hósdagur 17. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Nr. 199 - 17. oktober 2002
11
Arbeiðið at gera neyðug trygdartiltøk i føroysku tunnl-
unum verður steðgað fyribils, í hvussu er. Orsøkin er
hon, at Landsverkfrøðingurin ikki hevur fingið játtan á
uppskotinum til fíggjarlóg at gera tey neyðugu
arbeiðini liðug.
Kikarin varð settur á trygdarspurningin í føroysku
tunnlunum um seinasta ársskiftið. Tá kom eldur í tann
stóra bussin, liðabussin, tey róptu. Óhappið hendi,
minnist okkum rætt, beint eftir, at bussurin var komin
út úr Leynartunnlinum. Fjølmiðlar settu tá spurnar-
tekin við, hvat var hent, um eldur kom í bussin, meðan
hann var í tunnlinum? Myndugleikar megnaðu ikki at
svara spurninginum til fulnar, og eisini kom fram eitt
ivamál um, hvør hevur ábyrgdina av trygdini í tunnl-
unum.
Líkamikið, síðani hevur verið arbeitt við spurninginum
at skapa betri trygd í tunnlunum, m.a. við neyðtele-
fonum, sløkkiútgerð o.ø. Tað er sjálvandi at fegnast
um, tí nógv ferðsla er í fleiri tunnlum alt samdøgrið, og
har ferðsla er, henda óhapp.
Arbeiðið at skapa eitt gott og trygt vegakervi hevur
verið rættiliga støðugt, síðani landsvegakervið av
álvara varð gjørt í 70- og 80-árunum. Verjur settar upp.
Lendið, sum hevur forðað góðum sýni, er tiknar burtur.
Vegir eru gjørdir beinir, o.s.fr. Men nú er líkt til, at ein
partur av hesum arbeiði verður steðgað, tí tað treingist
um fíggjarliga. Harafturat er tørvurin á peningi stórur á
nógvum økjum. Men so er spurningurin, hvussu vit
raðfesta íløgur og rakstur.
Á samferðsluøkinum eru heilt vist nakrar íløgur, sum
kunu bíða eitt ár ella fáa eina lægri játtan næsta
fíggjarár. Tað hevur størri týdning at fáa ta neyðugu
trygdina í tunnlunum framda í verki enn at gera fleiri
íløgur innan samferðsluna. Ein íløga, sum kundi bíða
eitt ár, ella fingið minni játtan næsta ár, er ferju-
leguætlanin á Syðradali. Sjálvandi skulu kalsoyingar
hava eina ferjulegu, men sum er, ber til at koma til og
úr oynni bæði morgun og kvøld so at siga hvønn dag
alt árið.
Skal útjaðarin mennast, og skulu kalsoyingar hava gott
ferðasamband, er neyðugt við eini ferjulegu, men
arbeiðið at gera ferjuleguna kann óivað byrja, hóast
ikki 15 mió.kr. verða settar av næsta ár.
Sum skilst hevur Vinnumálastýrið mælt til at bíða við
ætlanini í Kalsoynni eitt ár ella so, men í hesum føri
hevur Fíggjarmálastýrið sett játtanina á aftur uppskotið
til fíggjarlóg. So er spurningurin, hvør skal ráðfesta
íløgurnar: aðalstýrið, sum hevur málsøki undir sær,
ella tað máttmikla Fíggjarmálastýrið?
Í øllum førum hava vit aftur eitt dømi um, at lands-
stýrið samvirkar ikki serliga væl, og at gjógvin millum
Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin bara veksur, sam-
stundis sum tað treingist um fíggjar- og búskaparliga!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Neyðugt trygdararbeiði
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristina Háfoss
Magni Laksáfoss vildi í
grein í undanfarnu viku
undir heitinum "Fíggjar-
lógin 2003 - eitt makkverk
1" m.a. verða við, at inn-
tøkumetingarnar í fíggjar-
lógini 2003 vóru alt ov
bjartskygdar. Hetta er ikki
rætt. Inntøkumetingarnar
eru sera varnar og taka til
fullnar atlit til minni bú-
skaparvøkstur
komandi
árið.
Rokna bert við 1,4% í
búskaparvøkstri
Sambært Magna Laksáfoss
roknar
landsstýrið
við
einum búskaparvøkstri á
6% komandi ár. Hetta er
ikki rætt. Sum niðanfyri-
standandi tøl vísa, so verð-
ur bert roknað við búskap-
arvøkstri á 1,4% komandi
ár (sí talvu I). Hetta er ein
sera varlig meting, tí hóast
útflutningsvinnan kann fáa
minni inntøkur í komandi
ári, so skyldast vøksturin í
føroyska búskapinum í
løtuni fyrst og fremst inn-
anlands virksemi. Hetta
sæst m.a. av lønargjalding-
unum.
Tað tekur tíð áðrenn
virksemið innan eitt nú
tænastu- og byggivinnurnar
minkar vegna verri tíðir, og
kann hetta virksemið ikki
væntast at minka munandi
longu komandi ár uttan so,
at búskapurin við eitt
skuldi verið fyri álvarsam-
um hóttafalli. Hetta er
ongin orsøk til at vænta,
hóast
búskaparvøksturin
fer at gerast minni.
Nominelli
búskapar-
vøksturin í ár verður vænt-
andi góð 9% og realvøkst-
urin (tvs. reinsaður fyri
prísvøkstur) góð 7% (sí
talvu I). Hinvegin væntar
landsstýrið bert ein real-
vøkstur á 1,4% fyri kom-
andi ár og má hetta sigast at
vera ein sera varin meting
(sí talvu I).
Grundað á lítlan
inntøkuvøkstur
Verður hugt at væntaða
inntøkuvøkstrinum
hjá
landskassanum komandi ár,
so verður í fíggjarlógar-
uppskotinum fyri 2003
mett, at inntøkur lands-
kassans íalt nominelt vaksa
við 3,3% frá 2002 til 2003
(sí talvu II).
Hetta er inntøkuvøkstur,
ið væntandi verður, hóast
stórtsæð ongin realbúskap-
arvøkstur verður. Tí hóast
tað skuldi hent at nærum
ongin realvøkstur varð í
búskapinum, so vaksa inn-
tøkur landsins vegna prís-
og lønarvøkstur komandi
ár. Flestu lønarsáttmálar
fyriliggja fyri komandi ár,
og tá um 50% av lønarinn-
tøkunum fara í landskassan
umvegis skatt, er ein nomi-
nellur vøkstur í skatta-
inntøkum longu tryggjaður
- sum sagt, um onki
álvarsamt hóttafall rakar
búskapin komandi ár.
Almenni lønarvøksturin
verður í miðal um 3,5%
komandi ár og innan tað
privata verður lønarvøkst-
urin væl størri. Inntøkur frá
avgjøldum og tolli væntast
eisini at vaksa eitt sindur,
Talva I
F¿royska framlei sluvir i (BT ) 1996-2003
Mi . k
BT
rligur
nominellur
v¿kstur B
BT 198
pr sum
rligur
realv¿kstu
BT
1996
5788
8,8%
4298
5,9%
1997
6175
6,7%
4460
3,8%
1998
6940
12,4%
4788
7,3%
1999
7402
6,7%
4859
1,5%
2000
8115
9,6%
5078
4,5%
2001
9218
13,6%
5617
10,6%
2002
1007
9,3%
6017
7,1%
2003
1041
3,4%
6100
1,4%
* Met
t¿
Kelda:
Landsbankin
Talva II
Innt¿kur landkassans 1997-2003
Mi . k
1997
1998
1999
2000
2001
2002
2003
Skattainnt¿kur
938
1043
1234
1310
1567
1684
1767
Avgj¿ld og tollur
908
989
1043
1117
1148
1229
1267
Ymsar innt¿kur
96
142
117
89
90
56
54
R kisstu ul o.t.
898
920
945
973
995
629
630
Innt¿kur alt
2840
3094
3339
3489
3800
3598
3718
Nominellur v¿kstur
˚
8.9%
7.9%
4.5%
8.9%
-5.3
3.3%
* Mett t¿l
Kelda:
FMR
Fíggjarlógin grundað á varnar
inntøkumetingar
Framhald á síðu 11
Jeffrei Henriksen
Hvat er sannleiki? Er t.d.
ævintýrið um nýggja búna
keisarans satt? - ja og nei.
Boðini, sum tað ævintýrið
hevur at bera, eru mangar
ferðir sannað. Men hitt man
fáur ivast í er ósatt: tað hev-
ur valla nakrantíð veruliga
verið nakar kongur, sum
var so tápuligur, at hann var
lumpaður til at ganga blóð-
nakin ígjøgnum gøturnar.
Ikki um at tala: tað, ið
menninir søgdu kongi, hvat
teir dugdu at seyma, tað var
rímiliga als ikki satt.
Er Bíblian sonn? Tað
hevur mangur orðadráttur
staðist um.
Bíblian er íblást av Gudi.
Men munnu ikki (flest)allir
prestar og prædikumenn
eisini halda seg hava fingið
sín íblástur frá Gudi? - Og
tó rúka teir saman í ósemju.
Ræðulig kríggj hava staðist
av ósemju um, hvussu
bíblian skal skiljast. Og
hava onnur kríggj verið um
okkurt annað, so hava báðir
partar við Bíbliuni íðiliga
kunnað prógvað hvør í
sínum lagi, at teir hava rætt.
Tað er eisini við Bíbliuni
prógvað, at trælahald er
rætt, at svørt hevur Gud
skapað til at vera trælir hjá
teimum hvítu, og at konu-
fólk skulu bara makka rætt
fyri mannfólki. Eg minnist
eisini ein mann, sum helt
upp á, at jørðin er ikki rund,
men fløt, tí einastaðni í
Bíbliuni verður nevnt okk-
urt um "Jordens overflade."
- Longu í 15. kapitli í
Ápostlasøguni kunnu vit
lesa um ósemju um, hvat ið
er rættur og hvat ið er
skeivur kristindómur.
Tað er ein søguligur
veruleiki, at allar tíðir og
allastaðni, har ið kristin-
dómurin
hevur
vunnið
fram, hevur hann samtíðis
verið ávirkaður av ment-
anini á staðnum, siðum og
fordómum, og so er enn
eisini her hjá okkum.
Og tíverri er ógvuliga ilt
at skilja millum kristindóm
og fordómar.
Hvussu
verður
tann
sanna Bíblian lisin? Tað er
mangan tiltikið her á landi
at lesa - haldið mær til góð-
ar, at eg taki navnið við - at
lesa, "sum fanin lesur
Bíbliuna." Tað er at pilka
einstøk skriftstøð ella brot
burtur úr heildini at nýta til
próvførslu, t.d. at rætt-
vísgera egnan fordóm.
Í Balslevs Bíbliusøgum
stendur m.a.: "Jób var
maður, ið óttaðist Guð.
Hann var ógviliga ríkur, og
átti sjey synir og tríggjar
døtur. Men alt í einum læt
Guð
nógvar
vanlukkur
koma yvir hann. ... Jób bar
tó alt hetta við toli og segði:
»Nakin kom eg í heim,
nakin fari eg hiðani; Harrin
gav, Harrin tók, lovað veri
navn Harrans!« Men Harr-
in royndi Jób meira enn ...
Tað komu nú tríggir vinir
Jóbs at ugga hann; men teir
talaðu óvinaliga við hann
og hildu, at neyð hansara
mundi vera ein revsing,
sum hann átti at fáa aftur-
fyri onkra illgerð, sum
hann hevði gjørt ......"
Var nú eisini tað, ið hesir
menninir søgdu, satt, við
tað at tað stendur i Bíbliuni,
sum er Guds orð? Onkur
man halda tað. Ið hvussu er
tvey fylgjandi ár hevur í
kalendaranum, sum Kirkju-
liga heimamissiónin gevur
út, verið tikið til tað, ið ein
teirra segði: "Tú maður, teg
rakar synd tín. Job. 35,8a."
(Bókstavurin a eftir numm-
arið fyri skriftstaðið var
tilskilaður 22.7.2000, men
burturkoyrdur 11.8.-2001).
At hetta, at vanlukkur raka
ein ella at illa gongur í
hond, skal vera gudanna
hevnd ella revsing, tað er
kend heiðin áskoðan. Men
kristin?
Lærusveinarnir ivaðust
ikki frammanundan, men
vórðu rættleiddir:
Og lærusveinar hansara
spurdu hann og søgdu:
»Meistari,
hvør
hevur
syndað, hesin maðurin ella
foreldur hansara, so at hann
skuldi føðast blindur?«
Jesus svaraði: »Hvørki
hann hevur syndað ella for-
eldur hansara .... « (Jóh
9,2-3)
Tá ið onkrum prædiku-
manni her á landi hevði
eydnast at dára einar 300
ungar sálir at taka undir við
sær í ógvisligari yvirlýsing
móti
homoseksualiteti,
segði hann seg at halda seg
til Jesu orð. Hann var tó
ikki førur fyri at vísa á,
hvørji hesi Jesu orð vóru.
Tað er Jesus Kristus
sjálvur og ikki Móselóg, ið
er støðið undir kristindóm-
inum. Tí hevur tað avger-
andi týdning, at tey okkara
skriftlærdu, ið nú so ógvis-
liga leggja eftir næstum
okkara, greitt vísa á, hvar
tað stendur skrivað, ið teir
meina við, tá ið teir siga seg
halda seg til Jesu orð í síni
fordøming av homoseksu-
aliteti.
Tey, ið liggja eftir sam-
kyndum, hava Paulus at
halda seg til. Men Paulus
var ikki Jesus! Paulus var
eitt menniskja, skúlaður i
hægstu jødisku mentan,
sum í sálarneyð eftir at
hava jagstrað tey kristnu
skifti til kristindóm. Hans-
ara stórverk var at bera
kristindómin út í heiðin
lond. Men nevnda søgu-
liga veruleika omanfyri, at
allar tíðir og allastaðni, har
ið kristindómurin hevur
vunnið fram, hevur hann
samtíðis verið ávirkaður av
mentanini á staðnum, kann
heldur ikki Paulus hava
verið sloppin undan.
Men
hvat
sigur
so
Paulus? Tann presturin, ið
vísti til skriftstaðið 1. Kor
6,9 hjá Paulusi, las bíbliuna
júst á sama tiltikna hátt,
sum fanin lesur hana: "...
teir, sum lata seg brúka til
ónáttúrligt ólevnað, ella
teir, sum fremja slíkt ólevn-
að" er ein orðing, sum er
pilkað burtur úr eini ser-
ligari heild.
Jesus sjálvur var tiltikin
fyri at eta (og drekka!)
saman við syndarum (Matt
11,19 og 7,34); men hetta
brævið hjá Paulusi er ein
ávaring til nýumvendar
veikar heidningasálir: "nú
skrivaði eg til tykk-ara, at
tit eingi viðurskifti skulu
hava við nakran, sum er
kallaður bróðir, men er ein
horkallur ella gírugur ella
avgudadýrkari ella illmæl-
ismaður ella drykkjumaður
ella ránsmaður, so at tit ikki
so mikið sum fáa tykkum at
eta saman við einum slík-
um. Tí at hvat havi eg við at
gera at døma teir, sum
uttanfyri eru? Døma ikki tit
teir, sum innanfyri eru?
Men teir uttanfyri skal Guð
døma. Koyrið hin vánda
burtur frá tykkum sjálv-
um!" (1 . Kor 5,11-13).
Og Paulus endar við
hinum tiltiknu orðunum:
"Alt er mær loyvt; men ikki
alt er gagnligt. Alt er mær
loyvt, men eg skal ikki lata
nakað fáa vald á mær" (1.
Kor 6.12).
Hvørjar treytir setir Jesus
fyri syndafyrigeving?
Her fylgdu ongar treytir
við: »Sonur min, hav tú
gott treysti, syndir tínar eru
tær fyrigivnar.« (Matt 9,2)
Hesi orðini segði Jesus, tó
at ørindini til hansara ikki
vóru at biðja um syndafyri-
geving, men at fáa tann
sjúka likamliga grøddan.
Í øðrum føri nevnir Jesus
hesa grund fyri syndafyri-
geving: "Hennara mongu
syndir eru henni fyrigivnar,
tí at hon elskaði mikið .....''
(Luk 7,47).
Tílíkum fólkum sum
henni skulu kristin sambært
orðum Paulusar, so sum
beint omanfyri nevnt,
halda seg burtur frá, so at
tey ikki so mikið sum fáa
sær at eta saman við einum
slíkum! - Men tað var sum
sagt til serligar umstøður,
ið Paulus skrivaði hetta; og
tað man valla vera nakar, ið
heldur, at Paulus við hesum
skuldi gjørt kærleiksboðið
til einkis.
Lóg er lóg, men tað er
ikki lógin, ið er treytaleys
fyri
himmalsins
sælu.
Henni fáa eisini smáir
syndarar lut í: "Haldið ikki,
at eg eri komin at avtaka
lógina og profetarnar; eg
eri ikki komin at avtaka,
men at fullføra. Tí at sanni-
liga sigi eg tykkum: Inntil
himmalin og jørðin for-
ganga, skal ikki hin minsti
bókstavur ella eitt flindur
av lógini strikast, fyrr enn
alt er fullgjørt. Hvør tann,
sum tí brýtur eitt einasta av
hesum minstu boðum og
lærir fólk soleiðis, hann
skal verða kallaður minstur
i himmiríki; men hvør tann,
sum heldur tey og lærir tey,
hann skal verða kallaður
stórur i himmiríki. Tí at eg
sigi tykkum, at um rættvísi
tykkara ikki ber av rættvísi
teirra skriftlærdu og farise-
aranna, koma tit als ikki inn
i himmiríkið." (Matt 5,17-
20)
- Løgið, at tey, ið vóru so
glað fyri a, ikki hava hildið
seg til at tikið b við: "tú
mansbarn, teg rakar rætt-
vísi tín'' (Job 35,8b)
ES. Síðan hetta varð skriv-
að fyri einum ári síðan, er
rættilig gongd komin á
øsingina frá føroyskum
skriftlærdum at rættvísgera
sínar fordómar við at
byggja á Móselóg. Kunnu
vit ikki nú eins og ápostl-
arnir og hinir elstu á sinni
taka orðini hjá Pæturi
ápostli til eftirtektar: "Hví
freista tit tá nú Guð við at
leggja eitt ok á nakkan á
lærusveinunum,
sum
hvørki fedrar okkara ella
vit orkaðu at bera? Men vit
trúgva, at vit verða frelstir
við Harrans Jesu náði á
sama hátt sum teir.« (Áps.
15,10-11)
VIÐMERKINGAR
Kristindómur og fordómur
men eisini hesar met-
ingar eru varnar. Ríkis-
stuðulin verður so at
siga óbroyttur.
(sí talvu II)
Leggjast skal afturat, at
ætlaði skattalættin ikki
er innroknaður í fíggj-
arlógaruppskotið ella
tølini í talvu II. Orsøkin
er, at skattalættin ikki
verður latin fyrr enn til-
svarandi sparingar eru
framdar soleiðis, at
skattalættin ikki kemur
at ávirka avlop lands-
kassans 2003.
Nevnast skal eisini, at
væntað varð, at mink-
ingin í ríkisstuðlinum á
366 mió. kr. í 2002 fór
at merkja eina minking
í inntøkum landkassans
á 7,1% í 2002 - men
nýggjasta
metingin
vísir, at inntøkur lands-
kassans
bert
minka
5,3% í 2002. Orsøkin
er, at hóast ríkisstuðulin
minkar, so vaksa aðrar
inntøkur enn ríkisstuð-
ulin væntandi við 5,8%
í 2002 - hetta hóast
fiskivinnan og alivinn-
an í Føroyum ikki hava
havt bestu umstøður í
ár.
Varnar inntøku-
metingar
Samanumtikið
kann
sigast, at inntøkumet-
ingarnar í fíggjarlógar-
uppskotinum fyri 2003
mugu sigast at verða
sera varnar. Hetta er
eisini
alneyðugt
nú
nógv bendir á, at óvan-
liga stóri búskapar-
vøksturin í føroyska bú-
skapinum
seinastu
árini, fer at gerast væl
minni komandi árini.
∆
Framhald av síðu 10
Hesa vikuna hava
tríggjar føroyskar
listakvinnur fram-
sýning í hølunum hjá
Føroyingafelagnum í
Esbjerg
LISTAFRAMSÝNING
Árni Joensen
Tað eru ikki tey kendu
nøvnini í føroyska lista-
heiminum, sum sýna síni
verk á framsýningini í
Esbjerg.
Tey, sum kenna føroyska
list, munnu kortini kennast
við okkurt navnið. Eitt nú
hevur Rúna Hansen, sum er
ættað úr Fuglafirði, havt
fleiri framsýningar ymsa-
staðni í Eysturoynni og í
Smiðjuni í Lítluvík, eins og
hon eisini hevur verið við á
Ólavsøkuframsýningini
nakrar ferðir. Rúna hevur
gingið eitt ár á listaskúl-
anum í Randers, og síðani
hon flutti til Esbjerg, hevur
Føroysk list í Esbjerg
Sanna Rasmussen úr
Vestmanna, Lív Eidesgaard
úr Oyndarfirði og Rúna
Hansen úr Fuglafirði hava
listaframsýning í Esbjerg í
hesum døgum
Framhald á síðu 20
C
M
Y
K
11
10