fríggjadagur 18. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 200 - 18. oktober 2002
Nr. 200 - 18. oktober 2002
9
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, ger nú
aftur eina roynd at
umskipa Postverk
Føroya til alment
partafelag. Tað er
neyðugt, skal stovn-
urin hava møguleika
at at menna seg og
virka í javnari kapp-
ing við aðrar, og har-
umframt skal um-
leggingin tryggja, at
stovnurin kann rekast
uttan pengar úr
landskassanum. Pen-
ingurin til umlegg-
ingina skal útvegast
við at selja Frímerkja-
deildina á Argjum til
Tórshavnar Komm-
unu, heldur
landsstýrismaðurin.
POSTVIRKSEMI
Jón Brian Hvidtfeldt
Spurningurin um framtíðar
bygnaðin hjá Postverk Før-
oya er aftur aktuellur.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sum eisini varir av Post-
verkinum, arbeiðir í løtuni
við at umleggja stovnin til
eitt
alment
partafelag.
Landsstýrismaðurin visir á,
at Postverkið, sum í dag er
ein landsfyritøka, hevur við
verandi bygnaði trupult at
menna seg og annars virka
og kappast á marknaðinum.
Eisini hevur stovnurin fyri
neyðini at fáa pengar úr
landskassanum á hvørjum
ári, skal hann klára tær
skyldur,
sum
politiski
myndugleikin hevur álagt
honum. Men verður Post-
verkið umskipað til eitt al-
ment partafelag, so fer tað
at merkja, at árliga ískotið
úr landskassanum verður
tikið burtur, vísir Bjarni
Djurholm á.
Bjarni Djurholm sigur, at
skal Postverkið umskipast
til alment partafelag, so
verður neyðugt við pengum
at arbeiða við. Og pengar-
nir skulu útvegast við at
selja bygningin hjá Post-
verkinum á Argjum, har
Frímerkjadeildin heldur til.
Bygningurin er virðismett-
ur til millum 30-40 millión-
ir krónur. Pengarnir frá eini
møguligari
sølu
skulu
førast til Postverkið, til
dømis sum almennur parta-
peningur.
Í orðaskiftinum í sam-
band við ein fyrispurning í
løgtinginum
mikudagin
førdu
nakrir
tingmenn
fram, at tað kann vera
óheppið at selja bygningar
hjá tí almenna, samtíðis
sum aðrir almennir stovnar
mangla høli. Við hesum
varð sipað til, at Almanna-
stovan kann vænta at verða
uppsøgd úr sínum leigaðu
hølum í næstum, og tí kem-
ur at mangla høli. Tí mettu
nakrir tingmenn tað vera
óheppið at selja bygningin
hjá Postverkinum á Argjum
til aðrar, áðrenn greiða fæst
á, hvørt tað er rættast, at Al-
mannastovan
flytur
í
bygningin.
Bjarni Djurholm sær ein
stóran trupulleika í at Al-
mannastovan sleppur at
yvirtaka bygningin á Argj-
um. Hann vísír á, at við at
selja Frímerkjadeildina til
onkran annan enn tað
almenna, fær landskassin
pengar uttanifrá. Men skal
t.d. Almannastovan yvir-
taka bygningin, so verður
neyðugt at finna tær 30-40
milliónirnar, sum bygning-
urin er mettur til, á fíggjar-
lógini, so Postverkið fær
sínar pengar. Bjarni Djur-
holm vísir í hesum sam-
bandi á, at Tórshavnar
Kommuna
hevur
sýnt
bygninginum stóran áhuga,
og sjálvur metir landsstýr-
ismaðurin tað vera eitt gott
hugskot at selja kommun-
uni bygningin.
– Eg meti avgjørt, at tað
er rættast at selja bygningin
á Argjum til dømis til Tórs-
havnar Kommunu, heldur
enn at onkur annar almenn-
ur stovnur yvirtekur hann.
Tí við at selja til kommun-
una fær landskassin pengar
uttanifrá at seta í Post-
verkið, meðan vit noyðast á
fíggjarlógina eftir pengun-
um, skal t.d. Almanna-
stovan keypa bygningin,
sigur Bjarni Djurholm og
leggur afturat, at tað kann
vera sera trupult at finna
tær 30-40 milliónirnar á
fíggjarlógini.
Umskipan av Postverk-
inum treyt fyri sølu
Bygningurin hjá Postverk-
inum á Argjum og ein
møgulig
umskipan
av
stovninum gjørdist við eitt
meira áhugavert, eftir at
tølini í fíggjarlógarupp-
skotinum vóru almanna-
kunngjørd. Longu í august
mánað varð greitt, at Post-
verkið fór at hava tørv á
pengum til rakstur og íløg-
ur, eisini næsta ár, og tí setti
Vinnumálaráðið átta milli-
ónir krónur av til Postverk-
ið. Vinnumálaráðið vísti í
hesum sambandi á, at fór
tað at eydnast at umskipa
Postverkið til alment parta-
felag og samtíðis selja
bygningin á Argjum, so fór
ikki at vera tørvur á teimum
átta milliónunum á fíggjar-
lógini kortini. Tó metti
Vinnumálaráðið tað vera
rættast at seta pengarnar á
fíggjarlógina, tí ikki var
vist, at tað fór at eydnast at
fáa framt broytingarnar.
Men kortini valdi Fíggjar-
málaráðið at strika játtanina
til Postverkið, sum sostætt
manglar
átta
milliónir
krónur fyri at fáa endarnar
at røkka saman næsta ár.
– Eitt av endamálunum
við at umskipa Postverkið
til alment partafelag er at
sleppa undan á hvørjum ári
at noyðast at játta pengar til
stovnin á fíggjarlógini.
Men tað sum Fíggjarmála-
ráðið hevur gjørt í hesum
føri er at taka játtanina til
Postverkið
burtur
av
fíggjarlógini, áðrenn nøkur
umskipan er framd av
stovninum, og tað meti eg
vera sera óheppið, sigur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður.
Bjarni Djurholm leggur
dent á, at bygningurin hjá
Postverkinum á Argjum
skal ikki seljast við tí fyri
eyga at fáa fíggjarætlaninar
hjá stovninum næstu árini
at hanga saman.
– Tað kemur ikki uppá
tal, bara at selja bygningin
á Argjum fyri at sleppa
landskassanum
undan
nøkrum
útreiðslum
til
Postverkið.
Fæst
ikki
undirtøka fyri at umleggja
Postverkið
til
alment
partafelag, so eri eg ímóti
at selja bygningin á Argj-
um, sigur Bjarni Djurholm.
Tryggja sær politiska
undirtøku
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum sigur, at hann
nú fer at tryggja sær polit-
iskan meiriluta fyri at
umskipa Postverkið. Eitt nú
var málið fyri á landsstýris-
fundi
hósdagin.
Bjarni
Djurholm sigur, at fæst ikki
politisk undirtøka, so verð-
ur neyðugt at seta átta
milliónir krónur aftur á
fíggjarlógina fyri næsta ár
til Postverk Føroya. Lands-
stýrismaðurin sigur, at fleiri
lógarbroytingar skulu til,
skal Postverkið umskipast
til alment partafelag, og í
løtuni verða hesar lógar-
broytingar fyrireikaðar í
Vinnumálaráðnum.
Har-
umframt eru nógv starvs-
fólkaviðurskifti, sum skulu
fáast uppá pláss. Bæði í
samband við at umskipa
Postverkið, og í samband
við eina komandi sølu av
bygninginum á Argjum.
Men í samband við um-
skipanarætlaninar av Post-
verkinum,
sum
vóru
frammi fyri góðum tveim-
um árum síðan, hevði
Vinnumálastýrið samráð-
ingar við Postfelagið, og
partar av tí arbeiðinum
kann nýtast enn, vísir
Bjarni Djurholm á.
Tórshavnar Kommuna,
sum hevur sýnt bygningin-
um stóran áhuga, hevur
m.a. boðið Postverkinum
eitt stórt grundøki við stóra
bygningin hjá Postverkin-
um á Óðinshædd, sleppur
kommunan at keypa bygn-
ingin á Argjum. Sjálvur
metir landsstýrismaðurin
tað vera eina góða loysn
fyri allar partar at selja
kommununi
bygningin.
Tórshavnar kommuna fær
loyst hølistrupulleikarnar í
Argja skúla, og Postverkið
fær savnað sítt virksemi á
Óðinshædd. Spurningurin
er so bara, hvat hendir, um
onkur annar keypari sýnir
bygninginum áhuga, og er
til reiðar at gjalda meira
fyri hann enn Tórshavnar
Kommuna. Talan er um
eina almenna ogn, og verð-
ur hon seld, skal hon
bjóðast út alment.
Postverkið og Strand-
ferðslan samstarva
Bjarni Djurholm sigur, at í
samband við eina komandi
umskipan av Postverkinum
til alment partafelag verður
eisini hugt at, hvussu og í
hvønn mun Postverkið og
farmaleiðir hjá Strand-
ferðsluni kunnu samskipa
sítt virksemi. Í hesum næst-
um verður nýggjur stjóri
settur á Strandferðsluni, og
millum annað verður tað
hansara uppgáva, saman
við stjóranum á Postverkin-
um, at finna eina loysn.
Bjarni Djurholm vísir á, at
ein møguleiki kundi verið
at flutningurin av posti og
farmi varð skipað sum ein
sjálvstøðug eind, sum báðir
stovnar kunnu nýta.
Postverkið skal umskipast til alment partafelag
Bygningurin hjá Postverkinum á Argjum hevur ein týðandi lut í ætlanunum hjá landsstýrismanninum at umskipa Postverkið til alment partafelag. Bygningurin,
sum er mettur til millum 30-40 milliónir krónur, skal tryggja fíggjarliga grundarlagi undir eini komandi umskipan av stovninum.
Bjarni Djurholm, landsstýr-
ismaður í vinnumálum, ar-
beiðir í løtuni við at umskipa
Postverkið til alment parta-
felag. Tað er neyðugt, skal
stovnurin menna seg og ann-
ars virka og kappast á
marknaðinum, metir Bjarni
Djurholm. Eydnast tað ikki
at umskipa Postverkið, hevur
stovnurin tørv á átta milli-
ónum krónum úr landskass-
anum næsta ár.
C
M
Y
K
9
8