Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 200 - 18. oktober 2002 Nr. 200 - 18. oktober 2002 5 Nú prísirnir á toski og hýsu hava verið góðir í Skotlandi, hevur tað verið freist- andi hjá trolarunum at lagt seg eftir hesum fiskasløgum heldur enn at fiska upsa, sum er smáur og hevur lítlan prís FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Góði prísurin á hvítum fiski í Skotlandi og smái upsin undir Føroyum, sum ikki hevur nakran serligan prís, hava elvt til, at fleiri trolarar seinastu tíðina hava lagt seg eftir at fiska tosk og hýsu - og í minni mun upsa. Fleiri føroyskir trolarar hava soleiðis landað í Scrabster seinastu tíðina. Eysturbúgvin og Vestur- búgvin vóru har niðri við toskinum og hýsuni fyrr í vikuni, og seinasta viku- skiftið vóru Polarhav og Stjørnan í Skotlandi við hvíta fiskinum. Aðrir trolarar hava eisini landað í Skotlandi seinastu tíðina. Góðir prísir Keldur, Sosialurin hevur tosað við, siga, at trolar- arnir hava fingið einar 25 kr. kg. netto fyri tann størsta toskin í Skotlandi. Síðan hevur stórt lop verið niður til tær næstu stødd- irnar; toskur 2 hevur givið 21 kr. kg., netto og toskur 3 og 4 hava ligið um 17-18 kr. kg., netto. Orsøkin til góða prísin á hvítum fiski í Skotlandi sigst vera, at lítil fiskur er á marknaðinum í løtuni. Skipini, sum vanliga selja á marknaðinum har niðri, hava havt smáligan fiski- skap. Prísurin á hýsu hevur eis- ini verið góður í Skotlandi, og tann størsta hýsan hevur havt besta prísin. Smáur upsi Tá ið trolarar leggja seg eftir at fiska tosk og hýsu, kemur minni upsi uppá land í Føroyum, og soleiðis hevur eisini verið seinastu tíðina. Sosialurin frættir, at upsaprísurin er uppeftir- gangandi, men tað gongur seint. Í løtuni fáa trolararnir 5,50 fyri tann størsta upsan, 5,25 fyri upsa 2, 4,75 fyri upsa 3 og 3,25 fyri upsa 4. Ein stórur partur av veiðini hjá trolarunum - eini 70-80% - er upsi 4, og tað merkir, at skipini fáa ikki nógv fyri hendan fiskin. Og nú prisirnir á toski og hýsu hava verið góðir í Skotlandi, hevur tað verið freistandi hjá trolarunum at lagt seg eftir hesum fiska- sløgum og sigla á skotska marknaðinum við fiskin- um. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hósdagin landaði trolarin, Grønanes, 100.000 pund í Vestmanna. Av veiðini var meginparturin - ella eini 80.000 pund - upsi. Ein stórur partur av restini var toskur. Vesturbúgvin hevur eis- ini landað í Vestmanna. Teir høvdu eini 30.000 pund av upsa. Vesturbúgvin og Eystur- búgvin hava annars verið í Skotlandi við hvíta fiskin- um, sum teir løgdu upp í Scrabster. Sum skilst, høvdu par- trolararnir eini 250.000 pund tilsamans hendan túrin. Keypt aðrastaðni Á Fiskavirking í Vestmanna hava tey arbeitt hvønn dag hesa vikuna. Umframt ups- an frá Grønanesi og Vest- urbúgvanum, hevur virkið keypt upsa frá øðrum virkjum og frá P/F Beta í Saltangará. - Nú fleiri trolarar hava lagt seg eftir at fiska tosk og hýsu, merkist hetta á rávørutilgongdini, siga tey í Vestmanna. Á Fiskavirking í Vest- manna arbeiða tey bara upsa. Trolarar leggja seg eftir toski og hýsu Nú prísurin á hvítum fiski í Skotlandi hevur verið góður, hava fleiri føroyskir trolarar langt seg eftir hesum fiskasløgum, sum teir hava selt á skotska marknaðinum Grønanes og Vestur- búgvin landað í Vestmanna Boringin við markið, sum so stórur spenningur hevur verið um, er liðug. Olja og gass varð staðfest, men ikki í so stórum nøgdum, at tað kann sigast, at oljufundið, ið varð gjørt á føroyska landgrunninum í fjør, er lønandi. Til tess krevjast uppaftur fleiri boringar OLJUBORING Jan Müller Amerada Hess, Dong, Atlants Kolvetni, British Gas og Premier Oil fingu ikki tað burtur úr, sum tey høvdu vónað, nevniliga at fáa váttað, at oljufundið, sum varð gjørt í Marjun- brunninum í fjør, er løn- andi. Tó hevur brunnurin, skilur Sosialurin frá óvátt- aðum keldum, givið nógvar nýggjar upplýsingar, sum kunnu brúkast í víðari kanningunum og boringun- um, sum hava samband við Marjunfundið. Boringin hevur tikið hálvan annan mánað. Mett varð ikki, at tað var rætt at fara undir eina testing, royndarframleiðslu í hesum brunninum. Eftir hvat skilst vilja oljufeløgini bíða við eini testing til farið verður undir at bora aðrar meting- ar- og avmarkingarbrunnar í økinum. Blaðið skilur, at úrslitið kann metast bæði positivt og negativt. Eingin hevði væntað, at man fór at staðfesta eitt lønandi fund við bert hesi eini metingar- boringini. Til tess krevjast oftani fleiri boringar. Men staðfest vóru olja og gass og sum skilst serstakliga gass. Tó ikki í stórum nøgdum. Sum skilst hevur boring- in sett grá hár í høvdið á jarðfrøðingunum hjá olju- feløgunum, tí jarðfrøðin á botninum í brunninum lík- ist ikki tí vit kenna frá ver- andi feltunum Foinaven og Schiehallion ella tí fundin- um, sum Amerada gjørdi á landgrunninum í fjør. Við øðrum orðum verður møguliga neyðugt enn einaferð heilt at endurskoða fatanina av økinum. Til tess krevjast fleiri seismiskar kanningar og nýggjar tulk- ingar. Sosialurin skilur eis- ini, at teoriin og metingin um, at talan kanska var um eitt samanhangandi olju- felt, sum gekk úr føroysk- um øki inn á bretska land- grunnin, helst eisini kunnu vera misvísandi. Tað fáa vit tó heldur ikki váttað, tí oljufeløgini, sum hava bor- að, hava ongar upplýsingar latið út enn. Tað er ilt at meta um, hvussu nógvan negativan týdning boringin fær fyri alt økið. Hetta er so fimta boringin á Atlantsmótinum í slag, sum ikki hevur víst nakað lønandi fund, og tað er greitt, at tað kann peika tann skeiva vegin fyri olju- feløgini, sum alla tíðina líta íkring seg fyri at vita, hvar tey fáa mest burtur úr íløg- unum. Men oljuleiting er eitt øki, sum krevur tíð og tol. Tað er einki óvanligt, at tað verða boraðir nógvir brunnar í einum nýggjum øki, áðrenn lønandi fund verða gjørd. Kelda sigur við blaðið, at úrslitið nýtist ikki at vera vánaligt, tí boringin skal skiljast sum ein partur av eini størri boriætlan fyri at fáa eitt puslispæl at ganga upp. Helst kunnu upplýsingar frá hesi boringini geva feløgunum eina betri ábending um, hvar tey skulu bora næstu ferð. Tað hevur annars ljóðað millum oljufeløg, at staðið borurin varð settur í hesaferð, var kanska ikki tað rætta. Tað er so eisini ein partur av leitiváðanum. Amerada Hess fer nú at bora Cambo brunnin long- ur norðuri, skamt frá mark- inum. West Navion skuldi fara á nýggju leiðina í dag ella ein av fyrstu døgunum. Tann brunnurin kann eisini fáa týdning fyri leitingina og áhugan fyri føroyska landgrunninum, tí hann er so stutt frá markinum. Í gjár var West Navion inni á føroyskum øki, har tað fór eftir brunnhøvdinum í Marjunbrunninum. Vegna vánlig líkindi í fjør varð avgjørt at bíða við at fara eftir tí. Tað er neyvan hugsandi, at Amerada Hess fer at bora nýggjan metingar- og av- markingarbrunn í føroysk- um ella bretskum øki í sam- bandi við fundið í fjør í bræði. Helst fer felagið nú at gera nýggjar kanningar, áðrenn avgerð verður tikin um fleiri avmarkingar- og metingarbrunnar, sum kosta upp í 150 mill kr. hvør. Møguliga verður næsta boringin hjá Hess og tvs. eisini tí føroyska olju- felagnum Atlantic Petrole- um tann seinni leitingar- brunnurin feløgini hava bundið seg til á føroyskum øki, í 2004 – júst sum BP og Statoil. Hetta merkir, at tað við rættiliga vissu kann sigast, at tað bara verður ein brunnur boraður við Føroyar í 2003, tann hjá Agip. Nú hava so BP, Statoil og Amerada Hess roynt seg av álvara á landgrunninum uttan at hava gjørt lønandi oljufund, tó at prógv eru funnin um eina virkna olju- skipan. Tað prógvaði eisini henda seinasta boringin hjá Hess. Men nú verður tað so italska oljufelagið Agip, sum skal royna seg – og hvør veit – kanska vera tað oljufelagið, sum ger fyrsta lønandi fundið á land- grunninum. Tann boringin skuldi verða í ár men varð útsett til í næsta orsakað av heldur óvæntaðu úrslitun- um í fjør. Sosialurin hevur roynt at fáa upplýsingarnar váttaðar ella avsannaðar hjá Amerada Hess í Føroyum. Ben Arbao, stjóri hevur onga viðmerking. Vil hvørki avsanna ella vátta nakað men vísir til eitt tíðindaskriv, sum kemur fríggjadagin. Boringin við markið liðug: Funnu olju og gass men ikki í stórum nøgdum Tíðindaskriv Í hesum døgum verður byrjað uppá eina 600-700 m djúpa granskingarboring á Glyvursnesi. Boringin er ein liður í einum størri Sindri verk- ætlan har Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) er fyristøðufelag fyri sjálvum boriarbeiðinum og logg- ingini. Føroya Jarðfrøðisavn (JFS) luttekur í arbeiðinum sum undirveitari og skal geva sítt íkast við m.a. kjarnulýsingum. Tað er tað finska bori- felagið Suomen Malmi OY, sum stendur fyri boringini. Felagið hevur drúgvar royndir við kjarnuboring- um í hørðum jarðgrýti í samband við námsvinnu og forkanningum fyri goymslu av geislavirknum burtur- kasti í Finnlandi og Svøríki Boringin verður vænt- andi liðug til jóla Sindri bólkurin er mynd- aður av teimum oljufeløg- um, sum hava leitiloyvi á føroyskum øki. Aðalmálið er at seta í verk jarðfrøði- ligar kanningar, sum kunnu fáa týdning fyri framtíðar kolvetniskanningar, sum liggja uttan fyri tað núver- andi loyvissøkið. Luttakandi feløgini í Sindri eru: Agip Amerada Hess Statoil BP DONG Atlantic Petroleum Phillips Shell Anadarko Petro Canada Føroya Kolvetni British Gas Jarðfrøðissavnið er eisini umboðað í Sindri stýrisból- kinum. Atlanticon er umsitingar- depil hjá Sindri. Fara nú at bora á Glyvursnesi West Navion er nú á veg norður eftir at bora enn ein brunn skamt frá markinum C M Y K 5 4