Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 17. oktober 2002 23 Møguliga var hon ikki yngst, men níggju ára gamla Anitha Mortensen mundi í øllum førum teljast millum tey yngstu á Nieder- Sachsen Stadion í Hannover, tá Týsklan og Føroyar spældu landsdyst miku- kvøldið TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen HANNOVER: Mikudag- urin mundi vera ein av teimum heilt stóru døgun- um higartil í lívinum hjá 9 ára gomlu Anithu Morten- sen úr Havn. Saman við pápanum, Carl, var hon nevnliga millum teir 700 føroysku áskoðararnar, sum vóru í Týsklandi og hugdu at dystinum millum Týsk- land og Føroyar. Við evstamark okkara var dysturin enn ikki leiktur, so vit vita ikki, hvussu Anitha kendi hesa uppliving, men tá vit týskvøldið fingu orð á hana, var hon sum vera man spent. Visti av ongum – Eg havi ongantíð verið í Týsklandi fyrr, so eg eri øgiliga spent, og tað verður eisini stuttligt at hyggja at landsdysti, tí tað havi eg heldur ikki prøvað. Í hvussu so er ikki uttan- lands, segði hon millum annað, tá vit royndu at fregnast um hetta. Orsøkin til, at Anitha var ímillum føroysku áskoðar- arnar, var, at hon gjørdist hepni vinnarin í kappingini, sum Sosialurin og Atlantic Airways skipaðu fyri, tá árliga fótbótlsblað okkara varð útgivið. Tað var pápin, Carl Mort- ensen, sum hevði keypt sær blaðið, og fyri hann var tað einamest fyri at lesa um fótbóltslandskappingina, sum tá stóð fyri framman. Anitha helt tó, at tað kundi verið eina roynd vert at svanað saman puntarnar í puslispælinum, og tá hetta so varð gjørt, var ikki hjá pápanum at gera, enn at senda lepan inn, har alt var límað saman. Sjálv visti hon av ongum, tá hon varð drigin sum hepni vinnarin, og tað var ikki fyrr enn í skúlanum dagin eftir, at hetta gekk upp fyri henni, tá hon varð rópt upp, so floksfelagarnir kundu ynskja henni til- lukku. Pápin slapp við Sum sagt, so var tað pápi Anithu, Carl, sum hevði verið óbeinleiðis atvoldin til vinningin, tá tað jú var hann, sum hevði keypt blað- ið. At byrja við, so visti hann ikki av, at talan var um ferð fyri tvey, men tá hann hevði lisið kappingarreglur- nar ígjøgnum, var hann skjótur at boðað frá á ar- beiðsplássinum, at hann helst vildi hava frí hesa vik- una, sum fótbóltsferðin varar. Hetta gekk tíbetur, og tí fóru tey sunnukvøldið til Hannover, har bústaður teirra so skuldi vera fram til tíðliga hósmorgunin, tá før- oyska ferðalagið hjá At- lantic Airways aftur setur kós ímóti Føroyum. Anitha vann Týsklandsferðina Níggju ára gamla Anitha Mortensen úr Havn varð hepni vinnarin, tá Sosialurin og Atlantic Airways lutaðu burtur eina fótbóltsferð fyri tvey til dystin millum Týskland og Føroyar Hóast ringa byrjan í venjingardystinum móti Kanada týs- kvøldið, kom Skot- land fyri seg og vann ein tryggan 3-1 sigur SKOTLAND-KANADA Hilmar Jan Hansen Ikki kann sigast annað, enn at skotar eftir fáum døgum hava vent sínari lagnu, nú teir týskvøldið aftur vunnu ein dyst, eftir fyrst leygar- dagin at hava bast Íslandi á útivølli í EM-undankapp- ingini. Seinni sigurin kom í venjingardystinum í Edin- burgh móti Kanada, har manningin hjá Berti Vogts vann 3-1. Í hálvleikinum stóð á jøvnum, 1-1. Tað var annars Kanada, sum fekk betru byrjanina, tá Russel Anderson longu í níggjunda minutti gjørdi brotsspark móti Dwayne De Rosario, ið sjálvur setti bóltin í kassan frá brots- sparksblettinum og legði Kanada á odda 1-0. Skelkurin var tó skjótt yvirvunnin, tí bara tveir minuttir seinni eydnaðist Scot Gemmil at spæla Stephen Crawford leysan, tá rangstøðufellan hjá Kan- ada miseydnaðist. Komin móti málinum, sendi hann bóltin fram við Lars Hirschfeld í kanadiska mál- inum, og so var 1-1. Í seinna hálvleiki legði Skotland bragdligari fyri og økti til 2-1 eftir bara fimm minuttum, tá Steven Thompson skoraði eftir frí- spæling frá Callum David- son. Og tá eitt korter var eftir, var tað aftur Stephen Crawford, sum var upp á spæl og staðfesti trygga 3-1 sigurin hjá skotum. Hóast sigurin var trygg- ur, verður funnist at skotsku verjuni, ið als ikki vísti nóg stóran tryggleika, og fleiri ferðir vóru skotar- nir um ein háls av teimum kviku kanadisku framherj- unum. Hvussu er og ikki, so stendur eftir, at Skotland nú hevur vunnið tveir landsdystir á rað innan fyri bara fýra dagar, og tað gev- ur í øllum førum Berti Vogts og hansara monnum eitt sindur av luft, til boð aftur eru eftir Skotlandi í EM-undankappingini tann 29. mars, tá Ísland kemur á vitjan. Íslendingum líkaði ikki væl at tapa 2-0 móti Skot- landi á heimavølli, og sum skilst var íslendska spælið júst leygardagin so vána- ligt, sum tað ikki hevur ver- ið leingi. So helst skal Vogts fyrireika seg væl, skal hann framvegis ríða á bylgjuni eftir tann dystin. Skotland vann aftur HANNOVER: Rúni Nolsøe er vanliga kendir sum liðskiparin á besta mansliðnum hjá HB, sum fyri stuttum gjørdist før- oyameistari í fótbólti. Hetta átti í øllum førum at sagt nakað um, at maðurin dug- ur at spæla fótbólt, men á landsliðsferðini prógvaði hann, at hann eisini hevur aðrar gávur. Millum tiltøkini, sum vórðu fyriskipað fyri áskoðarunum, sum vóru við á fótbóltsferðini til Litava, var eisini ein kapp- ing, har úrslitið av dystin- um leygardagin skuldi git- ast. Rúni var einasti av lut- takarunum, sum gitti rætt, so hóast hann ikki kundi fegnast um litaviska sigur- in, so mundi tað tó vera ein troyst, at hann bestur at gita úrslit, og sum løn fyri hetta fekk hann eisini eina Danmarkferð. -jm Dugir meira enn at spæla fótbólt Rúni Nolsøe gitti rætt um úrslitið í dystinum móti Litavia - og gjørdi kvetti 23 22 Nr. 199 - 17. oktober 2002 Undan stórdystinum í Hannover millum týska fótbóltsrisan og føroysku smátjóðina spurdu vit nakrar av floksformonnum okkara, hvat teir væntaðu av dystinum, og hvønn týdning dysturin hevur fyri føroysku tjóðina. Tíverri fingu vit ikki fatur á floksformonn- unum hjá Tjóðveldis- og Fólkaflokkinum TIPPING Heini í Skorini Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnaðarflokkin- um: Hvat tippar tú, at úrslitið millum Føroyar og Týsk- land verður? Eg havi ongantíð hildið við Týsklandi, men tað stendur fast, at liðið er ógvuliga sterkt. Teir hava eina ótrú- liga sjálvdisciplin við góð- um verjuspæli og góðum málmanni, so eftir mínum tykki er tað naivt at halda, at tað fer at ganga væl hjá føroyingum. Skal eitt konkret úrslit setast á, eri eg bangin fyri, at Týskland vinnur dystin 6-0, men lat okkum vóna, at eg fái skeivt. Hvønn týdning hevur dysturin fyri Føroyar sum tjóð? Eg haldi, at dysturin hevur ómetaligan týdning, tí at fótbólturin er tað, tann meinigi maðurin er áhugað- ur í. Eg var fyri stuttum í Onglandi á ráðstevnu hjá enska Labour flokkinum og ferðaðist gjøgnum Skot- land, og har hevði t.d. 2-2 javnleikurin millum Før- oyar og Skotland sett djúp spor, og vegna fótbóltin vistu fólk, hvat Føroyar var fyri nakað. Hjá fleiri topp-politikar- um í Onglandi var fótbólt- urin fyrsta evni í samtalu við meg, so landsliðið hev- ur ein ómetaligan týdning fyri okkara land. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum: Hvat tippar tú, at úrslitið millum Føroyar og Týsk- land verður? Ja, eg vóni, at vit fáa hildið úrslitinum nøkunlunda niðri, so 3-0 er mitt kon- kreta svar. Týskland er ein sera stór fótbóltstjóð, men eftirsum hetta er síðsti dysturin í ár hjá føroysku spælarunum, vóni og vænti eg, at teir fara at geva alt tað, teir eiga. Hvønn týdning hevur dysturin fyri Føroyar sum tjóð? Dysturin hevur ein ómeta- ligan reklamutýdning, og landsliðið er ein sera stór reklama fyri føroysku tjóðina. Gjøgnum fótbóltin finna fólk útav, hvat Føroyar er, og tað setur veruliga okkara land á heimskortið. Lisbeth L. Petersen, for- maður í Sambands- flokkinum: Hvat tippar tú, at úrslitið millum Føroyar og Týsk- land verður? Hóast tað hevur gingið væl hjá føroyska landsliðnum seinastu tíðina, vænti eg, at teir tapa dystin í kvøld. Eg skjóti uppá 3-0 til Týsk- land. Eg undirmeti ikki før- oyska landsliðið, men eg undirmeti samstundis held- ur ikki Týskland, so 3-0 hevði verið uppá sítt pláss. Hvønn týdning hevur dyst- urin fyri Føroyar sum tjóð? Eg og systir mín vóru í Portugal nakað síðani, og har legði eg sjálv til merkis, at tá vit søgdu, hvaðani vit vóru, var tað nógv oftast gjøgnum fótbóltin, tey vistu um Føroyar. Mong høvdu eisini beinleiðis áhuga í Føroyum orsakað av úrslitum okkara, so føroyska liðið er ein ótrúlig reklama fyri okkara land úti í heimi. Eyðun Elttør, formaður í Sjálvstýrisflokkinum: Hvat tippar tú, at úrslitið millum Føroyar og Týsk- land verður? Tað er ringt at siga konkret, hvat úrslitið verður. Tað avhongur alt av, hvussu bæði liðini verða sett o.s.fr. Men tað er greitt, at tað verður sera torført. Við Oliver Kahn í málinum og Dietmar Hamann og Michael Ballack á miðvøll- inum verður tað jú ein sera stór og torfør uppgáva fyri føroyska liðið. Eg vænti, at Týskland vinnur, men eg trúgvi eisini uppá, at tað ikki verður eitt stórtap hjá okkum. Spæla vit sum seinast, sær ikki gott út, men fáa vit spælið fram aftur, vit vístu móti Skotlandi, kunnu vit fáa eitt heiðurligt úrslit. Eg skjóti uppá 3-1 til Týskland, tí eitt mál mugu vit hava. Nú hevur John Petersen sagt, at hann skal skora, og um Rógvi Jacobsen fær ein slíkan málmøguleika aftur- at, hann fekk móti Litava, skorar hann, so lat okkum hopa, at vit fáa eitt mál. Hvønn týdning hevur dyst- urin fyri Føroyar sum tjóð? Dysturin og landsliðið sum heild hevur ógvuliga stóran týdning. Jú meiri Føroyar spælir úti í heimi, jú kend- ari verða vit, so tað er ein ovurstór reklama fyri okk- um sum tjóð. Hvat tippa politikararnir? Jóannes Eidesgaard Lisbeth Petersen Jenis av Rana Eyðun Eltør C M Y K 22