hósdagur 17. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Nr. 199 - 17. oktober 2002
9
Síðani Jóhanna
Ólavsdóttur Niclasen
úr Klaksvík var smá-
genta, hevur bóltspæl
verið ein stórur
partur av hennara
lívi. Nú, sum 16 ára
gomul, spælir hon
framvegis fótbólt og
flogbólt. Er málverji
hjá fyrstu deild
kvinnum og U-19
landsliðinum
SAMRØÐA
Orð: Solby A. Eliasen/
Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Klaksvík:
Fótbóltsgenið
hjá Jóhonnu kom tíðliga til
sjóndar, og familjusjúkan,
sum hon sjálv tekur til, er
helst arvalig.
16 ára gamla Jóhanna
Ólavsdóttur Niclasen byrj-
aði at spæla hondbólt sum
átta ára gomul. Og áhugin
fyri bóltspælið er síðani tá
bara vaksin. Sum níggju ára
gomul byrjaði hon at spæla
fótbólt, og tvey ár seinni
kom flogbólturin eisini inn
í myndina.
Áhugan fyri bóltspælin-
um hevur hon tó ikki frá
ongum. Hóast hini fimm
systkini lítið og onki hava
gjørt við ítrótt, so hevur
familjan hjá henni eina
fortíð innan bóltheimin.
Pápin spældi bæði hond-
bólt og fótbólt í sínari tíð.
Eisini var hann við til at
vinna fyrsta føroyameist-
araheitið í flogbólti. Og
langabbi Jóhonnu, Karl
Joensen, vanliga kallaður
Karl í Norðistovu var til-
tikin góður málverji. Hann
bleiv kallaður »hurðin«, tí
tað var so torført at fáa
bóltin ígjøgnum hjá hon-
um.
– Bóltspælið hevur altíð
verið eg, og mær hevur alt-
íð dámt tað væl, sigur Jóh-
anna, sum eitt skifti spældi
fótbólt um sumrarnar og
fekk vetrarnar at ganga við
bæði flogbólti og hond-
bólti.
Hetta lat seg gera, meðan
hon spældi í teimum yngru
deildunum, tí venjingarnar
lógu ikki sama dag. Men so
hvørt sum tað bleiv seriøs-
ari, gjørdist tað henni
greitt, at hon fór at verða
noydd at velja, tí tað bleiv
ov tíðarkrevjandi.
– Eg valdi fyrst hondbólt-
in frá, men so broytti eg
meining og byrjaði aftur,
greiðir Jóhanna frá.
Men hon gjørdi síðani
seinni av aftur at leggja
hondbóltin á hillina og bert
fáast við fótbólt og flog-
bólt.
– Av hondbólti og flog-
bólti má eg siga, at mær
dámar betur flogbólt, og tí
tók eg hann framum.
Men er tað so ikki stræv-
ið at hava so nógv um
oyruni?
– Tað kann verða strævið,
tá kappingin líður móti
endanum. Tað er serliga tí,
at tað eru so fá lið í fót-
bóltinum, og tí spæla vit í
móti teimum somu umaftur
og umaftur. Og so eisini
tað, at tá vil ein bara hava
fótbóltin lidnan. Men hin-
vegin er tað altíð stuttligt
og hugaligt at byrja aftur,
tað veri seg til fótbólt ella
flogbólt, sigur Jóhanna.
Fótbóltur
Jóhanna byrjaði sum sagt at
spæla fótbólt sum níggju
ára gomul. Tað var við
gentum 10 – 12 ár. Hóast
hon bert var níggju ára
gomul, so slapp hon at
byrja við teimum. Tað vildi
hon sjálv, tí tvær vinkonur
hjá henni, byrjaðu eisini tá,
og tær vóru tvey ár eldri
enn hon. Jóhanna bleiv
málverji mest sum av
tilvild.
– Tað var undir venjing í
gentum
10-12
ár. Vit
manglaðu ein málverja, og
so segði eg, at eg kundi
gott. Eg helt, at tað bert var
fyri tað kvøldið, men tá vit
so skuldu spæla dyst aftur,
tá fekk eg boð um, at eg
skuldi verða í málinum. Og
har standi eg so enn, men
nú í fyrstu deild, sigur
Jóhanna smílandi.
Men hon fílist á, at tað er
ov lítið at gera hjá henni
undir dystunum. Fyrsta
kvinnulið hjá KÍ vunnu
bæði steypakappingina og
landskappingina hjá kvinn-
unum í ár, og verður mett
sum nógv tað besta liðið
innan kvinnufótbóltin í
landinum í dag.
– Tað er so at siga ongin
mótstøða í fyrstu deild. Og
tað er ikki serliga áhugavert
at vera málmaður, tí onki er
at gera, sigur Jóhanna, sum
tó ikki dylur fyri, at henni
dámar tað avbera væl
kortini.
Jóhanna stóð í málinum
hjá KÍ kvinnunum í øllum
dystunum uttan tveimum í
undanfarna kappingarárin-
um. Men hon leggur dent á,
at tað var millum lítið og
onki at gera, tí mótstøðan
var at kalla lítil og ongin.
– Eg hevði kanska havt
meiri at gjørt sum málverji
í einum øðrum liði, men tað
er altíð stuttligt at vera við
til at vinna føroyameistara-
heitið og harvið sleppa út í
Evropa at spæla.
KÍ kvinnurnar fóru til
Svøríkis at spæla Evropa
Cup. Tær vunnu ein dyst og
taptu hinar báðar. Og tá
hevði Jóhanna sjálvandi úr
at gera undir dystunum.
– Tað er eitt upplivilsi
bara at vera við á einum
tílíkum túri, sigur Jóhanna,
sum er yngsti leikarin á
liðinum.
Tá prátið fellur inn á um-
Bóltspæl eri eg
16 ára gamla Jóhanna Ólavsdóttur Niclasen hevur, hóast sín unga aldur, í fleiri ár spælt bæði hondbólt, flogbólt og fótlbólt
støðurnar hjá kvinnufót-
bólti, hevur hon hug at fíl-
ast at.
– Tað verður ikki lagdur
nakar serligur dentur á
kvinnufótbóltin, haldi eg.
Tað er komið fleiri ferðir
fyri, at dómari ikki er
møttur til dyst. Og eisini
mangla
bóltgentur
til
summar dystir. Og tað er
óhugaligt, heldur Jóhanna,
sum ikki leggur so nógv í
um fólk ikki hava áhuga
fyri kvinnufótbólti.
– Men um tað tykist, sum
um eitt felag ikki ger so
nógv fyri sín kvinnufótbólt,
so er tað ov galið.
Hon hevur eisini roynt
seg sum venjara. Hon vandi
pinkurnar hjá KÍ í fjør.
– Skal eg greiða frá
mínum pinkum? Tær vóru
virkuliga
góðar.
Blivu
nummar tvey í kappingini.
Mær dámdi avbera væl at
venja tær, og eg var eisini
sera glað sjálv fyri góða
úrslitið, sigur Jóhanna.
Fótbóltsminnir
Hóast Jóhanna hevur upp-
livað mangt spennandi í
samband við fótbóltin bæði
á fyrstu deild og uttanlanda,
so er tað eitt heilt annað
minni, sum stendur klárt
fremst sum eitt tað besta
hjá henni. Tað var, tá hon
var við til at vinna føroya-
meistaraheitið við gentum
10-12 ár.
Tað var tað fyrsta árið,
hon royndi seg sum mál-
verja, og tað var púra
óvæntað, at tær vunnu.
– Tað var ordiliga stutt-
ligt tá, tí tað var fyrstu árið,
at eg spældi, og so vunnu
vit. So tað var nakað ser-
ligt, sigur hon.
Eitt annað, sum eisini ger
sítt til, at hon minnist tað so
væl, er, at tær vórðu bodnar
til móttøku í býráðshøllini
aftaná, har tær fingu hand-
að heiðursbræv.
– Og so bjóðaði KÍ
kylling og chips og soda-
vatn á loftinum eisini, sigur
hon og flennir so hjartaliga.
– Eg veit ikki akkurát
hví, men eg minnist tað
bara so væl, og tað var
nakað heilt serligt, tí tað
varð gjørt so nógv burtur úr
okkum, tí vit vunnu.
Hon hevur sjálvandi eis-
ini fleiri onnur góð minni
frá fótbóltstíðini, men hatta
er so tað minnið, sum sten-
dur fremst í huganum.
Jóhanna er annars júst
aftur komin úr Bulgaria,
har hon hevur verið við U-
19 landsliðinum og leikt
við í eini mini-kapping. Tað
gekk framúr væl hjá kvinn-
unum har niðri. Tær leiktu
ein dyst javnan, taptu ein
og vunnu ein. Tær endaðu
sostatt á einum ørðum
plássi í bólkinum, og tað er
tað besta úrslitið eitt før-
oyskt landslið nakrantíð
hevur fingið í útlendskari
kapping.
Sjálvt um Jóhanna ong-
antíð kom at standa millum
stengurnar á tí túrinum, so
letur hon sera væl at.
– Bara tað at fáa møgu-
leikan til at vera við, er í
sær sjálvum eitt stórt upp-
livilsi, heldur hon og leggur
afturat, at tað er gott at
kunna síggja onnur lið og
læra av teimum.
Hon sigur, at hon ikki var
vónbrotin av, at hon sat á
beinkinum allan túrin, tí tað
eru tveir málverjar og bert
tann eini sleppur inn.
– Um tað er betri fyri
liðið, at eg siti á beinkinum,
so er tað eisini tað rætta,
sigur Jóhanna, sum er púra
greið yvir treytirnar, sum
ein fótbóltsleikari er undir í
landsliðshøpi.
– Viðhvørt ert tú inni og
aðrar tíðir ert tú úti. Tað
kann ganga báðar vegir.
Hyggið bara at føroyska
A-landsliðinum! (red.)
Onnur ítriv
Jóhanna hevur tó ikki bert
fingist við bóltspøl. Eitt
skifti gekk hon í musikk-
skúlanum, har hon spældi
horn.
Og nú sker hon í ein
skellilátur og sigur stór-
flennandi, at hon byrjaði
tvær ferðir at spæla, men
gavst báðu ferð.
– Tann fyrra tónleikalær-
aran skilti eg so illa, hann
var skoti, og tí gavst eg.
Kanska eg enn kundi spælt
horn, um eg hevði hóskað
betur saman við lærarun-
um, sigur hon og flennir í
kíki.
Vinkonur
hevur
hon
nógvar, og tá tær ringja til
hana fyri at vita, um hon
hevur hug at koma við út,
so er fyrsti spurningur:
»Skalt tú aftur venja í
kvøld?«
Ongin av hennara vin-
konum fáast við bóltspæl,
men tær gera fimleik, so
venjingartíðirnar passa ikki
altíð so væl saman.
Sum sagt, so spælir
Jóhanna flogbólt um vetur-
in. Í fjør luktaði hon líka til
meistaradeildinia, tá hon
spældi við í tí seinasta dyst-
inum, men í ár er hon so
aftur á gentum 16 ár.
Hon var við á U-14
landsliðinum í flogbólti í
2000.
Henni dámar avbera væl
flogbólt, men hon sigur, at
fótbóltur og flogbóltur ikki
kann samanlíknast á nakran
hátt.
– Tað er fullkomuliga
hvør sítt spæl. Í flogbólti
ræður tað jú um at fáa
bóltin yvir um eitt net, og í
fótbólti rennur tú allatíðina
aftaná bóltinum.
Tá hon byrjaði at spæla
flogbólt, fór hon tann fyrsta
venjingardagin
frá
C-
liðinum til B-liðið og síðani
upp í A-liðið.
Framtíðin
Jóhanna sigur, at hon hevur
ongar ætlanir um at gevast
við fótbólti ella flogbólti
fyribils.
– Mær dámar tað so væl,
og eg ofri gleðiliga tíðina
upp á tað, sigur bóltelsk-
arin.
Hon
hevur
onkuntíð
hugsað um at givist við fót-
bóltinum, tí tað til tíðir
sjálvandi kann gerast ov
kravmikið, men hon hevur
ikki umhugsað tað, síðani
hon kom á fyrstu deildar
liðið.
– Í fótbólti er tað so, at
um tú vilt spæla aftan á, at
tú ert fylt 17 ár, so er bara
fyrsta deild. Tað er ongin
lægri deild. Men í flogbólti
kann ein fara í eina lægri
deild, um ein ikki hevur
hug at ofra so nógv upp á
spælið, greiðir Jóhanna frá.
Tað er uttan iva hugurin,
sum drívur verkið hjá hesi
ungu gentuni, sum hóast
sín unga aldur hevur upp-
livað sera nógv innan bólt-
heimin. Og tað liggja helst
nógvar
fjølbroyttar
og
spennandi avbjóðingar fyri
framman, um hon heldur
fram, sum hon hevur gjørt
higartil.
Nú fótbólturin er farin aftur um bak, hevur Jóhanna aftur
fingið luft undir veingirnar og er farin í holt við flogbóltin
C
M
Y
K
9
8