hósdagur 17. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Atlantic Airways og
Fótbóltssambandið
undirskrivaðu týs-
dagin nýggja avtalu,
og er føroyska flog-
felagið sostatt høv-
uðsstuðul hjá lands-
liðnum, ið hvussu er
hesa undankapping-
ina afturat
SPONSORAVTALA
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
HANNOVER: Tá tíðinda-
fundurin
hjá
føroyska
landsliðnum varð settur í
Celle, beint uttan fyri sjálv-
an býin Hannnover, var tað
fótbóltsbossurin,
Dánjal
Andreasen, sum legði fyri
við prátinum. Orsøkin til
hetta var, at hann vildi boða
frá, at FSF og Atlantic Air-
ways høvdu gjørt av at
leingja stuðulsavtaluna, so-
leiðis at flogfelagið fram-
haldandi er høvuðssuðul
hjá landsliðnum.
– Hetta var ein dýr undir-
skrift, tók Magni Arge til,
tá hann skrivaði undir sátt-
málan, men hann vildi tó
einki siga um, hvussu dýr
hon var, og hvønn av pørt-
unum hon var dýr fyri, men
báðir partar tóktust tó
nøgdir um hetta.
Víðari segði Magni Arge,
at hann fegnaðist um, at
Atlantic á hendan hátt kann
vera við til at stuðla fót-
bóltslandsliðnum. Nakað
sum flogfelagið annars
hevur gjørt í sjey ár, og sum
teir soleiðis framhaldandi
gera til endan av hesi und-
ankappingini.
– Tað er eingin ivi um, at
fótbóltslandsliðið er so
nógv tann størsti ekspon-
enturin fyri Føroyar. Luta-
kastið hesa ferð hevur
eisini givið okkum møgu-
leika at koma inn á størsta
ferðavinnumarknaðin
í
Europa, og vónandi kann
hetta gerast eitt gjøgnum-
brot hjá føroysku ferða-
vinnuni, segði høvuðs-
stuðulin, áðrenn hann aftur
lat tíðindafólkini sleppa at
spyrja Henrik Larsen um,
hvussu hansara vónir vóru
til dystin móti Týsklandi.
Magni Arge metir, at
lutakastið og góðu
úrslitini hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum
hava givið ferðavinn-
uni ein einastandandi
møguleika, sum
kanska kann enda við
einum gjøgnumbroti
á týska ferðavinnu-
marknaðinum
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
HANNOVER: Tað hevur
verið sagt fleiri ferðir, at
lutakastið hjá føroyska
landsliðnum, nú teir komu í
bólki saman við Týsklandi,
var eitt hitt størsta, sum
kundi henda fyri Føroyar.
Ikki bara føroyskan fótbólt
men eisini fyri eitt nú
ferðavinnuna, sum við hes-
um hevur fingið ein eina-
standandi møguleika at
markerað seg í útlendskum
miðlum.
Megna ikki einsamøll
Tí var tað kanska ikki
óvæntað,
at
ein
av
áskoðarunum á hesi ferðini,
var stjórin í Atlantic Air-
ways, Magni Arge, og hann
var eisini til staðar undir
venjingunum hjá lands-
liðnum mánamorgunin.
Lítið vistu tykkara út-
sendu tá um, at Magni dag-
in eftir skuldi undirskriva
nýggja sponsoravtalu við
FSF, men vit settu honum
tó spurningin, hvønn týdn-
ing hann metti lutakastið
hava fyri ferðavinnuna.
– Tað er einki at ivast í, at
hetta kann koma at fáa heilt
stóran týdning fyri ferða-
vinnuna. Týskland er jú ein
risastórur marknaður - ja,
kanska
tann
størsti
í
Europa, og tað hevur so
ongan tíð eydnast okkum at
bitið okkum fastan á hend-
an marknaðin.
– Vit hava ígjøgnum fleiri
ár havt gott samband við
týskar túr-operatørar, men
hetta er ikki nóg. Teir hava
eisini biðið okkum um at
gjørt eitt rættiligt átak her í
Týsklandi, so fólkini fáa
eyguni upp fyri Føroyum.
Fyrsta treytin, fyri at fólk
skulu ferðast til eitt land, er
jú, at tey skulu vita, hvat og
hvar landið er, og hetta
hevur verið trupult.
Fleiri heppin
samanføll
Men tað er ikki bara sjálvt
lutakastið, sum hevur opn-
að dyrnar á týska marknað-
inum, heldur Magni Arge.
Tað eru fleiri lutir enn tann
eini, sum samanlagt geva
eitt gott úrslit.
– Sjálvandi var tað gott,
at Týskland kom í okkara
bólk, men tað hevði í so
máta eisini stóran týdning,
at vit fingu Skotland, sum
jú hevur týskan venjara, í
okkara bólk.
– Tá Føroyar og Skotland
spældu, var eitt nú ein heil
opna í Bild, sum partvíst
viðgjørdi dystin á Svanga-
skarði, meðan hin parturin
var ein sera positiv grein
um Føroyar. At fáa slíka
reklamu í einum av størstu
bløðunum í Europa er heilt
einastandandi, og eg trúgvi
neyvan, at lýsingarvirðið av
hesum kundi verið gjørt
upp í pengum.
– Og so eru tað sjálvandi
eisini úrslitini. Vit hava
longu merkt, at góða avrik-
ið móti Skotlandi, sum
veruliga vakti ans í bæði
Skotlandi og Týsklandi,
hevur havt eina positiva
effekt á søluna hjá okkum.
Áhugin
fyri
dystinum
mikukvøldið er eisini fleir-
faldaður eftir skotlands-
dystin, og tí er tað eisini av-
gerandi, at úrslitini eru góð.
– Tú kanst siga tað so, at
lutakastið hevur givið okk-
um
ein
einastandandi
møguleika, og eru úrslitini
góð,
verður
hesin
møguleikin fleirfaldaður,
og eg vóni, at hetta saman-
lagt kann gerast atvoldin til
eitt veruligt føroyskt gjøgn-
umbrot á týska ferðavinnu-
marknaðinum, sigur Magni
Arge at enda.
Nýggj sponsoravtala undirskrivað
Magni Arge og Dánjal
Andreasen skrivaðu týsdagin
undir avtalu, soleiðis at høv-
uðsstuðulin hjá fótbóltslands-
liðnum framhaldandi er
Atlantic Airways
Ein einastandandi møguleiki
Stjórin hjá Atlantic Airways er partur av føroyska ferðalagnum í Hannover, og mánadagin var
hann í Celle, tá føroyska liðið hevði fyrstu venjingarnar í Týsklandi
Nr. 199 • hósdagur • 17. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
EB/Streymur upp í 3. deild
Meðan bíðað verður eftir, hvussu
tað spælir av hjá 1. deildarliðnum
hjá EB/Streymi og 2. deildarliðnum
hjá B71, hvat av teimum skal spæla
í 1. deild næsta ár, hava tey í Sunda-
lagnum longu nakað at fegnast um.
Teirra 4. deildarlið er flutt upp í 3.
deild, og tað hendi við uppflytingar-
dystum móti júst B71!
Tann fyrra dystin vann EB/-
Streymur á Eiði 3-1, og seinni dyst-
urin á Sandi endaði 4-2, so næst-
bestu sundalagsmenninir fluttu upp í
3. deild við samanløgdum 7-3 sigri.
hj.
21
20
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Løgreglan í Washing-
ton fær nú hjálp frá
herinum og flogvápn-
inum at leita eftir
snigskjúttanum, sum
hevur myrt níggju
fólk seinastu fjúrtan
dagarnar
USA
Árni Joensen
Amerikanska verjumála-
ráðið Pentagon boðaði í
gjár frá, at tað hevði gjørt
av at lata kanningarflogfør
hjá flogvápninum flúgva á
leiðini yvir Washington,
har ein snigskjútti hevur
skotið níggju fólk síðani 2.
oktober.
Sambært einari lóg frá
1878 kann amerikanska
hermegin ikki taka lut í
arbeiðinum hjá løgregluni,
men sambært Pentagon
kann hervaldið nýta ymsa
útgerð til at hjálpa løg-
regluni. Tí hevur Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri gjørt av, at í fyrsta
umfari skulu flogfør hjá
flogvápninum hjálpa løg-
regluni at finna drápsmann-
in.
Úr Washington verður
sagt, at Pentagon vildi ikki
upplýsa, hvat slag av kann-
ingarflogfari, talan er um, tí
løgreglan hevur illgruna
um, at drápsmaðurin kann
vera ein fyrrverandi her-
maður, og at hann tí kann
hava ávisan kunnleika til
útgerðina umborð á kann-
ingarflogførunum.
Seinastu dagarnar hevur
løgreglan í Washington
fingið fleiri fráboðanir frá
fólki, sum siga seg hava
sæð ein hvítan vøruvogn
tætt við tey ymsu dráps-
støðini, men hóast umfat-
andi kanningar er dráps-
maðurin ikki funnin enn.
Fólk í Washington eru
ræðslusligin, og nógv tora
illa út fyri dyr. Ein dani,
sum býr í býnum, segði við
danska sjónvarpið fyrra-
kvøldið, at síðani tann 11.
september í fjør hava
amerikanarar
havt
ein
felags fígginda, men morð-
ini í Washington hava
broytt myndina. Í dag veit
eingin, hvør fíggindin er.
- Eingin tosar um al-
Qaeda ella Irak longur. Øll
tosa um tann ókenda snig-
skjúttan, segði maðurin við
sjónvarpið.
hon undirvíst á kvøldskúla.
Sanna Rasmussen, sum
er úr Vestmanna, er í ferð
við tað fjórða lestrarskeiðið
á listaskúlanum í Randers
og verður liðug um tvey ár.
Hon hevur havt fleiri fram-
sýningar ymsastaðni í Dan-
mark, og um nakrar fáar
vikur skal hon hava fram-
sýning í Randers, har hon
býr. Fleiri aðrar framsýn-
ingar standa eisini á skránni
næstu mánaðarnar. Um-
framt málningalist fæst
Sanna eisini við glaslist.
Triðja listakvinnan, sum
er við á framsýningini, er
Lív Eidesgaard, sum er
ættað úr Oyndarfirði. Í
sínum dagliga yrki er hon
hárfríðkanarkvinna, men
hevur fingist við at mála
seinastu seks árini. Lív
hevur verið eitt ár á lista-
skúla í Esbjerg, men hon
ætlar sær ikki at skifta
saksin út við pensilin.
Listin er og verður eitt ítriv,
sigur hon.
Framsýningin hjá teim-
um trimum endar um viku-
skiftið.
Framhald av síðu 11
Ein málningur av røstum
greipum man ivaleyst vekja
heimligar tankar hjá Gerdu
Astrid
UTTAN ÚR HEIMI
Hervaldið skal leita eftir snigskjúttanum
Eitt svenskt mistak
gjørdi, at Ísland aftur
hevur fingið limaskap
í Altjóða Hvalaveiði-
nevndini
IWC
Árni Joensen
Fyri fyrstu ferð í tíggju ár
hevur Ísland fingið lima-
skap í Altjóða Hvalaveiði-
nevndini IWC. Tað hendi á
fundinum hjá nevndini í
London, tá limalondini
atkvøddu um íslendsku
umsóknina. 19 lond at-
kvøddu fyri at taka Ísland
uppí, meðan 18 lond at-
kvøddu ímóti.
Svenska stjórnin noydd-
ist at viðganga, at tað var
eitt mistak, at Ísland var
sloppið
upp
í
IWC.
Svenska umboðið hevði
fingið boð um at atkvøða
ímóti íslendskum lima-
skapi, men av einari ella
aðrari grund atkvøddi um-
boðið fyri uppskotinum.
- Hetta er sera harmiligt,
tí hetta samsvarar ikki við
almenna svenska politikk-
in,
segði
skrivarin
á
svenska umhvørvismála-
ráðnum, Birgitta Bodstrøm,
í gjár. Hon legði afturat, at
stjórnin fer at kanna, um
tað ber til at rætta mistakið.
Ísland fór burtur úr IWC
í 1992 fyri at mótmæla
avgerðini hjá nevndini at
banna vinnuligari hvala-
veiði. Síðani hevur landið
fleiri ferðir roynt at fáa
limaskapin aftur, men til
fánýtis. Nú eydnaðist tað
so.
Íslendska stjórnin hevur
boðað frá, at hon fer at taka
ta vinnuligu hvalaveiðina
uppaftur í 2006, og at veið-
an verður undir strongum
eftirliti.
Umhvørvisverndarfelags
skapurin Greenpeace hevur
mótmælt íslendsku avgerð-
ini.
Ísland aftur limur í IWC - av einum mistaki
Sum væntað fekk
irakski forsetin allar
atkvøðurnar á
forsetavalinum
týsdagin.
IRAK
Árni Joensen
Irakski forsetin, Saddam
Hussein, verður sitandi í
forsetaembætinum sjey ár
afturat, verður hann ikki
feldur. Higartil hevur hann
havt valdið í Irak í 23 ár.
Á valinum fyrradagin
eydnaðist tað honum at fáa
100 prosent ella allar
atkvøðurnar, men veljar-
arnir høvdu heldur einki í
at velja, tí Saddam Hussein
var einasta valevnið.
Á valinum fyri sjey árum
síðani fekk Saddam 99,96
prosent, men orsakað av
amerikansku hóttanini um
kríggj varð roknað við, at
hann hesaferð fór at røkka
teimum 100 prosentunum.
Og so varð.
Umleið
12
milliónir
irakar fingu møguleikan at
atkvøða ja ella nei fyri
Saddam Hussein.
Saddam fekk sjey ár afturat
Ein løgreglumaður vísir fólki myndir
av hvítum vøruvognum. Fleiri siga
seg hava sæð ein hvítan vøruvogn
tætt við tey ymsu drápsstøðini
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20