Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 Skrá fyri sølustevnuna á Tvøroyri Fríggjadagur Kl. 16.00: Stevnan letur upp Kl. 18.00: Jessie og Sára úr Porkeri dansa „Creamy“ Kl. 20.00: Mótasýning Kl. 21.30: Lutakast ímillum tey seldu atgongumerkini Kl. 22.00: Stevnan letur aftur Leygardagur Kl. 14.00: Stevnan letur upp Kl. 15.00: Jessie og Sára úr Porkeri dansa „Creamy“ Kl. 17.30: Ragnar úr Vík syngur country Kl. 19.00: Mótasýning Kl. 20.30: Lutakst ímillum tey seldu atgongumerkini Kl. 21.00: Stevnan letur aftur Sunnudagur Kl. 16.00: Stevnan letur upp Kl. 17.00: Chalder Geo spælir Kl. 19.00: Gallashow við mótasýning, tónleiki, har Magni og Rakul spæla, og lutakasti ímill- um tey seldu atgongumerkini. Kunngjørt verður, hvør fyritøka vann atkvøðugreiðsluna um at hava tann vakrasta básin. Kl. 20.00 Stevnan endar Hoppiborg, klovnar og tombola Alla tíðina, ímeðan sølustevnan er í ítróttarhøllini, er eisini hoppiborg og tombola inni í skúlahøllini, í skúlanum, sum er samanbygdur við ítróttarhøllina. Vinningarnir í tombola eru bæði kakur og annar matur, bamsur og ein ørgrynna av páskareggum. Men leygardagin klokkan 16 fara eisini klovnar úr Havn at hava ymiskt skemt fyri børnunum Sterkir suðuroyingar royna seg Á sølustevnuni á Tvøroyri hevur Super Dekk service í Havn tvær kappingar, har sterkir suðuroyingar í øllum aldri sleppa at royna seg. Tað eru tvær kappingar í at lyfta dekk, ein kapping er fyri vaksin og ein kapping er fyri børn. Kappingin fyri børn verður á básinum hjá Super Dekk Service leygardagin kl. 16. Har skulu børn royna at reisa eitt lastbiladekk upp. Tey, sum orka tað, eru við í einum lutakasti, har tríggir vinnarar skulu finnast, og teir fáa ein treylara í part at spæla við. Kappingin fyri vaksin verður leygardagin, umleið klokkan 18.30, ella aftaná at Rangar í Vík hevur havt sína framførslu. Enn er ikki greitt, akkurát, hvar í høllini hendan kappingin verður. Men í hesari kappingini sleppa suðuroyingar at royna seg at reisa eitt dekk av eini gravimaskinu. Tað vigar 300 kilo og hetta er sama dekkið, sum Regin Vágadal, og aðrir sterkir menn, brúka í kapp- ingini um at verða Føroya sterkasti maður og í kapp- ingini um at verða sterkasti risi í Atlantshavi (Atlantic Giants). Teir, ið eru mentir at reisa dekkið upp, eru við í einum lutakasti, har tveir vinnarar skulu finnast. Hvør vinnari fær fýra Goodyear summardekk til persónbil. Men teir, sum orkaðu at reisa dekkið, men sum ikki vinna í summardekkini í lutakastinum, verða ikki við sviðusoð fyri tað, tí teir fáa 25% í avsláttri, um teir keypa dekk frá Super Dekk á stevnuni. Til stuttleika skal eisini nevnast, at tá í hendan kappingin var á á sølustevnu á Skála, vóru tað einir 15 mans, sum orkaðu at reisa tað. Hendan sølustevnan fer so at geva okkum eina ábending um, antin suður- oyingar eru líka treystir, sum eysturoyingar. Útiseti skal royna at sparka TB upp aftur í 1. deild: Vilja hava Óla heim aftur til TB at spæla Tvøramenn hava ásannað, at teir hava harðliga brúk fyri hjálp, skulu teir hava nakrar vónir um at gera seg gald- andi. Og nú verð- ur roynt at fáa landsliðsspælaran Óla Johannesen heim aftur á klettarnar ÁKI BERTHOLDSEN Tað skal ikki undra nakran, um landsliðsspælarin, Óli Johannesen, aftur verður at síggja á TB liðnum, áðrenn langt um líður. Leiðslan í Tvøroyrar Bóltfelag arbeiðir nevniliga fyri at at fáa tann stinna verjuspælaran heim aftur at hjálpa hart kroysta barn- dómsfelagið sínum hetta kappingarárið. Jóan Petur Olgarsson í TB, sigur, at sjálvur vísir Óli Johannesen ikki møgu- leikanum frá sær. Og í gjár skuldi leiðslan í TB so seta seg í samband við leiðsluna í AGF, sum Óli hevur sáttmála við, fyri at kanna møguleikarnar fyri at fáa hann heimaftur. Jóan Petur Olgarsson heldur, at tað skuldi verið ein møguleiki at fingið Óla heimaftur. Síðani hann kom til AGF hevur hann ikki spælt nógv á superliga-liðnum hjá teimum. Hann var við í fyrstuni, men hevur nú spælt við næstbesta liðnum leingi. Og tað skiltist, at við gamla venjaranum var hann ikki so tætt við eitt pláss á best liðnum. Men síðani hevur AGF fingið nýggjan venjara, og so er spuringurin, um tað broytir støðuna hjá føroyska verjuspælaranum sær. Tað er hetta, sum greiða skal fáast á nú. Og er Óli Johannesen ikki partur av framtíðarætlanun- um hjá AGF, er ætlanin at royna at fáa avtalu í lag við danska felagið um at fáa hann heimaftur. Syndarlig úrslit Tað eru tey syndarligu úr- slitini í kappingini higartil, sum hava fingið tvøramenn at ásanna, at brúk er fyri nýggjum kreftum á liðnum. Higartil hevur árið hjá aldursforsetanum í føroysk- um fótbólti roynst sera illa. Allar tríggjar teir seinastu dystirnar í steypakappingini hava teir tapt - og tað stórt. Heilir 19 bóltar eru farnir í meskarnar hesar tríggjar dystirnar, men sjálvir hava teir onki mál skorað. –Vit mugu bara viðganga, at vit hava ov fáar mans í spælarahópinum, sigur Jóan Petur Olgarsson. Men tað skal eisini leggj- ast afturat, at teir hava havt nógvar skaðar at dragast við. Og eitt nú breyt Jón Tórð- ur Holm beinið í steypa- dystinum ímóti FS Vágum Jóan Petur Olgarsson sig- ur, at TB fær ikki meiri enn akkurát manna lið og tað er ov lítíð hjá einum felag, sum hevur vónir um at gera seg galdandi í toppinum. –Beinanvegin, vit fáa skaðar, ella kort at dragast við, er tað galið, sigur hann. Hendan viðbrekna støðan hevur fingið TB at leita út um landoddarnar eftir spæl- arum, sum kundi styrkt liðið – Vit hava leitað víða, men, tað vísir seg at hetta er nakað seint uppá árið, so enn hevur onki borið til, tí spælararnir eru longu bundnir at sáttmálum. Seinasta royndin, sum fór í vaskið, var ætlanin at fáa tríggjar rumenarar til TB. Tríggir mans vóru í kik- aranum, men eisini teir vóru farnir í onnur feløg. Tí verður nú roynt at fáa Óla Johannesen heimaftur at styrkja liðið. Annars er TB eitt av teim- um fáu liðunum, sum bara hevur „egnar“ spælarar á liðnum. Landskappingin telur Jóan Petur Olgarsson á- sannar, at eftir tey trý stór- tapini í steypakappingini, er onki at gera hjá TB har meiri. – Nú er tað landskapp- ingin sum telur, sigur hann. Og hann dylir ikki fyri, at TB hevur stórar ætlanir og at teir ikki eru nøgdir við útlitini til at vera í aðru deild leingi afturat. –Endamálið er heilt vist at koma uppaftur í fyrstu deild. Men umframt, at vit hava ein fámentan spælara- hóp, ger tað eisini sítt, at nógvir spælarar á liðnum rættiliga ungir. Eitt nú nevnir hann, at heilir fýra, ella fimm av spælarunum eru bara 16 ára gamlir. – Men teir eru evnaríkir, so tað er heilt greitt, at hetta eru spælararnir, sum hava framtíðina fyri sær. Og tað tekur sína tíð at fáa eitt ungt lið á føtur. –Koma vit ikki upp í 1. deild, verður tað eisini trup- ult at varðveita teir ungu spælararnir, sum vit hava. – Og av tí, at vit eru so illa mannaðir, og hava so ungt lið, hevði tað komið sera væl við onkrum roynd- um kreftum, sum t.d. Óla Johannesen at styrkt liðið við, sigur Jóan Petur Olg- arson. Góðan venjara Hóast úslitini hjá TB hava verið vánlig higartil, er tað ongin,sum gevur venjaran- um skyldina fyri tað. Tað er danin Lynge Lar- sen, sum er venjari og spæl- ararnir eru sera væl nøgdir við hann sum venjara, so har verður ongin broyting, sigur Jóan Petur Olgarsson. Tað hevur verið trupult hjá landsliðsbakkinum, Óla Johannesen, at fáa fast pláss á besta liðnum hjá AGF. Og nú royna tvøramenn at fáa hann heimaftur at hjálpa hart kroysta barnsdómsfelagið sínum á Tvøroyri, sum hevur harðliga brúk fyri royndum kreftum