Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 1985síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Í Ert tú millum tey, sum er komin væl frá hending í ferðsluni, í bili, til gongu, á súkklu o.s.fr., ið kundi elvt til óhapp ella vanlukku? Av tí at Sosialurin hevur fingið nógvar áheitanir um skriving og tjak millum fólk um ferðslu í seinastuni, halda vit, at tað kundi havt fyribyrgjandi ávirkan, um vit skrivaðu um tað. Eru lesarar, sum hava eitthvert at siga frá, so ring ella skriva til Sosialin. Vit eru til reiðar at tosa við fólk og meguliga skriva um tað, sum er farið fram. Dagny Yvirhálaði i bergholinum Tá eg las um busskoyr- ingina á Oyggj í Sosial inum leygardagin, kom eg at hugsa um vandaferð eg sjálvur var fyri í august /- september í fjør. Hóast so long tíð er farin, so minn- ist eg hendingina og tó at eg havi hugsað um tað ofta, so dugi eg ikki at fáa greiði á hesum. Ti vil eg siga tykkum tað, sigur ein lesari. — Eg hevði verið á Skála í arbeiðserindum, og var á ferð til Havnar aftur í bili mínum. — Tá eg kom til berg- holið Millum Fjarða, sá eg, at ein lastbilur kom aftan á meg. Hetta var ein av teimum stóru last- bilunum, sum hevur um 400-500 hestar. Komin inn í bergholdið setti hann rættiliga ferð á. Serliga minnist eg larmin í berg- holinum, sum var rætti- liga óhugnaligur. — Koyringin var skila- leys og satt at siga, so helt eg, at maðurin ikki var rættsiktaður og at hann ætlaði at koyra á meg. Ég koyrdi speedarin í botn, fyri at sleppa undan last- bilinum, men tað eydnað- ist sjálvandi ikki. Last- bilførarin gjørdi ikki mæt- ari, — hann yvirhálaði meg í bergholinum! Tíbetur slapp eg frá hendingini, men eg havi mangan hugsað, hvat hevði hent, um eg koyrdi inn í bergið? Vit vóru einsamallir í bergholinum hesa letuna, og eingin hevði vitað, hvussu til- burðurin var farin fram, Havnar Jazzfelag Í 1980 var limatalið hjá Havnar Jazzfelag í 1981 í 1984 1400 800 110 Tiltøkini í 1980-81-82 vóru uml. 120 um árið. Í 1984 einans 30 * * * Í dag arbeiðir felagið aftur við at fáa fæst innivist. Tú stuðlar hesum tiltaki best við at gerast limur í Havnar Jazz- felag. Harvið er tú við til at gera Havn- ar Jazzfelag aftur til Foroya virknasta felag. Tiltok í februar 1985: Hósd. 14., hósd. 21., hósd. 28. í Dallas Leyg. 16., leyg. 2. mars í Havnar Klubba * * * um eg ikki slapp við lív- inum. Tá eg kom oman móti brúnni við Streymin, sá eg lastbilin koyra við van- ligari ferð móti Eiði. — So er tað eg seti mær spurningin: Hví yvirhál- aði lastbilførarin meg i bergholinum, var tað fyri at ræða meg? Um so er, so átti slíkur bilforari at mist kortið beinanvegin. Viðmerkjast skal, at hendingin fór fram um klokkan fimm seinnapartin og at eingin stórvegis ferðsla var á vegnum. En Dagny Limatekning fer fram å kunningar- stovuni (á Gamla Apotekinum). Ann- ars kann tu senda lepan nidan fyri inn. Navn: Bustadur: JA, send mær arkort kostn. kr. 120,- eintøk giro-inngjalding- HAVNAR JAZZFELAG Box 1263 3800 Tórshavn p £