hósdagur 17. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 199 - 17. oktober 2002
KÍ sett ungdómsvenjara
KÍ brynjar seg nú út
til komandi kapping-
arár. Í øllum førum,
tá tað ræður um tær
yngru deildirnar. Tí
meðan venjaraspurn-
ingurin til fyrstu
deild menn framvegis
tykist at hanga í leys-
ari luft, hevur KÍ sett
Bill Jacobsen sum
ungdómvenjara og
leiðara
FÓTBÓLTUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
William McCleod Jacobsen
er nýggjur ungdómsvenjari
og leiðari hjá KÍ. Ungdóm-
urin í KÍ telur fleiri hundr-
að børn í skúlaaldri. Tað
eru serliga nógvir dreingir,
men genturnar eru eisini
umboðaðar í øllum deild-
unum.
Karl Birgir Isaksen, for-
maður í fótbóltsdeildini hjá
KÍ, sigur, at hetta er gjørt
fyri at kunna samskipa ung-
dómsarbeiðið enn betur.
– Ungdómsarbeiðið hjá
KÍ er sera vælskipað sum
er, men tað kann altíð ger-
ast betur, sigur Karl Birgir.
Hann sigur eisini, at tann
sera góða undirtøkan mill-
um børn og ung fyri KÍ ger,
at tað er avbera torført at
tilrættisleggja alt.
– Tí tað er alt ov lítið av
plássi sum er. Men vit hava
roynt og royna at fáa sum
best burturúr. Og vónandi
verður tað lættari, tá ein
persónur er settur til at taka
sær av øllum ungdómsar-
beiðinum. Eisini hevur tað
manglað okkum fólk til
tíðir at fara við yngru lið-
unum úr býnum at spæla
dystir, og tað skal ein venj-
ari og leiðari millum annað
eisini taka sær av.
Endamálið við at seta ein
ungdómsvenjara og leiðara
er, at byggja framtíðina upp
í felagnum. Tí børnini fara
einaferð at bera felagið
fram.
Úrslitini yvirhøvur hjá
KÍ hava verið upp og niður.
Í ár endaðu fyrsta deild
menn á triðja plássi og
møguleikin til at sleppa út í
Evropa at spæla komandi
ár, er veruleiki enn eina-
ferð. Annars letur Karl
Birgir sum heild væl at úr-
slitunum í yngru deildun-
um í farna kappingarárin-
um.
– Serliga kvinnurnar
hava klárað seg væl í ár,
sigur hann og sipar til, at
fyrsta deild kvinnur og
gentur 14 – 17 ár hjá KÍ
blivur Føroyameistarar í ár.
– Kvinnufótbólturin í
Klaksvík hevur altíð havt
góð úrslit. Tær eru óførar,
og tær gera eisini eitt megn-
ararbeiði fyri felagið, sigur
Karl Birgir Isaksen.
Hann leggur at enda aftur
at, at eisini foreldur hava
verið sera ófør at hjálpt til.
Kann arbeiða við mínum frítíðarítrivi
William McCleod
Jacobsen er nýggjur
ungdómsvenjari og
leiðari hjá KÍ. Hann
hevur spælt fótbólt
sjálvur sum yngri,
men seinnu árini
hevur hann verið
meira og meira at sæð
frá síðulinjuni sum
venjari ella hjálpar-
venjari
FÓTBÓLTUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
– Tað hevur altíð verið mín
dreymur at sloppið at ar-
beitt við mínum frítíðar-
ítrivi, sigur Bill.
Hann leikti nógv fótbólt
sum yngri og allan vegin
uppeftir í teimum ymsu
deildunum.
– Eg var eisini eina stutta
tíð í fyrstu deildar hópin-
um, men eg flutti niður sum
19 ára gamal og kom ikki
aftur fyrr enn eg var 24 ára
gamal, greiðir Bill frá.
Men hann sigur eisini, at
hann longu sum 14 – 15 ára
gamal visti, at hann heldur
vildi satsa upp á at verða
venjari enn fótbóltsleikari.
Hann slapp at royna seg og
bleiv heilt bitin av tí.
Hann royndi seg eisini
sum venjara, meðan hann
var í Danmark.
Seinnu árini hevur Bill
búð í Leirvík, og hann hev-
ur verið í Runavík og fing-
ist við venjing. Eisini hevur
hann vant U-17 landsliðið,
so hann hevur nógvar
royndir sum venjari.
Um nýggja starvið hjá
sær sum ungdómsvenjari
og leiðari sigur Bill, at hann
kemur at byggja víðari upp
á tað, sum undangongu-
maðurin
hjá
honum,
Anfinn Danielsen, hevur
lagt grund undir.
– Anfinn hevur gjørt eitt
megnararbeiði við ung-
dóminum í KÍ, og tað fari
eg so byggja víðari uppá,
sigur hann.
Hann sigur, at tað eru
avbera stórir árgangir í
teimum yngru deildunum
hjá KÍ, so tilgongdin er
stór. Og hann er greiður
yvir, at tað verður ikki bara
sum at siga tað, at umsita
børnini og tey ungu í
felagnum.
– Hvørt vikuskifti eru
umleið 300-400 KÍ børn í
sving. Og tey skula øll hava
klæðir, og um tey skula
aðrastaðni at spæla dyst, so
skulu ferðirnar fyriskipast
og leiðarar skulu eisini við.
Og hvør deild skal sjálvsagt
eisini hava venjarar. So tað
er altíð tørvur á hjálpar-
fólki, sigur Bill.
Onkur árgangur í KÍ telur
umleið 70 børn. Tá verða
leikararnir so býttir sundur
í lið.
Ungdómsarbeiði
Bill heldur, at ungdóms-
arbeiðið kring landið sum
heild ikki er nóg gott.
– Sum er, fara allir peng-
arnir til fyrstu deild hjá
feløgunum. Alt gott um tað,
men um ikki pengar verða
settir til ungdómsarbeiðið
eisini, so kann tað fara at
verða torført at tryggja
framtíðina hjá feløgunum.
Serliga teimum smáu, sigur
Bill.
Hann heldur eisini, at eitt
felag sum KÍ eigur at vera
sjálvforsyrgjandi, tá tað
kemur til leikarar. Serliga
tá hugsað verður um ovur-
hondsstóru
undirtøkuna
millum børn og ung fyri
felagnum. Og hann vísir á,
at rammurnar eru góðar, tá
hugsað verður um góðar
venjarar og góðar umstøður
at venja undir.
– Málið má verða, at
minst tveir leikarar úr
hvørjum liði koma allan
vegin upp í fyrstu deild,
staðfestir Bill.
Og høvuðsendamálið hjá
honum er, at tað verður
farið inn og lagt størri
dentur á fótbóltsvenjingina
og ikki mist fótbóltsuppal-
ingina.
– Vit mugu læra tey, at
tað ikki bara er til stutt-
leika. Setningurin er, at tey
yngstu fara at læra við at
spæla og so skal hugburð-
urin broytast alt eftir sum
tey mennast. Tey mugu fáa
vinnaramentalitetin
inn,
men tað má kortini ikki
verða ov nógv trýst, tí hetta
eru jú fyrst og fremst børn,
talanin er um.
Umframt at arbeiða við
ungdóminum í KÍ, skal Bill
eisini arbeiða innan fyrisit-
ingina og nakað við fíggjar-
stýringina eisini. Innan
hetta økið hevur Bill eisini
royndir, tí hann starvaðist
sum ungdómsráðgevi í
Norðoya Sparikassa, áðr-
enn hann bleiv settur sum
ungdómsvenjari og leiðari.
Hann byrjar í KÍ 1. nov-
embur og fyribils er hann
settur í ár.
Karl Birgir Isaksen, formaður
í fótbóltsdeildini hjá KÍ
Bill Jacobsen er settur sum
ungdómsvenjari og leiðari
hjá KÍ í fyribils eitt ár
C
M
Y
K
26
Nr. 199 - 17. oktober 2002
27
Tórbjørn Jacobsen
natoja@ft.dk
Føroyskir høvundar kunna
eisini hava sínar makabru
løtur. Ein skrivaði einaferð
eina stuttsøgu um føroysk-
an ríkmann, ið lá álvarsliga
sjúkur á Ríkishospitalinum.
Tað einu náttina vaknar
hann tá ið hurðin spakuliga
fer upp, og í hurðagapinum
stendur deyðin. - Eg eigi
10% av partapeninginum í
Sjóvinnubankanum, sigur
ræðslusliðni ríkmaðurin.
Men upplýsingurin sá ikki
út til at imponera deyðan. -
Eg eigi tveir trolarar, royndi
ríkmaðurin meira spakfør-
ur, men sama skilið. Deyð-
in nærkast seingini. Síðani
græt hin sjúki, at hann var
limur í kirkjuráðnum, átti
ein stóran handil, konu og
fýra børn. Men sama skilið.
Deyðin var nú komin heilt
yvir til seingina og eggin á
líggjanum blunkaði. Tá
spældi hin ríki út sín sein-
asta trumf. - Eg eri limur í
Havnar Klubba. Og tað
virkaði. Tá bakkaði deyðin.
Tær ríku Føroyar liggja
illa sjúkar í ríkisfelags-
seingini. Búskaparliga og
politiskt-sálarliga. Við eini
inn-opereraðari
fóður-
patrón, - í øðrum reyvabøll-
anum. Sambært fíggjarlóg-
aruppskotinum skal sjúk-
lingurin í komandi ári hava
480 milliónir krónur í
fremmandari fíggjarorku,
fyri ikki at doyggja í raki.
Sálarligi trupulleikin er, at
ljósvarparin bara verður
settur á linkin inn í danska
ríkiskassan og ikki á egna
uppdrift, á hin fríska partin,
sum hóast alt klárar at
skapa eina peningagerð, ið
er 20 ferðir størri enn hetta
imperialistiska avláti frá
dønum. Og samríkjamenn-
inir endurtaka bragdið,
blaka uppí saman aftur
seinasta trumfin út á borð-
ið, sum er: Vit eru limir í
ríkisfelags-klubbanum,
sum tryggjar okkum bú-
skaparliga
ævinleikan.
Seinasta
sambandsargu-
mentið. Seinasta slintran á
fúnaða
kúganarásinum,
hiðani og til Keypmanna-
havnar. Og higartil hava teir
megna at hildið stand, ímóti
teimum, sum í 150 ár hava
stremba framímóti polit-
iska frælsinum, - í hesum
landinum. Teimum sum
ætla, at endi skal gerast á
donskum yvirræði á før-
oyskum ognum.
Sambandsmaðurin sigur
tvær milliónir í yvirskoti.
Tjóðveldismaðurin sigur
150 milliónir í yvirskoti.
Báðir fara blóðuga skeivir.
Sambært uppskotinum eru
vit ((630 - 150) = 480 milli-
ónir krónur) frá búskapar-
liga frælsinum. So nær
málinum hava vit ikki verið
í eitt mannaminni. Bera vit
okkum rætt at nú, stimbra
motivatiónina, menna kon-
ditiónina, offra eitt sindur
mótvegis sjálvsvirðingini,
soleiðis at sjúklingurin fær
fremmandu fóðurpatrónina
úrtikna í hesum valskeið-
num, tá hava sjálvstýris-
menninir á hesum høga
tingi framt ein søguleigan
leik, sum fyri mong var
óhugsandi, eitt utopia, bara
fyri fáum árum síðani.
Politiska frælsi kemur tá av
sær sjálvum. Um nakað skil
er á nøkrum.
Tað er ikki hissini djob at
snikka til eitt fíggjarlógar-
uppskot. Atlitini eru so
mong. Politisku málini so
ymisk. Tá ið fýra rættiliga
ymiskir flokkar mynda eina
samgongu gerst leiðin torg-
ingin, frá tí at krøv, ætlanir
og útlit verða latin út í po-
litisku kvørnina og haðartil
skreytútgávan, við busjett-
inum, liggur á borðinum
hjá teimum, ið fólkið hevur
kjósað sær, - at forvalta
framtíðina. Svertan er nú
tornað. Úrslitið komið fyri
ein dag, sum er malið út-
aftur eftir ótaldar fundir og
drúgva parlamenteran, og
tað sær út til at fíggjar-
málaráðharrin, so nøku-
lunda, í hvussu er, hevur
vunnið sær politiskan rygg-
dekning, soleiðis sum slag-
ið higartil hevur gingið á
tingi. Spurningurin er bara,
um lúturin er nóg sterkur?
Nógvur turbolensur hev-
ur amast uppi á hesi sam-
gonguni síðani hon kom í
stropa. Orsøkin hevur sum
oftast verið tápuligar og
lítið umhugsaðar eskapadur
hjá ting- & landsstýris-
monnum. Tó so, higartil
hevur hon riðið stormin av
sær, eisini í seinastu mein-
ingarkanningini, fyri fáum
døgum síðani, í mestan
mun eini steindeyðari and-
støðu fyri at takka, men
tíðin hiðani og fram til jóla
verður
avgerandi
aðal-
mótið, harið fæst at vita um
ryggurin í monnum heldur,
til at reka ein somikið
strangan búskaparpolitikk,
sum er alneyðugur nú, tá ið
vørpini haka harðligari í
botnin enn hesi undanfarnu
fýra árini. Sjálvt um sam-
gongumeirilutin er smalur,
so eigur hann at kunna
brúkast. Rætt. Sum Schrød-
er tók upp eftir Konrad
Adenauer tá ið valúrslitið
varð kunngjørt í Týskalandi
fyri kortum: Mehrheit ist
Mehrheit. Nú ræður um
ikki at stinga upp fyri hótt-
anum
og
útgjarðingar-
kynstri andstøðunnar. Um
ikki at fáa kvababbilsi og
ringar nervar av tómum
oyðsli, sum eingin peninga-
trygd er aftanfyri. Líka
mikið hvaðani tað kemur.
Tað sigst, at ein fívil
skuldi ganga leysur úti í
Tinganesi fyri fáum árum
síðani. Eingin varnaðist tá
ið hann kom, eingin varn-
aðist at hann var har og
heldur eingin varnaðist, tá
ið hann fór haðani. So væl
skuldi hann falla inn í
landslagið harúti. Soleiðis
verða søgur smíðaðar um
politiskar samgongur, sum
ikki kendu dagin og tíman
tá ið rættar og ofta krevj-
andi avgerðir skuldu takast
um framtíðina hjá føroyska
samfelagnum. Tað gongur
ikki altíð sum eftir ánni,
men ein sterk politisk skip-
an, hugdjarvir menn við
ryggi og bjørtum málum, -
kunna forða vanlukkum.
Kunna taka ringastu sveip-
ini, sum nú einaferð eyð-
kenna marknaðarbúskapin,
ið vit eftirhondini eru vorð-
in ein natúrligur partur av.
Tað hevur gingið við rúk-
andi ferð hesi seinastu fýra
árini. Óvanligur vøkstur.
Yvirskotið á fíggjarlógini
hevur kjálkað upp ímóti
upphæddini
á
danska
blokkinum, sum eftirhond-
ini er einasta argumentið,
ið sambands- & javn-aðar-
menninir hava eftir í erm-
ini, í forðanini fyri at Før-
oyar gerast ein sjálvsagdur
og sjálvstøðugur partur av
alheimssamfelagnum. Nú
sær út til at vøksturin verð-
ur nakað lakari. Sum klaks-
víkingurin segði: Markn-
aðarbúskapurin
líkist
streymtalvuni hjá Fischeri
Heinesen, harðari og spak-
ari rák. Á sama hátt sum út-
róðrarmaðurin leggur sær
lívið til rættis, skal politik-
arin eisini gera tað. Taka
tað súra við tí søta.
Republikanska renslið er
spakari nú enn tá ið hendan
samgongan sá dagsins ljós í
98. Seglini repaði. Av yms-
um orsøkum, sum eingin
orsøk er til at grava í, nú ein
nýggjur leistur er lagdur
fyri fýra ókomin ár. Men
harfyri hevur ein politiskur
meiriluti, sum ber heitið av
eini sjálvstýrissamgongu,
hópin at taka sær fyri og av.
Nú ræður um at halda fast
um ein skilagóðan fíggjar-
politikk til fólksins frama
og at skipa samfelagið so-
leiðis, at sambandsargu-
mentið, danski blokkstuð-
ulin, er tarvleysur og burt-
urbeindur tá ið veljarin
aftur fær orðið hin 30. apríl
2006.
Tað er so sára lætt at vera
vísur í afturhvarvi. Men eru
føroyingar eina milliard
eyðnuríkari ídag enn fyri
fýra árum síðani? Liva teir
eina milliard betri enn fyri
fýra árum síðani? Hetta er
tað sum samfelagsraksturin
er bólgnaður ímeðan hend-
an samgongan hevur sitið.
Tað er trupult og tungt at
stjórna í góðum tíðum,
hvaðna verri enn í ringum
tíðum, trýstið á systemið er
øgiligt, yvirbjóðingarnar
lagghallar av fiti, men tað
eigur og skal bera til at reka
eitt samfelag skinsamiliga,
eisini í góðum tíðum, uttan
at alt lessið rapar framav.
Hetta er rein hypotesa,
men høvdu menn fyri fýra
árum síðani gjørt eina sátt
um, at raksturin í krónum
og oyrum var hin sami øll
árini í samgonguskeiðnum,
tá hevði støðan ídag verið
hon, at yvirskot var á
fíggjarlógini, hóast danska
leigugjaldið, ella olmussan
um ein vil, blokkstuðulin,
hevði verið endaliga niður-
lagaður. Vøksturin verður
sjálvandi ikki hin sami
komandi árini. Men vit
hava eina av heimsins dýr-
astu
fíggjarlógum
pr.
íbúgva.
Burdu
harvið
kunna tolt, at bara eitt lítið
sindur varð hakað í. Kanska
skuldu vit hildið fast við
nett sama útreiðslustøðið,
sum í inniverandi ári.
Framígjøgnum alt sam-
gonguskeiðið. Afturat hes-
um verður neyðugt, fyri
ikki at siga alneyðugt, við
skilbótum, rationalisering-
um, í almenna sektorinum,
sum gera tað uppaftur
lættari, at koma fram til ein
sjálvbjargnan búskap.
Einaferð hoyrdist frá eini
ætlan, harið stirvni Nor-
mann-bygnaðurin
skuldi
kollveltast og broytast, ra-
tionaliserast. Tað hendi
onki annað enn tað, at
bygnaðurin um skamma
stund fer at vera víðkaður
við trimum nýggjum aðal-
stjórum, hvør við sínum
dalsaka og langa hala av
embætisfólki. Tað bøtti ikki
um, at talið av landsstýris-
monnum varð økt, heldur
skuldu seglini verið repaði
her eisini. Tað er lítið sam-
bærligt og skilagott, at ein
koloni hevur eins nógvar
ministarar, sum fleiri full-
valdaríki hava. Men kanska
hevur hendan koloniala ku-
vøsutilveran eitt slag av
politiskum leti við sær. Ser-
liga tá ið ovurhonds gróður
er í búskapinum. Her er
nóg mikið at fara í holt við
hjá hugaðum monnum og
kvinnum.
Frisørsalónirnar draga nú
búskaparliga
lessið.
Skvampa í búskaparligu
eftirglóðini frá ovurhonds-
vøkstrinum hesi seinastu
árini. Fyrstu indikatorarnir
boða nú frá, at vøksturin í
inntøkum landsins fara at
stagnera. Vøksturin í eks-
portvirðinum hevur mist
ferðina, er kanska mink-
andi. La belle epoque, tíðin
við rúkandi vøkstri, støð-
ugum búskaparligum sól-
skini, er linkandi, - tí ræður
um fyrilit og skil. Tað eru
ongar ábendingar um, at
tað almenna eigur at vaksa
um ferðina á búskapinum.
Og tað er heldur ikki neyð-
ugt. Soleiðis sum arbeiðs-
støðan og aðrir faktorar
standa í løtuni. Heldur
tvørturímóti. Tí er løtan
lagalig, at støðga á og gera
ein roynd at tálma sveip-
unum, soleiðis at búskap-
arliga streymtalvan verður
lættari, bæði hjá fólkinum
og okkum, teirra álitis-
monnum, at koma sær
ígjøgnum. Hetta verður til
frama fyri alt og øll, - uppá
sikt. Tað sum landsstýrið
ikki megnaði áðrenn teir
tveittu okkum busjettið
niðan hiðar, tað mega vit í
fíggjarnevndini royna at
snøgga til sum frægast,
soleiðis at úrslitið verður
áleið tað, sum vit ætlaðu.
Mítt tilmæli, viðvíkjandi
fíggjarlógini fyri árið 2003,
skal vera, at samgongan
heldur rimmarfast um ein
útreiðslusteðg, í krónum og
oyrum, soleiðis sum menn
og kvinnur í grundini vórðu
samd um, á einum sam-
gongufundi fyri kortum, og
at hon skjótast gjørligt fer
undir at skilbóta alt óneyð-
ugt alment ístur burtur úr
samfelagnum. Bara soleiðis
kann hon berja seg fram á
endaliga málið: Ein sjálv-
berandi búskap, sum nú so
serføroyskt, sigst vera fyri-
treytin fyri einum politiskt
frælsum samfelag.
Alternativið verður sum
tá ið høvdið á Don Carlos
lá undir falløksini, guillo-
tinuni, og bøðilin segði við
hann: "Nú drepi eg teg,
men tú skalt vera vísur í tí,
at hetta er bara til títt egna
besta." Eitt danskt búskap-
arligt statskvett, sum vit
upplivdu tað fyri effinett
tíggju árum síðani. Latið
tað ongantíð henda aftur.
Tað kemur at standa á
onkustaðni. Onkur tognar í
hvørjari lykkju. Men tað er
nú, at ryggurin skal halda,
sum fólkið hevur valt.
480 milliónir frá málinum
VIÐMERKINGAR
Gro Kraft, 47 ár, úr Noregi
er sett í starv sum nýggjur
stjóri í Norðurlandahúsin-
um í Íslandi. Gro Kraft
hevur útbúgving sum cand.
phil. í listasøgu frá Lærda
Háskúlanum í Oslo og
hevur harafturat nomið út-
búgving í mentan og sam-
skifti við Lærda Háskúlan í
Stockholm.
Gro Kraft er í starvi sum
samskiftisleiðari á Savn-
inum fyri Samtíðarlist í
Oslo, har hon hevur havt
ábyrgdina av námsfrøði og
móttøku, fakligum og list-
arligum tiltøkum og fyri
marknaðarføring og bóka-
sølu. Gro Kraft hevur verið
í
trýmannaleiðsluni
í
norska listasavninum og
hevur virkað sum ritsjóri.
Gro Kraft tekur við starv-
inum sum stjóri í Norður-
landahúsinum í Íslandi hin
1. januar 2003, tá starvs-
skeiðið hjá núverandi stjór-
anum, finsku Riitta Heinä-
maa, er úti.
"Eg síggi fram til upp-
gávurnar í Norðurlanda-
húsinum við stórari gleði
og spenningi" sigur Gro
Kraft í viðtali. "Eg havi
verið í Íslandi fleiri ferðir,
men verið altíð rúnarbund-
in av náttúruni, søguni og
fólkinum. Tað sum tó hug-
tekur meg mest, er tað
týðandi íkast, sum Ísland
hevur latið og støðugt letur
til nútímans listina og
mentapallar bæði í Norð-
anlondum og í Evropa.
Uppgávan
hjá
Norður-
landahúsinum er stór, bæði
fyri meg sjálva og fyri sam-
starvið og samskiftið um
landamørk í einum støðugt
opnari heimi".
Nærri upplýsingar: Gro
Kraft, +47 22 88 22 35,
gk@mfs.museum.no
Tíðindi frá Norðurlandahúsinum í Føroyum:
Nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi
27