hósdagur 17. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Nr. 199 - 17. oktober 2002
13
Fyrri partur av
tveimum:
"Tú
góði
Gud,
hesin
heimur er ein sjónleikur!
Fulurl av dárum, ið á allan
hátt bert halda gang og
sveima
millum
hvønn
annan!".
Desiderius ERASMUS
úr: "Dårskabens pris" frá
1511
(kendur sum Erasmus frá
Rotterdam f. 1469)
"…..at arbeitt verður fyri at
broyta Føroyar til eitt
sekulariserað
samfelag,
sum byggir á humanismu -
ístaðin fyri kristnu siða-
læruna".
Álvur Kirke, yvirlýsing í
Dimmalætting 3 oktober
2002
Kim Simonsen
(humanistur m.a.)
Í hesum døgum skapa
yvirlýsingar djúpar gjáir
í føroyska samfelagnum.
Nøkur tosa um funda-
mentalismu, uttan at siga
hvat hetta er, og so hini, ið
rópa um humanismu, at
henda skal vera eins
skaðilig
og
svartasta
siðloysi, gudloysi og ring-
asti ólevnaður.
Humanisma
Kim Simonsen
Eg eri ikki gudfrøðingur
og vil ikki royna meg við
eini
definitión
av
fundamentalismu, eg havi
hinvegin hug at siga nøkur
orð um humanismu, tí tað
er klárt, at fólk ikki vita,
hvat tey tosa um, tá tey siga
seg meina við humanismu,
og ikki minst kolldøma
hesa leið.
Humanisman og
trúbótin
- Frá Erasmusi frá Rotter-
dam til Martin Luther.
Ein týdningur av orðin-
um humanisma er ein læra,
ið setir dannilsi sum mál.
Menniskja skal danna seg
sjálvt fyri at kunna gerast
menniskja, fult og heilt.
Handan hetta liggur sjálv-
andi eitt ideal um, hvat tað
vil siga at vera menniskja.
Hesin humanitetur varð
mangan leiddur úr antikk-
um merkingum. Hjá Pa-
traca, L. Valla Pico della
Mirandola,
Erasmus,
Thomas More finna vit
uppgerðina við skolastikk-
in við ortodoksi, ið rennur
saman við renessansuni í
Vesturheiminum.
Henda
stevna var sera fruktagóð,
av hesum runni vuksu tank-
ar um frælsið, list, politik
og tankar um lívið. Sen-
tralur er tankin um menn-
iskja sum skapandi sentr-
um, menniskja og mentanin
gerst mál í sjálvum sær.
Frá Byzantin til Italiu
Fara vit ein túr aftur til
1400 talið, tá modernað
vísindi og humanisman
komu undan kavi, vóru tað
menn, ið vóru flýddir úr
Byzantinska ríkinum, tá tað
fall í 1453. Hesir komu at
búseta seg í Italiu. Henda
lærda fjøld hevði við sær
handrit á greskum og kunn-
leika um grekst andslív.
Latín hevði verið lærda
málið í miðøld, meðan
kunnleikin til rómararíkið
øktist eisini í hesi tíðini.
Kunnleikin til greska an-
tikka heimin leiddi til brot
við miðaldarliga menta- og
heimsmyndir. Eftir fyrstu
spírarnar til renessansuna í
Italiu kom hon av álvara til
Norðureuropa í 16 øld.
Serliga frammaliga var
ynski um at lesa gamlar
skriftir á upprunamálum, ið
leiddi til atfinningar at tí
hátti katólska kirkjan hevði
týtt Bíbliuna og ynski um at
fáa hetta á heimligum
málsligum lendi. Human-
istiski andin setur á at gera
menniskja frælst frá kristn-
ari miðaldar fordøming av
lívinum á jørðini. Hesir
vildu eisini seta menniskja
í miðjuna, heldur enn Gud.
Hetta merkti ikki, at Gud
ikki var partur av heims-
myndini meiri.
Erasmus av Rotterdam
royndi at troyta eina leið, ið
boðaði ein humanistiskan
kristindóm, henda spíra
sígga vit í trúbótini og hjá
monnum sum Martin Luth-
er og Jean Calvin. Sum
heild komU humanisman,
trúbótin og renessansan at
merkja; at nýggjur sáttmáli
varð skrivaður. Humanistar
sum Rebelais, brútu við
miðaldrar lívsnoktandi og
asketiskar fyrimyndir, tøl-
andi hugsjónir og ivasom
hugmál og boðaðu; at gleði
skuldi valda í lívinum, og
ikki bert í ævinleikanum.
Hjá Rebelais kemur frælsið
fram, um vit hava egnaða
frálærufrøði, ið er tømd fyri
yvirtrúgv,
býttleika;
ið
miðaldar skolastiskar lærur
boða.
Andi hins einstaka
Í 1800 talinum kom hu-
manisman at vera endur-
nýggjað av t.d. Goethe,
Schiller, W. von Humboldt,
har dannilsi av tí einstaka, í
týdninginum persónmensk-
uni, kom at valda. Her er
humanistiskt danniilsi, og
einaferð enn, hetta vóru
ikki ateistar, men menn, ið
trúðu uppá javnvág, og
menning av mannlyndin-
um. Málið er ikki gudloysi
ella at berjast móti kristin-
dóminum, men at menn-
iskja mennir eina saman-
hangandi
heild.
Henda
siðing elvdi til mentaskap,
ið menniskja kundi nøra sín
anda við at troyta.
Humanisma og
upplýsing í Føroyum?
Fara vit til Føroyar eru tað
ikki hesi vandamál vit eru
uppald við at hugsa um. Eg
veit ikki, hvat hendir í
Føroyum, vit hava ein lítlan
her av lærarum, í øllum
okkara
skúlum,
frá
fólkaskúla til miðnámsút-
búgvingar
til
Lærdan
Háskúla, ið dúgliga tosa
um læring og gransking.
Øll brúka millum 9 til 18ár
(t.d. 10 plus 3 plus 4-6) í
skúlunum, men enn er ein
gjógv millum upplýsing og
kristnan dogmatik. Onkur
helt fyri, at upplýsingar-
tíðin ongantið kom til Før-
oya, at vit tí eru farin frá
miðøldini, ið vardi til minst
1850 (kanska 1890) og
beint inn í tjóðskapar-
romantikkin.
William
Heinesen tók til, at mið-
øldin í Føroyum vardi til ár
1900.
Føroyska anti-
humanistiska
argumentið
Føroysk humanisma finst
hon?
Jóannes Patursson, Rasmus
Effersøe og aðrir tjóðar-
byggjarar hugsaðu helst
ikki um annað enn tjóð-
skaparligt lóður, hesir tos-
aðu ongantíð um Horats,
Vergil, Aristoteles, Ovid,
Erasmus frá Rotterdam,
Rabelais,
Kopernicus,
Galilei ella Descartes. Frá
føroysku tjóðskaparrørsl-
uni skuldi ikki koma ein
miðeuropeiskur intellek-
tuellur framburður, annað
enn hin tjóðskaparromant-
iska altso. Seinni vóru tað
Kristin í Geil, sonur Djóna
í Geil, ið var við til at halda
jólafundin. Kristin kom at
umboða onnur rák, so sum
ein radikalan vong innan
tjóðskaparrørsluna í Før-
oyum, sum tók eftir grundt-
vígianismu,
Brandesa
radikalismu, sosialismuni
og arbeiðararørsluni, ið er
ein onnur kjølfesta enn
tann hjá teim frá jólafund-
inum, ið endaði sum kon-
servativt og mangan borg-
arligt afturhald á týðandi
økjum. Mentanarradikal-
isman, ið bæði tekur eftir
rationalismuni og human-
ismuni, kvaldist í Føroyum,
kanska tí eitt fylgi av
heimføðingum, tað eru
altíð tær smáu ondirnar, ið
traðka alt til einki, serliga
innan politikk, legði á at
læra føroyingin at hálova
mælagrót og flag, og sjó-
setti sjálvsheiðrandi heim-
føðiskapin sum fremstu
vísindina í Føroyum, saman
við fólksligum rørslum, ið
fekk alt at líkjast øllum, og
tí ongum. Í Føroyum livdi
ein antí-intellektualisma og
ein antí-humanisma, sum
man kann finna í ymiskum
hami, serliga innan:
• Nyttumoral
(pragmat-
ismu).
• Kristi afturhald.
• Tjóðaskaparrørsluna.
• Og vanligt afturhald,
borgarligar tankar um
siðmenning.
Nyttumoralurin ella prag-
matisman kann tykjast altíð
at vita best, hvat vit her og
nú hava brúk fyri, men
henda tulking er altíð og
æviga skeiv, menniskja livir
av meiri enn frá hond í
munnin.
Kristna
aftur-
haldið ræðist alt, sær undir-
gongu
allarstaðir,
hesi
premissir eru eins fyri allar
fýra bólkar, ið kunnu
myndast á henda hátt:
a) Vit er rótleys, ørkymlaði
og trilva eftir at finna
mista fótafestið. Vit hava
mist, ella eru um reppið,
at missa okkum sjálvi,
mentanarliga
felags-
skapin (tjóðskaparliga,
kristna, inntøkugrund-
arlagið ella vanligan
penan atburð) og kristna
felagsskapin, tí einstak-
lingalyndi, humanisma
og annað hóttir.
b) Missurin av felagsskap-
inum, og missurin av
kensluni av at vera á-
vegis ímóti einum felags
máli í framtíðini, eitt
æviga kristið Føroyar
t.d., elvir til tankan um,
at vit liva í ringum tíð-
um, kanska teim ring-
astu nakrantíð. Hesin
óttin er eisini felags fyri
allar fýra bólkar.
c) Misti felagsskapurin ger,
at vit ikki longur hava
VIÐMERKINGAR
Hvat er humanisma?
- Upplýsandi greinar ognaðar Álv Kirke og øðrum góðum fólkum í Føroyum
Instrument frá Óla Rømersa: "Observatorium Tusculanum". Stik frá P.Horrebows: "Basis
Astronomiæ", 1735
Træskurður frá Tyge Brahesa:"Astronomi instauratæ
Mechanica" 1558
nakran samanhangandi
etiska tilvitan, og uttan
ein felags etik kann
samfelagið ikki hanga
saman, t.v.s. hetta er ein
ónd ringrás. Vit tosa um
missin av felags etisku
leiðini, er bert eykenni
um at tað er soleiðis.
Hetta fær fólk at trálesa
t.d. bíbliuna, og til at
gerast ov bíbliutrúgv
(fundamentalistar).
d) Hugmyndafrøðisliga
uppgávulindi fær okkum
at
vanta
varðar
og
visiónir á ferð okkara
inn í framtíðina. Vit eru
tí noydd at trilva blind í
hesi samfelagsmenning,
sum t.d. hvussu vit skulu
uppala børn okkara ella
tá vit skulu finna fyri-
myndir og hugsjónir fyri
framtíðar mentan okk-
ara, í eini tíð, har man
tosar um skrásett para-
lag, fosturtøku os.fv.
c)Altjóðagerðingin, økta
og ótemjandi fjølmiðla-
útboðið, einstaklinga-
lyndi, alnótin, væntandi
felagsskapurin
og
hvørvandi etiska tilvit-
anin, er um at máa støði
undan
teim
virðum,
mentan, siðum, ið vit
hava, sum knýtur okkum
saman sum (kristið) fólk
og tjóð.
d) Eintaklingagerðingin
elvir eisini til, at vit fáa
eitt samfelag av sjálvs-
søknum einstaklingum,
ið bert stremba eftir
sjálvsmenning og sjálvs-
glaðari grunnskygdari
sjálvsnøktan, sum hesi
meina ein sekulerað
humanistisk heimsmynd
boðar.
e) Í kjalarvørinum á hu-
manismuni, sekulariser-
ingini, einstaklingagerð-
ini og missinum av
sjálvsagdum kristnum
tulkingum og siðum
fremkemur eitt sam-
leikaloysi, tí er okkara
kristni samleiki hóttur.
Hetta eru í stuttum nøkur
av teim mest vanligu argu-
mentunum, ið sum sagt
hava somu skipan og niður-
støðu, hóast ymiskar pre-
missir, nevnligani, at vit
hava mist okkurt í ferðini,
og at avleiðingarnar av
hesum eru, ella kunnu
gerast, øgiligir, tí fáa vit
lógir, ella hvat tað so fólk
ræðast, so er teirra einasta
argument, at hvat er so
næst? Hetta er ein til-
gjørdur og ósamanhang-
andi spurningur, ið meiri
líkist eini trábøn, tí hetta
spurdu teir, sum brendu
heksir seg eisini, hetta
spurdu teir, sum søktu Ann-
iku í Dímun á Havnarvág,
hetta spurdu teir, sum sóu
ein bil fyri fyrstu ferð, tey
sum fingu elektriskt ljós,
sum sóu eina teldur leggja
2 og 2 saman og fáa 4.
Hetta er v.ø.o. eitt vánaligt
argument man kann koyra
ad absurdum beinanvegin,
t.v.s. at vísa at hetta ikki
heldur við at føra líknandi
argumentir, sum hava sama
form (kallaður modens
ponens), ið hevur frimilin:
hvis p so q
p
q
Sum t.d. hetta:
er byrsan lødd(P), er hon
vandamikil (q)
hon er lødd (p)
hon er vandamikil (ergo q)
Hyggja vit at øllum argu-
mentinum hjá Álva Kirke,
so er formurin:
Um vit fáa sekulariser-
aðar lógir í Føroyum, t.d.
um skrásett paralag, ið
byggja á onkra tulking av
humanismu, so kann alt
henda, vit støkka kanska
sundir sum kristin tjóð? (p)
(q, -q ?)
Vit kunnu bert gita um
hetta, um hetta endar sum q
ella p, ikki q ella ikki p, tí
hetta er eitt probalistiskt
argument, t.v.s. at hetta
kunnu vit ikki vita nakað
um, tí er hetta bert lutfals-
ligani hugsandi, hetta er ein
møguleiki, ið hesi meta
sum sannlíkan.
Hetta er hitt milda Argu-
mentið, tey fólk, ið halda
fast um hesa leið, eru
mangan skilagóð, men eg
eri ósamdur í hesum argu-
menti, argumentið er ikki
gyldugt við vanligari argu-
mentatión, tí eri eg ó-
samdur við hvørjari ein-
stakari premiss, serliga tí
tann falska premissin hjá
hesum
fólkum
er
ein
burturvilst tulking, og ein
kolldøming, av orðinum
humanisma, ið eg skal gera
meiri úr í næsta parti
Dannandi bókmentir okkara sið-
menning er bygd á, saman við t.d.
Bíbliuni:
Erasmus: Dårskabens Pris
(1511), endurprentað frá útgávu
frá 1745.
Martin Luther: Om den træl-
bundne vilje. (1525), frá De
Servo Arbitrio, 1950.
Jean Calvin: Fremstilling af den
kristne troslære. (1536). Frá:
L´institution de la Religion
Chrétienne.
Rabelais: Gargantua og Panta-
gruel. (1532).
Nicolas Kopernicus: De him-
melsek kloders bevægelser. Stock-
holm, 1881.
Lucrets III, 938, 1965.
Galilei bræv til kepler 19 august
1610. Í: Leif Nedergaard: "Litte-
ratur og idéhistorie -Indbefattet
en verdenslitterær antologi".
1981.
Descartes: Discours de la
Méthode pour bien conduire sa
raison & chercher la verité dans
les sciences (1637), 2002.
Tcchonis Brahe: De Nova Et
Nvllis (…). (Um nýggju stjórnuna
1573).
Aðrar bøkur:
Gunnar Skirbekk: Filosofi Hi-
storie 1-2. 1980.
Odd Wormnæs: Vitenskaps fil-
sosofi. 1984.
Leif Nedergaard: "Litteratur og
idéhistorie -Indbefattet en verd-
enslitterær antologi". 1981.
Justus Hartnack: Filosofiens
historie. 1969
Politikens filosofi leksikon (Red.
Paul Lübke).1998.
Thomas Bredsforff, Mihail
Larsen & Ole Thyssen: Til
Glæden - Om humanisme og
humaniora. 1979.
Carl S. Petersen & Vilhelm And-
ersen: Illustreret dansk litteratur-
historie. Bd. 1. 1924.
Sekstantur frá Tyge Brahesa:"Astronomi instauratæ
Mechanica" 1558
Bókin "De Nova Et Nvllis", um nýggju stjórnuna hjá Tyge
Brahe frá 1573
Tekning úr Tyge Brahesa bók um nýggju stjórnuna hjá Tyge
Brahe frá 1573
Titulblað frá bíbliunihjá Chr. III, prenta í Keypmannahavn í
1550. Her sær ein andan frá renessansuni og humanismuni,
sjálvt kristindómurin, sum ferðin frá føðing til deyða,
syndafall og uppreistur frá teim deyðu, er teknað í einum
positivum anda
Koparstikt forsíðublað frá verkinum hjá Ole Worm um rúnir
frá 1643. Her sær man týðuliga broyting frá renessansuni til
ein hábærsligan og ógvusligan barok. einglarnir eru spikafeitir.
Her hóma vit andan sum upplýsingartíðin kom at hava
C
M
Y
K
13
12