Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sj Nr. 16 — 7. februar 1985 Ferðsluskeið á læraraskúlanum Tað er umráðandi, at børn og ung verða ald upp til at kenna ábyrgd og sýna varsemi í ferðsluni. Her eiga heimið og skúlin at kenna skyldu sína Læraraskúlanæmingar í 2. fl. høvdu í vikuni 14/1-18/1 ferðsluskeið saman við Egga Jensen lærara. Vit høvdu vitjan av Olivar Næss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Atli jensen, frá bileftirlitinum, tveim- um politistum og Oddmar Fære frá Landssjúkra- húsinum, sum allir greiddu okkum frá ferðslu og ferðslutrygd. Eftir lokið skeið eru vitk omin til hesa niðursteðu : Koyrikortið: Tað er ov lætt at fáa koyri- kort i Føroyum og næstan ógjerligt at fáa koyri- kortið av fólkið, sum vísir seg at roynast illa sum bil- ferarar. Ein gongd leið kundi verið at sett sterri krev til koyrikortið. Her kundu vit gjert sum norð- menn. Í Noregi fær tú fyrst eitt fyribils koyri- kort, sum er galdandi í tvey ár. Nevnda tíðarskeið er ein royndartíð, og um tú á ein ella annan hátt hevur gjørt brot á ferðslulógina verður hetta tikið við í metingina, tá ið farið verður upp til endaliga roynd. Bussrutur í sam- band við dans: Ein loysn er, at ungfolk hava meguleika at fara við bussi í dans og heimaftur, istadin fyri sum nú at noyðast upp í onkran til- vildarligan bil, har ferarin mangan er ávirkaður av rúsdrekka. Hetta krevur, at samarbeiði verður millum tey, sum skipa fyri dansi og t.d. Bygdaleiðir, skúlabussarnar og/ella aðrar. Herferð móti rús- drekkakoyring: Spurdir um hverja ávirkan ávaringin í út- varpi og sjónvarpið í desember mánaði ímóti rúsdrekkakoyring hevði, svaraðu politistarnir, at ávirkanin var ógvuliga týðilig og nevndu sam- stundis, at í hesum mánaði vóru b ara tfy tikin fyri at hava koyrt við kenning ímóti 16-18 í Ferðslumál er eisini ungdomsmål Mikukveldið 30. januar boðaði Ungmannafelagid Geilin í Vestmanna limum sínum til ein sokallaðan Ferðslufund í gamla skúla, har umboð fyri Bil- eftirlitið og Politivaldið vóru í panelinum. Lim- irnir hjá felagnum vóru spentir um, hvat fekst burturúr hesum fundi, tí sum ein segði, eydnast hesin væl, so verða fleiri tílíkir, við umboðan frá eðrum stovnum eisini«. Nógvur ungdómur var uppmettur til fundin, sum var væl skipaður, og legði Atli Jensen fyri Bileftir- litið fyri við at greina út, hvussu hann sum ungur upplivdi at vaksa upp í einari bygd (Kvívík) við bert einum bili. Hetta rullandi akfar upptók hann ómetaliga nógv og har av kom áhugin fyri bilum. Hetta var ein góð og undirhaldandi løta sum upptók ungfólkið, helst tí hann nam við nógvar spurningar, sum komu Vestmanna til nógv rós. Men í einari knappari vending og við góðum málburði, sum hesin mað- ur dugdi væl, kom hann inn á, hvussu Bileftirlitid er mannað, hvat fyri upp- gávu hesi høvdu, so sum Teoriprøvar = — koyri- prevar, sýninga v bilum og at vera við, tá upp- merkingar og annað skuldi plaserast v.m. Tað, sum eisini bleiv nomið eitt sindur við, var, hver hevði skuldina av 6- happinum, tá nú so nógv fólk eru deyð í ferðsluni hesi seinastu árini. Atli nevndi, at tað eru fleiri orsekir og nevndi nakrar, men hann helt, at tað var av avgerandi týdningi, at alt samfelagið — stovnar — feløg — skúlar — barnagarðar — einstakl- ingar — arbeiddu saman; so kundi hetta kanska gjørt, at vit innan ikki ov langa tíð, kundu minkað desember mánaði árið fyri Lítið man vera at ivast í, at um tilikar herferðir regluliga vóru í útvarpi og sjónvarpi hevði tað so við og við havt avgjerda ávirkan á okkara ferðslu- mentan. Hvussu við teimum skaddu í ferðsluni?: Millum annað kom fram, at árliga verða um 40 fólk so álvarsliga skadd, at tey fáa mein fyri lívið. hesi fólk — ofta heilt ung — hoyra vit einki til aftur. Hvat verður av teimum? Um vit fingu nekur av hesum at greitt frá teimum álvarsligu fylgj- um, ið skilaleys koyring hevur við sær, halda vit, at tað heðvi hjálpt nógv til at fingið teir ungu bilkoyr- ararnar at tikið annað skinn um bak og koyrt meira varliga. Okkurt má gerast: Øll eru samd um, at okkurt munagott má gerast at koma hesum um ferðsludeyðan. Hann kom eisini inn iløgurnar í vegir, og tær eru ikki smávegis av pen- ingi. og innflutningin av bilum (ei heldur her er in- vesteringin lítil) til sam- metingar nevndi hann, at iløgurnar, ið tað menn- iskjansliga (her var hugs- að um upplýsing) vóru ikki stórar. Undir orðaskiftinum segði hann, at spiritus- koyringin í Feroyum er sum við okkara uttan- landsskuld, hon bara vekstur, og rætt hevur hann í hesum. Hetta er eitt talandi dømi, at Atli vid sini vitan kann fåa ungdómin við í prátið um, at ov nógv fólk doyggja av ósketni og líkasælu í ferðsluni. Komið var eisini inná, hvussu nógvir koyriprevar vóru um árið. 1200 bleiv nevnt, og eftir núverandi barnatalinum fer talið á koyriprevum at minka um nekur ár, segði óhugnaligu ferðsluvan lukkum til lívs, og at vit mugu fáa okkara ferðslu- mentan upp á eitt hægri steði. Vit fingu varhugan av, at hesir stovnar, sum á ein ella annan hátt hava við ferðsluna at gera, arbeiða alt ov lítið saman. Tey umboð, sum vóru úti á skúlanum, góvu týðiliga til kennar, at tey ynsktu eitt betur samarbeiði sína- millum Tad er greitt, at um stovnarnir standa saman kemur meira burturúr Ferðsluringur Barn- anna — Skúlin: Eitt ógvuliga gott tiltak, sum Ráðið fyri Ferðslu- trygd er farið í holt við, er ferðsluringur barnanna. Í hesum ringi kundu øll bern í 3-7 ára aldri verið. Bernini fáa sendandi ymiskt upplýsandi tilfar um ferðslu og um hvussu ein skal ferðast í ferðsluni. Nevnast kunnu stutt- søgur, smáar uppgåvur 0.a. Sum komandi lærarar hava vit ta åskodan, at skúlin eigur at arbeiða víð- ari við hesum góða tiltaki. Sum nú er, eru meguleik- arnir ov vánaligir, av tí at bert 48 tímar eru ætlaðir hesum evni øll skúlaárini frá fyrsta til nígginda. Vit meta, at ferðsla eigur av álvara at gerast ein fastur táttur í frálæruni, sum t.d. flokslærarin hevur ábyrgdina av. Hetta er í hvussu so er ein gongd leið at geva okkara komandi ættarliði eina betri ferðslumentan. hann. Uppá fyrispurning frá fundarluttakara um ferðin í bygdum eki og uttanfyri bygt ekið var ov nógv við 50-80 km/t, hetta metti hann ikki var ov nógv. Á nevnda fundi var eis- ini Niklas Akraberg Poul- sen fyri Politivaldið. Hann nam nakað við spurningin »HVAT GER POLITIID«. Í hesum við- KLOKKUTID 6-12 12-18 18-24 0-6 06 5-9 0-4 5-18 20% BD OO TR 75 79 00 2 mynd ØV tey ferðsluskaddu í 1978 bólkað eftir aldri og kyni fangi fingu vit at vita, at politiið gjørdi arbeiðið lika gott, uttan mun til um tað var bankarán í Kollafriði, ella um tað var ein stolin súkkla. Niklas segði, at tað var ikki meguligt í Norðstreymoy at hava vakt alt sadøgrid á steð- ini, ti at har var bert ein politistur. Men eðrvísi var í Havn, har var vakt alt samdoegrið og tí kundu teir gera meir av at kanna sprittbilistar og ferð- kanningar (radareftirlit) paragraf 13. við. Ein klassi í Vestmanna skúla hevði í einum ferðslutima sama dag gjert nakrar spurningar til panelið, stundir vóru ikki til at viðgera allar, men tó, væl vóru teir skrivaðir. Ein spurdi um dansurin Framhald á síðu 8 0 + 6 ——— 0