Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 200 - 18. oktober 2002 Nr. 200 - 18. oktober 2002 3 Theodor Johannesen (Henda grein stóð í Eystur- oynni fríggjadagin 2. okt. 1987 undir heitinum "Eitt 6o ára minni," sum Theo- dor Johannesen festi á blað 1982. Hann var bróðir Martin, ið fórst við Norð- lýsinum bert 20 ára gamal. Theodor var føddur 2. febr. 1908 og doyði 24 okt. 1986, sostatt hevur hann verið 14 ára gamal, tá ið Norðlýsið fórst. Hetta hevur sjálvandi sett seg í minni, og var tað ikki einasti sorgarleikur, ið Tummas Johan og Johanna Maria, foreldur Theodor og Martin, upplivdu. Tey mistu tvey børn eftir einari nátt - Fridu og Jógvan, ið doyðu av meslingum 30. januar 1929 19 og 24 ára gomul. 18. okt. eru liðin áttati ár síðani Norðlýsið gekk burtur.) Tað var tíðliga um heystið 1922, at farið varð at skipa fiskin úr "Only Sister" yvir í "Norðlýsið". Fyrra skipið átti Tummas Sigvald Thom- sen í Norðragøtu. Hann var eisini skipari sjálvur. Fisk- urin varð fiskaður á Eyst- urlandinum og skuldi selj- ast í Grimsby. Eg var við at leggja og salta fiskin í lastina á "Norðlýsinum". Eg haldi, bara ein partur av fiskinum var umskipaður, tí Norð- lýsið var minni skip enn "Only Sister". Martin bróðir og Jákup á Geilagarði, báðir 20-ára gamlir, høvdu verið við "Vágbingi" (TG 332), ið Julius í Smillum førdi tað summarið, Teir vóru vin- menn og hildu nógv saman. Teir vórðu bidnir at koma við henda túrin. Meg minnist, at Óla Jákup kom Norðan úr Gerði við einum leypi av eplum, ið hann hevði tikið upp. Komin heim áraka hús okkara, fór Martin niðan til hansara. Prátið fall á at fara við "Norðlýsinum". Tá helt annar fyri: " Fert tú við "Norðlýsinum", fari eg eisini." Sum sagt, so gjørt. Triði maðurin hiðani úr bygdini, sum fór við, var Fredag Petersen 39 ára gamal sonur Gamla skósa - Sámal Petersen, ið var ættaður úr Funningi og Kristiannu, sum var ættað úr Garðshorni í Oyndar- firði. Fredag var giftur við Amalju, sum var ættað úr Leirvík. Hann hevði verið við "Ruth" hetta summarið sum kokkur. Skipari var Olivar Thomsen í Norðra- gøtu. Sjálvur Gamli Sámal Petur fór norður til hansara at biðja hann við sum kokk. Fredag dugdi eingilskt, so hann skuldi eisini vera tulkur. Hann hevði siglt nógv við eingislkum trol- ara, og tí lá tað raðið fyri hjá honum at tosa enskt. Hann hevði siglt í fleiri ár út frá Grimsby við trolara, sum fleiri fuglfirðingar tá á døgum gjørdu. Fredag gav ikki svar beinanvegin, men mátti samráðast við konuna um hetta. Svarið frá konuni var: " Tað mást tú best vita sjálvur!" Hetta kenni eg væl til sjálvur, tí ofta varð hetta sagt við einum noktandi tónalagi. Hvussu var og ikki, Fredag fór við, og allir minstraðu 6. okt. 1922. Sama kvøldið helt Krist- ian M. Ottesen, trúboðari, møti í Gamla skúla ( hann kom til bygdina summarið 1922 og var her til 1926). Eg kann minnast, at Óli, skiparin á Norðlýsinum, stóð uppi við pultin og talaði. Hann brúkti tekst úr einum av Dávids sálmum. Til endans helt hann fyri, at nú skuldi hann og skipsfelagir hansara út á eina ferð, ella reisu, sum hann ikki hevði roynt áður. Fyri mær ljóðaði hesin túrur so møtimikil, at hetta fór at vera teirra lagnuferð. Feigdin dregur, og fátt man feigum forða. Møtið varð so endað, og tá ið komið var útum, helt Fredag eina stutta røðu um frelsuna í Jesusi. Øll lýddu á hann. Hetta kvøldið var sera vakurt veður. Fredag var tann fyrsti í Fuglafirði, ið hoyrdi til Brøðra sam- komuna. Dagurin hin 7. oktober rann upp við besta veðri. Martin kom inn á kamarið hjá Kristjani og mær, stóð upp við durastavin og greiddi frá einum dreymi, hann hevði havt um náttina. Hann kom gangandi Heimi á Sandi, hann var lágur í ættini, og lá eitt ótal av sprekum fram við sjóvar- málanum. Hann helt hetta vera ein undarligan dreym. Martin hevur verið sann- droymdur, tí Norðlýsið strandaði um náttina á Spurnhead 18. oktober 1922 ( Siglingarsøgan bind 9 síðu 27) allir, ið við vóru, sjólótust. Teir, ið fórust vóru: Óli Krossteig, skip- ari, Óli Andreas Hansen og Sámal Martin Samuelsen við Keldu - allir úr Leirvík, Tummas Sigvald Thomsen við Gil, bestimaður, Norðragøtu og Fredag Petersen, kokkur, Martin Johannesen og Óla Jákup Jacobsen - allir úr Fugla- firði. Sum siður var, tá ið farast skuldi av stað, varð farið til tey nærmastu at siga farvæl. Mær er fortalt, at Fredag var inni hjá Alexanduri - Alexandur av Eiði - og segði farvæl, og hildu teir bøn saman, áðrenn teir skiltust. Faðir mín, Tummas Jóhan (deyður 24. apríl 1940 71 ára gamal) hevði altíð bønarhald við okkum, tá ið vit fóru avstað. So- leiðis var eisini, tá ið Martin fór út á sína sein- astu ferð. Hann las úr sálmi Dávids nr. 71 ørindi 1 til 8. Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg ongantíð verða til skammar o.s.fr. Ofta vóru avbygdamenn, ið við vóru, við til hetta bønarhald heimi í Toftum hjá foreldrum mínum. Fyrrapartin fór Martin oman í Støð. Faðir fylgdi honum. Hetta var føðingar- dagurin hjá pápa 7. okt. Norðlýsið hevur óivað ligið fyri teymi, tí varð róð um borð. Veðrið var gott, og eingin ond rørdist. Ein motorbátur sleipaði Norðlýsið suður úr Borðoyanesi. Við motor- bátinum vóru tríggjar kvinnur úr Frelsunnar- herinum, ið búðu í Fugla- firði. Báturin skuldi leggja inn á Havnina við teimum, tá ið sleipið var liðugt. Meðan Norðlýsið varð togað út av Fuglafirði, sang manningin og sungu tær tríggjar kvinnurnar sangin: De kommer fra øst og vest… Tað var sera stilt henda dag, so ljómurin frá hesum sálmi hoyrdist væl í bygdini. Tá ið komið varð út fyri Leirvík, blástu tær í horn, og hoyrdist hetta til lands. Onkur eldri leirvík- ingur hevur havt hetta á munni síðani. Tær tríggjar kvinnurnar, ið fóru til Havnar við motorbátinum, búðu í húsinum hjá Katrinu Sofíu, jarðarmóðrini, har tær í hjallaranum høvdu eina lítla kaffistovu. Tann elsta æt Mina og var dani, tann næsta var íslendsk og æt Svava Gísladóttir. Hon doyði í vetur nøkur níti ára gomul. Tann yngsta var ein ung donsk genta, sum eg ikki minnist navnið á. Hetta var í tjúgunum. Á niðara veggi á sethúsinum stóð skrivað: Frelsens Hær Salvation Army Gæste- og Sømandshjem Sailors Home Eftir hesar kvinnur kom ein familja, sum hevði eftir- navnið Nielsen at virka fyri Frelsunnarherin í Fugla- firði. Trý børn vóru í fa- miljuni, og gingu tey í skúla her í bygdini. Tey vóru tey síðstu, sum virkaðu í Frelsunnar herin- um í Fuglafirði og vóru her til 1926. Um summarið 1929 vóru eg og Pól Hansen, systk- inabarnið úr Vestmanna, og vitjaðu frú Nielsen, ið búði saman við systir síni í Hvidovre. Hon var blivin einkja. Hon gav okkum kaffi og pannukøkur. Tað var hon so von við heima í Føroyum. Prátað varð aftur og fram um leyst og fast. Eitt kundi hon ikki gloyma, tað var tá ið Jens Elias kom inn til hana við einum tjógvi av einari jólaær. Hetta var forkunnugt, tí feskt kjøt var ikki til at bekoma um jóltíðir. Tá ið eg kom heim aftur 1931, segði eg Jens Eliasi frá hesum. "Ja," segði hann, "tað var satt, tí henda ær fekk altíð breyð úr hondini á trappusteininum. Hon maktaði hetta tjógv, og tað var henni væl unt." Um summarið 1927 var eg við "Guide Me" á Eyst- urlandinum og vóru vit inni á Seyðisfirði. Eitt kvøldið vóru nakrir av manningini á møti hjá Frelsunnarherin- um. Millum aðrar, eg kann minnast, sum vóru við, vóru Poul Reines, bróðir, og Chr. Jensen av Hellun- um. Boðið var til kaffi eftir møti. Hetta vóru tær somu kvinnurnar, sum høvdu verið í Fuglafirði og búð í húsinum hjá Katrinu Sofíu. Tann elsta av teimum, Mina var deyð. Svava og tann yngsta av teimum greiddu frá ferðini til Havnar á sinni, tá ið Norðlýsið varð sleipað suður úr Borðoya- nesi. Lagt varð afturat, at tá ið leyst var, sigldi motor- báturin fram við Norð- lýsinum, og sagt varð far- væl. Sóust tey ikki aftur her, so skuldu tey síggjast aftur í Himmiríki. Í nov. ella des. 1922 helt Vilhelm Nielsen prestur ( føddur 9. mai 1873, deyður 28. apríl 1931 ) minn- ingarguðstænastu í Fugla- fjarðar kirkju um teir, ið fórust við Norðlýsinum. Teksturin, hann nýtti, var úr sálmi Dávids nummar 50 ørindi 15. Heit so á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! Um henda lagnutúr kanst tú lesa um, sum sagt, í bindi 9 síðu 27 í Føroya Sigling- arsøgu, har bjargingar- báturin var á veg út til Norðlýsið. Manningin var farin upp í aðra mastrina, og hoyrdust rópini frá teim- um neyðstøddu monnunum víða um. Bjargingarbáturin var komin tætt til skipið, men eitt brot tók bæði mastur og manning við sær í dýpið, og einki sást aftur til hvørki mastur ella teir skipbrotnu. Eitt seksti ára minni Í ár eru liðin átati ár, síðani Norðlýsið úr Fuglafirði gekk burtur Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 80 ára degnum, takki eg hjartaliga. Einar Mortensen Klaksvík Húsini hjá Kathrinu Sofíu Risa altjóða fyritøkan Burger King hevur nú havt opið í eina viku í Føroyum, og hevur áhugin frá fjølmiðl- unum og manna mill- um verið sera stórur. Niðurstøðan eftir fyrstu vikuna er, at Burger King hevur sligið øll met saman- borið við onnur lond, og at sølan hevur ver- ið einki minni enn flúgvandi BURGER KING Heini í Skorini "Ein Big Mac og eina stóra cola"... "gev mær ein dupultan cheeseburgara"... "tríggjar barnamenuir uttan augurk"... Hesir setningar ringja nokk fyri oyrunum á arbeiðsfólkunum í stóru altjóða fyritøkuni í SMS, Burger King. Altjóða amerikanska fyritøkan sá dagsins ljós í Føroyum mikudagin í síðstu viku, og eftir eina viku er niðurstøðan, at søl- an hevur verið óvæntað stór. Nærkast heimsmeti – Samanborið við fólkatali hevur sølan og inntøkan fyrstu vikuna verið metstór, sigur leiðarin á Burger King í SMS, Bjørg Mohr. Hon vísir á, at tá Burger King hevur opna aðrastaðni í Skandinavia, hevur sølan í mun til fólkatalið verið langt undir tí, føroyingar hava keypt niðri í SMS. – Hóast vit ikki hava tølini hjá Burger King mat- stovum um allan heim, var søla okkara fyrsta dagin væntandi heimsmet, og samanbera vit okkum við onnur lond, har Burger King nýliga er opnað, t.d. í Týsklandi fyri stuttum, hevur Burger King í Før- oyum hesa vikuna havt eina sølu langt omanfyri tað, onnur lond hava selt. Bjørg Mohr, leiðari á Burger King, vil helst ikki uppgeva tøl og upphæddir av søluni hesa fyrstu vik- una, men hon kann siga somikið, at sølan hevur verið langt omanfyri tí, væntað varð framman- undan. Yvir 3000 barna- menuir Gongdin av sølu fyrstu vik- una hevur verið konstant, men Bjørg Mohr sigur tó, at fyrstu tríggjar dagarnar gekk kykur. – Sølan gekk við fullari ferð fyrstu dagarnar, og leygardagin høvdu vit selt yvir 3000 barnamenuir. Tá høvdu vit tíverri ongar eftir, men fingu so nýggjar barnamenuir. Hóast sølan hevur verið sera stór alla vikuna, hæsaði eitt sindur av sunnudagin samanborið við dagarnar áðrenn, tá søl- an hevði gingið út í eitt, sigur Bjørg Mohr. Bjørg ynskir ikki at úttala seg um, hvussu tað hevur ávirkað hinar fyritøkurnar, sum eru kappingarneytar hjá Burger King, men hon sigur, at økomomiskt er Burger King best fyri or- sakað av stóru søluni fyrstu vikuna. 5% til marknaðarføring Tá slíkar útlendskar og kanska nakað fremmandu fyritøkur opna í Føroyum, hevur mangan verið at sæð, at sølan er sera góð fyrstu tíðina, men at áhugin hjá kundunum síðani minkar. Spurd, hvussu Burger King ætlar at varðveita støði og høga kundatalið, sigur Bjørg Mohr. Vit ætla at veita eina góða tænastu, og brúkta nógvan pening til marknaðarføring. Burger King fer at brúka 5% av teirra umsetningi til markn- aðarføring. Burger King slær øll met C M Y K 3 2