Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 | Argjavegur 26, 3800 Argir Djurhuus Postsmoga 78. 3800 Á Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag P/f Sosialurin Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta Prent: : Pit Pressan 1981 lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Landsverkfrødingurin — stovnarnir á Debesartrød — VKI og fyrrverandi løgmaður Í blaðnum í dag hava vit samrødu við Boga Hansen, havfrøding á Fiski- rannsóknarstovuni. Bogi Hansen, sum hevur holla útbúgving og royndir innan sitt starvsøki, hevur fyrr starvast við Steðisútbúgvingina, har hann m.a. arbeiddi við spurn- ingum sum viðvíkja dálking í sam- band við eitt nú aling. TAÐ. sum kemur fyri dagsins ljós í hesi samrødu, er so skelkandi, at tað kann ikki fara ónevnt í gloymskunnar verð. Sosialurin fekk eisini herfyri eina rættiliga hvassorðaða áheitan frá einum lesara um júst hetta málið. Hesin lesarin skal hava tøkk fyri áhugan fyri blaðnum og vera vísur í, at ætlan okkara hevur alla tíðina verið at taka hetta málið til viðgerðar. NÚ hevur so Bogi Hansen játtað at svara spurningum frá blaðnum og eru vi thonum takksamir fyri hetta. Tí júst hetta, at fólk, ið hava trygg og góð størv ongantíð tora at úttala seg av ótta fyri avleiðingunum frá hægri stað, ger okkara fjølmiðlar og okkara fólkaræði so lítisvert. HETTA málið um kanning av dálking í samband við aling er eitt alt ov stórt álvarsmál til at verða brúkt sum kasti- bløka millum almennar stovnar. Talan er jú um at tryggja eini av okkara stóru framtíðarvinnum, aling- ini, livilíkindi. Tí, vita vit ikki, hvat firðirnar tola av dálking, og hvat ali- stødirnar tola av dålking, so kann tað enda við eini stórari vanlukku. Tí er betri at vera fyrivarðin enn eftirsnar- in. Tí hesar kanningar. TAÐ er semja um, at slíkar kanningar skulu gerast. Tí játtaði táverandi legmaður, Pauli Ellefsen, eisini at seta tvey nýggj størv á Heilsufrødi- ligu Starvsstovuni júst til at taka sær av dálkikanningum. Men sami maður visti seg at vera ein vingliskøltur og eisini ótrúverdugur. Aftaná — við vinstru hond — at hava skrivað undir játtanina til stovnin á Debesartrød skrivaði hann við høgru hond undir loyvi til landsverkfrødingin at fara til Danmarkar at gera hesar somu kanningar. MEÐAN stovnarnir á Debesartrød halda, at slíkar kanningar náttúrliga hoyra undir teirra målsøki, hvat vit eisini halda, so tvíheldur landsverk- frødingurin, sum eisini er formaður í alinevndini og tí skuldi verið inhabilur í hesum máli, um, at hesar kanningar skulu gerast av landsverkfrødings- stovninum í samstarvi við danska stovnin VKI. LANDSVERKFRØDINGURIN fær sín vilja sum ikki einaferð. Danski stovn- urin VKlsum frammanundan hevði gjørt kanningar í SEV-málinum, kanska eisini eftir ráðum landsverk- frødingsins (7), fær litið upp í hendi at gera kanningar av føroyskum um- hvørvi. Í fyrsta umfari sær tað út til, at lands- verkfrødingurin hevur vunnið spælið, men stovnarnir á Debesartrød gevast ikki so. Teir leggja aftur á løgmann og greiða honum frá støduni. Hann skilur teir, sigur hann sum ikki eina- ferð, og lovar høgt og heilagt, at nú skulu ongar kanningar gerast av døn- um aftur, men at H.S. skal søkja lans- stýrið um pengartil kanningarnar. SÍÐANI er tað hent, at VKI er komið við eini stórari frágreiðing, sum ein av okkara fremstu havfrødingum metir nul-verda. Her hava vit so rætt og slætt tveitt mill. av kr. út til ein danskan stovn til at gera kanningar, sum vit kundu havt gjørt munandi betri. NÚ ljóðar tað so, at Pauli Ellefsen løg- maður omaná tað heila enn einaferð hevur givið landsverkfrødinginum loyvi at biðja VKI gera framhaldandi kanningar, og at hesar kanningar nú skulu gerast. EFTIR sita stovnarnir á Debesartrød við svartaper. MEN nú er spurningurin, um íkki landsverkfrødingurin hevur spælt allar sínar trumfar út. Tann besti trumfur hansara, Pauli Ellefsen, hevur nevniliga ikki tað altavgerandi orðið longur. OG her er tað so, at Bogi Hansen leggur kortini á borðið. Eftir stendur so lesarin og spyr, hvat verður tað næsta. VIT hava íkki gloymt orð landsverk- frødingsins á verkfrødingafundi um SEV-útbyggingina, har hann segði, at vit kundu ikki litið okkum størri upp- gávur so sum tær, ið danska fyri- tøkam Højgaard og Schultz hevur fingið lit:ð upp í hendi at gera. VIST eiga vit nógv gott fólk í Før- oyum, bæði verkfrødingar, sum kunnu arbeiða við orkuprojektering- um og fólk, sum kunnu arbeiða við dálkingarspurningum. Okkum nýtist ikki at fara til Danmarkar at biðja fyrst H.S. og síðani VKI gera alt arbeiði fyri okkum. HVÍ gera okkum so bundnar av dønum í einum og øllum ella eru vit einki verdir! iamú Nr 19 14. februar 198, Bankarán-ungdómsár Nú bankaránið er upp- klárað. kundi verið hósk- andi at spurt um hví slíkt hendir. Eru hesir 3 dreing- irnir nakrir >harðkókaðir forbrydarar< ella hava teir bert manglað spenning í ti gráa gerandisdegnum? Ella usm ein triði megu- leiki: er tað, teir hava gjørt, ein reaktion ímóti ti åbyrgdarloysi sum m.a. Føroya Banki vísir mót- vegis ungdóminum. Hev- ur Feroya Banki kanska latið teir fingið lán til ok- ursrentu sum teir ikki eru forir fyri at gjalda aftur? So vítt eg veit, stendur Feroya Banki aftanfyri Diskontofelagið, og so vítt eg veit sigur lógin, at ein skal gjalda ein triðing út, tá ið ein keypir uppá konto. Hóast tað havi eg fleiri ferðir fingið tilboðið at keypa uttan utbetaling, men so er rentan hægri. Øll vita, at bankarnir „ru reinar profittfyritøk- ur, men hvussu er so vid Sparikassanum. Har kann ein ungur drongur m/k spasera inn og uttan stør- vegis prát spasera út aftur við einum láni uppá 20.000,- í lummanum. Sum kautionist hevur hann onkran tilfeldigan vinmann, sum ikki eigur reyvina í sær sjálvum. Tað næsta hann ger, er at taka ein taxa niðan til Auto Service fyri at keypa sær ein av »årsins mest stolnu« bilum fyri 35.000,- Har betalir hann kanska 5.000,- og skyldar so „bert< 30.000,-. Síðani fer hann til Leif Mohr ella onkran annan, sum selur okkurt dýrt. Har keypir hann eitt stereoanlegg ella videoditto sum kostar 10.000,- við 2.000,- út. Nú skyldar hann sostatt 60.000,- men hann hevur enn 13.000,- í lummanum. Hann keypir so klæðir fyri 3.000,- og betalir kon- tant. Nú verður meira rúmsátt í lummanum. Men enn kitlar í fingr- unum. Hvussu hevði verið við einum lítlum com- putara, so hann kann pro- grammera figgjarstød- una? Jú, jú, tú kanst fáa hann uttan útbetaling við at undirskriva eina serliga kontrakt. 20.000,-. Soleið- is kann hann blíva við, inntil pengarnir eru uppi og skuldin er ca. 100.000. Alt hetta kann hann gera uppá okkurt um 2 tímar. Hann hevur goymt 2.000,- til um kveldið. Tá keypir hann — svart — tvær fløskur av onkrum sterk- um, fyllir bilin og seg sjálvan, koyrir útav og endar kanska á skaða- stovuni ella í eini kistu. Um ikki, kann hann jú fara í tann næsta bankan dagin eftir og endurtaka successina frá degnum fyri. Haun hevur góðar dagar og verður ógvuliga populerur. Eitt ár ella tvey seinni er hesin sami drongurin í einari heilt aðrari steðu. Nú koma rútakonvol- uttarnir í hópatali hvenn dag. Steðan gerst verri og verri, foreldrini gráta og illa láta; hann sjálvur blívur meira og meira desperatur. Endan kenna vit ell: innbrot, bilvan- lukkur, herverk og nú bankarán. Nei, tit í Feroya Banka: Brúkið tit hasar 20.000,- duserkrónurnar til profyl- aktiskt arbeiði at verja ungdómin ímóti tykkum sjálvum. Í ár er, sum tit kanska vita, ungdómsár. B.A.. Tróndur er ikki loysnin hja Sandoyarfólki Loysnin á ferðatrupul- leikunum millum Sand- oynna og meginøkid er ikki og verður helst ikki M/T Tróndur. Tað er at fyrigykla sær nakað, um landsstýrið metir so at vera. M/T Tróndur er ikki bygdur at sigla Skopunar- fjørð og er als ikki egnaður til havnaviðurskiftini í Skopun. Tróndur kann um summarið sigla hesa leið í góðum veðri við und- antaksloyvi frá skipasýn- inum. um landsstýrið metir, at Trondur — uttan mun til ætlaðu um/útbygging- ina — verður egnaður til at sigla á Skopunar havn og Skopunarfjerð, so fyri- gyklar landsstýrið sær nakað, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Tróndur hevur íkki loyvi at sigla Skopunar- fjørå — hevur ongantíð verið ætlaður til tess. Tróndur er 25 ára gamal og er ti ikki betur egnaður í dag, enn tá hann var nýggjur. Neyðugt er helst at inniloka Trónd og gera bóvskrúvu á hann, um hann skal hava framhald- andi loyvi til at sigla til Skopunar um summarið, men tað vil vera ófor- svarligt at lata Trónd sigla Skopunar havn og Skopunar fjorð um Kirkjubønes um veturin. Úrslitið av slíkum ætl- anum vil vera sambært sakkenar menn: Lægri tænastusteði í ollum ivavedri og ringum veðri Sterri ricici/ábyrgd fyri manning og ferðafólk. Ein útskjótan av teirri veruligu loysnini av sam- ferðslutrupulleikum okk- ara. Eitt valstríð er av. Allir politiskir flokkar segdu seg styðja ta varandi loysnina av dagligu ferða- trupulleikum sandoyinga til meginøkid í Feroyum, sum er at byggja ferjulegu á Kirkjubø-leidini, at út- byggja Skopunar havn, síðan at keypa eina ferju, sum verður tilpassað hes- um báðum havnalegum. Hendan loysnin kann taka nakað av tíð at fremja, men mín vón til nýggja landsstýrið skal vera, at byrjað verður nú eftir røttu varandi loysnini, soleidis at komast kann å mål ein dag. Heldur nyta år meira og fåa ta røttu loysninga, enn meira lappari ella óhaldbarar fyrigyklingar. Um Eysturoyggin hev- ur so stórar og átrokandi trupulleikar á hesum ek- inum, at Tróndur ella annað verandi skip ikki kann nøkta tørvin, so loysið trupulleikar eystur- oyinga, men latið vera við at noyða ónýtiligar og 6- ynsktar loysnir inn á okk- um í hesum sambandi. Við vón um, at legting og landsstýri skilja hetta. jbm