Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 17. oktober 2002 15 15 14 Nr. 199 - 17. oktober 2002 Føroyskir konsert- dagar í Íslandi Komandi vikuna fara nógvir føroyskarar tónleikarar at halda til í Ísland, har teir fara at spæla á yms- um konsertum. Tað eru Tutl og Hjóma- lind, sum skipa fyri føroyskum døgum í Íslandi TÓNLEIKUR Pop.fo Tað verður kallað føroyska bylgjan, Fairwaves, og tað snýr seg um at føra før- oyskan tónleik fram í Íslandi. Íslendska plátufelagið (v.m.) Hjómalind og før- oyska Tutl hava í felag skipað fyri ferðini hjá før- oysku tónleikarunum til Ís- lands í døgunum frá 16. til 26. oktober. Nøvnini, sum fara til Íslands at spæla, eru Hanus G. Johansen, Eivør Pálsdóttir, Kári Sverrisson, Clickhaze og Krit. Í gjárkvøldið var konsert í Austurbæjarbíó, har Han- us Gærdum Johansen, Ei- vør Pálsdóttir og Kári Sverrisson skuldu syngja og spæla. Rockkonsertir Leygardagin 19. oktober fara Clickhaze og Krit at spæla á Grand Rokk, og tað er tað eisini rockur, sum stendur á skránni. Hetta er fyrsta ferðin hjá Clickhaze til Íslands, har Eivør Páls- dóttir hevur longu fingið eitt navn haryviri, og tí verður spennandi at vita, hvussu tað spælir av, tá hon hevur bólkin hjá sær saman við sær á palli. Krit kemur alsamt meira fram. Bólkurin spælir harð- an og myrkan rocktónleik, og í Íslandi vænta tey sær nógv av hesum bólki. Leygardagin 26. oktober verður konsert við Click- haze og Krit í Austurbæjar- bíó. Allar hesar konsertir eru í Reykjavík, men tað kann ikki útilokast, at føroysku tónleikararnir fara at hava aðrar framførslur, meðan teir eru í Íslandi. Eisini verður arbeitt við at fáa før- oyskan tónleik fram á ann- an hátt. Allan lovar betur avrik Nýggi sangarin í Týr helt, at fyrsta fram- førslan hjá honum var merkt av nervum, men hann lovar, at avrikini hjá honum fara at gerast betur TÓNLEIKUR Pop.fo Leygarkvøldið spældi Týr í Sumpinum, tey kalla, á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn. Nógvir føroyingar vóru sjálvsagt til tiltakið, og summi halda, at nýggi sangarin í Týr fekk eina ótrygga byrjan saman við bólkinum. Allan Streymoy heldur eisini, at tað kundi gingið betur hjá honum. – Eg kundi komi við ym- iskum umberingum fyri, hví tað ikki gekk betur hjá mær, men fyrst og fremst var tað tí, at hetta var fyrstu ferð, vit spældu alment, og eg var merktur av nervum. Vit kenna øll eitt sindur til presentatiónsótta, sigur hann. – Eg havi lisið viðmerk- ingarnar í kjakinum á Pop.fo um mítt avrik, og um at bólkurin heldur skuldi verið givin, tá Pól Arni fóru burturúr. Um øll skuldi givist, tá tað ikki gekk so væl, ja, so var verðin ikki komin langt. Eg ivist stórliga í, um fyrsta hjólið var serliga runt, men í dag trilla tey fínt. Somu- leiðis lovi eg eisini, at míni avrik fara at gerast betur, sigur Allan Streymoy. Tað var gott lív í, tá Týr spældi leygarkvøldið, og tá Ormurin Langi var á skránni, tóku fólk sum van- ligt saman á dansigólv- inum. Í næstu viku fer Týr til Noregs, har teir skulu spæla til konsertir í Oslo. C M Y K 14