hósdagur 17. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Ingun Simonsen,
fyrrverandi fyrsti
lærari í Skopun, hev-
ur stevnt foreldrum í
Skopun fyri »for-
styrrelse og øde-
læggelse af forhold«
STEVNING
Ingrid Bjarnastein
Stríðið um fyrsta læraran í
Skopun er ikki endað enn.
Fyri nøkrum mánaðum
síðani tók stríð seg upp í
Skopun um fyrsta læraran,
Ingun Simonsen, tí foreldur
savnaðu saman undirskrift-
ir, har tey kravdu at fáa
betri viðurskifti fyri børn
teirra í skúlanum. Hetta
endaði við, at fyrsti lærarin
Ingun Simonsen, fór frá og
Sigurd Bærentsen eisini
flutti úr skúlanum.
Nú hava 24 foreldur í
Skopun fingið boð um at
møta í rættinum tann 19.
november klokkan 10.30.
Nøkur pilkað frá
Sambært
foreldrunum
verða tey saksøkt fyri »for-
styrrelse og ødelæggelse af
forhold«, og sagt verður, at
foreldrini hava skyldina av,
at Ingun ikki fær arbeiði
nakrastaðni – hóast hon nú
arbeiðir í Hoyvíkar skúla.
– Vit hava ongantíð skriv-
að undir, at vit vildu hava
hana frá, siga foreldrini í
Skopun.
– Vit skrivaðu undir
uppá, at vit vildu hava frið
at valda á skúlanum.
Sjálvandi vilja foreldur at
alt skal fungera sum best
fyri teirra børn, og tað var
tað, sum vit skrivaðu undir.
Men sakførarin hjá Ingun
Simonsen, Sigmund Poul-
sen, sigur, at foreldrini hava
sagt, at um Ingun ikki fór
frá sum fyrsti lærari, so
tóku tey barnið úr skúl-
anum.
– Og tað er ein rættiliga
grov ákæra, sigur Sigmund
Poulsen.
24 foreldur eru stevnd,
men tað vóru 27, sum hava
skrivað undir brævið.
Sostatt eru trý foreldur
pilkað burturúr.
– 27 foreldur skrivaðu
undir brævið av fyrstan tíð,
sigur Sigmund Poulsen,
advokatur.
– Men tann tíð tað var,
sendi eg eitt bræv til for-
eldrini, og tá vísti tað seg,
at trý av teimum tóku und-
irskriftirnar aftur. Hetta
varð gjørt longu í mei-juni
mánaða, so tað er ikki nak-
að nýtt, greðir advokaturin
frá.
Foreldrini siga seg ikki
hava nakað ímóti at fara í
rættin, tí standa fast við tað,
ið sagt og gjørt er. Men tey
siga seg vera kedd um, at
Sigurd Bærentsen varð
noyddur at fara í annað
starv.
– Bæði Sigurd Bærentsen
og Ingun Simonsen áttu at
kunna verið her í dag, men
soleiðis er tað bara ikki.
Men vit standa fast við
okkara. Vit hava ikki gjørt
nakað galið, og tí hava vit
onki ímóti at fara í rættin.
Foreldrini siga, at Ingun
Simonsen metir seg verða
forfylgda av foreldrunum,
men foreldrini meta, at Ing-
un forfylgir teimum.
Sjey skjøl eru viðløgd í
stevningini, og í øllum
teimum sjey skjølunum
hevur hon bara navngivið
ein persón.
– So um nakað er for-
fylging, so er tað júst tað,
siga foreldrini í Skopun.
– Tá foreldur í Skopun
siga, at fyrsti lærarin heldur
áfram við at leggja forðing-
ar í vegin, og at tey taka
barnið úr skúlanum um hon
ikki fer frá, tá er tað rætti-
liga álvarsamt, sigur Sig-
mund Poulsen at enda.
Foreldur í Skopun eru stevnd
Foreldur í Skopun hava
fingið boð um at møta í
rættinum. Hetta er
í sambandi við skúlastríðið
fyri nøkrum mánaðum
síðani.
Rio Bravo letur uppaftur
Eftir at hava verið
stongt í fimm vikur,
letur Rio Bravo nú
uppaftur. Nakrar
broytingar eru
gjørdar, sigur eigarin
Mouldi Manai
MATSTOVUR
Heini í Skorini
Matstovan í miðbýnum í
Havn, Rio Bravo, hevur
seinastu vikurnar verið
afturlatin. Men nú kunnu
havnarfólk aftur leita sær
oman í Rio Bravo, eftir at
matstovan er latin uppaftur.
Mouldi Manai, eigari á
Rio Bravo umframt øðrum
matstovum og barrum í
Havn, sigur, at nakrar
broytingar eru gjørdar sein-
astu tíðina, bæði viðvíkj-
andi lokali og matarskrá.
– Vit hava gjørt tað
praktiskari í lokalum okk-
ara, bæði fyri arbeiðsfólkið
og fyri kundarnar. Hesar
nýggju innrættingar hava
verið framdar, meðan Rio
Bravo hevur verið afturlat-
ið, og vit eru vælnøgd við
broytingarnar. Umframt tað
hava vit eisini víðkað mat-
arskrá okkara, og serliga er
atgongdin til fiskarættir
størsta broytingin, sigur
Mouldi Manai.
Opið til kl. 3
Mouldi Manai leggur eisini
afturat, at Rio Bravo er
opið frá hósdegi til sunnu-
dag. Manhattan og Casa-
blanca, sum eru í sama
bygningi, hava opið allar
dagar í vikuni, og tí er tíð-
arskeiðið frá hósdegi til
sunnudag nøktandi at hava
opið hjá Rio Bravo.
Køkurin í Rio Bravo fer
at stongja umleið klokkan
ellivu hvørt kvøld, men
harafturímóti er nú møgu-
leiki at sita á matstovuni til
klokkan trý um náttina.
– Fyrr hevur ikki verið
møguleiki at sita so leingi,
men hetta geva vit kundum
okkara møguleika fyri nú.
Fólk vilja ofta sita og
hugna sær longri, hóast
køkurin er stongdur, og tey
eru liðug at eta, og tískil
halda vit tað vera týdning-
armikið, at fólk ikki skulu
út, longu tá køkurin letur
aftur.
Rio Bravo er nú latið
uppaftur eftir 5 vikur í dvala
Toyota sýnir fram ein
nýggjan LandCruiser
á altjóða bilaframsýn-
ingini í Paris. Bilurin
er designaður á
evropeiska design-
sentrinum hjá Toyota
í Suðurfraklandi
BILAR
MAGNUS
GUNNARSSON
Hesin nýggi bilurin, ið
kemur at avloysa Land-
Cruiser GX90, verður eins
og forgangarin, ein ektaður
"off roadari" við eins góð-
um eginleikum til at koyra
á ósløttum undirlendi sum á
vanliga koyrivegnum. Bil-
urin er útgjørdur við nógv-
ari framkomnari tøkni til
koyring, har tað er bratt og
óframkomiligt. Hann hevur
t.d. Hill-start Assist Control
(HAC) og Downhill Assist
Control (DAC) sum eru
elektroniskar skipanir ið
halda stýr á bilinum í brøtt-
um undanbrekkum. Eisini
hevur hann elektroniskt
sperridifferentiali. Land-
Cruiser verður gjørdur í út-
gávum við 3 og 5 hurðum.
Tveir motorar verða at velja
ímillum. Annar er ein 4 syl.
3,0
litur
common-rail
turbodiesel við 163 hk og
hin er einV6 VVTi bensin
við 249 hk og koyrir frá 0-
100 km/t uppá 10 sek. Av
trygdarútgerð kann nevnast
at umframt airbag framman
og í síðunum hevur hann
eisini gardinairbag. Hesin
LandCruiser
kemur
á
marknaðin við 3,0 diesel-
motori fyrst komandi ár og
við V6 bensinmotorinum í
einaferð í vár.
Kelda: Tíðindaskriv frá Toyota
Danmark A/S
Nr. 199 • hósdagur • 17. oktober 2002 • 76. árg.
Danskir motorjourn-
alistar hava kosið
Citroën C3 til "Årets
Bil i Danmark 2003".
Bilurin fekk 174 stig
av 575 møguligum og
bleiv 33 stig framm-
anfyri nummar tvey.
ÁRSINS BILUR
Magnus Gunnarsson
Citroën C3, ið kom á
marknaðin í vár, er ein bilur
við ótradionellum designi,
ið verður lagdur til merkis í
gøtumyndini. Upprunaliga
høvdu designarnir Citroën
2CV í huga, tá teir fóru
undir at tekna C3. Bilurin
er lættur at koma inn í, man
situr høgt við góðum út-
sýni. Instrumentini innan
minna ikki sørt um teir
gomlu Citroën GS og CX,
men hesi er í nútímans
smartum stíli. Bilurin er
rúmiligur,
hevur
góðar
koyrieginleikar og lutfals-
liga stórt viðførisrúm, 305
litrar, ið má sigast at vera
stórt í hesum klassanum.
Í donsku tíðindaskrivun-
um verður sagt, at fólk ikki
kunnu rokna við, at tey
kunnu fara inn til nærmasta
Citroën
bilhandlara
og
keypa ein nýggjan C3. Or-
søkin er, at bíðilistin er
langur eftir at fáa bilin lev-
eraðan. Sama er galdandi
her hjá okkum. Frá Citroën
umboðnum, Ivan Johansen
Bilar, verður sagt, at eftir-
spurningurin er stórur, og at
teir ongan C3 hava á
goymslu í løtuni, men teir
vóna at fáa nakrar bilar um
14 dagar.
Citroën C3 -
ársins bilur
í Danmark
2003
Citroën C3 bleiv seinasta hósdag kosin "Årets Bil i Danmark 2003"
LandCruiser í nýggjari útgávu
LandCruiser er designaður
á evropeiska design-
sentrinum hjá Toyota í
Suðurfraklandi
C
M
Y
K
17
16