hósdagur 21. februar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Útgávudagar: týsdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
tíðindablaðið
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
“ Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P!f Pressan 1981
=
Barnið
| í okkum
Í VETURIN er vónandi við at missa
takið. Í ollum førum boðar hann frå
goðveðri. Sjófuglurin nærkast landi
| og Súlan er komin í Hólman og um
góðar tríggjar vikur eru tjøldrini aftur
EINGIN føroyingur er so eidasørur,
at honum ikki birtast i barmi onkrar
livgandi kenslur av hesum stórfingnu
várrembingum
TEY enn óspiltu, børnini, munnu vera
tey. ið einamest kveiklast og á egna
hátt liva við í stórfingnu broytingini
frá vetur til vár. Okkurt teirra
harmast kanska um seinasta kavan,
ið fór, men enn fleiri fegnast um ljós-
ið, spælikvøldini, ið alsamt leingjast
og um vaknandi lívið í bø og haga.
EIN ivast tó í, hvussu mikið børn eitt
nú á stórplássunum nú á døgum fáa
burturúr ellum hesum undrunar-
verda. At tey evna at fata og uppliva
tað, ið fyriferst uttanum tey, skal
eingin ivast í — væl at merkja, um
| teimum verða givnar stundir til tess.
TÍ skal verða sagt sum er, so eru vit
vaksnu í alt ov mongum førum ov
dúglig til at skipa fyri, hvat børn eitt
nú aftaná skúlatíð helst skulu fáast
við. Vit gera hetta í bestu meining,
næstan í hvussu er, tí gott er eisini at
vita sær, at tey hava nakað at fara til,
at okkum ikki hasar tímarnar afturat
nýtist at hugsa um hvar tey eru ella
ikki.
ARBEIÐSLAGIÐ, har bæði foreldrini
eru í vinnu er størsta orsøkin til hesa
»organisering« av børnunum. Hetta
er ilt at gera nakað við, nú so nógv
skal til fyri at fáa endarnar at rakka
saman. Ella skal so nógv til — kanska
ikki, um vit høvdu dugað at verið
negd við minni.
LAT fara, at vit ikki duga hetta livs-
kynstur, men royna vit ikki so gera
vit barnum okkara sanna bjarnatæn-
astu, ti verða hesi ikki visari enn vit í
so máta, so verður framtíð Feroya
enn ljótari enn nú.
GAMLA niðurlagið: »Oys, eg tími
ikki at búgva úti á bygd« ella »oys, ea
oddagrein
tími ikki at búgva i Føroyum, ti her er
einki at fara til« er mestsum niður-
dottið. Hetta av góðum grundum, ti
valla munni tilboðini um at hava
okkurt at fara til« vera størri enn í
Føroyum
ÍTRÓTTIN er góð, og um úrslitini
seinnu árini ikki altíð hava staðið mát
við »iløgurnar«, er einki at harmast
um fyri tað. Tí skulu úrslitini aleina
telja, so eru vit betur fyri uttan
ítróttina. Men ásannast má, at eisini
ítróttin manga staðni tekur í so
nógva tíð hjá børnunum.
SKULU t. d. eins nógv tíð farið til eitt
nú tónleik, lesnað ella eitthvert skap-
andi itriv — fyri ikki at tala um vanligt
og »deiliga spontant« barnaspæl, so
hevði 24-tima samdøgrid ikki rokkið.
LATIÐ okkum íkki skipa so fyri hjá
børnunum, at tey, bert tí tey ikki
hava nakað av hesum ella hasum at
»fara tila, skulu vera rædd fyri at vera
saman við sær sjálvum ella javnaldra,
ið kanska er eins ørkymladur yvir ikki
at vera uppi í onkrum, vit kanska fyri
at lætta um hjá okkum sjálvum, so
»vælmeinandi« júka inná tey um at
fara til.
LATIÐ børn verða børn, so leingi rætt
og rímiligt er. Loyvið teimum nakað
av teirri »érimiligheit«, id liggur í sjálv
at vilja skipa fyri dag fyri dag. Viður-
kennið meira barnsins dygd eftir, at
tað av sínum eintingum kann fáa
dagin nýttan uttan okkara fyriskip-
anir og at tað eins væl megnar at
finna innihald í tí tilvildarliga, sum
onnur í ti »undirhaldi«, sum alment er
viðtikið sum neyðugt fyri ikki at vera
sær sjálvum at meini og ødrum til
båga.
UM persånsmensurnar harvið
kanska gjørdust meiri óregluligar, er
ilt at siga. Vit høvdu ivaleyst burturúr
hesum eisini fingið fleiri »originalar«,
men so sanniliga eisini ungdóm, ið
aftur merktist av samljóði við sam-
felagið, vit liva í.
Nr. 22 — 21. februar 1985
Heldur eyka i
javnadarflokki
enn jolla i
sambandsflokki
Tað var ikki eiti á skorð-
fleingja. ið Leon Johanne
sen lærari og meguligt
valevni hjá Sambands-
flokkinum á Tveroyri
gevur mær í Dimmalætt-
ing 16/2 1985.
„Har er tú ov grunnur
Sverre« er heitið á grein-
ini. Nú ætli eg mær ikki út
í bladskriving og als ikki
at verða so persónligur
sum Leon, men bert til tað
at verða ov grunnur er at
siga, at heldur verða eyka
hjá Atla enn jolla hjá
Paula.
Hvervítt eg veri ting-
limur ella ikki hevur einki
við sakina at gera. Pauli
sat nærum alt legtings-
skeiðið bæði sum legmaðer
og sum tinglimur, og tá
hevði hverki Leon ella
nakar sambandsmaður
nakrar viðmerkingar.
Tað er heldur ikki spurn-
ingurin hjá mær at vera
úti í kuldanum, heldur ikki
at eg fór av góðum skipi,
tað veit eg at tað var. Gott
at tú sannar tað, tó er tað
ikki tín uppgáva at bása
meg politiskt.
Mínir veljarar kenna
meg og vistu mær stórt
álit til legtingsvalið 1984,
og tað er mær nokk.
Annars er orsekin til
skriving Leons mínar
smáu og fáu viðmerkingar
— til stýrið undir sambands-
leiðslu frá
meti tær
ingar
Men tá mín annars góði
vinur Leon gevur seg at
verja sambands
flokksins, so ger hann tað
ikki við grundleysum
skuldsetingum. Hann má
halda seg til veruleikan
Viðmerkingar hansara
til stødu javnadarflokks
ins til virkini i Hvalba og i
1980-1984. Eg
tola vidmerk-
stødu
Vági eru beinleiðis ósann-
leiki, og hevur bert eitt
sikti: at sáa split.
Tað er ring byrjan at
drýta í egið reiður, og tað
er tað tú ger við slíkari
skriving. Hon er skaðandi
fyri hesar fyritekur, eins
skaðandi og skriving for-
mans tín hevði á sinni,
ímóti aðrari fyriteku í
Vági, sum ikki bleiv lív
lagað.
Men mín góði vinur
Leon, áðrenn tú leggur á,
so tak hondina í egnan
barm fyrst, tí ikki ber til
at tosa um ein annan,
uttan fyrst at hyggja um
seg sjálvan
sverre Midjord
Einki serligt
sannleiksvitni
Í stórari grein í Dimma-
lætting leygardagin 9. feb-
ruar 1985 ger Johs.
Martin Olsen upp tíðina
hann hevur verið í Fólka-
tinginum fyri Paula Ellef-
sen, meðan hann var løg-
maður.
Í hesum sambandi sigur
hann frá, hverji megnar-
verk hann hevur útint hesi
árini — og greiðir m.a. frá,
tá Atli Dam vendi sær til
hansara í spurningi um
ílegging til Realkreditt-
stovnin, og hvussu mikið
tað hevði at týða at hava
kanalirnar í ordan til
stjórnina.
Í einum eðrum feri
nevnir hann, hvussu hann
„bjargaði“ okkum hækk-
ingar í fólkapensjónini,
aftaná at undirritaði, væl-
sagtans, hevði »syrgt«
fyri, at táverandi javn-
aðarstjórnin hevði strokið
játtanina á donsku fíggj-
arlógini.
Til hetta er stutt at siga,
at tað er ikki rætt, sum
Johs. Martin Olsen ferir
fram. Tað er beinleiðis
rangverg tala.
Eg trúði, at hetta evni
nú var úti av verðini, so
ofta hevur tað nú verið
frammi. Men sjálvsagt,
tað er hetta lagið bert at
taka eina lygn uppaftur
nóg ofta, so eru tað tey,
sum trúgva.
Johs. M. Olsen veit, at
tað vóru hansara menn í
landsstýrinum, sum ikki
vildu seta uppskotið um
broytingar í sosialu lóg-
gávuni í verk, so sum upp-
skotið var lagt úr hondum
av landsstýrinum framm-
anundan (Vilhelm Jo-
hannesen), ja, uppksotið
var beinleiðis burturtagt,
tí tað mátti ikki bera á
brá, at tað kom igjøgnum
Framhald á síðu 7
eee
er
sø