hósdagur 7. februar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6 Nr. 16 — 7. februar 1985
ið Útgevari: o o j
aað ki ygdaleiðir koyrdu |
DS Ábyrgdarblaðstjóri: |
Jan Miller i
Fyritaksstjóri: o o o i
me | Ikki skilaleyst |
Telefon 118 20 Blaðfólk:
Argjavegur 26, 3800 Argir Hegni Djurhuus
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Randi Jacobsen Bussførararnir á Bygda- yvirhåladir av einum bussi leiðum er altíð eftir
Dagný Joensen leiðum gera her eina við- hjá Bygdaleiðum. Ferðin umstødunum, og eru lík-
Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag bor. in merking til eitt lesara- hjá bilunum var 40-50 km. indini so vánalig, at tíðin
. ; bræv, sum stóð í Sosialin- um tíman, tá teir vórðu ikki kann yvirhaldast, eru
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta Prent: 1 um 31. januar, undirskriv- — yvirhåladir. vit noyddir at leypa túrar
ingi kl. 10 deginfyri Pit Pressen 1901 að »Volvo«. »Volvo« skriv- Vit bussførarar á um.
Ognarrættur
og bygda-
menning
EITT tað best brúkta orðið upp undir
legtingsval er hugtakið BYGDA-
MENNING. Bæði í talu og skrift hava
politikarar og fólk við politiskum
ambitiónum nærum válkað sær i
hesum eina orðinum og víst á,
hvussu stóran týdning tað hevur fyri
okkara samfelag, at smáplássini í út-
jaðaranum ikki aftoftast.
HER verður bygdamenningin um-
rødd í samband við almennar útbygg-
ingarætlanir og iløgur í havnir, vegir,
byrgingar, berghol o. I. Hetta eru alt
týdningarmiklir partar av bygda-
menningini. Og júst í hesum degum
hoyra vit um bergholsgerðina til
Trøllanesar, sum eitt av hesum út-
jaðaraplássum, ið skal mennast.
MEN vit mugu gera okkum greitt, at
bygdamenning er ikki einans priorit-
ering av krónum og oyrum. Bygda-
menning er eisini ein spurningur um
at kunna troyta teir møguleikar, sum
eru á smáplássunum.
HAR forðingar eru fyri at fremja eina
slíka bygdamenning, mugu vit loysa
upp fyri teimum. Vit kunnu her nevna
lógir og reglugerðir og siðir, sum ikki
longur hoyra tíðini til. Tá hesi viður-
skifti eru forðing fyri eini náttúrligari
menning av smáplássunum mugu tey
takast av ella skiftast út.
EITT dømi um slíka skerjing og forð-
ing av bygdamenning er tann frið-
halgaði ognarrætturin, og tá ið hesin
ognarrættur forðar íbúgvunum á
smáplássunum í at menna og út-
byggja sítt egna búpláss, tá má hann
skerjast við tað sama. Vit kunnu ikki
tvihalda um ognarrættin til jørd og
nåttururikidømi, tá hesin ognarrættur
samstundis forðar ødrum í at fremja
bygdamenning.
MYKINES er eitt talandi dømi um,
hvussuleiðis tann óskerdi ognarrætt-
urin til jørð og nåttururikidømi slepp-
ur at steðga bygdamenningini.
Meðan henda oyggj tíðliga í 1900-
talinum hevði 180 íbúgvar, so eru bert
15 fólk fastbúgvandi har í dag. Vandi
er fyri, at bygdin avtoftast, um ikki
okkurt verður gjørt. Í dag er stødan
so tann, at tað stóra rikidømid av
jørð, fugli, seyði o. ø. í oynni verður
als ikki troytt, sum tað átti. Og
oddagrein
orsøkin til hetta er tann, at tað eru
fólk aðrastaðni í landinum, sum hava
ognarrættin til jørðina.
NÓGV av hesum fólkum rekja als
ikki jørðina og tí kemur hon ikki
menningini av oynni til góðar. Við at
varðveita tann óskerda ognarrættin
til hesa jørðina, gera vit okkum sam-
stundis sek í at forða fyri menning av
hesum bygdasamfelagi.
TAÐ hevur verið tosað um at áleggja
fólki, sum eiga uttanbíggjajørð, fram-
leidslu- og bústaðarskyldu, og hvat
var meira náttúrligt enn tað. At tey,
sum eiga jørðina, eitt nú í Mykinesi,
vórðu tvingaði til at røkja hana,
soleiðis at hon gav nakað av sær og
soleiðis at hetta var medvirkandi til,
at hetta lítla bygdasamfelagið aftur
fekk meguleika at mennast.
Í DAG er meira enn helvtin av jørdini í
Mykinesi á hondunum á fólki, sum
ikki hevur fastan bústað í oynni.
Hetta líkist rætt og slætt ongum.
FÓLKAVALDU umboðini á legtingi
mugu her gera vallyftini um bygda-
menning til veruleika. Tað er ikki bert
talan um iløgur í berghol og havnir.
Tað mugu eisini gerast reint menn-
iskjansligar illøgur í at broyta verandi
lóggávu á jarðargkinum.
VIT eiga m.a. at krevja av teimum,
sum eiga jerð í eini oyggj sum Myki-
nesi, at tey lúka treytir so sum fram-
leiðslu- og bústaðarskyldu. Okkara
náttúru og tað, ið henni livir, er alt ov
rík til, at hon bert skal vera til stutt-
leika hjá nøkrum fáum og sum spek-
ulatiónsvera hjá ødrum.
TEY fólk, sum búgva í Mykinesi og
tey fólk sum ynskja at búseta seg í
Mykinesi til tess at menna hesa út-
oyggj aftur og skapa arbeiðspláss
har, tey fólk skulu hava rættin til at
troyta jørðina og náttúrutilfangið
annars.
TÁ hetta gerst veruleiki, kunnu vit
við stoltleika tosa um, at bygda-
menning ikki bert er eitt tómt hug-
tak, ið bert verður havt á manna-
munni, tá val er 4. hvort ár.
aði um ein tilburð á Oyggj-
arvegnum sunnudagin
fyri, tá ein bussur yvirhál-
aði skilaleyst. Bussfer-
ararnir skriva:
I Sosialinum 31.1.85
skrivar ein bilførari, ið
nevnir seg Volvo, at ein
bussur hjá Bygdaleiðum
hevur koyrt skilaleyst á
Oyggjarvegnum. Hesin
bilferari sigur, at á Norða-
raskarði vórðu fimm bilar
Bygdaleiðum kenna einki
til slíka skilaleysa yvirhál-
ing á Oyggjarvegnum
sunnudagin 27. januar.
Tað er ein spurningur,
um tað var ein bussur hjá
Bygdaleiðum, tí tað vóru
fleiri aðrir bussar á oynni
henda dagin. Allir túrarnir
hjá Bygdaleiðum vóru
heldur ikki koyrdir henda
dagin vegna vánaligt
veður.
Koyringin hjá Bygda-
Slíkan dag sum tann
nevnda sunnudagin, við tí
sýni, sum var, hevði tað
verið betri, at bilar og bil-
forarar, ið ikki seta seg
ferar fyri at halda hósk-
andi ferð, lótu vera við at
fara á Oyggjarvegin. Tað
er júst, tá koyrt verður við
lítlari ferð, at henda skila-
leysa yvirhálingin hendir.
Bussferararnir á
Bygdaleiðum
vandalismu
Ein húsmóðir í Havn
spælir í týsdagsdimmuni
serfreðingur innan orku-
mál, hálovar SEV og
kallar alt annað >romant-
iskt tvætl«.
Sama dag skrivar Sosi-
alurin um nakrar føroy-
ingar, ið eru farnir yvir til
USA at seta upp feroyskt
framleiddar = vindmyllur.
Legið, at amerikumenn
skulu vera so áhugaðir
fyri romantiskum tvætli,
at teir leita heilt til Feroya
fyri at finna tað.
Samstundis leita
føroyingar uttanlands
eftir »profetum«, id eru
førir fyri at uppala okkum
i teknokratiskari
heimspeki. Hesir skulu við
sínum borimaskinum og
heilagu gravkúm syrgja
fyri, at sovorðið sum áir
og fossar ikki ferir veikar
sálir út í romantiskt
fortapilsi. Hetta gerst
best við, at hesi verða
uppturkað — tí tá fara
perurnar nokk at lýsa
blankar. Og SEV betalir.
Vit kunnu ikki liva av
romantikki, sigur m.a.
hendan húsmóðirin. Hetta
veldst alt um, hvussu vit
nú uppfata orðið at liva.
Tað er rætt, at vit ikki
beinleiðis kunnu eta áar-
tutl ella eitt vakurt sól-
setur. Heldur ikki vinna
vit nevnivert av peningi
við at lata náttúruna fáa
frið; tað gagnar ikki
kapitalinum.
Men tað romantiska
aspektið (illa umtókt sum
tað er) má eisini sleppa inn
í myndina. Tað er ikki ber
luft. Í Danmerk friða teir í
túsundavís av hektarum
árliga. Rekreativ virði er
ein orsek. Varðveiting av
hóttum náttúrugripum er
ein onnur orsøk o.s.fr.
Hava vit nakað sovorðið
í Feroyum. Er nakað, sum
eitur friðing her á landi.
Tann sokallaða yvirfrið-
ingarnevndin tykist, ið
hvussu er, ikki at vera
annað enn nikkidukka hjá
kapitalinum og tekno-
kratinum. Hon gav jú
SEV loyvi til at neyðtaka
eitt tað vakrasta náttúru-
ekið í Feroyum. Ein
skammblettur fyri feroy-
ingar sum framkomin
menniskju.
Romantikkur móti
Feroyar eru eitt lítið
land, 1400 km! til støddar.
Vit hava ikki ráð til at for-
koma einum eki fyri og
eðrum eftir á henda hátt.
Her má farast fram við
skynsemi. Tað verður
nógv tosað um ferða-
mannavinnu her á landi.
Eitt er vist, ferðamenn
koma ikki hendavegin at
hyggja at SEV-byrg-
ingum og uppturkaðum
áum. Teir koma fyri at
njóta ta serstøku føroysku
náttúruna. Hvervur
náttúran, verður hareftir
við ferðafólkinum. Hevur
eingin kapitalistur hugsað
um tað?
Tað er at vóna, at hetta
landsstýrið er so mikið at
sæt komið, at tað fær
steðgað hesum garrvilla
ævintýrinum hjá SEV í
Norðureysturoy. Tí tað
sær út til, at flestu redd-
irnar nú (uttan SEV
sjálvt) mæla til aðrar
loysnir. Sum bæði eru sky
nsamari og bíligari.
Lurtið fyri einaferð
skyld eftir »tvætlinum«.
Romantikari
Steðgið religiøsu
fanatikarunum
Ferðsluvanlukkurnar vísa
seg til bert at økjast meir
og meir, so nú má okkurt
munagott gerast, ikki
bara tosa. (Hasin setning-
urin er nú sagdur fleiri
ferð). Nú mugu vit taka
ábyrgd av samfelagnum,
ið vit liva í.
Eg skal her siga frá
nekrum grundum til
ferðsludrápini (ja tað er
dráp).
1: Trygdarseðla:
Hvussu ber tað til, at tað í
Feroyum er betri at koyra
uttan trygdarseðlar, tá
tað allar aðra staðir er tað
mótsatta?
2: Almenna busrutan:
Hon skuldi, tá hon kom,
vera bíligari enn at koyra
sjálvur. Men tað er hon
so ikki í dag.
Demi: Tú skal úr Havn
vestur í Vágar. Við bili
kostar tað: 25 kr. fyri
bensin, 45 við SAM, til-
samans kr. 70,00.
Við bussi kostar tað:
busleiðin niðan í Bil kr.
8,00 til Vestmanna kr.
30,00, við SAM kr. 20,00,
viðbussi í Vágum kr.
30,00 ella tilsamans kr.
78,00.
Framhald å sidu 12