hósdagur 17. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Nr. 199 - 17. oktober 2002
7
- Sum mannagongdin
er, verða sjúklingar,
sum fyrst einaferð eru
sendir á Ríkissjúkra-
húsið, innkallaðir
aftur ár eftir ár og
hava nærum einki við
føroyska sjúkra-
húsverkið at gera.
Hetta verður gjørt,
hóast talan er um
ambulantar kann-
ingar, sum eins væl
kundu verið gjørdar í
Føroyum, sigur Rúna
Sivertsen, løgtings-
kvinna
SJÚKUVIÐGERÐ
Vilmund Jacobsen
Rúna Sivertsen, løgtings-
kvinna, hevur sett Bill
Justinussen,
landsstýris-
manni, fýra skrivligar fyri-
spurningar um viðgerð av
sjúklingum uttanlands.
Spurningarnir
vórðu
bornir niðan í tingið týs-
dagin, og í gjár skuldi løg-
tingið atkvøða um, hvørt
landsstýrismaðurin skuldi
svara spurningunum hjá
løgtingskvinnuni.
Í fyrsta lagi spyr Rúna,
um
landsstýrismaðurin
hevur trygd fyri, at tær
eftirkanningar, sum Ríkis-
sjúkrahúsið kallar inn til,
veruliga eru neyðugar og
bara kunnu gerast á Ríkis-
sjúkrahúsinum.
Í øðrum lagi spyr hon,
hvat eftirlit er við, at mest
møguligt fæst fyri pen-
ingin, sum heilsuverkið
rindar Ríkissjúkrahúsinum.
Í triðja lagi vil hon hava
at vita, nær føroyskir sjúk-
lingar fara at verða sendir
til bestu viðgerðarstøð í
heiminum.
Í fjórða lagi verður spurt,
um Almanna-og Heilsu-
málastýrið
hevur
gjørt
kostnaðar- og nyttukann-
ingar av sjúkuviðgerðum,
ið neyðugar eru at gera
uttanlands.
Ár um ár
Í viðmerkingum sínum til
fyrispurningarnar,
vísir
Rúna Sivertsen á, at tá ið
sjúklingar verða sendir til
viðgerðar á Ríkissjúkra-
húsinum, verður hetta gjørt
eftir tilmæli frá einum
yvirlækna. Síðan rindar
føroyska heilsuverkið kost-
naðin av viðgerðini.
- Sum mannagongdin er,
verða sjúklingar, sum fyrst
einaferð eru sendir á
Ríkissjúkrahúsið,
inn-
kallingar frá RS ár eftir ár
og hava nærum einki við
føroyska sjúkrahúsverkið at
gera. Hóast talan er um
ambulantar kanningar, sum
eins væl kundu verið gjørd-
ar í Føroyum, verða sjúk-
lingar áhaldandi sendir
niður á Ríkissjúkrahúsið.
Løgtingskvinnan sigur
seg ivast í, um føroyska
heilsuverkið hevur neyð-
ugu trygdina fyri, at hetta
altíð er besta loysnin, bæði
tá ið tað snýr seg um við-
gerð og prísin fyri tæn-
astuna.
- Ríkissjúkrahúsið hevur
stóran serkunnleika, men er
neyvan besta og rætta
viðgerðarstaðið fyri allar
sjúkur. Hóast hetta, hava
vit bert avtalu um at senda
sjúklingar hagar.
Rúna heldur, at vit óivað
høvdu fingið eina betri
tænastu og meira fyri pen-
ingin, um støða í hvørjum
einstøkum føri varð tikin
til, hvar best hóskandi við-
gerðarstaðið er.
- Men ein slík meting
kann best takast út frá eini
kostnaðar-og nyttugreining,
leggur hon aftrat.
Hugsa longur
Í viðmerkingum sínum,
vísir løgtingskvinnan á, at
tað er serstakliga kostn-
aðarmikið at senda fólk av
landinum til viðgerðar, tí
umframt sjálva viðgerðina,
kemur
kostnaðurin
av
ferðaútreiðslum og vistar-
haldi á Hotel Tórshavn.
- Tí er alneyðugt, at eftir-
lit er við, hvussu vit fáa
mest fyri peningin, sum vit
í dag rinda til Ríkissjúkra-
húsið - og í framtíðini vón-
andi eisini til onnur sjúkra-
hús.
Hon heldur, at tað, sum
hevur allarstørsta týdning,
er, at føroyskir sjúklingar í
framtíðini verða sendir til
tey sjúkrahús í heiminum,
har sakkunnleikin í hvørj-
um einstøkum føri er størst-
ur.
- Við teimum samskift-
ismøguleikum, vit hava í
dag, skuldi einki verið til
hindurs fyri, at vit hugsa
longur enn til Ríkissjúkra-
húsið í Keypmannahavn,
sigur Rúna Sivertsen, løg-
tingskvinna, at enda.
Ríkissjúkrahúsið er neyvan besta og
rætta viðgerðarstaðið fyri allar sjúkur
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fiski-og
alivinnan
eru
ógvuliga fjøltáttaðar vinnur
og hjá tí, sum skrivar um
hendan partin av vinnuni,
ber altíð til at skriva um
okkurt. Tú kemur ongantíð
á mál, og tað verða altíð
nógv viðurskifti og nógvir
spurningar, tú ongantíð
hevur nortið við. Sumt
veitst tú um, men røkkur tí
ikki, og sumt fært tú
ongantíð at vita, tí tú dettur
ikki á tey fólk, sum sita við
vitanini.
Fert tú á eina fiskivinnu-
framsýning ella alifram-
ýning uttanlands, er ó-
gjørligt hjá tær at vita, hvat
er nýtt innan framleiðslu-
tól, nautiska útgerð, ella
hvat tað nú einaferð kann
vera. Í slíkum førum er
skilagott at halda teg aftrat
onkrum,
sum
umboðar
vinnuna - einum virkisleið-
ara, sum kennur maskin-
urnar og nýggju tøknina
ella skipara, sum kennir
nautisku
tólini
á
eini
skipsbrúgv.
Í blaðnum týsdagin end-
urgóvu vit partar av eini
grein í norskum blaði um
ein nýggjan sláturhátt inn-
an alivinnuna.
Sláturhátturin snýr seg
um, at laksurin verður
niðurkøldur
fyri
slakt,
soleiðis at fiskurin gerst
minni strongdur. Við at
køla fiskin niður og minka
um strongdina, leingist
tíðin, til deyðsstívleikin
kemur í fiskin, og hann
gerst stívur og ringur at
arbeiða.
Í greinini í norska blað-
num varð víst á, at norski
ídnaðurin á henda hátt
hevur eitt fleiri dagar langt
"forspring" mótvegis øðr-
um kappingarneytum, tá ið
ræður um feskleika og
dygdir sum fastleika og
reyða litin í laksinum.
Eftir at greinin hevði
staðið í Sosialinum, ringdi
ein kelda til okkara, sum
hevur stóran kunnleika
innan føroysku alivinnuna.
- Eg mátti flenna, tá ið eg
las greinina um nýggja
sláturháttin hjá norðmonn-
um, tí soleiðis hava føroysk
alibrúk dripið laks í fleiri
ár.
Keldan helt tó, at hug-
skotið kemur úr Noregi,
men at hetta er ein nýggjur
sláturháttur, er tað reina
vrøvl.
Og soleiðis er við øllum
tí, sum hevur við fisk og
fiskivinnuna at gera. Tú
verður ongantíð nóg væl
kunnaður á øllum økjum, tí
vinnan er so ógvuliga fjøl-
táttað, úr einum enda í
annan.
Helst hevur norski grein-
skrivarin misskilt okkurt,
og vit kunnu gita okkum til,
hvat tað er, hann hevur
misskilt.
Norski granskarin, Per
Olav Skjervold, hevur ar-
beitt við spurninginum um
feskleika í laksi fleiri ár, og
hesin hevur nú skrivað eina
doktararitgerð um evnið.
Tað er ivaleyst i hesum
sambandi, at norski grein-
skrivarin metir, at hátturin
við niðurkøling av laksin-
um fyri slakt, er nýggjur og
higartil lítið kendur millum
alarar.
Men so er ikki, skilst.
Nýggjur gamal drápsháttur…
- Føroyskir sjúklingar eiga at verða sendir til tey sjúkrahús í heiminum, har sakkunnleikin í hvørjum einstøkum føri er størstur,
heldur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Bill Justinussen, landsstýrismanni, fýra fyrispurningar um sjúkuviðgerð
– Kjakið um skrásett
parlag skapar øsing
og spjaðing í Føroy-
um. Tað er óneyðugt,
tí málið vinnur
ongantíð frama í
verandi samgongu,
sigur Jenis av Rana,
tingmaður fyri Mið-
flokkin
SKRÁSETT PARLAG
Heri á Rógvi
Jenis av Rana, tingmaður
og formaður fyri Miðflokk-
in, heldur, at málið um
skrásett parlag hevur skapt
óneyðuga øsing og spjað-
ing í Føroyum.
Ábyrgdina fyri fyri hetta
– sambært Jenis av Rana –
hevur Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður í lógarmálum.
– Hetta málið byrjaði ikki
á berum, men tað var
Høgni Hoydal, ið byrjaði
hetta málið. Hann hevur
megnað at øsa fólk móti
hvørjum øðrum. Hann eig-
ur sjálvur alla ábyrgdina,
sigur Jenis av Rana.
Bill Justinussen, lands-
stýrismaður fyri Miðflokk-
in, Høgni Hoydal og Jenis
sjálvur vóru fyri góðum
tveimum vikum síðani á
einum óformellum fundi,
har teir báðir úr Miðflokk-
inum heittu á landsstýris-
mannin í lógarmálum um at
halda eitt sindur aftur við
málinum, tá arbeitt verður
við málinum, og tað liggur
væntandi langt frammi í
tíðini. Teir gjørdu støðuna
hjá Miðflokkinum greiða.
Jenis kallar støðuna fyri
tragiska, sum hon hevur út-
viklað seg.
– Tað tykist sum um, at
hetta er tað einasta, hann
hevur eftir. Vit eru førd
tættari at ES, og vit hava
givið dønum 366 mió. kr av
livigrundarlagnum í Føroy-
um. Prísurin hevur verið alt
ov dýrur, sigur Jenis av
Rana.
Sjálvur
hevur
Høgni
Hoydal áður greitt frá, at
hann ætlar at leggja tey mál
fram, sum skulu vera við til
at tryggja rættartrygdina í
Føroyum. Serliga tá hugsað
verður um, at politiska ætl-
anin er at gera Føroyar
meira sjálvbjargnar, og
hetta merkir m.a., at eitt
lógarverk verður skapt fyri
føroyska samfelagið.
Jenis av Rana fílíst ógvu-
liga nógv á, at vit í Føroy-
um umhugsa eina danska
lóg, sum er púra greitt
ímóti siðvenjuni og menta-
nini í føroyska samfelagn-
um.
– Vit roknaðu avgjørt við,
at vit fingu føroyskar lógir
á hesum økinum heldur enn
danskar, sigur Jenis av
Rana.
Støðan greið
Hjá Jenis av Rana og Mið-
flokkinum er støðan um
skrásett parlag ógvuliga
greið.
– Fyri okkum er tað so
sera einfalt: Har bíblian er
greið – og tað er møguliga
støð, har hon ikki er greið –
men tá hon er greið, tá ber
ikki til at kjakast um hana.
Tað er okkara tykki full-
komiliga skeivt, at tað før-
oyska tingið skal fara at
kjakast um, hvørt tað er
rætt, hvat bíblian sigur. Tað,
sum bíblian sigur, skal bara
yvirhaldast, heldur Jenis av
Rana.
Tingmaðurin fyri Mið-
flokkin avvísir staðiliga, at
teirra støða er ódemokrat-
isk.
– Tað er júst demokrati,
tá tú ger eina samgongu,
sum er samd um ein poli-
tikk, men er kanska ósamd-
ir um onkur mál, sigur
Jenis av Rana,
Eitt lógarmál um skrásett
parlag verður als ikki borið
í tingið í verandi sam-
gongu. Hetta ger Jenis av
Rana greitt.
– Tað kann vera, at tað
verður borið í niðan í tingið
til eitt aðalorðaskifti ella
sum eitt familjumál, men
ikki sum eit lógarmál við
verandi samgongu, sigur
Jenis av Rana.
Nøgdur við
samgonguna
Hóast stevið og orðingarnar
eru farnar nakað av leið
hesa seinastu tíðina, so er
Jenis av Rana kortini væl
nøgdur við samgonguna –
hina fyrstu við Miðflokkin-
um – sum nú hevur meira
enn fýra mánaðir á baki.
Jenis letur væl at, og
hann roknar eisini við ein-
ari greiðari semju um fíggj-
arlógina, nú hon skal sam-
tykjast í næstum.
Jenis er tó skuffaður av,
at málið um skrásett parlag
ikki varð nevnt við einum
orði í samgongusamráðing-
unum. Hann sigur seg vera
púra vísan í, at Tjóðveldis-
flokkurin ikki hevði kunn-
að farið í verandi sam-
gongu, um hann hevði
greitt frá hesum frá byrjan,
og kravt tað við í sam-
gonguskjalið. Hann metir
tað harumframt vera lítið
sannlíkt, at nakar annar
flokkur uttan Javnaðar-
flokkurin hevði farið í eina
samgongu, har skrásett par-
lag var í samgonguskjal-
inum.
– Á hesum økinum við
m.a. skrásettum parlag
kann samgongan skjótt fáa
ein trupulleika, sigur Jenis
av Rana.
Hann leggur dent á, at
Miðflokkurin ætlar sær ikki
úr nakrari samgongu, men
málið kann gerast ein trup-
ulleiki
fyri
avvarðandi
landsstýrismann og sam-
gonguna.
Undir tí teiginum, ið kall-
ast fyri ríkisrættarliga støð-
an í samgonguskjalinum,
stendur at lesa, at samgong-
an ætlar at yvirtaka »Fam-
iljurættarmál«. Seinni í
samgonguskjalinum sten-
dur at lesa: »Allar yvirtøk-
ur verða neyvt fyrireikaðar
í samskifti við allar avvarð-
andi partar og neyvar um-
sitingar- og fíggjarætlanir
gjørdar og lagdar fyri Løg-
tingið, áðrenn yvirtøkan
verður framd.«
Og í sama sam-gongu-
skjali stendur at lesa:
»at tað verður Løgtingið,
sum ger av, at øll málsøki,
undantikið tey, sum eru
knýtt at suverenitetinum,
kunnu yvirtakast sum ser-
mál«.
Jenis av Rana um skrásett parlag:
Kjakið órógvar
Vísandi til úttalilsið hjá Gerhardi Lognberg í Sjón-
varpi Føroya týsdagin 13. okt. víðvíkjandi leikinum
»Ginusøgur«, verður gjørt vart við, at hetta er ikki í
tráð við almenna mentanarpolitikkin hjá flokkinum.
Tvørturímóti vil Javnaðarflokkurin skapa vøkst-
urlig umhvørvi fyri einum virknum frílyntum
mentanarpolitikki, sum byggir á víðskygni og tol-
semi.
Føroya Javnaðarflokkur
14. okt. 2002
Yvirlýsing frá
Føroya Javnaðarflokki
Jenis av Rana vil ikki hoyra talan um, at bíbilskir sannleikar
verða kjakevni í Føroya Løgtingi
Allir flokkar á tingi
hava játtað at tosa við
Kári Davidsen. Hann
heldur, at prátið
higartil hevur verið
ógvuliga positivt
SAMKYND
Heri á Rógvi
Bogi Davidsen, sum er
samkyndur, er í Føroyum í
hesum døgum, og hann
hevur á ferðini sett sær fyri
at tosa við allar teir polit-
isku flokkarnar í Føroyum.
Hetta ger hann saman við
Søren Nielsen, sum hann
livir saman við í samkynd-
um parlagi í Danmark.
Higartil letur Bogi væl at
fundunum.
Týsdagin hitti hann Sam-
bandsflokkin,
Javnaðar-
flokkin og Sjálvstýrisflokk-
in. Mikudagin er tað Fólka-
flokkurin og partar av
Landsstýrinum. Mikudagin
ella hósdagin skal hann eis-
ini á fund við Tjóðveldis-
flokkin og Miðflokkin.
– Føroysku politikararnir
fáa møguleikan at hitta
samkynd fólk. Eg og Søren
greiða frá okkara støðu, og
politikararnir hava møgu-
leikan at spyrja tað, teir
vilja, sigur Bogi Davidsen.
At betra um kjaka vónar
Bogi verður ein av fylgjun-
um av prátinum við politik-
ararnar.
Bogi er dagligt lækni í
Danmark, men hann hevur
ikki hug at flyta til Føroya
at búgva, sum støðan er nú.
– Í Danmark eri eg bara
lækni og livi eitt vanligt lív.
Tað er kortini eingin, sum
er eftir mær í Føroyum,
men tað er munur rættind-
unum í Føroyum og í Dan-
mark, sigur Bogi Davidsen.
Positivt prát
Bogi Davidsen og Søren Nielsen skulu ella hava verið á fundi
við allar teir politisku flokkarnar í Føroyum. Her er tað Javnað-
arflokkurin, ið eigur tørn
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
7
6