hósdagur 17. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 17. oktober 2002
25
NSÍ fór við øllum skreytinum
Í teimum trimum
steypakappingunum í
yngru deildunum,
sum eru avgjørdar
tvey tey seinastu
vikuskiftini, hevur
NSÍ vunnið gull
STEYPAKAPPINGAR
Jóannes Hansen
Tað er ikki lukkuligt, sum
NSÍ hevur gjørt um seg í
steypakappingunum í ár.
HB plagar at vinna dastið
av kappingunum, men í ár
er tað NSÍ. Fyrst vunnu teir
løgmanssteypið á ólavsøku,
og tvey tey seinastu viku-
skiftini hava teir vunnið
steypakappingarnar
í
dreingjadeildini,
smá-
dreingjadeildini og smá-
gentudeildini. Kappingin
hjá gentum 14-17 ár er út-
sett og verður spæld kom-
andi vikuskifti.
Í finaluna eftir brots-
sparkskapping
Dreingjadeildin var avgjørd
í høvuðsstaðnum síðsta
leygardag. Spælt varð í
tveimum bólkum. Í øðrum
bólkinum vóru ÍF, HB og
NSÍ. HB og NSÍ vunnu
bæði 2-0 á ÍF. Innanhýsis
dysturin millum HB og NSÍ
endaði 2-2. So var neyðugt
við brotssparkskapping fyri
at finna út av, hvat av lið-
unum skuldi í finaluna. Ta
kappingina vann NSÍ 5-4.
Í hinum bólkinum vóru
B36, KÍ og B68. B68 vann
2-0 á KÍ, og B36 vann 4-0 á
KÍ. Innanhýsis dysturin
millum B36 og B68 endaði
málleysur, og so var greitt,
at finalan fór at standa mill-
um B36 og NSÍ.
Finaludysturin
var
á
Argjum, og NSÍ vann 2-0,
sum eisini var støðan í
steðginum. Jóhan Petur
Poulsen
skoraði
fyrra
málið, og Tórur D. Djur-
huus skoraði seinna málið.
Hetta var fyrsta ferðin
síðani 1986, at NSÍ dreing-
irnir hava vunnið steypa-
kappingina. Ítróttarsosial-
urin ynskir NSÍ dreingjun-
um hjartaliga tillukku.
FM vinnararnir úr VB
luttóku ikki í steypakapp-
ingini. Í landskappingini
endaði NSÍ á fjórða pláss-
inum. Tað var um reppið, at
teir undan summarsteðgin-
um fluttu niður úr FM bólk-
inum og í økisbólk. Í august
vóru teir á fótbóltsferð í
Liverpool, og eftir ta
ferðina fór at ganga framá.
Smádreingirnir
greipuvinnarar
Meðan 1. deildarliðið hjá
NSÍ næstsíðsta leygardag
var í Klaksvík og vann silv-
urmerkini í landskapping-
ini, vóru smádreingirnir hjá
NSÍ í høvuðsstaðnum. Ør-
indini vóru at taka lut í
steypakappingini.
Spælt
varð í trimum bólkum.
Bólkavinnararnir vóru AB,
HB og NSÍ, sum í finalu-
bólkinum spældu øll ímóti
øllum.
Í fyrsta dystinum endaði
tað málleyst ímillum HB og
NSÍ. So vann HB 3-0 á AB.
Setningurin hjá NSÍ var so
at vinna meiri enn HB á
AB, og tað eydnaðist. Úr-
slitið varð 4-0 til NSÍ, sum
harvið var steypavinnari.
Fyrr í heyst vunnu NSÍ
smádreingirnir FM heitið.
Ítróttarsosialurin
ynskir
NSÍ
smádreingjunum
hjartaliga tillukku við góða
avrikinum.
Hetta er fyrsta ferðin yv-
irhøvur, at NSÍ hevur
vunnið steypakappingina í
smádreingjadeildini.
Marginalirnir við
smágentunum
Í smágentudeildini varð
steypakappingin
síðsta
vikuskifti í Runavík og á
Toftum. Trý lið vóru í bólk-
inum á Svangaskarði. B68
vann 3-0 á B71, og ÍF vann
2-0 á B68 og 1-0 á B71.
Í Runavík var sera tepurt
og spennandi. HB vann á
NSÍ, men tær taptu ímóti
EB/Streymi
og
spældu
javnt ímóti B36, og so kom
NSÍ í finaluna. Úrslitini
vóru hesi: HB-NSÍ 2-1,
EB/Streymur-B36
0-0,
B36-NSÍ 0-1, HB-EB/-
Streymur 0-1, B36-HB 0-0
og NSÍ-EB/Streymur 1-0.
Finalan var í Runavík
ímillum NSÍ og ÍF, og har
var eingin ivi. NSÍ vann 5-
0, og harvið var greitt, at
NSÍ fyri fyrstu ferð síðani
tað í 1996 var farið undir
steypakappingina í smá-
gentudeildini, hevði vunn-
ið. Ítróttarsosialurin ynskir
NSÍ hjartaliga tillukku.
NSÍ dreingir. Steypavinnarar 2002. Standandi: Terji Hansen, sum var við í staðin fyri venjaran Finn Johannesen, Rógvi
Hammer, Ken Hentze, Kári Bærentsen, Einar T. Hansen, Tórður Thomsen, Hjalmar Dalbúð, Høgni Petersen, Rógvi Nielsen,
Anna Hansen. Húkandi: Jóhan Troest Davidsen, Magnus Knudsen, Justinus H. Hansen, Jóhan Petur Poulsen, Kenneth
Johannesen og fremst Tórur D. Djurhuus
NSÍ smádreingir. Steypavinnarar 2002. Standandi: Øssur Dalbúð, Aljosa Sarsevic, Rógvi Højgaard, Sámal Einarson, Einar
Hansen, Jóhan Troest Danielsen, Pætur á Líknargøtu, Sveinur Nielsen. Húkandi: Filip Hansen, Jann Martin Mortensen, Arnold
Jacobsen, Bogi Løkin, Brian Aron Jacobsen, Pól Jóhannes Justinussen og Jens Joensen. Venjarin, Abraham Løkin, var henda dagin
á 1. deildarliðnum hjá NSÍ í Klaksvík.
NSÍ smágentur.
Steypavinnarar 2002.
Standandi: Unn Hansen,
Hansa Hansen, Jacoba
Langgaard, Andrea Magnus-
sen, Hjørdis Tórbjarnar-
dóttir, Annika D. Petersen,
Laila Lamhauge. Húkandi:
Annika Klein, venjari, Lív
Olsen, Heidi á Lakjuni,
Poula Lassen, Aslaug Joensen
og Heidi Sevdal
25
24
Nr. 199 - 17. oktober 2002
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
24
B71 vann týskvøldið
1–0, men dómarin
metti ikki, at tað var
nóg ljóst at fara undir
longdu leiktíðina
ENDAUMFAR
Jóannes Hansen
Tað gongst striltið at fáa
greiðu á, um EB/Streymur
skal halda fram í bestu
deildini, ella um B71 skal
flyta upp aftur í 1. deild.
Avgerðin skuldi havt ver-
ið fallin á Sandi týskvøldið.
B71 vann 1–0. Málið skor-
aði miðvallarin í vinstru,
Símun Hansen, tá seinna
umfarið var eitt korter
gamalt. Tað var rættuliga
undirhaldandi og ferðmik-
ið. EB/Streymur hevði í 1.
hálvleiki tveir møguleikar
at skora avgerandi malið á
útivølli, men Valdemar í
B71 málinum var sera
kringur. Í 2. hálvleiki var
B71 omaná, og tá kundu
teir havt fingið fleiri mál
enn tað, sum teir skoraðu.
Úrslitið var nett tað
sama, sum tá EB/Streymur
sunnudagin vann á heima-
vølli. So stóð á jøvnum
1–1. Reglurnar siga, at tá
skal spælast tvær ferðir
fimtan
minuttir
longd
leiktíð.
Men
dómarin,
Oddmar Andreasen, metti
ikki, at umstøður vóru til
fótbóltsspæl.
Tað
var
vorðið ov myrkt klokkan
sjey, og so fór hvør til sín,
uttan at teir vistu, hvør fór
at spæla í 1. og 2. deild.
– EB/Streymur hevur
myrkar búnar, og hjálpar-
dómararnir høvdu ilt við at
meta um rangstøður. Sjálv-
ur hevði eg trupulleikar at
síggja klokkuna, uttan tá ið
eg fór út undir ljósmast-
rarnar. Men áðrenn eg
blásti av, tosaði eg við
báðar liðformenninar. Um
teir báðir høvdu verið
sinnaðir at halda fram undir
umstøðunum, sum vóru, so
høvdu vit ikki sett okkum
ímóti tí. B71 vildi halda
fram, men EB/Streymur
segði nei, og so blásti eg
dystin av, sigur Oddmar
Andreasen, sum leggur
afturat, at fótbóltsspælið
var gott, og at alt gekk
heiðurliga
fyri
seg
á
vøllinum, sjálvt um so
nógv stóð upp á spæl.
Kappingarnevndin
hjá
FSF viðgjørdi málið á fundi
í Hannover fyrrapartin í
gjár. Har varð gjørt av, at
nýggjur dystur skal spælast
á Sandi í dag klokkan 16.
Harvið slepst undan myrka-
spælið, sjálvt um tað skuldi
komið har til, at tað verður
neyðugt við longdari leiktíð
og kanska brotssparks-
kapping.
At nýggjur dystur verður
spældur hevur við sær, at
EB/Streymur við dystar-
byrjan samanlagt verður á
odda 1–0. Støðan er tann
sama, sum hon var, tá dóm-
arin blásti illveðursdystin á
Toftum millum B68 og B36
av fyrr í heyst.
Tað ber ikki til at bíða
inntil vikuskiftið við dyst-
inum. Eitt er, at bæði í B71
og EB/Streymi eru út-
lendskir
spælarar,
sum
trippa eftir at sleppa til hús.
Teir ferðaseðlarnar ber tað
kanska til at broyta. Men
tað ber ikki til at broyta
altjóða
fótbóltsskránna.
U–19 landsliðið fer av
landinum leygardagin, og
tá vera tveir spælarar hjá
EB/Streymi, Marni Djur-
huus og Hans Pauli Sam-
uelsen, við í ferðalagnum.
Tikið uppaftur
Karl Vidtfeldt, formaður í
kappingarnevndini, heldur
tað vera sera óheppið, at tað
verður neyðugt at spæla
nýggjan dyst. Men tá
dómarin týsdagin metti, at
umstøðurnar ikki vóru nóg
góðar at halda fram, so er
sambært reglunum einki
annað at gera, enn at byrja
dystin av nýggjum á Sandi.
Karl Vidtfeldt sigur, at
møguleikin at nýta regluna,
sum ber møguleika í sær
bara at spæla ein dyst á
uttanveltaðum vølli, varð
nevndur.
Sandoyingar
høvdu einki ímóti tí, meðan
teir í EB/Streymi vóru
meiri ivasamir, og so helt
FSF seg til tveir dystir.
– B71 hevði á aðal-
fundinum uppskot frammi
um at broyta regluna fyri
endaumfarið, soleiðis at
bara ein dystur skuldi
spælast. Teir komu við
uppskotinum, eftir at B71
og Skála síðsta heyst høvdu
spælt endaumfar. Tá hildu
allir, at tað ver óheppið, at
fótbóltsárið varð longt tvær
vikur. Uppskotið vann ikki
frama. Nú hevði tað ikki
undrað meg, um uppskotið
at broyta regluna fyri
endaumfarið kom aftur fyri
aðalfundin. So verður tað
upp til feløgini at gera av,
hvussu tað skal vera í
framtíðini,
sigur
Karl
Vidtfeldt úr Týsklandi.
ENDAUMFAR
B71-EB/Streymur 1-0
(0-0)
1-0: Símun Hansen, 59.
Dómari: Oddmar Andrea-
sen
B71: Valdemar Nowicki -
Ernst Løkjá, Páll á Reyna-
túgvu,
Slawomir
Rad-
ziemski - Arunas Mika,
Krzystof
Radziemski,
Sverrir Kjærbo, Eli Hentze,
Kári Sørensen (Jógvan Jón
Petersen, 56.), Símun Han-
sen - Jónsvein Thomsen
Gul kort: Eli Hentze, 9. og
Slawomir Radziemski, 34.
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig - Hallur Jacobsen
(Bárður
Olsen,
80.),
Andrzey Pacek, Esmar
Eiðisgarð, Eyðfinn Joensen
- Hans Pauli Samuelsen
(Vinjard Dam, 60.), Ronnie
Samuelsen, Jákup Martin
Joensen, Marni Djurhuus -
Sorin Anghel, Jón Sigurd
Gleðisheygg
(Christian
Carlsson, 70.)
B71 og EB/Streymur aftur á vøllin í dag
Liðini áttu hvør sín hálvleik,
og tá EB/Streymur hevði
sínar kjansir í fyrra hálvleiki,
var Valdemar Nowicki ein
sannur brandur í málinum
Savnsmynd