Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i EiDi KRAFTVERK OVERSIKT Eiðisútbyggingin gevur í fyrstu atløgu bert 12,3 milliónir kilowatttimar. Finans um vit taka Eystursíðuna við „Eiði 3« fåast 24,3 mill. kilowatttimar. Hetta sparir ongan motor bert at meta um tær ætl- anir, SEV og H&S høvdu gjørt. A. B. Berdal metir um kostnadin: Eidi C (1) 118 mill. kr. Eidi3 ..... 250 mill. kr. ella i 1984 prisum .... 368 mill. kr. Kl. Weihe metir Eidi 1 til 206 mill. kr. og Eidi 3 til 67 mill. kr., hesin munur uppå 68 mill. kr. fyri Eidi 1 og 183 mill. kr. fyri Eiði 3 stavar frá, at SEV hevur tveitt enn meira torvmold upp í loft síðani, men aftanfyri liggur helst at Eiði 1 hjá SEV er fyri- reikað til at taka vatnið frá eystursíðuni eins væl og av vestursiduni longri suður enn loyvi er fingið til. Fyri at gera sammet- ingar enn torferari, er SEV gingið burtur frá at nýta eindarprísirnar hjá A. B. Berdal fyri ell proj- ektini, — og til saman- beringar skuldu teir verið nóg góðir — men metir lægri H&S prísir um sínar ætlanir og hægri Berdal prísir um aðrar ætlanir (Veðranes). Tá Klæmint Weihe sig- ur, at SEV bert byrjar við Eiði 1, so er hetta sostatt ikki rætt. Eiðisvatn verð- ur. sum omanfyri víst á, útbygt til Eiði 143 og helst alla vestaru síðuna av Eysturoynni, hetta benda eisini tilboðini uppá stórar tubinur og aðra út- gerð á. Meðan A. B. Berdal mælir til 6-8 metra hega byrging við Eiðis vatn um endiliga skal far ast undir tað, so nevnir Nr. 18. — 12. februar 1985 tíðindablaðið ALT A OG B LGEÐAG MT AG BO tt KOM UR MI CD NR UN Orkuráðið 16 metrar og Hejgaard og Schultz 20 metrar og í báðum hesum seinnu ferunum eina eyka byrging í hinum endanum av vatninum. Hendan flokja um hædd av byrgingum sýnir, at veruligt projekt fyriliggur ikki. Tá hartil kemur, at Klæmint Weihe sigur, at støda altíð kann takast til Funningsfjorð seinni, samstundis sum hann sigur, at Eiði 1 gevur 28 mill. kilowatttimar (t. v.s. eystursíðan er við), so er kávað dúgliga útyvir og nógvur mjerki útlagdur. Hetta vilja menn loypa út i! Hvat nú, um tað vísir seg, at Eiði 3 ikki kann fremjast, tí vatnið skal renna av í Funningsfjørå, og hvat nú, um SEV ikki sleppur so langt suður vestanfyri sum ætlað. Tá ger SEV eina ílegu við Eiðisvatn uppá 300 mill. kr. fyri bert 12,3 mill kolo- watttimar og vit fáa ein streymprís uppá 5 kr./- kolowattima. ER hetta skilagott? Ella er ætlanin, at hetta figgjarliga vitloysi skal »trumfa« restina av proj- ektinum igjøgnum? Tá bæði SEV-stjorin og SEV-stýrisformaðurin Iv- an Johannesen (um byrg- ingarnar) siga, at hetta taka vit steðu til seinni, so kann ongin skilamaður taka undir, har má liggja greitt frammanundan, hvat tað er, vit vaða úti. Motorverk undir øllum umstødum Klæmint Weihe sigur, at ráðgevarar — Orkuráðsins hava kannað 11 ymisk vatnorkuprojekt í Eystur- oy, harav Eiði C og Veðra- nes II B eru tey mest lovandi. Veðranes II B kann bara ikki nýtast av eðrum orsøkum. Tað er fyrr víst á, at Veðranes II B væl kann nytast og at styringsøgu- leikar finnast aðra staðni. Persónliga haldi eg eisini tað hevði verið forvitnis- ligt at fingið kannað, hvat ein 1-2% regulerings- møguleiki å sjálvum Vedranesi hevdi kostad. Orkurådid hevur vidgjørt 9 møguleikar (ikki 11) og um allar siga teir tad sama sum Klæmint Weihe åtti at lagt sær i geyma: »Eitt er felags fyri allar hesar møguleikar, nevni- liga, at tad undir øllum umstødum er neydugt at seta meira mått inn i 1985$86, og hava vit sum frægastu loysnina mett at fåa ein nyggjan 12 MW 2-taks dieselmotor settan upp til ta tíð. Hetta er eis- ini galdandi um so er, at Eiði C kann verða liðugt til 1986/87« (Hetta stóð í skrivi Orkuraðsins til lands- stýrið 29. oktober 1984.) Hví hevur SEV ikki fylgt hesum ráðum? Og hví hevur SEV sagt frá sær optiónina - ella rættin til skjótt at fáa ein motor afturat — ein rættur SEV hevur havt, og sum var rimiligur, tá SEV longu hevði gjørt iløgur í hendan motor uppi á Sundi? Er tað fyri at seta okk- um í slíka »tvangsstødu«, at tað skal bera til at kroysta og aftur kroysta eina óhepna vantnorkuút- bygging igjøgnum? Partamentariska ábyrgd Eilifs Klæmint Weihe skuldi dugað sær at tagt um undirtøku landsstýrisins til Eiðisloysnina. Væl fyriliggur eitt loyvi frá 1982, sum seinni er av- markað munandi av Yvir- friðingarnevndini, og væl hevur Eilif Samuelsen skrivað undir eitt sokallað »loyvi« 2.november 1984. (Avgreitt dagin eftir val- ið). Men Klæmint Weihe veit væl, at ein løgtings- meirluti — sum er yvir Eilif Samuelsen — segði sina hgusan, og heitti å SEV um at stedga ut- byggingini. Hetta skuldi SEV tikið til eftirtiktar ístaðin fyri at heingja seg í eitt skriv frá E. Samuelsen, sum hevði »gloymt« at tryggja sær undirtøku í lands- stýrinum. Um orsekina til at E. Samuelsen ryggbreyt parlamentarisku treytir sínar, kann ein bert gita. Var hann sjálvur so sann- førdur um rættleikan i framferð SEV 's. Hetta stendur ósvarað, men landsstýrisavgerðir eru kollektivar og málið bleiv ikkilagt fyri hetta kollektiv (landsstýrið). Formelt stendur lands- stýrið tí bundið, men E. Samuelsen hevur parla- mentariska ábyrgd yvir- fyri løgtinginum, sum kundi drigið hann til svars fyri hetta mistak. Hetta er ikki gjørt, men tingid hevur afturkallað avgerð hansara í áheitan síni til SEV. Svar SEV's til tingið í hesum máli er næstan ov groft, óforskammað og maktfullkomið til at tað kann viðgerast í hampilig- heit. Ti flestu såttmålarnir nú eru vælgjerdir aftana áheitan løgtingsins, og tulking SEV's um á- byrgdina yvirfyri H&S er væl heilt uttan samband við veruleikan. Svarið er sostatt fram- hald av teirri ótrúligu manipulatión, sum verið hevur við umboðsráði, løgtingi og demokrati sum so. Endurgjald til H&S Í samrøduni vid Sosialin metir Klæmint Weihe, at Højgaard & Schultz kanska hevur eitt endur- gjaldskrav, sum er eins stórt og tað, teir vildu fingið fyri åvisu upp- gávuna. Hetta er tann óhugna- ligasta upplýsingin SEV- stjórin ber fram. Er tað verulga so galið, so átti fyrsta avleiðingin at verið, at SEV-stjórin og allir sum hava verið við til at føra okkum út i hendan vandan løgdu frå sær vid brestin. Er tað veruliga ótti fyri hesum endurgjaldi, sum ger. at menn treiskast við einum projekti, sum gevur helvtina minni orku enn hana, vatnið goymir, hóast teir leggjast á tað nógv lægri og harvið gera umhvervisligu vansarnar sterri enn neyðugt. So er betri at fáa kravið fram beinanvegin heldur enn at bíða til vanlukkan veruliga er hend bæði í Eysturoy, Vágoy og Streymoy við. Spellið við bert at taka 50-60% av teku orkuni í hesum trimum ekjum verður mangar ferðir størri enn eitt møguligt endurgjaldskrav, ti iløgu- upphæddirnar eru tá komnar upp í milliardir. Men man tað ikki vera so, at hetta endurgjalds- krav eins og undir sátt- málarnir við byggifelog mest verður nýtt at kroysta við? Havi latið mær sagt, at ein føroyskur løgfrødingur — sum mundi mist hevdið — við einum litlum ískoyti um, at SEV-stýrið endaliga skal gera av hvat bygt verður, hevur bjargað SEV undan ein- um endurgjaldskravi, sum tað annars var komið undir. H&S hevur helst onki endurgjaldskrav = verður anað >projekt< enn teirra »projekt« útbygt. Annars hava teir væl fingið goldið fult út fyri alt arbeiði, teir higartil hava gjørt. Tað var heldur ongin orsek til at sent H&S til hús, um stýrið skuldi valt annað projekt. Teir hava einki endaligt tilboðstilfar utarbeitt, og kundu sakt- ans verið við til at út- Síða 3 arbeiða tað tilfar. sum nú má gerast »hen ad vejen« Eisini veit SEV-stjórin, at sitandi samgonga vil royna at minka figgjar ligar avleiðingar, sum máttu staðist av, at ein skilabetri loysn varð funn in, so honum nýtist ikki at »rumbla« so við einum endurgjaldskravi Eg meti, tað er »fikt Ivte 60 kV linjur Undanførslan um, at ein motorur afturat uppi å Sundi saman vid Vedra- nesi II B krevur snarút- bygging av 60 kV linju i- millum Kaldbak og Skála- botn er eins lítið galdandi sum at ongin regulerings- meguleiki finst í samband við útbygging á Veðranesi uttan Eiðisvatnsreguler- ingina. 60 kV linjur skulu byggjast undir ellum um- stødum, eisini tann oman- fyri nevnda. At hon tervar idag, er eins óheppið og tað var aftaná eina Veðra- nesútbygging, men ann- ars havi eg vist á tað skilagóða í at byggja út í hæddininorðuri í Eystur- oy til eitt verk við Funn- ingsfjør áðrenn farið verður undir Veðranes. Hetta sama var galdandi um Vestmanna varð út- bygt fyrst. Figgingin Um figgingarspurningin sigur Klæmint Weihe, at lån úr ílegugrunninum er at meta sum feroysk egin- fígging. Hertil er at við- merkja, ath esin grunnur einaferð varð taldur við í uttanlandsskuld okkara. At hann fyri at hjálpa SEV má gera so lang- freistaði lán til so lága rentu, at SEV harvið forð- ar hópin av eðrum samfel- agsútbyggingum sum høvdu krav uppá fígging úr ílegugrunninum. Hesar mugu so annaðhvert ikki verða framdar. ella framd- ar við útlendskari fígging. Um so verður, hava tær etið upp aftur hesa >fer- oysku« eginfigging. Klæmint Weihe gloymir at nevna, at norrøni iløgu- bankin NIB undir øllum umstødum krevur lands- kassavedhald, so um onk- ur banki, ið kann lata dyr stuttfreistað lán. íkki krevur landskassaveð- hald, so gongur hetta so mikið meira út yvir renta- bilitetin í samlaðu út- byggingini. Spurningurin er tí ikki um vatnorkuútbyggingin skal steðgast við lóg ella ikki, ti landskassin kann koma i ta støåu, at hann kann ikki átaka sær eitthvert landskassaved- hald. har ikki nágreini ligar kanningar svna avvarðand } SEV for Framhald å sidu 6