fríggjadagur 18. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 200 - 18. oktober 2002
Nr. 200 - 18. oktober 2002
7
– Vit hava gjørt íløgur
fyri 25 milliónir í
havnina í Hanstholm
í sambandi við nýggju
Norrønu, og hesa
íløgu vilja vit fáa sum
mest burturúr, sigur
Bent Hansen,
amtsborgmeistari í
Viborg amt
VITJAN
Heri á Rògvi
Komandi vár verður nýggja
Norrøna latin Smyril Line.
Skipið skal nýtast til sigling
til og úr Føroyum. Ein av
havnunum, ið nýggja eins
og gamla Norrøna fer at
vitja, er Hanstholm á vest-
ursíðuni av Jútlandi.
Hanstholm
hoyrir
til
Viborg Amt. Bent Hansen
er amtsborgmeistari í Vi-
borg Amt og annar næstfor-
maður Socialdemokratiet.
Seinastu dagarnar hevur
hann verið á vitjan í Føroy-
um saman við umboðum
fyri Hanstholm kommune.
Á vitjan sínari í Føroyum
hevur Bent Hansen verið á
fundi við løgmann, Anfinn
Kallsberg, Bjarna Djur-
holm, landsstýrismann í
vinnumálum, Smyril Line
og umboðum fyri føroysku
fiskivinnuna. Hann var
m.a. á fundi við Vestlax, ið
hevur stóran týdning fyri
Viborg Amt við teirra stóru
virkjum.
Bent Hansen letur sera
væl at fundunum í Føroy-
um.
– Fundirnir hava verið
fyrireikandi
fundir.
Eg
haldi, at vit hava tosað sera
væl saman, og vit gleða
okkum til eitt gott samstarv
í framtíðini, sigur Bent
Hansen.
Umframt at kunna føroy-
ingar um viðurskiftini í
Hanstholm, so hava Bent
Hansen og hansara fólk eis-
ini tosað við føroysku um-
boðini um ymisk sløð av
víðkaðum samstarvi.
– Vit vilja fegnir varð-
veita og víðka handilssam-
starvið við føroyingar. Á
fundunum hava vit eisini
tosað um annað samstarv.
Millum annað hava vit tos-
að um samstarv í sambandi
við okkara felagsáhugamál
í Norðsjónum. Vit eru
longu virknir í felagsskap-
um hesum viðvíkjandi, og
tað vildi verið upplagt, at
føroyingar eisini gjørdist
partur av hesum, sigur Bent
Hansen.
Hann sigur, at embætis-
fólkini nú fara at hyggja
nærri at, hvussu og á hvørj-
um økjum eitt samstarv
kann millum Føroyar og
danska amtið. Hann nevnir
bæði møguleikan at sam-
starva
við
Tórshavnar
kommunu og aðrar partar
av Føroyum.
Stóra íløgu
Fyri Hanstholm og fyri
Viborg Amt hevur Norrøna
stóran týdning.
– Vit hava gjørt íløgur
fyri 25 millónir í havnina í
Hanstholm í sambandi við
nýggju Norrønu, og hesa
íløgu vilja vit fáa sum mest
burturúr, sigur Bent Han-
sen.
Amtsborgmeistarin met-
ir, at nýggja Norrøna fer at
skapa øktan akitivitet í
Hanstholm og í Føroyum.
– Vit vilja sjálvandi, at
sum mest av nýggjum
aktiviteti verður skaptur í
Hanstholm,
nú
nýggja
Norrøna
fer
at
sigla.
Nýggja Norrøna merkir
samstundis eisini nýggjar
møguleikar fyri føroyska
samfelagið.
Møguleiki
verður fyri at gera Føroyar
munandi meiri kendar í
Danmark og aðrastaðni,
metir Bent Hansen.
Ferðalagið
við
Bent
Hansen fór av landinum
hósmorgunin.
Umboð fyri Hanstholm á vitjan
Í tinginum mikudagin
var
munnligur
fyri-
spurningur frá Nikláa
Petersen, løgtingsmanni,
til Høgna Hoydal, lands-
stýrismann, um vápna-
lógina avgreiddur.
Niklái Petersen vísti á,
at fleiri syndarligir til-
burður høvdu verið í út-
londum, har heilt ung
høvdu skotið frá hond
við skotvápnum. Hann
vildi, hvørjar ætlanir
vóru á økinum í Føroy-
um.
Høgni Hoydal greiddi
frá, at tað í næstum
verður settur ein ar-
beiðsbólkur, sum skal
fara undir arbeiðið at
endurskoða vápnalóg-
ina.
Arbeiðsbólkurin
verður mannaður í sam-
starvi við løgregluna,
sum ætlar at seta eitt
fólk burturav at taka sær
av hesum arbeiðinum.
Endurskoða vápnalógina
Ejner Frøkjær v.m.,
borgarstjóri í Hanstholm , og
Bent Hansen,
Amtsborgmeistari í Viborg
Amt, hava í vikuni verið í
Føroyum og fundast við
føroyskar politikara og
føroyskt vinnulív
Eyðun Elttør gjørdist
tann stinnasti tipp-
arin av føroysku
politikarunum, men
ikki langt framman-
fyri Heina O.
Heinesen
TIPPING
Heri á Rógvi
Ì Sosialinum í gjár og á
portal.fo fingu føroyskir
politikarar høvið til at gita,
hvat úrslitið gjørdist mill-
um Føroyar og Týskland.
Øll vóru tey samd um, at
Týskland fór at vinna, men
ivamálið var bara, hvussu
nógv.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokkin-
um, roknaði við, at týskarar
at enda fóru at vera seks
mál frammanfyri føroying-
ar. Lisbeth L. Petersen, for-
maður í Sambandsflokkin-
um, og Jenis av Rana, for-
maður fyri Miðflokkin,
hildu bæði tvey, at Týsk-
land fór at vinna við trim-
um málum móti ongum.
Formaðurin fyri ting-
bólkin hjá Tjóðveldisflokk-
inum, Heini O. Heinesen.
nevndi tvey úrslit, tá hann
skuldi gita – 1-0 og 2-1! Tá
avtornaði tók hann 1-0
framum. Hann segði seg
vera vísan í, at talan fór at
gerast um eitt tepurt tap.
Eyðun Elttør, formaður
fyri
Sjálvstýrisflokkin,
gitti, at Føroyar fingu eitt
mál, men hann var ikki í iva
um, at týskarar at enda fóru
at sigra. Hann gitti, at úr-
slitið fór at gerast 3-1 til
týskararnar.
Politikararnir vórðu eis-
ini spurdir um, hvønn týdn-
ing teir meta, at føroyska
landsliðið hevur fyri Føroy-
ar. Teir vóru allir á einum
máli um, landsliðið hevur
ómetaliga stóran týdning
fyri marknaðarføringina av
Føroyum uttanlands.
Hóast Heini O. Heinesen
nevndi rætta úrslitið, so
mugu vit vera strangir og
bert loyva einum boði frá
hvørjum luttakara, og tí fær
Eyðun Elttør frá okkum
heiðurin at vera besti
politiski tipparin hesaferð.
Elttør besta boðið
Eins og navnin Hjalgrím
Elttør var Eyðun Elttør nær
við at tippa rætta úrslitið í
dystinum millum Føroyar og
Skotland. Til næsta dystin
hjá landsliðnum mugu hinir
politikararnir venda sær til
hansara eftir ráðum um
fótbóltsúrslit
Mynd: Finnur Justinussen
Fleri konsertir við
føroyskum tónlista-
fókum eru í íslandi í
hesum døgum og før-
oyska bygjan, nevnd
Fairwaves, ger vart
seg plakatum og í
fjølmiðlum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Hanus G. Johansen, Eivør
Pálsdóttir Band og Kári
Sverrisson og Mikael Blak
hava leikt í Austurbæjarbio,
sum er niðurlagt filmshøli,
og føroysku konsertirnar
halda fram.
Leygardagin 19. oktober
klokkan 15 fara Clickhaze
og Krit á pall í Smáralind í
Kópavági og sama kvøld
fara Clickhaze og A.R.T. á
pall á Grand Rokk í
Reykjavík.
Tann 26. oktober fara
Clickhaze og Krit á pall í
Austurbæjarbio og eisini
aðrar konertir eru ætlaðar,
men eru ikki fastlagdar
enn, sigur Jens Guð, sum er
tónleikaserkønur og sum er
kendur í Føroyum frá sín-
um ferðum her. Hann hevur
skrivað nógv um Íslendsk-
an og føroyskan tónleik.
Jens Guð sigur, at í hes-
um døgum er vónleyst at
hyggja í eitt blað, ella at
skrúva frá í sjónvarpi ella
útvarpi, uttan at hoyra um
føroysku tónleikararnar.
Miðbýurin í Reykjavík er
eisini merktur av Fairwaves
og plakatir gera vart við
føroysku bylgjuna.
Jens Guð sigur, at øll
bløðini skriva um føroysku
tónleikararnar og Frétta-
blaðið hevur mynd av Eivør
Pálsdóttir á forsíðuni og
tvær síður um songkvinn-
una inni í blaðnum. Ríkis-
útvarpið spælir í hesum
døgum eini 10-15 føroysk-
ar sangir um dagin, sigur
Jens Guð úr Íslandi, har
føroyska bylgjan leikar.
Eivør Pálsdóttir ger vart við
seg í Íslandi í hesum døgum
(Mynd: Finnur Justinusen)
Íslendski Jens Guð, sum
hevur vitjað í Føroyum fleiri
ferðir, sigur, at í Íslandi
hoyrist nærum bert um
Føroyar og føroyskan tónleik
í hesum døgum
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Føroyska bylgjan floymur yvir Ísland
C
M
Y
K
7
6