Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 200 - 18. oktober 2002 Nr. 200 - 18. oktober 2002 11 Roc Amadour og Eysturbúgvin syrgdu fyri, at sandoyingar hava havt nóg mikið at takast við seinnapartin í vikuni FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mikudagin landaði djúp- vatnstrolarin, Roc Ama- dour, á Sandi. Teir høvdu umleið 90.000 pund av toski, hýsu og upsa. Hósdagin landaði Eystur- búgvin. Teir høvdu 60.000 pund av upsa. Eysturbúgvin og Vestur- búgvin, sum partrola, hava hendan túrin verið í Skot- landi við tí hvíta fiskinum, og afturkomnir landaðu teir upsan í Føroyum. Ein fittur partur av veið- ini hjá bátunum var hýsa, sum hevur góðan prís í Skotlandi. Vesturbúgvin landaði í Vestmanna. Sum skilst, høvdu báðir bátarnir eini 250.000 pund tilsamans. Samanhangandi Hóast minni fiskur er komin uppá land í hesi vik- uni, tí flestu skipini vóru inni í síðstu viku, hevur fiskaarbeiðið á virkjunum í Sandoynni tó verið rímiliga samanhangandi. Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at tey arbeiddu allan mána- dagin, tí fiskur lá niðurfyri frá vikuni fyri, og týsdagin arbeiddu tey hálvan dag. – Mikudagin kom so Rock’urin og hósdagin Eysturbúgvin, sigur hann. Í síðstu viku høvdu tey eisini eina hampiliga viku á Sandoy Seafood. Delta Seafood Spurdur, hvussu gongur á Delta Seafood á Tvøroyri, har hann eisini er stjóri, sigur Magnus Jespersen, at fyrrapartin av hesi vikuni var heldur deydligt á virk- inum, men seinna helvt hevur roynst betur. Nú landingarmið- støðin í Vági bara tekur ímóti og selir útróðrarfisk, eru nógvar landingar á Fiskavirking á Tvøroyri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nógvar landingar hava ver- ið til Fiskavirking á Tvør- oyri hesa vikuna. Mikudagin landaðu djúp- vatnstrolararnir, Rankin og Steintór. Rakin hevði sløk 140.000 pund. Av veiðini var 36.000 pund kongafiskur, 17.000 pund toskur, 16.000 pund upsi og 4 tons hýsa. Steintór hevði sløk 240.000 pund; 92.000 pund var kongafiskur, 70.000 pund upsi, 40.000 pund toskur og sløk 16.000 pund hýsa. Hjá báðum trolarunum var eisini eitt sløð av øðrum fiskasløgum. Týsdagin landaði Brestir stívliga 180.000 pund. Meginparturin av veiðini hjá teimum var kongafisk- ur. Akraborg og Varðborg landaðu mánadagin; teir høvdu ávikavist 40.000 og 47.000 pund í part. Av veiðini hjá Akraborg var meginparturin upsi og hýsa. Varðborg hevði næst- an bara upsa, 34.000 pund tilsamans. Aftrat hesum hevur garnabáturin, Nim, landað á Tvøroyri í vikuni. Teir høvdu 16.000 pund, megin- parturin havtaska. Mest kongafiskur Martin Hentze, góðskuleið- ari á Fiskavirking á Tvør- oyri, sigur, at nógvu land- ingarnar partvís skyldast, at landingarmiðstøðin í Vági bara landar og selir útróðr- arfisk í løtuni. Á Fiskavirking á Tvør- oyri hava tey serliga tikið sær av kongafiskinum og hýsuni, meðan meginpart- urin av hinum fiskasløgun- um er farin til onnur virki kring landið. – Upsin fer í stóran mun norður um fjørðin, sigur góðskuleiðarin. Manningin hendan túrin telir 80 fólk, bæði kvinnur og menn, og skipari er Andor Isansen í Klaksvík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hóskvøldið kl. 23 mynstr- aði manningin á Nærabergi í Klaksvík. Hendan túrin telir manningin 80 fólk, 23 konufólk og 57 mannfólk. Skipari er klaksvíkingurin, Andor Isaksen. Næraberg fer í føroyskan sjógv at royna eftir svart- kjafti, sum virkaður verður til surimi, fars og mjøl. Hvussu langur túrurin verður, veldst um fiski- skapin, sigur reiðaríið, J.F.K-Trol í Klaksvík. Skiparin, Andor, hevur siglt nógv ár við Skála- bergi, men hevur siglt sum stýrimaður við Nærabergi, síðan skipið kom til landið. Sjúrðarberg við Svalbard Sjúrðarberg hjá J.F.K-Troli er í løtuni á rækjuveiði við Svalbard. Tað eru einir 14 dagar, síðan teir fóru úr Føroyum. Hvussu gongst hjá skip- inum, veit reiðaríið lítið um at siga í løtuni, tí teir eru so norðarliga, at teir hoyrast ikki. Sundaberg liggur í Klaksvík. Sum skilst, er kvotan eystanfyri uppi. Fuglberg liggur á Skála. Tveir trolarar landað á Sandi Næraberg farin nýggjan túr Nógvar landingar á Tvøroyri Á Fiskavirking á Tvøroyri hava tey serliga arbeitt kongafisk og hýsu seinastu dagarnar Á virkjunum hjá Sandoy Seafood hevur fiskaarbeiði verið nøkulunda samanhangandi, hóast minni fiskur yvirhøvur er komin uppá land seinastu dagarnar Í gjárkvøldið mynstraðu 23 konufólk og 57 mannfólk við Næra- bergi, sum fór í føroyskan sjógv at royna eftir svartkjafti Náttúrugripasavnið og Jarðfrøðisavnið: Bjóða børnum á oljuframsýning FRAMSÝNING Ragnhild Ellingsgaard Í heystfrítíðini hava Nátt- úrugripasavnið og Jarð- frøðisavnið bjóða fram eina framsýning, sum serliga er ætlað børnum. Framsýn- ingin tekur støði í oljuleit- ingini í Føroyum, men eisini er okkurt leskiligt til børnini á skránni Hóast heystfrítíðin kann tykjast long hjá summum, so er eingin orsøk til at sita framman fyri sjónvarpinum og keða seg. Føroya Náttúrugripasavn og Jarðfrøðisavnið hava gjøgnum farnu vikuna havt eina framsýning á skránni, sum serliga hevur verið ætlað øllum teim børnum, sum hava notið eina viku uttan skúla og barnagarðar. Støðið hevur verið tikið í oljuleitingini í Føroyum, men børnini hava eisini fingið møguleika at vitja aðrar framsýningar. Í framsýningini "Oljuleit- ing í Føroyum" hava børn- ini roynt sítt hugflog við ymsum uppgávum, og eis- ini hava tey havt møguleika at sett seg niður at tekna, um hugurin var til tess. – Sum við øllum øðrum framsýningum er endamál- ið fyrst og fremst at vekja áhugan fyri tí, sum vit hava at bjóða fram á savninum, sigur Palli Askham, sum hevur verið við til at fyri- reika hesa framsýning. Hann leggur afturat, at talið av teim vitjandi hevur verið óvanliga stórt, og at áhugin hjá børnunum hevur verið serstakliga góður. – Í miðal hava vit havt umleið 180 vitjandi um dagin. Og eftir áhuganum at døma, so ivist eg onga løtu í, at onkrir komandi oljuverkfrøðingar eisini telist millum hesi, sigur hann. Framsýningin er skipað sum ein hugnaløta, har starvsfólk vegleiða børnun- um, um tey hava okkurt at spyrja um. Tá børnini eru vorðin móð av at ganga og hyggja, bjóða starvsfólkini teimum ein leskiligan Oljudropa frá Fóm og okkurt drekkandi frá PopTop, meðan foreldr- ini fáa kaffi og køkur. Framsýningin er opin til og við fríggjadagin frá klokkan 13.00 til 16.00. Náttúrugripasavnið og Jarðfrøðisavnið bjóða í hesum døgum føroyskum børnum á eina framsýning, har støðið verður tikið í oljuleiting í Føroyum P/F Snældan hevur júst givið út nýggja kollektión, sum ber heitið "Antartiska Kollektiónin". Sam- stundis bjoðar P/F Snældan eisini út ein nýggja Mentunnar- pakka FRAMLEIÐSLA Ragnhild Ellingsgaard Nýggja kollektiónin frá P/F Snælduni er longu komin út í handlarnar, og fæst sostatt til keyps hjá vanliga føroy- inginum. Kollektiónin inni- heldur mangt og hvat, bæði frakkar, stúkur og nið- urdeilar. Tað er Borgny Dam Pat- ursson, sum hevur latið nýggju kollektiónina úr hondum. Borgny er kend fyri síni tíðarleysu og ser- mektu snið, og frá P/F Snælduni frætta vit, at nýggja kollektiónin eisini er nakað heilt serligt. Samstundis er virkið eis- ini farið undir at framleiða ein Mentunnarpakka, sum skal kann fáast til keyps ymsastaðni í landinum. Mentunnarpakkin er ein leypur, sum inniheldur eina føroyska troyggju frá Snælduni, eina fløgu við føroyskum fólka- og kvæða- tónleiki, eitt postkort eftir kendum føroyskum listar- manni/kvinnu og til ábit ein vakuum pakkaðan føroysk- an turran fisk. Leypurin er tilevnaður á verkstaðnum Stíggi í Runa- vík, sum er dagliga tilhaldið og arbeiðssttaðið hjá teim menningartarnaðu í Eysturoynni, meðan fløg- an "Den Yderste Ø" inn- iheldur yrkingar eftir Willi- am Heinesen, sum Kristian Blak hevur sett løg til. Postkortini í pakkanum eru framleidd soleiðis, at pakkarnir, sum sendast skulu til Klaksvík, inni- halda eitt postkort, sum er tilevnað av listarfólki í Klaksvík. Endamálið við hesum er, at hvør staður í Føroyum fær eitt postkort, sum er til- evnað av fólki, sum á ein- hvønn hátt hava tilknýti til ávísa staðin. Sambært faldara frá Snælduni hevur tú við M e n t u n n a r p a k k a n u m "møguleikan at ogna tær fleiri tættir av føroyskari mentan í einum. Mentunn- arpakkin mettar bæði eygu, oyru og munn." Diana Borgnýardóttir, sølu- og marknaðarstjóri á P/F Snælduni, greiðir frá, at hetta er fyrstu ferð, at slíkur Mentunnarpakki fæst í Føroyum. P/F Snældan við Mentunnarpakkum Pensionistafelagið í Havn kundi hugsað sær at sæð fleiri mannfólk tikið lut í virksemi teirra PENSIONISTATÍÐIND I Ragnhild Ellingsgaard Hvørt mikukvøld hittast pensionistar í Havn til eina lítla hugaløtu í Losj- uni, har tey spæla kort, fara upp á gólv og hugna sær við ymsum spølum sum kinaskak, talv, ludo og øðrum. Onkuntíð fáa tey eisini vitjan av fólki, sum hava onkran for- vitnisligan fyrilestur at siga teimum. Umframt hetta skipar Pensionistafelagið eisini fyri einum bingo-kvøldið eina ferð um mánaðin, og tvær ferðir gjøgnum vet- urin verður ein hugnaløta løgd til rættis, har millum annað lutaseðlar fáast til keyps. Seinastu tvey árini hevur eisini ein jólasøla við borðsølu, tombola og café verið á skránni, og hava hesar eydnast sera væl. Eitt vikuskifti um árið plagar felagið at fara á ein dagtúr, sum limirnir tykj- ast vera sera glaðir fyri. Í summar var Pension- istafelagið í Havn, saman við landsfelagnum fyri pensionistar í Danmark, á ferð í Danmark í eina viku. Hetta var ein sera væl eydnað vika, sum føroysku limirnir minnast afturá við gleði. Vit frætta frá limun í Pensionistafelagnum, at heilt nógv fólk plaga at hittast til øll hesi tiltøk. Men meginparturin av limunum eru konufólk, og tí kundi felagið hugsað sær at sæð fleiri mannfólk teknað seg sum limir. Sami býtistrupulleiki er eisini at finna úti á bygd, men í Pensionistafelagn- um í Eysturoynni er held- ur frægari. Av tí sama ynskir Pensi- onistafelagið í Havn at heita á øll mannfólk um at støkka inn á gólvið, har teir kunnu verða við til onkra hugnaløtu. At enda leggur felagið dent á, at Pensionistafel- agið ikki er sama felag sum Tilhaldið, har opið er hvønn dag. Ov fáir menn C M Y K 11 10