hósdagur 17. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Nr. 199 - 17. oktober 2002
5
Almenni sektorurin
er vaksin við 1100
mill. kr. seinastu
fimm árini. Eru allar
hesar milliónirnar
brúktar til tað
optimala? Tað vil
løgmaður hava svar
uppá og fer nú at seta
luppin á alt tað
almenna Føroyar.
Málsetningurin hjá
samgonguni um, at
útreiðslurnar skulu
vaksa minni enn inn-
tøkurnar, skal hald-
ast. Uppskot er gjørt
til sparikatalog uppá
60 mill. kr., sum krev-
ur lógarbroytingar
FÍGGJARLÓG 2003
Jan Müller
Annfinn Kallsberg, løg-
maður er als ikki samdur
við teimum, sum siga, at
fíggjarlógaruppskotið fyri
2003 er einki minni enn eitt
óliðugt útkast, sum ikki er
gjørt í nóg stórum álvara.
Tvørturímóti heldur hann
uppskotið byggja á tað lóg-
argrundarlag
og
tær
funktiónir, sum eru, við
onkrum undantaki. Man
kundi gott koyrt eina fíggj-
arlóg niðan í tingð, sum
segði, at man tók hædd fyri
at gera nakrar broytingar.
Og so fekk man at síggja,
um tær broytingar komu,
men tað hevur ikki altíð
eydnast so væl vísir løg-
maður á.
– Eg kann taka sum dømi
at fíggjarlógin fyri 1996, ið
varð samtykt við eini
óspesifiseraðari
sparing
upp á 32 mill. kr. Tær blivu
als ikki framdar. Verandi
uppskot byggir á fram-
skrivingar av teimum út-
reiðslum, sum galdandi
lóggáva hevur við sær.
Løgmaður vísir á, at tey
hava arbeitt við postverkin-
um, og viðgongur, at tað er
kanska ein feilur, at tann
játtanin ikki er við. Har
hevur so verið arbeitt við
møguleikanum at selja eini
hús á Argjum. Í hesum
sambandi nevnir løgmaður,
at tað verður eisini arbeitt
við at fáa Blaðútberingina
við aftur á uppskotið.
Viðvíkjandi undirsjóvar-
tunlinum til Norðoyggjar
so er ætlanin at fara niðan
í tingið við eini broyting í
anleggslógini, tí tað áliggur
landsstýrismonnum
at
koma við eini loysn fyri
Lorvíkar bygd. Landsstýr-
ismaðurin skal tí niðan í
tingið við Lorvíksprojekt-
inum og har eru menn
samdir um at brúka tað,
sum ikki verður brúkt á
íløgusíðuni til í næsta ár.
Síðani er enn eitt »stríðs-
mál« Vágs havn. Hon er
eisini samtykt, men tað er
stuðulsveiting, og tað er
spurningurin, nær tað ar-
beiðið fer í gongd. Tað er
tó ikki landsstýrið, sum
byggir ta havnina men
kommunan. vísir løgmaður
á og sigur, at ósemja um
hetta má so vera millum
Vinnumálaráðharran
og
Fíggjarmálaráðharra. Ella
tað er Fíggjarmálaráðharr-
in, sum einsamallur hevur
tikið ta avgerðina.
Løgmaður roknar við, at
framhaldandi fíggjarlógar-
viðgerðin fer eisini at av-
spegla tað virksemi, sum
fer at verða frá í dag til
einaferð í – við broyttari
lóggávu. Landsstýrið hevur
brúkt nógva tíð at tosa um
broytta lóggávu. Tey fyrstu
uppskotini eru longu farin
út til flokkarnar, og tað
koma fleiri komandi dag-
arnar.
– Tú kanst velja, um tú
vil hava eina fíggjarlóg,
sum avspeglar tað, sum
man ætlar og sum kanska
kann vera eitt sindur fiktiv,
ella tú kann velja eina
fíggjarlóg, sum avspeglar
tað, sum er. Og at tú síðani
ger tær broytingar, sum eru
neyðugur og semja kann
fáast fyri.
Broyta lóggávuna
Løgmaður sigur orsøkina
til, at fíggjarlógin sær út
sum hon ger, er tann, at vit
hava havt samgongusam-
ráðingar út í juni mánað, og
tí er man ikki komin í
gongd við tí detailieraðu
fíggjarlógini. Landsstýrið
hevur so valt at siga, at tey
politisku tiltøkini, sum
samgongan skal gera, skulu
fremjast við broyttari lóg-
gávu, har tað er neyðugt at
broyta verandi lóggávu. So
ger man tær tillagingarnar
í álitið, sum kemur fram
aftur úr Fíggjarnevndini.
Haraftrat er tað so spurn-
ingur um rakstur og rakstr-
arútreiðslur, um tað verða
gjørdar semjur um rational-
iseringar og sparing oa. Tað
er eingin loyna, vísir løg-
maður á, at specifikatión-
irnar og tølini, sum standa á
fíggjarlógini, eru bara fyri
landsstýrismansins rokn-
ing. Tað er eingin av hinum
landsstýrismonnunum ella
løgmaður, sum hevur sæð
spesifikatiónirnar, sum eru
gjørdar á teimum ymsu
málsøkjunum, áðrenn tær
eru farnar niðan í tingið,
og tað er orsakað av avmar-
kaðu tíðini eftir samgongu-
samráðingarnar.
Løgmaður viðgongur, at
hetta er sjálvandi ikki gott
nokk ella forsvarligt. Tí
skal ein komandi fíggjarlóg
hava eina aðra gongd enn
hendan hevur fingið, nevni-
liga soleiðis at karmarnir til
fíggjarlógina skulu vera
lidnir áðrenn summarfrítíð-
ina. Í síðsta lagi fyrst í juni,
soleiðis at man í august
kann fáa viðgjørt allar tær
einstøku dispositiónirnar,
sum hvør landsstýrimaður
hevur gjørt.
Anfinn Kallsberg, sum
hevur sitið sum løgmaður í
skjótt fimm ár, sigur víðari,
at hyggja vit at hesum sein-
astu fimm fíggjarlógunum,
so er tann samlaði bruttoút-
reiðsluvøksturin oman fyri
milliardina og dylur hann
ikki fyri, at ein vøkstur
uppá 200 mill. kr. í meðal
uppá árið er alt ov nógv.
Tað tolir búskapurin als
ikki.
Almennar
rationaliseringar
– Skulu vit gera okkum
tankar um ein sjálvberandi
búskap, so má annað lag
koma á. Tí er tað einki yvir
at dylja, at tað mugu vera
nakrir møguleikar nú at
fara inn at hyggja at
skipanum, sum møguliga
áttu at verið rationaliserað-
ar og eftirhugdar. Tú ger
vanliga slíkt, tá tú kemur
inn í eina kreppu. Tað eru
nógv dømi um, at vit hava
latið lóggávu staðið við alt
ov leingi, tí eingi krøv eru
sett til broytingar aftur td.
endurnýggjan av skipaflot-
anum, stuðul til fiskivinn-
una osfr. Slíkar lógir eru
góðar, tá tær koma. Men
spurningurin er at fáa polit-
iska undirtøku fyri at av-
taka tær, meðan tíð er. Tað
er væl hetta, sum skal til
nú.
– Tað ljóðar so lætt og
flott!
– Tað veit eg og viðgangi
eisini, at tað er ikki bara
lætt.
Hóast tingmenn í sam-
gonguni hava nevnt, at tað
verður ikki so torført at
fremja sparingar í 100
millióna klassanum so hel-
dur løgmaður, at man nokk
ikki skal vera so bjart-
skygdur og rokna við, at
man fær gjørt tær sparingar
uppá nærum onga tíð. – Tað
er altíð trupult at at tátta í
og fremja broytingar, og tað
er oftani nakað, sum tekur
langa tíð. Tað, sum tú
kanska ger í dag, sær tú
ikki aftur fyrr enn um eini
trý ár. So man má vera real-
istiskur eisini. Man skal
heldur ikki gera nakað, sum
endar við, at knappliga
hongur alt í leysum lofti.
Tað, sum gerast skal, má
gerast við skili.
– Men fíggjarlógin skal
samtykkjast, og tíni egnu
samgongufólk tosa um at
finna 100 til 200 mill. kr. í
sparingum og siga, at hetta
entá eigur at verða lætt!
– Um tað hevði verið so
lætt, so hevði tað verið
lagamanni. Men eg trúgvi
ikki, at tað verður so lætt.
Latið okkum nú fara í
gongd við at gjøgnum-
ganga tann almenna sektor-
in, sum er vaksin við 1100
mill. kr. seinastu fimm
árini. Eru allar hesar milli-
ónirnar brúktar til tað opti-
mala?
Løgmaður vísir á, at tú
fær samtíðis at vita, at tað
eru stórir manglar alla-
staðni, hóast man hevur økt
játtanina so nógv. So spurn-
ingurin er um hesar krón-
urnar eru brúktar uppá
besta máta fyri brúkaran! -
Eg skal ikki seta nakað tal á
men kann siga, at sam-
gongan hevur gjørt ein
yvirornaðan
málsetning
um, at útreiðslurnar skulu
vaksa minni enn inntøkurn-
ar, og tað er ein málsetning-
ur, sum skal haldast. Tvs. at
vit skulu hava eina fram-
drift móti einum meira
sjálvberandi búskapi.
Sparikatalog
Løgmaður sigur, at lands-
stýrið hevur arbeitt rætti-
liga intenst við sparingum
av ymiskum slag og hevur
gjørt eitt sparikatalog, sum
liggur millum 50 og 60
mill. kr. ella eitt sindur
meira. Í tí eru ítøkilig upp-
skot, sum hava verið til við-
gerðar bæði í landsstýrin-
um og úti hjá flokkunum
men sum krevja lógarbroyt-
ingar. Tvs. pengarnir til tey
málsøki, sum man ætlar
sær at broyta, standa á ver-
andi fíggjarlóg.
– Men tað er langt frá 60
uppá møguligar 200 mill.
kr. í sparingum?
– Tað er rætt, men tað
hevur verið frammi, at man
ynskir, at fíggjarlógin skal
ikki vaksa í krónum og
oyrum. Og so merkir tað, at
tú skal spara einar 160 mill.
kr. í alt í mun til tað sum er.
Er tað gjørligt, so er tað
fínt, men er tað ikki gjør-
ligt, lat okkum so síggja,
hvussu langt vit koma.
Tað eg tosi um er broytt
lóggáva. Hin parturin, sum
ikki er broytt lóggáva, er
tað sum landsstýrismennin-
ir á hvør sínum øki hava
sett upp og sagt, at tað er
tað teir ynskja. Fer man so
inn og broytir hetta, so
koma eisini nakrar millión-
ir at verða tiknar av tí part-
inum á fíggjarlógini. Hetta
er so tann politiska prosess-
in, sum nú skal arbeiðast
ígjøgnum sigur løgmaður.
Ikki slit
Men hvat sigur Anfinn
Kallsberg so til, at Palleba
heldur tað vera løgið at tosa
um sparingar innan tað
almenna, samstundis sum
tvey nýggj landsstýrisráð
verða sett á stovn!
– Tað kann man siga, og
eg síggi at eisini, at and-
støðan kemur fram við tí.
Til tað er at siga, at í sam-
ráðingunum um landsstýrið
vildi
Javnaðarflokkurin
hava eitt innanríkisráð og
Sambandið vildi hava eitt
Heilsumálaráð. Í prinsipp-
inum vil eg siga, at hevði
tað verið ein ABC-sam-
gonga, so vóru tey ráðini
komin kortini.
Løgmaður sigur annars,
at tað er eingin loyna, at
turbolensur altíð vil vera
rundan um eina fíggjarlóg,
soleiðis sum eitt nú for-
maður
Javnaðarfloksins
hevur úttalað. Men hann
trýr ikki uppá samgongu-
slit. – Men man kann
ongantíð taka nakað fyri
givið í politikki leggur
hann aftrat.
Løgmaður sigur at enda,
at hann dugir ikki at síggja
nakran trupulleika í við-
gerðini í Fíggjarnevndini,
um man ikki ætlar sær at
gera nakrar radikalar broyt-
ingar. Uppskotið til fíggj-
arlóg er so bygt uppá tað
lógargrundarlag, sum er í
dag.
Løgmaður: – Sparikatalog uppá 60 mill. klárt:
Tað almenna undir luppin
Anfinn Kallsberg, løgmaður: – Tað verður eingin løtt uppgáva at finna stórar sparingar, men
henda ikki radikalar broytingar í Fíggjarnevndarviðgerðini eigur tað at bera til
Mynd Jens K. Vang
- Tað ruggar ikki alt
rætt, tá dag gomul
hýsa-3 verður seld á
gólvinum fyri millum
tríggjar og fýra krón-
ur kilo, sama dag sum
fleiri dagar gomul
hýsa-3 verður seld
fyri sjey krónur kilo
um telefonina. Tað
sigur Auðunn Kon-
raðsson, formaður í
Meginfelag Útróð-
rarmanna, sum mælir
til, at broyta reglur-
nar, so smáa hýsan
kann seljast frítt, har
besti prísurin fæst
fyri hana
FISKIVINNA
Jón Brian Hvidtfeldt
Meginfelag Útróðrarmanna
hevur nú í eina tíð sett
sjónareygað á vánaliga
prísin, sum serliga tann
smáa hýsan hevur havt í
seinastuni. Felagið hevur
fylgt við prísunum í Føroy-
um, bæði um telefonupp-
boðssøluna og á gólvinum
hjá Fiskamarknaðinum, og
samanborið teir við prís-
irnar í Bretlandi og í Dan-
mark. Og niðurstøðan hjá
formanninum í felagnum,
Auðunn Konraðsson, er
púra greið: als einki sam-
band er millum tað, sum
úrtóðrarbátarnir fáa fyri
smáu hýsuna á gólvinum
hjá Fiskamarknaðinum og
tað, sum smáa hýsan verður
seld fyri um telefonina. Og
harafturat er heldur ikki
samband millum prísin í
Føroyum, og prísin, sum
verður latin fyri smáu
hýsuna, bæði á bretska og á
danska marknaðinum.
- Eg má siga, at vit duga
illa at síggja nakran saman-
hang millum lága prísin í
Føroyum og prísin á evro-
peiska marknaðinum. Har-
afturat kann tað tykjast
løgið, at sera stórur munur
er millum tað, sum smáu
útróðrarbátarnir fáa burtur-
úr at selja á gólvinum hjá
Fiskamarknaðinum, og tað,
sum størru útróðrarbátarnir
fáa burturúr at selja um
telefonuppboðssøluna, sig-
ur Auðunn Konraðsson.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
hann er farin at ivast í,
hvørt keypararnir yvir-
høvur leggja seg eftir at fáa
bestu góðsku, tá teir keypa
smáu hýsuna. Hann nevnir
sum dømi, at ein dag í
vikuni seldi ein av smáu
útróðrarbátunum
hýsu-3
fyri 3,50 krónur kilo á
gólvinum hjá Fiskamarkn-
aðinum, samtíðis sum ein
av størru útróðrarbátunum
fekk sjey krónur kilo fyri
hýsu-3 á telefonuppboðs-
søluni. Auðunn Konraðs-
son vísir í hesum sambandi
á, at smáu útróðrarbátarnir
hava feskasta og besta fisk-
in, meðan fiskurin hjá
størru
útróðrarbátunum
sum oftast er fleiri dagar
gamal.
Auðunn Konraðsson sig-
ur seg kenna dømi um, at
onkrir
útróðrarbátar
í
seinastuni hava keypt sína
egna hýsu á uppboðssøluni
fyri tvær krónur kilo, og
síðan selt hana aftur á
bretska marknaðinum fyri
13 krónur kilo.
- Hetta sigur mær so
mikið, sum at okkurt er
galið við marknaðinum,
sigur formaðurin í Megin-
felag Útróðrarmanna. Hann
leggur afturat, at trupul-
leikin er at allur fiskur skal
um uppboðssølu. Auðunn
Konraðsson metir, at ein
loysn kundi verið at slept
hesum princippi, hvat smáu
hýsuni viðvíkur, so til bar
at selja smáu hýsuna frítt,
har besti prísur fæst fyri
hana.
- Persónliga meti eg, at
tað kundi verið ein møgu-
leiki at loyvt monnum at
selja smáu hýsuna frítt, har
teir fingu besta prísin fyri
hana, men hetta er so ikki
nakað, sum vit hava við-
gjørt í Meginfelag Útróð-
rarmanna, sigur Auðunn
Konraðsson.
Fara at halda eyga við
marknaðinum
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
felagið framvegis ætlar sær
at fylgja væl við gongdini
hjá fiskaprísunum, bæði í
Føroyum og á evropeiska
marknaðinum. Enn hevur
felagið ikki tosað um,
hvørji stig teir kunnu taka,
fyri at gera vart við seg og
møguliga broyta skipanina,
men fyribils fer felagið so
at halda fram við at vísa á
tann manglandi saman-
hangin millum prísirnar á
smáu hýsuni.
Auðunn
Konraðsson
sigur, at um heystið er nógv
av veiðuni smá hýsa, og tí
hevur tað stóran týdning
fyri útróðrarbátarnar at fáa
ein rímuligan prís, eisini
fyri hýsu-3. Hann metir, at
umleið helvtin av tí, sum
útróðrarbátarnir fáa í løt-
uni, er hýsa, og av hesum
munnu góð 60 prosent vera
hýsa-3, leggur hann afturat.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna letur annars
ikki so illa at prísinum av til
dømis toski, hóast hann
ikki er so góður sum í fjør.
Og eisini fæst sum heild
hampuligur
prísur
fyri
størru hýsuna, hóast vána-
ligi prísurin á smáu hýsuni
eisini ávirkar her.
Góðskan ikki avgerandi fyri fiskaprísin
- Dømi eru um, at smáir
útróðrarbátar í seinastuni
hava fingið millum tríggjar
og fýra krónur fyri kilo av
hýsu-3, samtíðis sum størru
útróðrarbátarnir hava fingið
sjey krónur fyri kilo á
telefonuppboðssøluni fyri
somu stødd. Eftir at vit hava
kannað prísin í eina tíð,
kunnu vit bara staðfesta, at
samnahangur er ikki millum
prísin, ið fæst fyri smáu
hýsuna á gólvuppboðssøluni
og á telefonuppboðssøluni, og
heldur ikki er samanhangur
millum prísirnar í Føroyum
og prísirnar á evropeiska
marknaðinum, sigur Auðunn
Konraðsson, formaður í
Meginfelag Útróðrarmanna
Tilvildarlig mynd
C
M
Y
K
5
4