Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 klovnar úr Havn at skemta við børnunum. Skemtið við klovnunum er ókeypis. Til góð endamál Lions klubburin sigur, at all- ur peningurin, sum kemur inn, fer ókeypis til ymisk vælgerðandi og mentanarlig endamál. Lions hevur m.a. stuðlað fleiri tiltøkum í flest øllum bygdum í Suðuroynni, bæði mentanarligum og siðsøgu- ligum tiltøkum. Men hann hevur eisini stuðlað altjóða tiltøkum, sum alheims Lions felags- skapurin hevur skipað fyri. Eitt nú hevur Lions í Suð- uroy latið pening til eina granskingarætlan, sum skal royna at loysa gátuna um alzheimer, ella ellisminnis- loysi, sum tað eitur á før- oyskum. Og hann hevur eisini stuðlað einum stórum, al- tjóða tiltaki, sum hevði til endamáls at geva fólki, sum vórðu blivin blind av ávís- um sjúkum, ein møguleika at verða løgd undir skurð, og tað tiltakið gav millión- um av fólki sjónina aftur. Og somuleiðis er felags- skapurin virkin í stríðnum ímóti rúsevnismisnýtslu. Hetta fyri at nevna nøkur altjóða tiltak, sum eisini Li- ons klubburin í Suðuroy hevur verið við í. Í Suðuroynni hevur fel- agsskapurin eisini stuðlað vælgerðandi, mentanarlig- um og siðsøguligum tiltøk- um í flest øllum bygdum. Eitt nú hevur Lions klubburin í Suðuroy meiri enn einaferð keypt Suður- oyar Sjúkrahús dýr tól, sum tey hava ynskt, men ikki hava havt rúmd fyri á fíggj- arætlanini. Staðarnøvn út í bók Størsta tiltakið, sum Lions Klubburin í Suðuroynni er farin í holt við, er ein bóka- útgáva. Og tað verður ein tann størsta útgávan í føroya søgu. Ætlanin er nevniliga at geva bøkur út við staðar- nøvnum í allari Suðuroynni. Heilt nógv staðarnøvn eru uppskrivað, bæði á Fróð- skaparsetrinum, og aðra- staðni, men takið verður at Sølustevnan á Tvøroyri: Klovnar og hoppiborg á Tvøroyri Harafturat verður stórt tombola við kakum, mati, bamsum og páskareggum ÁKI BERTHOLDSEN Nú sleppa allir sterkir suð- uroyingar at standa sína roynd. Á sølustevnuni, sum er á Tvøroyri í hesum døg- um, fer ein av framsýn- arunum, Super Dekk Ser- vice, at skipa fyri kapp- ingum bæði fyri børn og vaksin í at lyfta dekk. Dekkið, sum tey vaksnu skulu royna seg við, er sama dekkið, sum er brúkt í kappingunum um at verða Føroya sterkasti maður og Atlantic Giant, tá ið Regin Vágadal og hinir sterku menninir royna seg. Dekkið, sum skal reis- ast, er av eini gravimask- inu og tað vigar 300 kilo. Tað liggur á gólvinum og royndin verður at reisa tað upp so at tað stendur. So fáa vit at vita, um suðuroyingarnir eru sterk- ari enn eysturoyingar. Fríðrikur Bláhamar á Super Dekk Service, sig- ur, at tá ið sama kappingin var á sølustevnu á Skála, vóru tað einir 15 mans, sum vóru mentir at reisa dekkið upp. Hann sigur, at teir, sum orka at reisa dekkið, eru við í lutakasti, har tveir vinnarar skulu vinnast. Hvør vinnari fær fýra Goodyear summardekk til persónbil, so møguleik- in fyri at vinna er rætti- liga stórur. Men allir teir sum ikki inna verða kortini ikki tómhentur, tí teir fáa 25% í avslátri, um teir keypa dekk frá Super- Dekk. Kappingin um at reisa dekkið verður leygardag- in umleið klokkan 18.30, tvs, aftaná framførsluna hjá Ragnari í Vík, sum fer á pallin klokkan 17.30. Tað verður sagt frá, akkurát, hvar í høll- ini, kappingin verður. Kappingin hjá børnun- um verður at reisa eitt dekk til lastbil. Tey børnini, sum klára at reisa dekkið, eru við í lutakasti, har tríggir vinnarar skulu finnast. Hvør vinnari fær ein Goodyear-treylara. Kappingin hjá børnum verður leygardagin klokkan 16 á básinum hjá Super Dekk. Men Fríðrikur Blá- hamar ger staðiliga vart við, at at tey, sum verða við í kappingini, ger tað undir egnari ábyrgd, so at fær nakar hald í rygg- in, slysni, ella okkurt heilt annað av at lyfta, kann Super Dekk Ser- vice ikki átaka sær skyld- ina fyri tað. Sølustevnan á Tvøroyri: Suðuroyingar royna styrkina Á sølustevnuni á Tvøroyri verður kapping fyri bæði børn og vaksin Á sølustevnuni á Tvøroyri sleppa suðuroyingar nú at royna seg við sama dekkið, sum Regin Vágadal, og aðrir sterkir menn brúka í kappingini um at verða Føroya sterkasti maður, og Atlantic Giant Mynd av Regin Vágadal sum lyftir dekk Ragnar í Vik spælir á Tvøroyri í morgin Ragnar í Vík Hann fer at syngja og spæla á sølustevnuni á Tvøroyri seinna- partin í morgin. Hetta er fyrstu ferð, hann førir fram í Suður- oynni ÁKI BERTHOLDSEN Country sangarin, Ragnar í Vík, ger ikki nógv av at spæla á konsertum. Og í Suðuroynni hevur hann so ongantíð spælt fyrr. Men nú fáa so suðuroy- ingar høvi at hoyra og síggja okkara nýggjastu country stjørnu á palli fyri fyrstu ferð. Ragnar í Vík hevur gjørt avtalu við tey, sum skipa fyri páska-sølustevnuni á Tvøroyri um at koma suður at spæla. Sostatt fer Ragnar í Vík at spæla á stevnuni, sum í hesum døgum er í ítróttar- høllini á Tvøroyri. Ragnar fer á pallin í morgin klokkan 17.30 og hann fer at syngja og spæla í einar 40-45 minuttir. Hann sigur, at hann fer at syngja einar sjey, átta sangir og ikki óvæntað verða teir allar flestu løg, sum legendariski country- sangarin, Hank Williams, áður hevur sungið. Men tíð verður eisini til einar tveir aðrar sangir, sig- ur Ragnar úr Vík í Hald- arsvík. Sum sagt, er hetta fyrstu ferð, at Ragnar í Vík er í Suðuroy og spælir og tað gleði hann seg til. – Tað verður bara stutt- ligt, sigur hann. Ragnar í Vík slóð rætti- liga ígjøgnum, tá ið hann nakað síðani gav út ein fløgu við sangum eftir Hank Williams. Plátan var givin úr til heiðurs fyri hank Williams. Og umframt, at Ragnar dámar hann sera væl, var tað heldur ikki í aðrar mátar kanska heilt av tilvild, at tað júst var- Hank Williams, sum fekk heiðurssess hjá Ragnari. Hann hevur fyrr sagt, at tað var ikki heilt sørt, at hann føldi ein andaligan felagsskap við amerikanska countrysangaran. Tí eins og Hank Willi- ams, hevur Ragnar í Vík eisini livað eitt baldrut lív, har hann avgjørt ikki spýtt í glasið. Men tað er eitt eitt liðugt kapittul í hansara lívi nú. Tað var ikki bara í Før- oyum, at Ragnar í Vík bleiv kendur, tí eisini uttanlands hevur útgávan vakt ans, tí hann fekk meiri enn eitt lag á ein lista yvir tey best dámdu countryløgini. Lagið, sum longst upp var „Gone and Forsaken“, sum eitt skifti var nummar 23. Men hóast hann selur fløgur uttanlands, er tað heilt vónleyst at koma inn á danska marknaðin. – Ongin vil selja fløguna. – Eg sleppi ikki so frægt sum at leggja fløguna inn í handlar, hóast eg sigi, at eg skal ongan pening hava, fyrren handilin hevur selt tær, sigur hann. Hví hetta er so, dugir hann ikki at siga. Umhugsar framtíðina Annars gongur Ragnar í Vík hesar dagarnar og hugsar um, hvussu víðari skal farast fram á tónlistarliga økinum. Hann sigur, at møguliga kemur ein nýggj fløga. Eitt nú hevur Kitty Prins, sum skrivaði Ragnari „Did You Miss Me“ nú sent honum trý nýggj løg, sum hon hevur skrivað serstakt til hansara. – Hetta eru trý avbera góð løg, sigur Ragnar heilt stutt um tey. So hann er eitt sindur í iva um, hvat hann skal gera. Í morgin fer Ragnar í Vík at spæla í Suðuroynni fyri fyrstu ferð. Tað verður, tá ið hann trínur á pallin í Itróttarhøllini á Tvøroyri í morgin klokkan 17.30 ÁKI BERTHOLDSEN Hesa vikuna, ímeðan sølu- stevna er í ítróttarhøllini í Trongisvági, verður eisini eitt annað tiltak í hinari høll- ini, sum er í sama bygningi. Tað er eitt mini-tivoli, sum Lions klubburin í Suð- uroynni skipar fyri. Hetta tivoli verður opið allar dag- arnar og allar klokkutíðir, sum sølustevnan er opin. Eitt nú verður stórt tomb- ola, við bæði kakum, mati, bamsum og við páskaregg- um. Men harafturat hava tey fingið fatur á eini hoppi- borg, sum eisini verður sett upp, og sum børnini sleppa at stuttleika sær á. Í morgin, leygardagin klokkan fýra, fara eisini seta kort við, sum vísa, hvar tey eru. Hetta er eitt stórt verk, sum fyllir fleiri bøkur og, sum tað fer at taka fleiri ár at avrika, tí talan er um fleiri túsund staðarnøvn. Men Lions klubburin í Suðuroy heldur, at skal tað yvirhøvur nakrantíð eydnast at fáa øll tey mongu stað- arnøvnini sett í kortið, er hetta í tøkum tíma at tað verður gjørt, tí tey eru við at fara í søguna. Fríggjadagur 14. apríl Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Nýggjar tíðir Eg skal ikki lasta útvarpið fyri ringu veðurtíðindini, har vit sein- astu dagarnar hava hoyrt um út- nyrðing, hegling og vátakava. Tað, at veðrið spælir føroying- um eitt puss, eru vit so von við. Men tað at kavaruddingin ikki koyrir eftir ætlan, er ein ótolandi støða fyri alt samfelagið. Sum almennur boðberi, haldi eg, at út- varpið skuldi roynt at fingið fleiri tíðindi um ósemjuna á landsvegu- num, og hvussu hendan rakar land okkara. Fólk flest lurta eftir útvarpinum fyri at hoyra veður- tíðindi, koyrilíkindi og um reglu- semi er í ferðaætlani. Hesa upp- gávu plagar útvarpið at klára fyri- myndarliga. Hesar seinastu dag- arnar havi eg tó havt kensluna av, at nógv ferðandi meiri ella minni eru slept uppá fjall. Men kanska liggur feilurin hjá mær sjálvum. Vandi er í allari væl- ferð, og hóast flest øll húski eiga meira enn bert tað eina radiotólið, so riggar tað illa at hoyra fleiri útvarpsstøðir samstundis. Rás 2 Hetta er jú vikan, tá Rás 2 fyri fyrstu ferð hoyrdist veruliga í Klaksvík. Og fleiri við mær hava helst flutt dúgliga ímillum rásirnar fyri at hoyra eitt sindur av hvørj- um. Hvussu Rás 2 fer at hilnast norðoyingum kemur framtíðin at vísa. Hesa fyrstu vikuna hevur sjálvt signalið verið eitt sindur misjavnt. Men vónandi er bert talan um eitt lítið byrjunarbrek, sum kemur í rættlag fyrsta dagin. Í nógv ár hava fólk kunna valt ímillum fleiri sjónvarpsrásir, so fyri mong er tað kærkomið, partvíst at sleppa at velja, hvat ein ynskir at hoyra í útvarpinum. Rás 2 skal tí vera vælkomin til Klaksvíkar, somuleiðis Lindin, tá ið hetta einaferð gerst veruleiki. The Merkistein Óansæð rásir og útvarpstól, havi eg hug at lurta eftir Suna Merki- stein og hansara frálíku og sera livandi frásøgn um The Beatles. Eftir mínari meining, er hetta nak- að av tí allarbesta í longri tíð í Útvarp Føroya. Søgan um úrmælingarnar úr Liverpool er ikki heilt ólík ævin- týrinum hjá H. C. Andersen um tann mishátta dunnuungan, sum mátti ígjøgnum so nógv, áðrenn hann fekk so vakurt flog sum hvít- ur háborin svani. Súni skrivar sum ein rithøvund- ur og lesur sum ein prestur. Har- afturat er hann ótrúliga nærlagd- ur í sínum arbeiði. Parturin hjá Paula Magnussen, sum fylgdi Suna í fótasporum beatlanna í Liverpool, liggur heilt víst heldur ikki eftir. HEINI Í SKORINI Á Handilsskúlanum í Havn hava fýra FHS næmingar seinastu tíðina arbeitt við eini sera spennandi og kanska eisini eitt sindur øðrvísi uppgávu, enn vanligt er. Fýra dreingir hava arbeitt við upp- gávuni at byrja eina nýggja sjónvarps- støð. Men leggjast skal afturat, at hetta sjálvandi bert er teoretiskt. Ella lat meg siga tað soleiðis, at teir hava arbeitt, sum um teir skulu byrja eina nýggja sjónvarpsstøð. Nógv er at síggja til, tá ein nýggj sjónvarpsstøð skal í gongd, tað hava teir sannað. Fíggjarligu viðurskiftini skulu vera í lagi, senditíðir og sendiøki, sendingar, lýsingar o.s.fr. Sum sagt hava teir arbeitt við hesi uppgávu í tvær vikur, og tað hevur verið ógvuliga Nýggj sjónvarpsstøð á veg? spennandi og læruríkt, sigur Rógvi Absalonsen, sum er ein av teimum, sum er við í bólkinum. Sjónvarpsstøð teirra eitur Rás Før- oyar, og hon er serliga ætlað til tey ungu, sigur Rógvi Absalonsen. – Vit skulu marknaðarføra sjónvarpið við at gjalda fyri lýsingar. Har hava vit so reklamerað fyri okkara sjónvarpi á bussum, sum koyra kring Havnina, og í Gundadali hava vit so eisini lýst við sjónvarpinum. Vit ætla at útvega pening við at senda lýsingar, og so hava vit eisini eina sending, sum kann saman- berast við Gekkin í SVF, har vit eisini fáa eitt sindur av peningi. Síðani hava vit sent ein faldara í hvørt hús í Havnini og inni á Skálafjørðinum og fingið tey at stuðla okkum, og Rógvi leggur aftur- at, at teir hava roynt at verið eitt sindur realistiskir. – Í byrjanini er ætlanin bert at senda í Havnini og inni á Skálafjørðinum, men síðani skal sendiøkið víðkast, so Vág- arnar og Klaksvíkin eisini sleppa at síggja Rás Føroyar. Rógvi leggur afturat, at skráin í byrj- anini er nakað lítil vegna fíggjarlig við- urskifti, og at teir ætla at satsa nógv uppá ítróttin og kanska serliga fótbóltin. Sum sagt hevur verið arbeitt við hesi uppgávu í tvær vikur, men nakrar dagar hava teir sitið langt út á kvøldið fyri at gera uppgávuna so góða, sum til ber. – Eg havi lært sera nógv. Hóast tað er stórur munur á at gera eina uppgávu, har ein »spælir«, at ein skal byrja eitt nýtt sjónvarp og so veruliga at byrja eitt nýtt sjónvarp, havi eg nú fingið eina hóming av, hvat krevst fyri at byrja og røkja eitt sjónvarp. Tá eg so til seinast spyrji Rógva, um teir hava nakra ætlan um einaferð í framtíðini at realisera uppgávuna, sigur Rógvi, at so langt eru teir fýra ikki komn- ir enn. – Men nú vita vit nøkulunda, hvat skal til, endar Rógvi. So hóast eingin Rás Føroyar veruliga er á veg, veit Føroya fólk nú, at tað eru fýra FHS næmingar úti á Handilsskúla- num, sum vit altíð kunnu heita á, um tørvur verður á einum øðrum sjónvarpi. Á Handilsskúlanum í Havn hava FHS næmingar sein- astu tíðina arbeitt nógv í bólkum. Hvør bólkur hevur gjørt eina uppgávu, sum verður latin læraranum, og síðani verður karakterur givin. Ein av hesum bólkum hevur gjørt eina sera spennandi uppgávu, har teir hava »spælt«, at teir skulu byrja eina nýggja sjónvarpsstøð Samstundis kunnu vit siga Tróndi Djur- huus, at um honum onkuntíð nýtist eina hjálpandi hond, er bara at taka hornið og ringja á Handilsskúlan! Steintór Rasmussen, lærari, skrivar Breddin Sjónvarp bleiv tað ikki nógv av hesuferð. Tá eg mikukvøldið setti meg at lurta eftir Krosskast, var ein heilt onnur sending á skránni. Eg trúði annars, at Krosskast var ein fastur táttur hvørt mikukvøld. Fyri at skriva okkurt positivt í mín- um seinasta ummæli, so vil eg siga, at Breddin í Degi og Viku týskvøld er sera góður journali- stikkur. Tað er altíð áhugavert, tá ómakur liggur aftanfyri eitt inn- slag, at farið verður í dýpdina og at fleiri koma til orðanna. Til seinast fari eg at takka mín- um lesarum og ynskja manningu- num í loftmiðlunum alt gott í fram- tíðini.