 tóku føroysku skótarnir tiltakið til sín, og síðani hevur samskifti við út- heimin verið á skránni nærum hvørt ár. Í byrjanini var talan ein- ans um radiotól, men tey seinastu árini hevur teldan saman við alnótini fyri alt størri leiklut. Endamálið er fyrst og fremst at knýta vinarbond tvørtur um landamørk, og ofta verður tosað við tey somu londini ár eftir ár. Frá fyrireikarunum frætta vit, at fleiri dømi eru um føroyskar skótar, sum hava knýtt áralong vinarbond við skótar aðrastaðnis frá, og í Klaksvík hava enskir skótar verið á vitjan, eftir at teir gjøgnum eina tíð høvdu samskift við skótar í bý- num. - Sum oftast samskifta vit við aðrar skótarørslur í Miðevropa. Men onkuntíð verður eisini leita út á enn størri viddir. Einaferð fingu vit enntá samband við onkran skóta í New Zea- landi, so vit røkka langt, greiður ein av fyrireikarun- um frá. Hann leggur afturat, at JOTA/JOTI er eitt tiltak, sum flest allir skótar síggja fram til. Evnini, sum prátað verð- ur um gjøgnum sendinetið, spenna víða. Fyrst av øllum plagar ein at byrja við at fortelja, hvør ein er og hvar ein kemur frá. Móttakarin fortelur síðani tað sama, og so verður prátað um mangt og hvat. - Men ein skal helst ikki tosa um pengar, politikk ella átrúnað. Tað hava vit so lært, sigur ein av fyrireik- arunum skemtandi at enda. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum komu inn á gólvið og tykkum, sum við upp- ringingum, kortum, telegramm, blómum og gávum og á annan hátt gleddu meg á 80 ára føðingardegnum 5. okt. 2002. Takk fyri sangin. Eisini takki eg tykkum, sum hjálptu til at stákast. Hjartans tøkk øll somul og Gud vælsigni tykkum. Kærar heilsanir Jenny Davidsen, Skála Skótar samskifta við allan heimin: Ein skal helst ikki tosa um pengar, politikk og átrúnað Skótar í Føroyum fara komandi vikuskifti at samskifta við skótar frá øllum heiminum Hugnakvøld í Sandavági Komandi fríggjakvøld verður skipað fyri hugnakvøldi í Sandavági - Tað er óheppið fyri skúlanæmingarnar, sum plaga at arbeiða hjá okkum í frítíðini, at júst hendan vikan skuldi roynast so illa, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Fyri fyrstu ferð í ár, hevur einki fiskaarbeiði verið á virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará vegna rávøru- trot. - Vit mistu onkran dag í februar, tí vit framdu nakrar broytingar inni á virkinum, men týsdagurin og miku- dagurin í hesi vikuni eru teir fyrstu í ár, har ar- beiðsfólkið hevur verið heima, tí eingin fiskur er inni á gólvinum, sigur Jason Johannesen Hann heldur ikki, at rávørutrotið botnar í vána- ligum fiskiskapi beint nú. - Flestu skipini, sum fiska upsa, vóru inni í síðstu viku, og nýggi túrur- in hjá skipunum er ikki liðugur enn. Jason dugir ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna, men komandi mánadag landar Vestur- varði í Saltangará. Í gjár høvdu teir 700 kassar inni. Vesturvarði landaði ann- ars í Saltangará mikudagin í síðstu viku, og Vesturskin landaði fríggjadagin. Tann fyrri var mest sum fullur; tann seinni hevði eini 130.000 pund. Aftrat hesum keypti virkið í Saltangará 70.000 pund av upsa frá P/F Beta síðsta fríggjadag. - Tá ið hendan vikan byrjaði, lá nakað av fiski eftir frá vikuni fyri, men mánadagin vórðu vit liðug við fiskin, sigur virkis- leiðarin. Og síðan hevur verið turt gólv í Saltangará. Keðiligt… Spurdur, um fiskafólkini ikki fegnast um nakrar frídagar, nú arbeiði hevur verið støðugt alt árið, sigur Jason: - Jú, tað gera tey ivaleyst, men tað var nú keðiligt, at rávørutrotið júst rakti hesa vikuna, nú skúlarnir hava heystfrí. Hann sigur, at vanliga arbeiða nógvir skúlanæm- ingar á virkinum í frítíðini, og eisini nú í heystfrítíðini hava fleiri spurt um arbeiði á virkinum. - Hetta merkir so, at røsku skúlanæmingarnir, sum plaga at hjálpa okkum í frítíðini, ikki tjena tær krónur, teir annars høvdu gjørt. Jason Johannesen sigur, at eina slíka viku hevði nógvur fiskur fingist ígjøgnum maskinurnar, um alt var sum vanligt. Turt gólv fyri fyrstu ferð í ár Júst hesa vikuna, nú skúlarnir hava heystfrí, er turt gólv á Fiskavirking í Saltangará. - Hetta var óheppið fyri røsku skúlanæmingarnar, sum eru óførir at hjálpa okkum í frítíðini, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 3 2